Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 149 - 8. august 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Samgonga og andstøða nærkaðust SAMGONGAN og ein partur í andstøðuni nær- kaðust nakað í orðaskiftinum um ólavsøku- røðuna hjá løgmanni, tá tað leið nakað út fríggja- dagin og leygardagin. Hetta var partvíst eftir, at formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eides- gaard, hevði havt orðið og partvíst eftir, at fólkafloksmaðurin, Bjarni Djurholm, nærmast heitti á samgonguna um at venda fullveldis- málinum á høvdið. HANN nevndi møguleikan at sleppa ætlanini um at skipa Føroyar sum fullveldi nú, men í staðin gera ein sáttmála, sum miðjar ímóti at gera Føroyar sjálvbjargnar búskaparliga, sam- stundis sum Føroyar so við og við yvirtaka tey málsøki fyrisitingarlig viðurskifti, sum danir um- sita í dag. Hann vísti á, at endamálið er tað sama – at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki. Men spurningurin er bara, nær hetta skal fara fram. Nú ella um eini 10, 12 ella 15 ár. Formaður Fólkafloksins, Óli Breckmann, nevndi nakað tað sama fyrr í orðaskiftinum hósdagin. HESAR áskoðanir minna rættiliga nógv um uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstýris- lóg fyri Føroyar, og áskoðanina hjá Javnaðar- flokkinum um, at Føroyar skulu hava evsta vald í øllum yvirtiknum málum. Formaðurin vísti á, at ganga vit hesa leið – at gera Føroyar sjálv- berandi búskaparliga og fyrisitingarliga, sam- stundis sum málsøki verða tikin yvir – so er bara spurningurin eftir henda dag: skulu vit nú skipa Føroyar sum fullveldi ella ikki. ORÐASKIFTIÐ kom ikki til nakra niðurstøðu – sum heldur ikki er vanligt – men nakrar ábend- ingar eru um, at samgonga og andstøða kanska skilja hvønn annan eitt lítið sindur betri, hóast gomlu og vanligu skuldsetingarnar ofta ljóðaðu frá røðarapallinum. Ikki minst frá teimum meiri »frelstu« tjóðveldisfólkunum, sum skuldseta øll tey, sum ikki eru loysingarfólk fyri sambandsfólk. Hetta er líka so ókonstruktivt íkast til hetta orðaskifti, sum leysakast Sambandsfloksins um at øll, sum ikki tvíhalda um óbroyttan ríkisfelags- skap, eru loysingarfólk. FØROYSKA fólkið stendur tvíbýtt í hesum máli. Øsingin frá kreppuni og bankamálinum hevur lagt seg, og tað verður neyðugt at finna eina pragmatiska loysn, sum kann fáa undirtøku frá meiri enn tveimum av teimum størru flokkunum og sum kann fáa undirtøku frá einum stórum meiriluta í Føroya fólki. Ólavsøkurøðan og orða- skiftið um hana benda á, at landsstýrið veit ikki rættiliga, hvat næsti leikur skal vera, nú stjórnin heldur fast um stutta skiftistíð og meirilutin í landsstýrinum ásannar, at við hesum grundar- lagi ber ikki til at leggja nakað uppskot fyri føroyska veljaran. Tí er neyðugt, at samgonga og í øllum førum partar í andstøðuni fara í nýggjar tingingar um eina føroyska støðu í sjálv- stýrismálinum. Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, ið á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá kæra mamma, ver- mamma, omma og systir MAJA HANSEN Søborg (ættað av Slættanesi) brádliga andaðist. Takk til sangarar og berarar, til Skipafelagið Føroyar og ein serlig tøkk til John Myllhamar og David Johannesen fyri troystarrík orð í kirkjuni, takk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldar- stað. Familjunnar vegna Kaj, Christian og Lene og ommubørn SVEINUR TRÓNDARSON Hattarvík: Tað vóru grindaboð í Hattarvík sunnudagin. Um hálvgun fimm tíðina varnaðust menn, at tveir døglingar lógu og spældu sær uttan fyri bygdina. Teir lógu tætt við land og tá teir gjørdu av at fara nærri, rendu teir seg fastar. Annar á einum skeri, hin millum nakrar steinar í fjøruni. Og tað var tann seinni, sum legði beinini í Fugloy. Fyrstu ferð hvalur er dripin Hetta er fyrsta ferðin, at hvalur er dripin í Fugloy. Umstøðurnar at drepa grind í Fugloy eru ikki til staðar, so tað skal í veruleikanum vera talan um ein vilstan hval, sum hendan, um hval- ur skal drepast har. Men tað kemur líka væl við fyri tað, sigur Eivind Jacobsen. - Teir lógu beint uttanfyri bygdina og spældu sær. Vit eygleiddu teir úr bygdini og tað var ikki fyrr enn teir komu heilt inn móti landi, at vit fóru at gera okkum til, sigur Eivind. Hann greiðir frá, at tá hvalirnir komu inn ímóti, vendu teir hvør sín veg, men teir fóru báðir upp á turt. - Tann hvalin, sum kom inn í fjøruna, fingu vit hend- ur á, men hin fingu vit einki gjørt við. Hann rendi seg upp á eitt sker, men slapp sjálvur av aftur eftir eini løtu, sigur Eivind, sum leggur afturat, at hvalurin bløddi illa, tá hann helt til havs aftur. Býtt til bygdafólkið Døglingurin, sum legði beinini í Hattarvík var ikki so lítil heldur, frætta vit úr Fugloy. Eivind Jacobsen greiðir frá, at teir máldu Grindaboð í Hattarvík Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein hvalur dripin í Fugloy. Seinnapartin í gjár svam ein døglingur seg fastan millum nakrar steinar í fjøruni og so vóru menn skjótir at skera hann á háls døglingin at vera góðar sjey metrar langan, men hvat tað svarar til í grindamáti, torir hann ikki at siga. Døglingur er ikki vanlig- ur gestur um Fugloyar- leiðina, og tí gjørdu hattar- víkingar ikki mætari enn at ringja til Hvalbiar og til Náttúrugripasavnið eftir góðum ráðum. - Haðani fingu vit at vita, at spikið ikki er etandi, og tí var tað alt burturbeint. Tvøstið er harafturímóti góður matur, og tað var ríki- ligt til av tí eisini. Tí var tað býtt til alla bygdina, sigur Eivind Jacobsen. Vanliga er ikki so nógv fólk í Hattarvík, men nú summarið er, hevur heilt fitt av fólki verið og tey fingu øll part í hvalinum. Sum skilst vóru partarnir stórir. Eru altíð til dystin fús Hóast hetta var fyrsta Onnur av heimsins størstu tíðinda-sjónvarpsrásum, BBC-World, fer eftir ætlan í morgin at senda eitt inn- slag um føroyskt grindadráp í tíðindasending síni. Tað fer at verða sent einar fimm- seks ferðir. Tað er tíðindamaðurin James Proctor, sum var í Føroyum vikuna undan ólavssøkuni, sum hevur gjørt innslagið. Hann hevur eisini gjørt eitt innslag um fullveldis- ætlanina. Hetta fer væntandi at verða sent í BBC-World síðst í næstu viku, sigur landsstýri í einum kunning- arskrivi BBC sendir um grind ferðin, at ”grind” er dripin í Fugloy, so eru fugloyingar ikki eiðasøðir tá tað kemur til grindarakstur. - Eru líkindi so fara vit, sigur Eivind. Hjá fugloyingum er lætt- ast at fara í grind í Sundum, og sum skilst, verður farið hvørja ferð tað er so mikið kyrt - og tá so mikið av fólki er - at tað ber til at flota bát. - So vit eru ikki óroyndir í so máta, sigur Eivind. Kortini er tað meira sjáld- an, at grindapartarnir eru so stórir, sum teir vóru hesa- ferð, tí mangan er smábýtt tí grindin skal býtast til eitt so stórt øki. - Tað er sjáldan meiri enn eitt kók í part. Hinvegin fáa teir, sum eru við í drápinum eisini nakað, men tað er sjáldan tað øgiliga stóra. Nú eydnaðist so at fáa ein hval fyri seg sjálvan og hóast einki spik var hesaferð, so leggja hattarvíkingar ikki so nógv í tað. - Næstu ferð vit fara í grind, fara vit eftir spikinum, sigur Eivind og flennir. Sum skilst á Eivindi, verður tvøstið fryst. Úr Hvalba hava tey fingið at vita, at døglingatvøst ikki er so vælegnað at saltað, og tí hava tey gjørt av at frysta alt samalt. Tað hevði nú heldur ikki verið so heppið fór tað fyri skeytið. Fugloy er ikki grindapláss, men nú er hvør lakatunna full av døglingatvøsti Jónhild givin at senda DIA MIDJORD Gongur sum ætlað, verð- ur kalvaaling aftur ein partur av virkseminum hjá Fiskaaling. Í løtuni svimja á leið seksti kalvar í kørunum á støðini við Áir, og ætlanin er at fáa fatur á fleiri kalvum, so tað tilsamans verða einir 100 kalvar. Símun Joensen, stjóri á Fiskaaling, sigur, at ar- beiðið higartil gongur sum ætlað. Kalvarnir svumu í byrgingini við Streymin, men seinast í DIA MIDJORD Sendararnir vórðu skotnir í nebbafiskarnar úr tyrlu. Tyrlan fleyg lágt uppi yvir og dúkkaði, tá ið stórhval- urin kom undan. Hetta gekk fyri seg fýra dagar í tíðar- skeiðnum frá 11. til 26. juni. – Tað eydnaðist væl at fáa sendararnar festar, men teir vóru ov veikir og megnaðu Stórhvalakanning fór í fisk Kalvaalingin gongur sum ætlað Um miðjan juni vóru sendarar festir á átta nebbafiskar, men bert ein teirra sendi heim eitt stutt tíðarskeið ikki at senda. Bert ein hval- ur sendi heim eitt stutt tíðar- skeið, sigur Dorete Bloch. Hon leggur aftrat, at okk- urt eisini hevur verið í ólagi við fylgissveininum, tí hes- in hvalurin sendi bert fýra ferðir. 21. og 24. juni, og 3. og 6. juli. Royna av nýggjum Djórasavnið hevur fingið Stjórin á Fiskaaling, Símun Joensen, sigur, at teir vónandi kunnu strúka teir 100 kalvarnar tíðliga komandi vár farna ári fingu teir tak yvir høvdið. – Ætlanin er so, at kalv- arnir einaferð tíðliga komandi vár skulu strúk- ast, og síðan verður farið undir at framleiða yngul, sigur Símun Joensen og leggur aftrat, at tað er ser- liga torført at ala kalva- yngul. Í løtuni verða kalvarnir bert fóðraðir, so teir kunnu búnast aftur til gýt- ing komandi vár. Talan er ikki um smáar kalvar, tí teir størstu viga eini hálvt- annaðhundrað pund. DIA MIDJORD Um tað er bardagi á grynn- uni, ella hvalirnir hava funnið eitt hvørt snildi fyri at sleppa av við sendaran á horninum, er torført at meta um. Men vit kunnu stað- festa, at bert ein hvalur sendir regluliga heim. Tað er Mads Petur, ið trú- liga ringir heim, meðan Jón- hild nú eisini hevur valt at kvetta sambandi við fylgis- sveinin. – Vit vóna nú, at hesir hvalirnir koma í eitt grinda- dráp. Tá kunnu vit so kanna Nú er triði grindahvalurin eisini givin at senda, og bert Mads Petur ringir regluliga heim til telduna hjá Dorete Bloch sendara, og hvussu nógv hornið er slitið, sigur Dorete Bloch. Hon sigur víðari, at tey higartil hava fingið hópin av nýggjari vitan, men at tað kortini er eitt sindur hugstoytt, at bert ein hvalur sendir heim, tí sendararnir eru gjørdir til at virka eitt heilt ár. – Næstu ferð fara vit at broyta útsjóndina á sendar- unum, so mótstøðan í sjó- fýra aðrar sendarar, ið eisini skulu festast á nebbafiskar. Tað kemur ein serfrøðingur á vitjan í næstum, sum skal festa hesar sendarar. – Teir hava verið royndir í Íslandi við stak góðum úr- slitum. Talan er um smáar sendarar, ið gjørdir eru at virka einar fimm vikur, sig- ur Dorete Bloch. Sendararnir skulu skjótast í nebbafiskarnar úr Tjaldr- inum. Húðroyndir verða tiknir samstundis. Tað er Namco, ið hevur bílagt hesa kanningina úr Føroyum. Líknandi kanning verður gjørd í Noregi, Íslandi og Grønlandi. num verður minni. Vit skulu minnast til, at hetta er ikki roynt áður, so vit mugu royna okkum fram, sigur Dorete Bloch. Bert ein av teimum fýra hvalunum, ið høvdu sendara, sendir regluliga heim til telduna hjá Doretu Bloch