Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 149 - 8. august 2000 Nr. 149 - 8. august 2000 ORÐ OG MYNDIR: ÓLAVUR Í BEITI Flakatrolarin hevur roynt í norskum og russiskum sjógvi, og sum skilst hevur Vesturvón 25 milliónir í lastini Seinnapartin leygardagin kom Vestur- vón aftur á Sørvág eftir at hava verið til fiskiskap í ein dag undir fýra mán- aðar fiskiskapurin verið javnt góður. »Vesturvón« hevur longu fiskað sína kvotu eystanfyri, og nú verður arbeitt við onkrum møguleikum til restina av árinum, men enn er ikki endalig støða tikin til, hvat tað verður. Ólavur Petersen, reiðari, sigur við Internet-Sosialin, at nakrir møguleikar verða kannaðir, umframt at fara á svart- kalvaveiði við Flemmish Kap í oktober. »Vesturvón« leggur at bryggju í Sørvági. So tungur hevur hann ikki verið seinastu tvey árini Skipari á hesum túrinum var Heðin Hansen, sum ikki áður hevur verið skipari á »Vesturvón«, tó at hann hevur siglt hjá reiðarínum í eini 25 ár. Seinastu 10 árini hevur Heðin Hansen verið stýrimaður á »Vesturvón«, og nú hann gjørdist skipari á fyrsta túrinum, kundi hann eisini halda sín 40 ára føðingardag umborð. Hetta hevur verið ein av góðu túrunum hjá »Vestur- vón«, og verður lastin mett Her tekur abbadóttirin ímóti Heðini Hansen, skipara á »Vesturvón«. Aftanfyri sæst reiðarin, Ólavur Petersen til 724 tons í flaki. Prísurin er eisini støðugur í løtuni, so reiðarin Ólavur Petersen roknar við at flakatrolarin »Vesturvón« hevur fiskað fyri góðar 25 milliónir krón- ur henda túrin. Týsdagin verður farið til Hirtshals at leggja veiðina upp, og eisini skal »Vestur- vón« í dokk, har millum annað maskinan skal reins- ast. EYÐUN KLAKSTEIN Vinnumálastýrið kannar nú, um ætlanin at broyta Postverk Føroya stríðir ímóti stýrisskipanarlógini. Hetta verður gjørt, eftir at onkrir løg- frøðingar hava víst á trupulleikan, sum er við umskipanini av Postverkinum. – Løgfrøðingarnir eru ikki samdir um málið, og tí vilja tryggja okkum, at alt er í lagi, tá uppskotið verður lagt fyri tingið, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður við vinnumálum. Ætlanin er at gera ein skipan fyri post- flutning sum líkist teirru donsku skipan- ini, sum Post Danmark virkar eftir. Hetta er ein skipan, sum liggur onkrastaðni á leiðini millum ein almennan stovn og eitt alment partafelag. Trupulleikin er so, um broytta Post- verkið kann virka undir teimum útgjalds- heimildum, sum stýrisskipanin ásetur. – Spurningurin er, um Postverkið er innanfyri ella uttanfyri fíggjarlógina við nýggju skipanini. Var tað eitt alment partafelag, so var eingin ivi, men við hesi serligu skipanini er tað meira ivasamt, sigur Finnbogi Arge. Fyrsta stigið á leiðini Tá Postverk Føroya kom í stórar gjald- EYÐUN KLAKSTEIN – Ynskið um føroyskt sjálv- stýri og ynski um føroyskt sjálvbjargni kann gerast ein fólkasøk, um vit gera okk- um tann ómak og taka ta tíð, sum tað tekur til at finna eina semju. Hetta segði formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóan- nes Eidesgaard, í røðu síni, Eiga at finna semju um sjálvstýri Tað er ein politisk uppgáva at finna eina semju um før- oyskt sjálvstýri, sum fólkið tekur undir við, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum tá løgmansrøðan var til við- gerðar á tingið í farnu viku. Hann segði, at alla aðra- staðni botna sjálvstýris- rørslurnar í einum ynski frá fólkinum sjálvum – sjálv- stýrið er einki politiskt upp- finnilsi – og tað er fólksins stríð. Men soleiðis er ikki í Føroyum. – Alt meira bendir á, at avgerðin um føroyskan sjálvstýrispolitikk er løgd í hendurnar á nøkrum fáum útvaldum føroyingum at gera av, og tað sum er verri, hon er samstundis løgd í hendurnar á einari danskari stjórn at gera av, segði Jóan- nes Eidesgaard. Minniluti ynskir fullveldi Formaður Javnaðarfloksins helt, at tað er ein sera mann- minkandi støða, tí ein sjálv- stýrisrørsla eigur at verða borin uppi av stoltum hugs- anum um egnar møguleikar og egin evni. – Fullveldið er ynskið hjá einum minniluta, tí var talan um eina fólkasøk, hevði tað í sjálvum sær givið lands- stýrinum ta neyðugu styrk- ina, sum skal til fyri at náa málinum, segði Jóannes Eidesgaard. Bjóða sjálvsstýris- uppskot fram Hann helt, at ynski um føroyskt sjálvstýri og sjálv- bjargni kann gerast eina fólkasøk, um landsstýrið broytir kós, og heldur fer at royna at finna eina semju, sum fólkið kann taka undir við. – Hendan semjan er hvørki føroyskt fullveldi við danskari vælvild ella før- oyskt fullveldi við donskum smásinni. Og hendan semj- an er eitur heldur ikki okk- urt hissini nýskipanarupp- skot, sum ber hevur onkrar smáar broytingar av verandi heimastýrislóg. – Hendan semjan liggur eitt ella annað stað millum uppskot landsstýrisins um fullveldi og uppskotið hjá Sambandsflokkinum til nakrar varligar justeringar av verandi skipan. Og her er tað, at vit bjóða okkara uppskot til eina sjálvsstýris- lóg fram, segði Jóannes Eidesgaard. – Fullveldið er ynskið hjá einum minniluta, segði Jóannes Eidesgaard undir tingviðgerðini av løg- mansrøðuni í farnu viku Posturin í stríð við stýrisskipanina Ivi hevur stungið seg upp um æltaðu broytingina av Postverki Føroya. Vinnumálastýrið kannar nú, um ætlanin er í stríð við stýrisskipanarlógina, soleiðis sum onkrir løgfrøðingar vilja vera við føristrupulleikar fyrr í ár, avgjørdi lands- stýrið, at ein loysn mátti finnast á trupul- leikunum hjá Postverkinum. Landsstýris- maðurin í vinnumálum var sinnaður at gera Postverkið til eitt alment partafelag, men hesum fekst ikki undirtøka fyri í landsstýrinum. Ístaðin varð ein semja gjørd um at royna eina líknandi skipan, sum Post Danmark virkar eftir. Hetta er ein serlig skipan, sum bara verður brúkt á post- økinum í Danmark, men sum á onkran hátt minnir um eitt partafelag. Uppskotið seinkað Í Føroyum er ætlanin at seta eina nevnd at stýra Postverkinum, og nevndin skal royna nýggju skipanina í trý ár og síðani taka støðu til, hvussu Postverkið skal skipast í framtíðini. Í løgmansrøðuni í ár stendur, at hetta er fyrsta stigið til at skipa Postverk Før- oya sum eina sjálvstøðuga almenna fyritøku, sum seinni kann verða skipað sum eitt partafelag. Undirtøka fæst tó neyvan fyri hesum í verðandi samgongu. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, ætl- aði at leggja uppskotið um Postverkið fyri løgtingið í heyst, men málið er nakað seinkað av ivanum, sum hevur stungið seg upp um stýrisskipanarlógina. RÚNAR REISTRUP 121 føroyskar bøkur vórðu givnar út í 1999, og hóast tær illa kunnu leggjast undir at vera fáar í tali hetta árið, so vóru føroysku bókaút- gávurnar árið fyri væl fleiri. Tá taldust tær føroysku bókaútgávurnar 157. Millum annað hetta stendur at lesa í júst út- komnu ársfrágreiðingini fyri árini 1998 og 1999 hjá Føroya Landsbókasavni. Av tølunum fyri tey bæði árini 1998 og 1999 sæst, at tað serliga er talið á barna- og ungdómsbókum, sum er minkað. Í 1998 vórðu givn- ar 54 bøkur út í hesum temabólki, men í fjør var talið helvtina minni. Skúla- bøkurnar eru eisini umleið helvtina færri. Hinvegin er talið á før- oyskum yrkisbókmentum vaksið. Av teimum 121 føroysku bókunum, ið komu út, vóru 37 týðingar og 84 uppruna- verk. Við at samanbera við tølini árið fyri sæst, at tað serliga er innan týðingar, at talið á føroyskum bókaút- gávum er fallið. Síðan fyrsta føroyska bókin kom út í 1822 vóru við árslok 1999 útgivnar 3.882 føroyskar bøkur. Nógv prentað í Føroyum Meira enn helmingurin av føroysku bókaútgávunum í fjør, vórðu prentaðar í Før- oyum. Í ársfrágreiðingini hjá Føroya Landsbókasavni verður gongdin á hesum øki lýst ígjøgnum tey farnu tíggju árini. Her sæst, at ein stór broyting er farin fram við tað at fyri tíggju árum síðan var bert umleið fimta hvør føroyska bók prentað í Føroyum. Í ársfrágreiðingini nýtir Færri føroyskar bókaútgávur Samlaða talið á føroyskum bókaútgávum í fjør var nakað væl lægri enn árið frammanundan. leiðarin á Føroya Lands- bókasavni, Martin Næs, annars høvið at finnast held- ur hvassliga viðgerðini, ið bókasavnslógin frá 1988 fekk í kommunuálitinum, sum varð handað landsstýr- ismanninum í kommunu- málum í 1998. Her verður ført fram, at bókasavnslógin er ov Í røðu hjá Frits Johannesen úr Fuglafirði, sum vit prentaðu í Tekstur í bland fríggjadagsblaðnum komu nakrar reglur í bland og ein misskiljing um hvat í røðan varð hildin. Gøtustevnan varð hildin í Norðagøtu og yrkingin »Og løtan, hin signaða ríka.« ljóðar soleiðis í rættari raðfylgju. Og løtan, hin signaða ríka, á kvirru ástheitu nátt á lat meg í kossinum doyggja, tá hvíli eg æviga gott. Tíðin legg tínar veingir saman, bert hesa stund, meðan eg sælur kyssi mítt sólfagra ástarsprund. Poul F. Joensen framasøkin, og at hon tískil átti at verið broytt. Framasøkin er føroyska orðið fyri ambitiøs. At leiðarin á Føroya Landsbókasvanið heldur lít- ið um hesa niðurstøðu, framgongur av oddagreinini í ársfrágreiðingini hjá stovninum. Jazzfestivalurin Jazzfestivalurin Stavanger Gospel Choir SQUARE ONE Lis Sørensen , KR. 80,- , KR. 150,- , Mikudag 9. august Hósdag 10. august Fríggjadag 11. august Leygardag 12. august Bjørn Thoroddsen (IS) JASSARNIR J.S.& Bach Trio 2/ASSIMILATION Trevor Hunter Folk Duo Shetland IVORY v/ Eivør Pállsdóttir og John Purcell A Tribute to Louis Armstrong SWINGING LINK v/Jens Nørholm Trevor Hunter Folk Duo Shetland Kurts Blues Band Åland JASSARNIR GREEN GATE PLÚMM PÁLL finnur PÁLL SQUARE ONE Blues trio (N) JASSARNIR Coco Nelegatti y su QUINTETO ARRABAL arg./tysk Tango ork. Trevor Hunter Folk Duo Shetland SOFIA FINNILÄ, vokal ( JAZZOASIS (FO) Arne Forchammer (DK) (FO) v. Holger Laumann & (FO) (FO) FIN) v. (FO) J S óhannes Andreassen & tamen Stantshev (FO) GR/IS/F0/DK trad. Jazz (N) v. Jørgen Dahl (DK) KR. 100,- , KR. 150,- HALLAS TRAVEL STAVANGER GOSPEL CHOIR LOST PILGRIMS LIS SØRENSENS GROUP LOST PILGRIMS 17. Tórshavnar Jazz, Fólka & Blues Festival 2000 Í Norðurlandahúsinum ATGONGUMERKI TIL ALLAR DAGAR: KR. 360,- Atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum, tlf. 317900 og á Kunningarstovuni, tlf. 315788 Fyrivarni verða tikin fyri broytingum Skrivstovufólk- menningarmøguleikar Søkt verður eftir fólki til skrivstovu okkara á Toftum. Arbeiðið umfatar logistikk, bókhald og aðrar fyrifallandi uppgávur. Ætlanin við starvinum er, at viðkomandi innanfyri stutta tíð skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og hjálpa til við innkeypi av rávørum. Viðkomandi hevur stórar møguleikar at mennast innanfyri yrki og skal við tíðini sjálv/ ur leggja arbeiðið til rættis. Lønin er kapp- ingarfør og hækkar við ábyrgdini hjá við- komandi. Umsøkjarin skal hava drúgvar royndir inn- anfyri skrivstovuyrki. Viðkomandi skal vera nærløgd/nærlagdur og passa inn í eitt um- hvørvi eyðkent við óformligum samverutóna. Umsøknin skal sendast til Valhalla innan 15. august. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Peter vognsen Nørgaard, stjóra. Valhalla er ein nýggj fyritøka sum varð stovnað í 1999 við adressu í Hoyvík. Nýggj framleiðsluhøll við skrivstovu er á Toftum. Fyritøkan í Føroyum framleiðir og selur feskar fiskavørur sum seljast til nógvar minni kundar innanfyri EU. Valhalla P/F • Niðara Gøta 76 • 188 Hoyvík, Faroe Island • P/F reg. nr. 2900 Tel. +298 321880 • Fax +298 321890 • E-mail: valhalla@post.olivant.fo