týsdagur 17. august 1999síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festivalur hevði
avgjørt eina fjølbroytta og lokkandi skrá fríggjakvoldið,
men eingin ivi var um, at tað var Sanne Salomonsen, id
fólk vildu hoyra. Og hesum høvdu fyrireikararnir eisini
roknað við og høvdu tí latið upp í stóra konsertsalinum,
so rúm var allan vegin aftur í Klingruna.
Og tað var Sanneliga eisini eitt konsertupplivilsi av
teimum góðu, ið ein jazzut Sanne stóð fyri. Hon sang
løg av fløguni In a New York Minute, men rockmamman
kundi tó ikki heilt halda seg frå rockinum, tíbetur. Hóast
stórur partur av skránni hjá henni ikki hevði mikla ferð á,
so vóru tó løg, har meira liv var í og vit kendu góðu gomlu
rockmammuna aftur, men hóast hetta, so endaði kvoldið
hjá mongum áhoyrara við parkeringsbót
NR. 153 - 17. AUGUST 1999
Dagfinn Olsen
Myndir; Álvur Haraldsen
Friggjakvøldid hevði Jazzfestivalurin í Norðurlandahúsinum Skincoat,
Tangz, Flís, Alandia Bigband, Bill Buchman og Sanne Salomonsen á
skránni.
Skincoat høvdu eisini håskvøldid spælt sin frålika tónleik og vóru ti
ein hóskandi byrjan til jazzkenda rocktónleikin hjá Tangz.
Heimabakað frá Tangz
Tangz høvdu frålika framførslu, ið prógvaði, at hetta er ein bólkur, ið
fólk hava tikið til sín. Tað merktist á samskiftinum millum bólk og
åhoyrarafjøld. Tangz spældi løg, ið vit kenna frá stakflogu teirra, men
tó tóktust nýggju løgini munin meira spennandi. Løg, sum manningin
hevur bakað heima hjá tangentleikaranum í vikuni, ið fór, fyri at nýta
orðini hjá Róki, sangaranum í Tangz.
Hóast sera spennandi, so áttu hesi nýggju løgini kanska at fingið eina
viku afturat í venjingarhølinum, men tá nú stundir ikki vóru til tess, so
var tað hóast alt gott, at vit fingu heimabaksturin at smakka, tí her var
góðska at hóma
Tangz og Flís vóru partur av norðurlendsku framvísanini av ungum og
evnaríkum tónleikarum, sum er á festivalinum í ár. Næsta ár verður hetta
tiltak í Reykjavík.
I Musikkaféini leiktu Bill Buchman og Edvard Nyholm Debes frálíkan jazz-
tónleik á ávíkavist klaver og kontrabass.