mikudagur 18. august 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 154 - 18. AUGUST 1999
tíðindablaðið
ikki.
Triðja hugskotið var at
sigla spakuliga við einum
motori allan vegin til Ís-
lands, við teirri vón um, at
hesin mátin var ikki vand-
amikil, tí vit høvdu gott
veður á leiðini. Aftur
máttu vit minna hvønn
annan á, at vit ongantíð
høvdu kannað, hvussu
nógv bensin motorurin
brúkti, tá ið vit sigldu á
henda hátt, og at tað var
væl møguligt, at eini mot-
orurin mátti arbeiða harð-
ari fyri at pressa okkum
frameftir enn báðir tveir.
Eg så, at máttloysi og
ørkymlan spældu ein týð-
andi leiklut meðan vit
royndu at loysa allar hesar
trupulleikarnar og at taka
eina avgerð. Eg setti
spurnartekin við mín egna
førleika sum tann skipaða
trupulleika-loysaran eg var
fyri ikki at hugsa um av-
leiðingarnar av teimum
broytingum, sum vit
gjørdu á båtinum og við
motorarnar.
Vit høvdu allir skyldina
fyri støðuna, vit vóru
komnir í. Vit høvdu allir
ein leiklut í ásýniliga
vandanum og miseydnaðu
royndini. Stoltleiki, trýst
frá sponsorum (bæði
munnligt og ikki), og ein
ótti fyri at geva skarvin
yvir ávirkaði okkara evni
at taka eina skilagóða og
trygga avgerð.
Blóðið á hvørjum ein-
asta føroyska sjómanni fór
ígjógnum mínar æðrar, tá
ið eg minti Anders á, at
tað var vert at umhugsa at
venda við aftur. Vit høvdu
nóg mikið av bensini til at
venda við aftur. Í mínum
hugaheimi var hesin møg-
uleikin okkara einasti.
Tá kom eg í tankar um
trolaran. Vit gjørdu av at
seta okkum í samband við
hann gjøgnum sendaran
og finna út av, um teir
høvdu bensin umborð.
Hetta var ikki sørt snópis-
ligt, men um tað eydnaðist
at fáa bensin frá teimum,
var tað ein betri loysn enn
at venda við aftur sum av
torvheiðum.
Frederik royndi fyrst á
donskum og enskum.
Einki svar. Eg royndi á
føroyskum. Framvegis
einki svar. Vit gjørdu av at
sigla nærri. Ein roynd stutt
frá hesum stóra skipi, og
sendarin vaknaði. Ein
hørð føroysk rødd við
dialekt úr Suðuroy spurdi,
hvat vit vildu. Eg greiddi
frá støðu okkara og spurdi
um teir høvdu bensin um-
borð. Hesin vinarligi mað-
urin segði, at hann var
nýggjur umborð og mátti
senda onkran niður undir
fyri at kanna málið. Hann
roknaði ikki við, at teir
høvdu stórvegis. Hann
hevði rætt. 10 litrar. Sum
stødan var, var tað nóg
mikið til fýra kilometrar.
Hann segði, at aðrir
bátar vóru í økinum. Eg
bað hann seta seg í sam-
band við teir og spyrja seg
fyri viðvíkjandi bensini.
Hann fekk ikki samband
við teir, eg takkaði fyri
royndina, og vit søgdu
farvæl. Anders tók róðrið
og vit vendu við aftur við
kós móti Føroyum.
So skjótt sum vit vóru
leysir av trolaranum, setti
eg spurnartekin við mín
leiklut á ferðini. Fyri
fyrstu ferð í tríggjar mán-
aðir dróg eg á bæði. Tað
var ikki av ótta, at fór at
seta spurnartekin við
framtíðina hjá hesi ferð.
Tað var ikki ti, at vit ikki
høvdu nóg mikið av ben-
síni til at koma til Íslands.
Tað var ikki orsakað av
skilaleysu ráðleggingini í
sambandi við at loysa
trupulleikarnar, sum vóru
íkomnir. Heldur var tað
ein ásannan av øllum trup-
ulleikunum, sum vit
høvdu upplivad seinastu
triggjar mánaðirnar um-
framt umhvørvid í oyggju-
num, har eg hevði verið
seinastu tvær vikurnar. At
eg hevði verið saman við
fólki, ið hava fleiri ættar-
Pólafararabáturin »Olga« var umvæld hjá AWI-Boats í Runavík
lið aftan fyri seg við stór-
ari virðing fyri havinum,
hevði gjørt meg meiri
varnan.
Náttúran hevði talað til
mín í nógvar vikur. Hon
segði mær, at vit máttu
seta ferðina niður. Náttur-
an hevdi pikkað á herðar-
nar á mær, hon vildi hava
at vita, hví vit høvdu so-
vorðnan skund, fyri at
rættvísgera ógvusligu
ferðina, at vísa henni virð-
ing.
Ístaðin fyri at lurta,
vendi eg deyva oyrað til,
førkadi eg trupulleikarnar
frå mær vid nyttugum,
amerikonskum måta at
loysa trupulleikar uppå, og
blindum og hørdum ar-
beidi. Henda burturvising-
in var vandamikil. Og
ávirkanin hópaði seg sam-
an. Ikki fyrr enn vit nærk-
aðust Føroyum gjørdist eg
greidur yvir ålvarsemi i
mini fåkunnu. Tad var ikki
fyrr enn vit vóru í eini
desperatari støðu sum
vóru vit strandaðir mitt í
sjónum, at eg gjørdist
klárur yvir mini mistøk.
Tímarnar tað tók at sigla
aftur til Føroyar vóru
: brúktir til at hugsa um
hesi viðurskifti. Og tá ið
vit nomu land aftur eftir í
øllum góðum at hava siglt
framvið harða streyminum
við Mykines og Vágar,
hevði eg gjørt av við meg
sjálvan, at eg skuldi av
bátinum. Tá visti eg ikki,
at Robert, skiparin um-
borð, hugsaði júst tað
sama.
Vit svølgdu okkara stolt-
leika og sigldu til Havnar,
aftur á staðið higani vit 12
tímar áðrenn høvdu sagt
øllum farvæl. Eftir at hava
sovið nakrar tímar fór
Anders til Runavíkar á
AWI Boats við bátinum.
Hann fór undir at broyta
skrúvuna og finna lekan
aftast í bátinum. Eg helt
meg fyri meg sjálvan í
Havn. Dagin eftir var
báturin klárur til fráferð
Anders ringdi og bað okk-
um allar møta á kajini fyri
at tosa um, nær vit skuldu
fara.
Eg hitti teir allar á kaj-
ini, hjálpti teimum við at
binda alt fast umborð, og
skjeyt upp. at vit fóru ein
stuttan túr frá lítlu manna-
múguni, ið var komin
saman við bátin. Meðan
vit gingu, greiddi eg róliga
og skjótt frá míni avgerð
at fara av bátinum fyri
hesa ferð. Eg segði, at eg
varð verandi eftir í Før-
oyum og vónaði, at teir
gjørdu sum eg. Eg segði
eisini, at eg visti, at tað
fóru teir ikki, og hóast eg
ikki var samdur við teir
um at halda fram við ferð-
ini, skilti eg hví teir
gjørdu ta valið. Eg segði,
at eg hevði virðing fyri
teirra vali og eg vildi gera
alt fyri, at teir komu til
Íslands í øllum góðum.
Vindurin fór at koma og
tíðin gekk.
Robert hevði longu sagt
teimum, at hann fór aftur
til Danmarkar. Hann hevði
nevnt nakrar av somu
grundgevingum sum eg
hevði ført fram fyri av-
gerðini at steðga. Tað sum
undraði meg var, at Frede-
rik og Anders vóru fyri-
reikaðir uppá hetta. Hesar
tríggjar mánaðirnar vit
høvdu verið saman 24
tímar um døgnid høvdu
lært okkum at lesa hvønn
annan av. Teir vistu, at vit
komu ikki við, eins og vit
vistu, at teir hildu fram.
Ílótini bóru fylt við ben-
síni, vit søgdu hvor øðrum
farvæl, tóku um hvønn
annan, og teir fóru.
Vit fóru frå hvør øðrum
sum góðir vinir og vit
hava framveigs stóra virð-
ing fyri hvør øðrum.
Síðani eg sá Anders og
Joel Cole í ferð
við at umvæla bátin
Mynd: Alvur Harraldsen
Frederik seta kós í Norð-
uratlandshav. eri eg farin
aftur til mína "heimbygd”
í Føroyum. Eg eri komin
aftur til Klaksvíkar fyri at
slappa av. hugsa, og
skriva. Eg havi familju og
vinir her - fitt fólk sum
stillisliga skilja
Men í ovurmorgin fari
eg saman við nøkrum
vinum at fylla mín tóma
banka av adrenalini. Sært
tú, ein lítil partur av mær
vil ikki sleppa ævintýri
num. Ein lítil partur av
mær noktar at liva eitt
vanligt lív. Ein lítil partur
av mær noktar at vera á
einum staði. Og í tríggjar
mánaðir hevur støðið á
mínum adrenalini verið av
kortinium, so nú má eg
nøkta mín tørv við onkr-
um tilgjørdum. Sunnu-
dagin fara vit, nakrir vinir
og eg, at hoppa frá einum
tolv metra høgum kletti út
í kalda Norðuratlantshav.
Hetta er ein nýggjur siður,
sum kemur ístaðin fyri
missin av at vera farin av
bátinum.
Øll sum kenna meg vita,
at eg vil gera Føroyar til
mítt heim. Skjótt eru fimt-
an ár síðani eg forelskaði
meg í Føroyum á fyrstan
tid, fólkinum, mentanini,
og landinum. Eg havi
livað við hesum í bak-
høvdinum í so nógv år
Men nú við avgerð mín at
fara av bátinum, veit eg, at
eitthvørt sum hevur enn
stórri tydning er komið
inn í lív mítt. Eg veit, at
eg loksins eri føroyingur.
Niðurlega
Síðani eg skrivaði grein-
ina, eru Anders og Fred-
erik komnir til Íslands. Eg
haldi fram sum tann, ið
sigur frá ferðini The Polar
Passage 2000 expedition.
Dagføringar og myndir
verða veitt virknum limum
á ferðini og koma sum
teldupostur. Tað ber til at
frætta nærri um The Polar
Passage 2000 expedition á
internetinum á hesi adress-
uni www.altrec.com ella
www.polar.ing.dk