Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 149 - 8. august 2000 Nr. 149 - 8. august 2000 Nesvík: Niðan fyri Legu- húsið í Nesvík verður gjørd- ur ein hylur, sum børnini, ið eru á summarlegu, kunnu hava at rógva í. Eitt av ítrivunum, sum legubørnini vanliga hava havt, er at fara á flot. Tvey fýramannafør standa í Nes- vík, sum brúkt hava verið til at flota við legubørnunum. Men ikki øllum dámar at fara á Sundalagið, tí stutt er suður til Streym, og har rek- ur rættiliga hart. Men nú verður ein hylur gjørdur uppi á landi, har rógvast kann í, soleiðis at børnini sleppa á flot, hóast tey ikki fara út á streyma- sjógv. Hesin hylurin er ikki ser- liga stórur kortini, so tvey fýramannafør fara neyvan at verða flotað í honum. Men í Nesvík rokna tey við, at komandi summar, tá Róðrarhylur í Nesvík legurnar byrja aftur, verður okkurt fittligt far at flota í hylinum. FFFHylurin, sum nú verður gjørdur, verður at kalla bara gjørdur við sjálvbodnari ar- beiðsmegi. Okkurt er tó, sum gjaldast má fyri. Sum til dømis tað arbeiðið, sum neyðugt hevur verið at gjørt við maskinu. Men úr Nes- vík verður sagt, at har hava fólk trúliga vitjað í summar og arbeitt upp á hylin. Onk- ur er, sum komin er hvørt einasta vikuskifti í longri tíð til tað sama. FFFAnnars siga tey í Legu- húsinum, at tað hevur verið rættiliga stór undirtøka til summarlegurnar í ár. Allar hava verið fullteknaðar. Ella kanska reiðiliga tað. Tey hava havt umleið 30 børn fleiri á hvørji legu ár ár enn undanfarin ár. ej Nólsoy: Triðja árið á rað fara froskmenn at svimja um Nóls- oyarfjørð í sam- band við Ova- stevnuna, sum hildin verður í Nólsoy. Í ár verður svimjing- in nú leygar- dagin tann 12. august. Árliga Ovastevnan, har innkomni peningurin fer til svimjihyl í Nólsoy, verður komandi vikuskifti. Í hesum sambandi verða tvey tiltøk, sum snúgva seg um at koma skjótast um Nólsoyarfjørð. Svomið verður av Tórgarðs- tanga til Nólsoyar, og róð verður við tíggjumannafør- um av Argjum til Nólsoyar. Eins og undanfarin ár verður svimjikapping um Nólsoyarfjørð. Farið verður av Tórgarðstanga Yviri við Strond klokkan 15.00. Tað er ein tíma áðrenn vestfalls- kyrrindi í Nólsoyarfirði. Lut- takararnir skulu møta við húsið hjá radioamatørunum hálvannannan tíma áðrenn farið verður. Tað vil siga klokkan 13.30. Tey, sum ætla sær at lut- taka, skulu hava frosk- mannabúna og bát at fylgja sær um Fjørðin. Luttakar- arnir skulu sjálvir syrgja fyri at fáa sær bæði bát og búna. Um eitthvørt er at spyrja um, kunnu fólk venda sær til Erlend Simonsen, sum hevur telefon nr. 31 06 44. Tað ber til at tippa um, hvussu skjótt vnnarin fer at svimja um Fjørðin. Seðlar liggja á øllum teimum størru posthúsunum kring landið, siga fyrireikararnir. Vinning- urin, sum tann, ið er næstur vinnaratíðini fær, er ein snar- ferð fyri tvey til Hetlands við Norrønu. Íroknað er hotel- uppihald. Fyrireikararnir siga, at í 1998 var vinnaratíðin 1 tími og 23 minuttir, meðan vinn- arin í fjør var nakrar minuttir longri í sjónum. Kappróðurin, sum verður við tíggjumannaførum av Argjum til Nólsoyar, byrjar klokkan 14.30. Tilmelding er neyðug til báðar kappingarnar, og skal meldast til sum skjótast. Svimjararnir skulu melda til hjá Erlendi Simonsen, sum hevur tlf. nr. 31 06 44. Rógvararnir skulu melda til hjá Reidari Jacobsen á tlf. nr. 32 70 52. ej Svimja um Nólsoyarfjørð ORÐ OG MYNDIR: EDVARD JOENSEN Eiði-Hósvík: Fólk vóru í røttum stevnuhýri, tá tey savnaðust Suðuri undir Gerði til at fyrireika seg til ta stóru regattasiglingina suður gjøgnum Sundalagið. Har vóru fólk og bátar úr at kalla øllum landinum. Ú Vági til Klaksvíkar vóru teir merktir. Og bátarnir vóru sera ymiskir, sum luttóku. Gamlir róðrarbáta, plastik- bátar í ymsari stødd og so sanniliga eisini onkur deks- bátur var at síggja. Fyrireikararnir høvdu syrgt fyri rætta »stemning- inum« við at seta stórar há- talarar upp, sum spældu tónleik, meðan fólk frá Eiðis Bóltfelag seldi kaffi og køkur við eitt borð tætt við har, meldað varð til. Áðrenn farið varð, skuldi mynstrast. Samstundis um luttakaragjaldið varð gold- ið, fekk luttakarin eina troyggju við áskrift, sum prógvar, at hann ella hon hevur verið við í hesum frá- líka tiltaki. Fyrsti teimurin, sum sigl- ast skuldi fríggjakvøldið, var av Eiði til Hósvíkar. Og tað var so passandi, at tað var hálvi eiðismaðurin, bygdarráðsformaðurin í Hósvík, sum sendi bátarnar avstað. Á veg út úr havnini fingu fleiri av luttakarunum eitt serligt upplivilsi, sum teir helst ikki fáa dagliga. Teir møttu nevniliga eini »for- virraðari« brugdu inni mill- um grótkastini. Neyðardýr- ið er helst vorðin heilt óð í høvdinum av øllum gangin- um frá árum og skrúvum hvørt um annað. So legði flotin suður eftir Sundalagnum. Summir róðu, aðrir sigldu. Skjótt sást, at kappróðrar mann- ingarnar, sum vant hava alt Reystan hann reisir sín stavn Tað var sum í grind, tá stóri bátaflotin, sum luttók í regattasiglingini hjá Róðrarsambandinum, legði út úr Havnini á Eiði fríggjakvøldið summar, vóru væl fyri og struku avstað. Summir vóru so knáir, at teir róðu frá restini av flotanum. Spennandi fór at verða, hvussu fór at standa til, tá farast skuldi um Streymin. Mundu teir fara at klára at rógva suður um? Jú, tað gekk upp á stás hjá teimum flestu. Onkur hendingur var, sum fekk eitt sleið, men allir komu suður um so ella so. Og at áhugin fyri tiltakin- um var stórur, sást skilliga á teirri fjøld, sum fylgdi við av landi. Bilar vóru alla staðni at síggja fram við Sundalagnum suðureftir, og brúgvin um Streymin var loðin av fólki, tá flotin fór suðurum. Sunnan fyri Streym varð lagt stilt eina løtu. Hetta var jú eisini útferð, og tað sást skilliga. Fólk hugnaði sær umborð á ymsu bátunum. Men ikki var at bíða ov leingi. Hildið varð, at betri fór at vera at hvíla í Hósvík. Og so helt allur flotin leið- ina til Hósvíkar, har bátahyl- urin rættiliga skjótt fyltist. Mynd: Jens K. Vang Vil hjálpa teimum sum mistu hús og heim í kreppuárunum ÁKI BERTHOLDSEN Teir føroyingarnir, sum mistu hús og heim í krepp- uni, eiga at fáa fíggjarliga hjálp. Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Mið- flokkin. Og hann meinar tað í full- um álvara, tí hann fer skjótt at leggja uppskot fyri tingið um hetta sama. Jenis av Rana sigur, at tey ringu kreppuárini vóru tað túsundtals føroyingar sum máttu fara av landinum. –Tey árini var lívsgrund- arlagið rykt undan einum hópi av føroyingum. Tey mistu arbeiðið og høvdu ongan møguleika at fáa ar- beiðið aftur í Føroyum og tí vóru tey tvingað í útlegd. Jenis av Rana sigur, at nógv av hesum áttu hús sum tey tískil ikki kláraðu at betala rentur og avdráttir av. –Men hóast tey máttu rýma frá húsi og heimi, sluppu tey ikki undan skuld- ini fyri tað. – Sostatt hava tey enn skuldina av teimum húsun- um, sum tey máttu rýma frá, hangandi yvir høvdinum. Jenis av Rana heldur, at hetta er fullkomiliga órími- ligt, tí tað ger tað ómøgu- ligt hjá hesum fólkunum at koma heimaftur. Hann hevur fingið upp- lýst, at tað eru ikki færri enn 4.000-5.000 av øllum teim- um føroyingunum, sum rýmdu av landinum í krepp- uni, sum ikki eru komnir heimaftur enn. Hann ivast ikki í, at or- søkin til tað er fyri ein stór- an part, at teir sleppa ikki heimaftur, tí at teir hava gamla sethúsaskuld hang- andi yvir høvdunum. – Eg haldi, at vit eiga at geva hesum fólkunum møguleika at koma heim- aftur. Tí fari eg at leggja uppskot fyri tingið um at veita teimum fíggjarligan stuðul onkusvegna, so at tey sleppa undan teirri gomlu skuldini, sigur løgtingsmað- urin fyri Miðflokkin. Ikki annað enn rimiligt Hann heldur, at tað er ikki annað enn rímiligt at hjálpa hesum fólkunum. –FAlt møguligt varð san- erað í kreppuni. Landskass- in varð saneraður, og skip og virki blivu sanerað. – Og ikki minst bleiv bankin saneraður m.a. fyri at avskrivað hesi somu lán- ini, sum hesi fólkini máttu rýma undan. Jenis av Rana heldur tí, at tað er sjálvsagt, at hesi fólkini eisini verða sanerað og sleppa undan hesum somu lánum, sum bankin fekk avskrivað. – Men í dag eru tað onnur, sum sita í húsum teirra, og í nógvum førum eru tey keypt fyri lítið og lætt. Men tað eru tey, sum bygdu hús- ini, sum sita eftir við rokn- ingini og Svartaperi. Ikki minst heldur hann tað vera natúrligt at hesi fólkini verða hjálpt, tá ið bankin og landskassin eru so væl fyri, sum tey eru í løtuni. Stór undirtøka Hann sigur, at hann hevur ikki hugsað so gjølla um, hvussu uppskotið verður orðað. Men hann væntar, at talan verður um eitt uppskot um at Løgtingið samtykkir at biðja landsstýrið gera eina loysn fyri hesi fólkini. Hann hevur heilt góðar vónir um, at eitt slíkt upp- skot verður samtykt í løg- tinginum. –Eg havði ein fyrispurn- ing í tingininum um hesi viðurskifti í fjør. – Undir tí orðaskiftinum kom týðiliga til sjóndar, at tað var stór undirtøka fyri at hjálpa hesum fólkum frá tinglimum úr øllum flokk- um. Sera trupult mál Jenis av Rana ásannar, at talan er um eitt sera trupult mál at viðgerða. – Hetta er eitt mál, sum hevur nógvar ymsar liðir. –Tí er hetta eisini eitt mál, har nógv fólk fara at føla seg órættvíst viðfarnan, sama hvør loysn verður vald. – Eitt nú hevur tað mang- an verið at hoyrt um fólk, sum rýmdu av landinum, frá húsi og heimi og skuld, utt- an at at tað var av neyð, men mest tí, at tey vildu royna okkurt nýtt. – Og hvat við teimum, sum blivu verandi og baks- aðu seg ígjøgnum kreppuni. –FSummi, av teimum blivu verandi, blivu saner- að. Onnur blivu verandi, men fingu onki. – Tað er nógv í hesum málinum, sum er órættvíst. –FMen eg haldi, at vit, sum blivu verandi, skulu fegnast um, at vit megnaðu tað. Men vit mugu heldur ikki gloyma tey, sum fóru, og vit mugu eisini hjálpa teimum. Jenis av Rana sigur, at enn hevur hann ikki hugsað um málið í smálutum, so hann veit ikki, í hvønn mun allur trupulleikin skuldi verðið tikin upp síni heild. – Men tað hevði ikki verið órímiligt, heldur hann. Hann vísir á, at í ólav- søkurøðuni boðaði løgmað- ur frá eini ørgrynnu av nevndum, sum skuldi kanna og gera niðurstøður um eitt og annað. – Tað hevði onki verið forgjørt í, um tað eisini varð sett ein nevnd at arbeiða við hesum trupulleikanum. –FÍ øllum førum má setast ein leistur upp, hvussu farið verður fram. Tað ber ikki til at veita øllum hjálp yvir heim kamb, tí tað er so stór- ÁKI BERTHOLDSEN Teir tríggir jarðfrøðing- arnir, sum herfyri fingu for- boð fyri at arbeiða í olju- vinnuni á føroyskum og bretskum øki, kunnu nú ó- tarnaðir taka arbeiðið upp- aftur. Talan er um um teir tríggjar norsku jarðfrøðing- arnir í felagnum Sagex. Hetta eru tríggir jarðrøð- ingar, sum fyrr hava arbeitt hjá Saga Petroleum. Men tá ið Norsk Hydro keypti Saga Petroleum, søgdu teir upp og stovnaðu sítt egna felag, Sagex. Hesir tríggir jarðfrøðing- arnir gjørdu avtalu við før- oyska oljufelagið, Føroya Kolvetni um ráðgeving í sambandi við oljuvinnuna undir Føroyum. Men hetta dámdi Norsk Hydro so illa, at leiðslan har gjørdi av at krevja fútafor- boð fyri, at hesir tríggir jarðfrøðingarnir tóku lut í oljuvinnuni í Føroyum og í Bretlandi. Norsk Hydro segði, at tað átti vitanina, sum hesir trígg- ir jarðfrøðingarnir høvdu og at teir tí ikki kundi arbeiða fyri ein kappingarneyta, siga teir tríggir í einum tíðinda- skrivi. Annars høvdu teir tríggir jarðfrøðingarnir boðað frá sínum ætlanum. Leiðslan í Saga hevði ongar viðmerk- ingar, men aftaná tók leiðsl- an í Norsk Hydo so eina aðra støðu. Og í fyrstu syftu fekk Norsk Hyro viðhald frá ein- um undirrættí í Oslo, sum samstundis setti teimum trim- um jarðfrøðingunum fútafor- boð fyri at arbeiða í oljuvinn- uni í Føroyum og í Bretlandi. Men teir tríggir jarðfrøð- ingarnir skutu dómin inn fyri hægri rætt. Og tað loystu seg, tí nú hava teir fingið viðhald. Hægri rættur tók fútafor- boðið av aftur. Teir tríggir jarðfrøðingarnir kunnu so- statt ótarnaðir taka arbeiðið uppaftur. Tann hægri rætturin sigur, at teir tríggir hava ikki brot- ið tagnarskylduna, teir høvdu mótegis Saga, og teir hava heldur ikki upp á nakr- an máta misbrúkt ta vitan, teir fingu í arbeiðnum fyri fyrrverandi arbeiðsgevaran. Teir tríggir jarðfrøðing- arnir, Terje Hagevang, Hans E. F. Amundsen og Dag O. Larsen, hava allir drúgvar royndir í oljuvinnuni. Teir siga, at fúta forbðið hevur tarnað arbeiðnum hjá Kunnu nú aftur arbeiða í Føroyum Fútaforboðið, sum varð sett í verk ímóti trimum jarðfrøðingum er nú sett úr gildi Føroya Kolvetni munandi, men teir gegnast um, at teir nú kunnu taka arbeiðið upp- aftur. Og nú fara teir so afturfyri at leggja endurgjaldskrav í- móti Norsk Hydro. Teir siga annars, at málið hevur vkt miklan ans og at teir eru takksamir fyri stuð- ulin, teir hava fingið, eisini aðrastaðni frá enn úr sjálv- ur munur á trupulleikanum frá einum húski til annað, heldur Jenis av Rana. Jenis av Rana, løgtingsmaður fer skjótt at leggja uppskot fyri tingið um teir nógvu føroyingarnir, sum máttu rýma frá stórari sethúsaskuld kreppuni fyrst í nítiárunum Í kreppuni rýmdu túsundtals føroyingar av neyð, men teir sluppu ikki undan skuldini fyri tað. Jenis av Rana heldur, at nú skulu hesi fólkini hava møguleikan at sleppa heimaftur ari oljuvinnuni. Ikki minst, eru tað feløg og stovnar, sum hava mett hetta sum eitt prinsipp mál um, hvør hevur ognarrættin til vitanarkapitalin og nógv hava stúrt fyri, at hetta mál- ið fór at føra við sær til- vildarlig fútaforboð, sum bæði eru í stríð við siðvenj- una í oljuvinnuni og í vinnulívinum annars. Føroyska oljuvinnan er í eini avgerðandi løtu. Tað hevur elvt til stórar trupulleikar, at tríggir jarðfrøðingar ikki sluppu at arbeiða fyri Føroya Kolvetni. Men tann trupulleikin er nú loystur.