týsdagur 17. august 1999síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 153 - 17. AUGUST 1999
tíðindablaðið 25
—n}anxnnn——icnennnnennn nn 28
Men hóast Big Fat Snake kveldið fyri høvdu eina rimmar konsert. so tóktist
greitt, at Sanne var havuðsnavnið á festivalinum. Konsertsalurin var opin
aftur í Klingruna og åhoyrarafjøldin vaks og vaks, so hvert, sum klokkan
nærkaðist 22.
Ung og gomul høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið at hoyra rockdrotningina
syngja jazz. Orsøkin til jazzleidina er samstarv við heimskenda danan Chris
Minh Doky, ið endaði við fløguni In á New York Minute. Ein fløga, ið lítið og
einki verður spæld á utvarpsstødum, men sum fær mikil lovorð og er seld í
hópatali.Ein fløga við heimskendum tónleikarum og einari sangarinnu, ið sleppur
at prógva sín dugnaskap.
Ætlanin var, at Chris Minh Doky skuldi leika við á ferðini í Føroyum, men hetta
bar honum ikki til. Ístaðin vóru mangir aðrir góðir tónleikarar á pallinum. Mong
mundu bera kenslu á ófara mannin handan trummur og annað gott at sláa á.
Seinni fingu vit at vita frá Sanne, at hetta var hennara góði vinur frá degunum í
Sneakers, Jacob Andersen, ið stóð fyri óferum áslátturi á konsertini.
Annars var manningin henda; Annika Askman. keyboard, Morten Jacobsen, bass,
Jonas Krag, guitar, Søren Runge, flygel, Emil de Waal. trummur.
Hitt sess min
Sanne dugdi væl á palli og hon hevur eisini royndirnar. 44 ára gamla Sanne byrjaði
longu 12 ára gomul at syngja. Men tað var ein friðligari Sanne, ið skemtiliga og við
eggjandi undirtónum beyð fjøldini at hitta sess sín. Við skemti og sjálvspeiðsemi helt
hon sambandið við lurtaran, og álvarin kom eisini undan kavi til tíðir. M.a. tå hon sang
eitt lag til minnis um pápa sin
Tó at Sanne kom væl frá jazzskránni, so var gleðiligt at hitta góðu gomlu Rocksanne
aftur, tá hon m.a. sang Beatleslagið Come Together. Tað riggaði og rockaði og hon gav
seg 100%.
Men tað vóru mest log av jazzfloguni hjá Sanne, ið vóru at hoyra. Ferðin var ikki nógv
meginpartin av tidini, men vakurt og flott var tað, men av á kom eitt sindur av lívi í á
pallinum
Sum heild ein góð konsert og gott avrik av teimum á pallinum. Men tað var. sum manglaði
okkurt. So tá tey sum eykalag, eftir dyggiliga at vera klappaði inn á pallin aftur sungu og
spældu "...den jeg elsker elsker jeg”, so sang fjøldin við og livdi við Endiliga sluppu vit at
røra okkum, uttan at hugsa um, at tonleikurin var so spakuligur, at vit måttu ikk Orogva, sum
Sanne eisini minti å i byrjanini
Parkeringsbót
Hetta popplag, ið vit kenna frå Sanne og Thomas Helmig, setti eitt virðiligt punktum við
passandi ferð á
Men hóast ferðina, so hevur ferðin friggjakvøldid helst verið ov Ojøvn. Ti einaferð friggja-
kvøldid hava politistar ella parkeringsverðar fingið yvirtíð syri at geva teimum, ið aktaðu
vælmeinandi parkeringsleiðbeinararnar, parkeringsbót
Tey, ið aktaðu og ikki sluppu at seta bil sín á økinum við Norðurlandahúsið, men hildu
leiðina eitt sindur longur fram eftir Ringvegnum, funnu ein lepa á viskaranum eftir lokna
konsert.
Sanne sang avbera væl, men hon er rockdrotningin. Eingin ivi um tað. Um hon nakrantíð
leggur Jazzríkið undir seg, tað kann bert tíðin vísa.