Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. august 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 116 - 23. JUNI 1999 Ninoslav Milankovic skoraði til 2 -0 fyri B36 í Fuglafirði. Mynd: Álvur Haraldsen tíðindablaðið Búksjúku B36'arnir stóðu royndina Fótbóltur: Onkrir kundu ikki spæla eftir ferðina til Turkalands, men teir sum spældu, lótu ongan iva verða um úrslitið 1. deild menn: IF-B36 1-4 (0-2) Búksjúku og ferðatroyttu B36'arnir lótu ongan iva verða um úrslitið av lands- kappingardystinum í Fugla- firði sunnudagin. B36 var omaná størsta partin av dystinum, og frá byrjan fluttu teir bóltin væl ímillum sín, royndu finna holini í IF-verjuni, og nær- lagdir um allan vøllin. Heimaliðið tóktist ikki trúgva uppá møguleikan móti sterka havnaliðnum, og bara eina lotu eftir at teir høvdu minkað til 2-1, vóru teir við í dystinum. B36 kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá stóða í IF- brotsteiginum, har John Pet- ersen helt væl upp á bóltin endaði við, at Jákup á Borg varð spældur leysur, og hann skoraði trygt. Tá hevði Tomislav Sivic longu framt fyrstu útskift- ingina. Hann tók Egil Zach- ariasen út og setti seg sjålv- an á vøllin. Seinni í dysti- num fór B36-venjarin av aftur vellinum. Triggir av teimum, sum vóru við í Turkalandi kundu íkki spæla. Tað vóru Øssur Han- sen, Ronnie Samuelsen og Bjarni Prior. „IF fekk gott mál B36 økti til 2-0, tá Jens Kristian Hansen fekk høvd- ið á ein bólt, sum IF'ari skuldi senda fram å vøllin. Ninoslav Milankovic leyp avstað i vinstru, hann dróg fram eftir vøllinum, og tå hann smekkaði til snittaði bólturin beinið á aftasti manni hjá IF og fór í málið. 2-0 var hålvleiksstødan, og i seinna hålvleiki fekk heimaliðið mål. Eyðun Samuelsen, sum var viðaft- ur í IF-ålopinum, snýtti B36-verjumann og lyfti so upp um málverjan. Eitt gott mál av havnamanninum í IF. , Eftir hetta var ÍF væl við í eina løtu. Alopsmadurin Robert Cieslewicz hevði onkran møguleika, men hann fekk ikki mál burtur úr. Tá so John Petersen økti til 3-1 20 minuttir fyri tíð, fall avgerdin i dystinum, og eftir tað stóð B36 fyri tí mesta. IF-verjuspælari = misti bóltin í egnum brotsteigi, Jákup á Borg dró til bak- linjuna, og so spældi so uppá tvørs til ein púra leys- an John Petersen, sum hevði lætt við at senda í málið. Stóðu royndina B36 økti til 4-1 tá sjey min- uttir vóru eftir at spæla. John Petersen fekk fatur á bóltinum uttanfyri brots- 2. deild menn: NSI-Royn 1-2 (0-1) Tað spurdist ikki nakar væl spældur dystur burtur úr, tá hvalbingar vitjað runavíkingar leygardagin. Royn, sum hevði fyrrver- andi NSI-venjaran Cimu- rovic Milan å odda, fekk tó fulla úrtóku burtur úr dystinum, og tað var eitt sindur óvænta, at NSI skuldi standa eftir við ongum. Cimburovic Milan lat ongan iva verða um sín leiklut í dystinum, tá hann skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Gisli Svein- bjørnsson var spældur leysur í høgru, hann legði innfyri, har Cimburovic setti fótin á bóltin, og so kom Sumba-venjarin (sum spælir í Royn) á máltalvuna. Hetta var besti mál- møguleikin í fyrra hálv- leiki, tí meginpartin av ” dystinum var talan um 6- ruddiligt spæl, har nógvir langir bóltar gjørdu um- stødurnar at spæla bólt truplar. NSI-liðið, sum best dáma at hava bóltin á jørðin, vóru órógvaði av ágangandi spælinum hjá Royn, sum trýsti og spældi nógvar langar bóltar. Í seinna hálvleiki eydn- aðist tað tó NSÍ at koma afturíaftur, tá teir javnaðu til 1-1. Ungi miðvallarin, teigin, dróg frameftir, og tá Jákup á Borg síðani skapti hol mitt gjøgnum IF-verj- una dró John igjøgnum og so skoraði hann til 4-1. Tað kom neyvan óvart á heimaliðið, at teir taptu dystin, tí sum teir spældu, tóktist tað ikki, sum teir veruliga trúðu uppá sigurin. Mistøk í verjupartinum kostaðu eisini nógv, tí B36'amir vóru nærlagdir, tå teir fingu møguleikar. Og samanlagt stóðu teir roynd- ina eftir trupla Europa-Cup dystin í Ankara og búk- sjúkuna, sum fylgdi nógvar av spælarunum á veg heim- aftur. ek Hvalbingar vunnu vánaligan dyst 19 Jan Nónklett, varð spæld- ur leysur, og hann skoraði við einum góðum skoti. Eftir hetta málið, sum kom beint eftir hålvleiks- steðgin, hevði NSÍ nógv spæl í eitt korter, men teir fingu einki annað uttan onkur hornaspark burtur úr. Sigursmálið kom fimm minuttir fyri leiklok, og tað vóru runavíkingar sera misnøgdir við. Teir hildu, at bólturin hevði verið utt- anfyri, áðrenn Rúni Thomsen skoraði. Ein hvalbingur var sendur av- stað, og við baklinjuna fekk hann fatur á bólti- num. NST arnir hildu bólt- in vera uttanfyri, men hvorki dómarin ella linju- verji lótu við seg koma, og tá verjumenninir á heimaliðnum steðgaðu at spæla, var lætt hjá Rúna Thomsen, sum fekk bóltin fyri føturnar, at senda hann í málið til 2-1. Dysturin endaði við hesum úrsliti, og NSI, sum við einum sigri kundi farið fram um TB á triðja plássi, stóð eftir við ong- um. Og teir gera helst klókast í at gloyma dystin, sum ongantíð nærkaðist einum áhugaverdum fótbóltsdysti. ek IF: Rúni Joensen — Sigfríður Abrahamsen, Aslakur Pet- ersen, Tomek Przybylski, Torstein Joensen Roy Róin, Rógvi Róin, Símun Eliasen, Ken Bærendsen — Robert Cieslewicz, Eyðun Samuelsen. B36: Egin Høgnesen — Carl H. Høgnesen, Pól Thor- steinsson, Arnbjørn Daniel- sen, Jens Kristian Hansen, Ninoslav Milankovic — Jan Guttesen, Djóni Joensen, Fgil Zachariasen John Petersen, Jåkup å Borg. Utlendingar skora alsamt meira Eftir at brasiliumadurin Marcelo og jugoslavin Nebosja Veljkovic gjørdu hvør sitt mål i dystinum å Toftum millum B68 og Sumba, hava teir báðir útlendsku álops- leikararnir gjørt átta mál í part. Hetta merkir, at í ár hava út- lendingar í 1.deild fyri fyrstu ferð í fleiri ár góðar møguleikar fyri at náa heilt upp á málskoraratalvuni. Niðurstandandi talvan vísir greitt, at tey seinastu árini hava teir bestu útlendingar ongantíð skorað enntá tíggju mál í einum kappingarári. 99: Marcelo B68 og Brasil, Nebosja Veljkovic Sumba og Jugoslavia 8 mål. 98: Milan Kulic VB og Jugoslavia 7, Maciej Mariniak ÍF og Pólland 7. 97: Marek Wierzbicki FS Vágar og Pólland 6. 96: Velibor Kopunovic VB og Jugoslavia 9 95: Marek Wierzbicki B71 og Pólland 4 94: Eduard Apalkov B36 og Russland 5 „93: Egill Steintórsson VB og Ísland 5 92: Egill Steintórsson VB og Ísland 5 ie Sumbingar útvístir aðru hverja ferð Tað niðasta liðið í kappingini, Sumba, hevur tað trupult við at savna stig, men afturfyri halda sumbingar við miklari ferð fram at samla gul og ikki minst reyð kort. Sumba er tað einasta felagið í 1.deild, ið hevur fingið gul kort í hvørjum av teimum télv um- førunum higartil, og afturat hesum hava sumbingar longu sjey (!) ferðir verið vistir av vøllinum. Bert try reyð kort eru givin til føroyskar leikarar í felagnum, og hini fýra hava útlendingarnir hjá teimum fingið. Hesaferð var tað danin Peter Jørgensen, ið varð rikin av vølli- num á Toftum áðrenn leiklok. A talvuni niðanfyri síggjast øll tey reyðu kortini hjá sumbingum í kappingini í ár. 2. umfar: ÍF 1-2 Anfinn Thomsen 37, Nikola Biberdzic 68 4. umfar: B71 1-2 Spasojé Bib- erdzic 63. , 8. umfar: NSI 0-1 Nikola Bi- berdzic 38, Birgir Jørgensen 80 10. umfar: B36 1-3 Dånjal Jo- han Joensen 53 12. umfar: B68 1-3 Peter Jørg- ensen 63 I fjør taldust sumbingar millum tey verst skikkiligastu feløgini i 1 .deild eisini, og saman við tvørå- monnum og klaksvíkingum høvdu teir fimm reyð kort í part. Men í ár fara teir eftir ollum at dóma at sláa øll møgulig met á hesum øki- num — sjey reyð kort hava teir longu nú, og ein triðingur av kapp- ingini er eftir at spæla! ie KÍ vann John Reid kappingina Seinasta vikuskiftið var John Reid kappingin í Klaksvík. Hetta er ein årlig kapping, sum ISF læt Kl steyp at kappast um á 90 ára degnum hjá felagnum. Samanlagt vóru 9 lið hesaferð, og á hesum liðum spældu okkurt um 100 spælarar. Liðini vóru HB, GI, L:F, SIF, SI, B36, KÍ og NSI. Kappast var í tveimum bólkum, og KI, GI, B36 og HB og komu í hálvfinalurnar. Har vann KÍ 4-0 á GI, meðan B36 vann 3-0 á HB. Finaludysturin endaði við 1-0 sigri til KÍ, og sostatt vann felagið kappingina fyri fyrstu ferð. Gl vann 3-1 á HB í dystinum um triðja pláss.