týsdagur 17. august 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
tíðindablaðið SOS"
NR. 116 - 23. JUNI 1999
Trýstið hjá NSÍ gav úrslit
Fótbóltur: NSÍ hevði stóran part av
spælinum, men fingu ikki avgerandi
málini fyrr enn í seinastu lotu.
Sandingar kenna gongdina aftur
1. deild menn:
B71-NSI 2-3 (2-1)
Sandingar kenna tað aftur.
Teir eru um at fáa stig burtur
úr einum dysti, og so rýkur
alt í seinastu lotu. Tað hava
teir roynt fleiri ferðir í ár,
og aftur hetta vikuskiftið
var gongdin soleiðis
Tað var einki at siga til,
at NSI fór við ollum stig-
unum av Sandi, tí teir stýrdu
meginpartin av dystinum,
men teir fingu ikki sigurin
undir land fyrr enn í sein-
astu lotu
Sandingar fingu dreyma-
2. deild menn:
HB-EB/Str. 2-2 (2-1)
Menninir hjå Sverra Jac-
obsen. sum stríðast í
botninum í 2. deild, fingu
aftur hetta vikuskiftid
| javnleik burtur úr sínum
| dysti. Hesaferð spældu
| teir móti einum HB-liðið,
sum stóran part av tíðina
var omaná og spældi væl
í fyrra hálvleiki.
Men dysturin var ikki
meira enn tveir minuttir
gamal, tá Knút Vesturtún.
sum áður hevur roynt seg
í HB, skoraði fyri útiliðið.
Hann stútaði ein frí-
sparksbólt í kassan.
HB hevði stóra yvirvág
í fyrra hálvleiki. Teir
spældu skjótt og væl á
midvøllinum, har royndi
Ingi Rasmussen hevði
týðandi leiklut. Spælar-
amir hjá EB/Streymi,
sum royndu at fara fram
á vøllin at trýsta komu
ofta uppá millumhond, og
tí kom HB eisini til fleiri
kjansir.
Eyðun Højgaard javn-
aði góðar fimm minuttir
fyri = hålvleiksstedgin.
Hann fekk eina sending.
trekti eitt sindur til høgru
og smekkaði so til. Bólt-
urin streyk upp í málhorn-
ið og so var 1-1.
Seinasta minuttir fyri
hålvleikin legði HB seg
uppiborid fram um, tå
Pætur Dahl skoradi. Mål-
ið kom eftir eitt gjøgnum-
spælt HB-ålop, sum end-
aði við at Pætur var
spældur leysur.
Í seinna hálvleiki var
spælið hjá heimaliðnum
ikki so sannførandi, sum
tað var fyrra umfarið. EB/
Streymur trekti seg eitt
sindur aftur á vøllin fyri
at fáa keturnar at hanga
saman, og tað riggaði bet-
ur. Tað var minni pláss
hjá HB'arunum at spæla
Sundalagsmenn
fingu aftur stig
byrjan, tí teir skoraðu tvær
ferðir innanfyri fyrstu sjey
minuttirnar.
Fyrst var tað drívmegin á
B71-midvøllinum, Eli
Hentze, sum skoraði frålika
gott mål. Julian Florsecu
sendi hornaspark innfyri, og
beint uttanfyri brotsteigin
tók Eli ímóti, hann smekk-
aði til fyrstu ferð, rakti bólt-
in klokkureint, og bólturin
sat dygst úti við stólpan.
Hetta var tá bara tveir
minuttir vóru spældir, og
longu fimm minuttir seinni
øktu sandingar. Ta ferðina
var ikki talan um eins sann-
sær á, og tí misti heima-
liðið yvirvágina frá fyrra
hálvleikinum.
Men eftir eitt korter
fekk HB knappliga fleiri
góðar kjansir, og teir vóru
óheppnir ikki at fáa okk-
urt málið hesa løtuna.
Ístaðin vóru tað gestirnir,
sum miðskeiðis í seinna
hálvleiki javnaðu, tá teir
skoraðu eftir eitt mót-
álop. Tað endaði við at
Sonni Samuelsen var
spældur leysur, og hann
skoraði.
Tvær ferðir móti end-
anum av dystinum, vóru
gestirnir um at fáa sigurs-
mál. Einu ferðina brúkti
HB-verjumaður hondina,
tá spælari hjá EB/Streymi
var um at gerast leysur,
og tað kostaði gult kort.
Løtu seinni var målverjin
hjá HB útvístur, tá dóm-
arin helt hann taka við
hondini uttan fyri brots-
teigin. Ein langur bóltur
varð spældur fram um
HB-verjuna, og í tvídysti
millum Jákup Martin
Joensen og HB-málverj-
an endaði tað við, at Ják-
up Martin fekk høvdid á,
men so var tað at HB-
målverjin var mettur at
hava hond á, hóast teir á
heimaliðnum ikki vóru
heilt samdir í tí.
Málverjin var útvístur,
og so fór Bernhard Peter-
sen í handskarnar. Og
seinastu minuttirnar klár-
aði hann at halda málið
reint, so tað endaði við
javnleiki.
Vid stiginum f Gunda-
dali togadi er
seg upp å javnt vid
sum tapti móti Skála, og
eitt stig er upp til tvey lið
afturat, so stødan hjá EB/
Streymi sær nógv betur
ar partar av fyrru hálvu.
ek
førandi mål, tí B71 fekk
g60a hjålp frå målverjanum
hjå NSI. Peter Ritter, sum
var vidaftur eftir at hava
verið skaddur, sendi bólt inn
fyri NSI-málið. Bólturin
hevði kós móti málinum,
men onkursvegna fór bólt-
urin, sum ikki skuldi volt
NSI-målverjanum trupul-
leikar, í málið.
Góða byrjanin hjá B71
kom ivaleyst líka óvart á
sandingar, sum hon kom á
runavíkingar. NSÍ royndi at
koma fyri seg aftur, men tað
gekk ikki væl í fyrra hálv-
leiki. Runavíkingar vóru
misnøgdir við, at B71'arnir
tóku sær góðar stundir við
øllum deyðbóltum í fyrra
hálvleiki, og tí hildu teir, at
teir ikki fingu sett ta ferð á
spælið, sum teir ætlaðu sær.
B71 nýggja miðverju
Í seinna hálvleiki gekk hetta
betur, og tá stýrdi NSÍ dysti-
num allatíðina. Sandingar,
sum stundum vístu gott
spæl í Klaksvík seinasta
vikuskiftid, fingu einki at
rigga hesaferð. NSF arnir
vóru ágangandi, tá teir
høvdu mist bóltin, og kan-
ska var leiðslan viðvirkandi
til, at B71 spældi meira var-
ið. enn teir annars høvdu
gjørt. Í ollum forðum høvdu
teir bara ein mann á topp-
inum seinnu hálvuna av
dystinum.
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki eydnaðist NSI at
minka um munin, tá verju-
parturin hjá B71 fyri eina
ferð skuld kiksaði. B71
sparkaði målspark, NST ar-
nir vunnu fyrsta luftdystin,
og so var Helgi L. Petersen
spældu púra leysr, hann dró
inn í brotsteigin og spældi
uppá tvors til Tan Højgaard,
sum triðja vikuskiftid á rað
skoraði. ,
Hetta málið gav NSI mót
uppá at fáa okkurt burtur úr
dystinum, og teir hildu fram
við at trýsta. Men megin-
partin av tíðini kláraði
nýggja miðverjan hjá B71,
sum var mannað vid Ib
Mohr Olsen, Påll å Reyna-
túgvu og Jógvan Jón Peter-
sen, at verja fyri, og á Sandi
síggja tey fram til, at hendan
verjan sleppur at spæla fleiri
dystir saman, tí tey halda,
at hon kann fara at roynast
sera væl.
Og á aftasta plássinum
hevur B71 ein frálíkan mál-
verja. sum aftur hesaferð
hevði fleiri góðar bjarging-
ar. Bæði Jónstein Petersen.
lan Højgaard, Eddie Mikk-
elsen og Kåri Hansen høvdu
í seinna hálvleiki góðar
royndir, sum málverjin
bjargaði sera væl.
Átta minuttir fyri tíð fekk
NSÍ útjavnandi málið, tá
teir skoraðu av brotssparks-
blettinum. Dómarin bríksl-
aði fyri brotssparki, tá hann
helt, at Ib Mohr Olsen hevði
koyrt undir Jónstein Peter-
sen (spældi hesa ferð í álop-
inum saman við lan Høj-
gaard). Sandingar hildu als
ikki. at talan var um nakað
brotsspark, men tað nervaði
ikki Sjúrður Jacobsen, tá
hann annað viðuskiftið á rað
skoraði við brotssparki.
Missa í síðstu løtu
Restina av tíðini royndu
gestirnar alt, hvat teir vóru
mentir, fyri at gera eitt mál
afturat, og tað eydnaðist
teimum eisini. B71 royndi
at verja javnleikin, men teir
vóru snýttir, tá verjuspæl-
arin Dánial Hansen skoraði
tríggjar minuttir fyri tíð.
NSI sendi frispark inn
fyri málið, og tá bólturin
datt niður í brotsteiginum,
var Dánial Hansen fyrstur
å, og hann fekk beint bóltin
inn í málið.
Tá hildu runavíkingar, at
teir høvdu fingið løn fyri sítt
stríð, meðan sandingar enn
eina ferð máttu ásanna, at
teir høvdu mist alt í seinastu
løtu. Hesa stóðu hava teir
uppliva fleiri ferðir í år, og
á Sandi síggja tey eisini í
eyguni, at tað kanska ikki
er av tilvild. Hesa ferð var
íð hvussu er greitt, at venj-
ingarstødan hjá NSI var
nakað betri enn hon hjá
sandingum, og seinastu
minuttirnar av dystinum
gjørdi hetta mun.
Sandingar iðraðu seg um,
at teir ikki fingu oll stigini
burtur úr dystinum, tí so
høvdu teir staðið sera væl í
botnstríðnum. Nú er fram-
vegis nakað av spenningi,
og næsta vikuskiftið skal
B71 meta einum sera
svongum Sumba-liði, sum
ikki hevur nógvar kjansir
eftir.
ek
B71: Valdemar Nowisci —
Bjørn Thorsteinsson, Jógv-
an Jón Petersen, Páll á
Reynatúgvu, Ib Mohr Ol-
sen, Antines Magnussen —
Julian, Eli Hentze, Petur
Ritter — Rúni í Soylu, Kári
Nielsen.
NSÍ: Dejan Milanovic —
Dánial Hansen, Kári Sig-
vardsen, Sjúrður Jacobsen,
Brynjolvur Nielsen — Helgi
L. Petersen, Kári Hansen,
Eyðstein Skipanes, Eddie
Mikkelsen — Jónstein Peter-
sen, lan Højgaard.
B68 brúkti yvirtidina
Fótbóltur: Toftamenn skoraðu tvær ferðir i yvirtíðini, og tað gav sigurin móti
Sumba, sum hevði fleiri góðar målmøguleikar
1. deild menn:
B68-Sumba 3-1 (1-1)
Toftamenn tóku oll stigini,
tá teir skoraðu tvey mál, eft-
ir at vanliga leiktíðin var
farin.
Dysturin á Svangaskarði
var í fyrra hálvleiki merktur
av, at nógvur vindur og regn
var. Í seinna hálvleiki gjørd-
ist veðrið munandi betri, og
tá lá betri fyri hjá báðum
liðunum at spæla bóltspæl.
B68- venjarin hevði tikið
tveir nýggjar mans inn á lið-
ið. Fróði Clementsen, sum
ikki hevur verið við síðani
summarsteðgin, var aftur í
miðverjuni, og á verjukenda
midvøllinum spældi Ed-
mund Jacobsen, sum als
ikki hevur við á 1. líði í ár.
Hann var so óheppin, at
hann fekk ein skaða longu
aftaná 20 minuttir, og so
noyddist hann út, og Janus
Thomsen kom á miðvgllin.
Sumba stillaði við so at
siga sama liði sum seinasta
vikuskifti. Hesaferð vóru
Jan Poulsen og Dánjal Jo-
han Joensen tó við frá byrj-
an
Tvey mál fyri hálvleik
Dysturin myndaði seg so-
leiðis, at Sumba hevði
nógvar mans aftanfyri bólt-
in, tá teir vardu, men teir
vóru skjótir at umstilla seg
til álopsspæl, og hóast
heimaliðið hevði eitt sindur
meira spæl, vóru gestirnir
alla tíðina væl við.
Meginparturin av fyrra
hálvleiki gekk, uttan at teir
stóru málkjansirnir vóru, og
tað var ikki fyrr enn sein-
astu fimm minuttirnar und-
an steðginum, at ferð kom
á hendingarnar.
Sumba kom fram um, tá
teir fingu brotsspark, sum
var gjørt móti Nikola Bi-
berdzic. Tað avgreiddi Ne-
bosja Veljkovic í málið.
Men leiðslan hjá suðuroyar-
liðnum helt sær bara fáar
minuttir, tí áðrenn hálvleik
javnaði einasti landsliðs-
maðurin á vellinum. Eitt
hornaspark var sent væl inn
fyri málið, Sumba-málverj-
in fekk hondina á, men tá
bólturin síðani fór upp í loft
og kom niður aftur, var
høvdid á Fróða Benjamins-
sen fyrst fyri, og Fróði stút-
aði bóltin í kassan til 1-1.
Enn ein útvísing
Gestirnir úr Sumba stóðu
einki aftanfyri vertirnar, tá
tað snúði seg um málkjans-
ir, men møguleikarnir vóru
allir skammiliga misnýttir.
Einu ferðina var Nebosja
Veljkovic púra leysur við
B68-målverjanum, men
hann skjeyt omanfyri, og
stutt fyri tíð hevði Birgir
Jørgensen, sum var innkom-
in, ein líknandi møguleika,
men hann sendi somuleiðis
upp um málið.
B68 hevði eisini sínar
kjansir, teir raktu stongina,
og meira enn eina ferð stóðu
sumbingar fyri i evstu lotu,
tá bólturin var sendur móti
málinum.
Sumbingar vóru seinna
partin av seinna hálveiki
skerdir, tí teir enn eina ferð
fingu ein mann útvístan.
Dómarin og annar linjuver]-
in hildu, at Peter Jórgensen,
sum spældi á vinstra vong-
verja hjá Sumba, hevði gjørt
seg inn á ein av brasiliu-
monnunum hjá B68, og tað
fekk hann reyða kortið fyri.
Teir á vitjandi liðnum vóru
tó ikki samdir við dómar-
anum, men tað hjálpti einki.
Eftir at Birgir Jørgensen
hevði sent sína góða kjans
omanfyri í yvirtíðini, fór
B68 í álop og skoraði til 2-
1. Eitt innlegg var sent inn
fyri, og har var afturvendi
verjuspælarin, Fróði Clem-
entsen, fyrstur á og sendi
bóltin í málið.
Sumba tveitti síðani alt
fram á vøllin fyri at fáa okk-
urt burtur úr, men tað hevði
við sær, at verjuparturin var
tunnur, og brasiliumaðurin
Marcelo fekk nógv burtur
úr ein móti ein stóðu. Hann
fór fram við aftasta verju-
manninum hjá Sumba,
rundaði málverjan, og sendi
so bóltin í málið til 3-1 til
B68.
Toftamenn fegnaðust um
sigurin, sum kom í síðstu
lótu, meðan sumbingar
hingu við høvdinum. Teir
hildu, at teir líka so væl
kundu havt fingið øll stigini,
tí teir høvdu sínar møgu-
leikar.
Næstu ferð hevur Sumba
dyst, sum líkist tí avgerandi
dystinum í stríðnum fyri at
sleppa undan niðurfllyting.
Tá koma sandingar, sum
hesaferð eisini mistu alt í
evstu løtu, suður at spæla.
ek
B68: Allan G. Joensen — Jan
Petersen, Fróði Clementsen,
Finn Mørk, Signar Johanne-
sen, Messias — Marlon, Ed-
mund Jacobsen, Fróði Ben-
jaminssen — Øssur Jacob-
sen, Marcelo
Sumba: Fróði Mortensen —
Mortan úr Hørg, Dånjal Jo-
han Joensen, Påll Magnar
Kjærbæk, Bergur Vinther,
Peter Jørgensen — Nikola
Veljkovic, Spasoja Biberd-
zic, Jan Poulsen — René
Thomsen, Nikola Biberdzic