Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 149 - 8. august 2000 Nr. 149 - 8. august 2000 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3042 Navn: Sp/f Mainhard Haldansen Adressa: Tra›arvegur 16, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 28.06.2000 Vi›tøkudato: 28.06.2000 Kapitalur: Kr. 85.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 85.000,00 í ø›rum vir›um til kurs 100. Stovnari: Gunnvá Haldansen, Tra›arvegur 16, 100 Tórshavn. Stjórn: Gunnvá Haldansen, Tra›arvegur 16, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur tekna› av stjóranum. Grannsko›ari: : P/F Rasmussen & Weihe, á Gla›sheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2000 - 31.12.2000 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil, handverk og anna› starv í hesum sambandi. Felagi› er stovna› vi› umskipan av virki eftir umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 4. august 2000 Kristin Balle ______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3047 Navn: Sp/f M. J. International Sale Adressa: Postbox 204, 110 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 23.05.2000 Vi›tøkudato: 23.05.2000 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Elisabeth Johannesen, Grønalí› 5, 100 Tórshavn, Magni Johannesen, Grønalí› 5, 100 Tórshavn, Hans Pauli Johannesen, Grønalí› 5, 100 Tórshavn og Mortan Johannesen, Grønalí› 5, 100 Tórshavn. Nevnd: Elisabeth Johannnesen, Grønalí› 5, 100 Tórshavn (forma›ur), Magni Johannesen, Grønalí› 5, 100 Tórshavn og Hans Pauli Johannesen, Grønalí› 5, 100 Tórshavn. Stjórn: Mortan Johannesen, Grønalí› 5, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur tekna› av stjóranum og nevndarformanninum hvør í sær. Grannsko›ari: : Sp/f KPMG, statsaut. Revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 23.05.2000 - 31.12.2000 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil og anna› virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 4. august 2000 Kristin Balle ______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3048 Navn: P/F EmerKur Adressa: 497 Selatra› Kommuna: Sjóvar Kommuna Stovningardato: 01.07.2000 Vi›tøkudato: 01.07.2000 Kapitalur: Kr. 700.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 700.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Høgni Jacobsen, M‡risnípuvegur 23, 100 Tórshavn, Hans Petur Weihe Weihe, 497 Selatra›, Óli Mittún Petersen, Dalagøta 27, 100 Tórshavn og Ingi Mittún Jacobsen, M‡risnípuvegur 23, 100 Tórshavn. Nevnd: Hans Petur Weihe Weihe, 497 Selatra› (forma›ur), Høgni Jacobsen, M‡risnípuvegur 23, 100 Tórshavn, Óli Mittún Petersen, Dalagøta 27, 100 Tórshavn og Ingi Mittún Jacobsen, M‡risnípuvegur 23, 100 Tórshavn. Stjórn: Høgni Jacobsen, M‡risnípuvegur 23, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur bundi› vi› undirskrift av stjóranum, nevndarformanninum ella tveimum nevndarlimum í felag. Grannsko›ari: : Óli Regin Hansen, Tróndargøta 39, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.07.2000 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at reka vinnu innan keyp og sølu av vir›isbrøvum, umframt a›ra vinnu, sum stendur í samband vi› nevnda rakstur. Skráseting Føroya tann 2. august 2000 Kristin Balle ______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3052 Navn: Sp/f Sveivin Adressa: Spógvavegur 21, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 26.06.2000 Vi›tøkudato: 26.06.2000 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Ian Skylv Hansen, Spógvavegur 21, 100 Tórshavn. Stjórn: Ian Skylv Hansen, Spógvavegur 21, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur tekna› av stjóranum. Grannsko›ari: : Kaj Joensen, Stoffalág 4, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 26.06.2000 - 31.12.2000 Endamál: Endamál felagsins er umvæling av bilum, keyp og søla og kavaravirksemi og anna› starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 4. august 2000 Kristin Balle ______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi vi›v. hesum feløgum: Nevnd og stjórn fer frá: Feløgini eru send Føroya Skiftirætti til tvingsilsavtøku 04.08.2000 eftir § 87 jvb. § 86 í Sp/f- lógini. Skrásetingar-nr. Sp/f 2127, Sp/f Perlan undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn Skrásetingar-nr. Sp/f 2419, Sp/f J.J. Dekk í Gøtudali undir tvingsilsavtøku, 512 Nor›ragøta Skrásetingar-nr. Sp/f 2837, Sp/f Sjótorgi› undir tvingsilsavtøku, 700 Klaksvík Skráseting Føroya tann 04.08.2000 Kristin Balle ______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3044 Navn: Sp/f Dahl Adressa: Stoffalág 37, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 30.06.2000 Vi›tøkudato: 30.06.2000 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 80.000,00 í ø›rum vir›um til kurs 100. Stovnari: Rói Dahl- Jacobsen, Stoffalág 37, 100 Tórshavn. Stjórn: Rói Dahl- Jacobsen, Stoffalág 37, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur bundi› vi› undirskrift av stjóranum. Grannsko›ari: : P/F Rasmussen & Weihe, á Gla›sheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2000 - 31.12.2000 Endamál: Endamál felagsins er at reka handverk herundir húsasmí›. Felagi› er stovna› vi› umskipan av virki eftir umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 3. august 2000 Kristin Balle ______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3036 Navn: P/F Stíggjar Adressa: 750 Vi›arei›i Kommuna: Vi›arei›is Kommuna Stovningardato: 24.06.2000 Vi›tøkudato: 24.06.2000 Kapitalur: Kr. 1.211.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 1.211.000,00 í ø›rum vir›um til kurs 100. Stovnari: Joen Jacob Heinesen, 750 Vi›arei›i. Nevnd: Mirjam D. Heinesen, 750 Vi›arei›i (forma›ur), Joen Jacob Heinesen, 750 Vi›arei›i og Jógvan Heinesen, 750 Vi›arei›i. Stjórn: Joen Jacob Heinesen, 750 Vi›arei›i. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur bundi› vi› undirskrift av stjóranum ella tveimum nevndarlimum í felag. Grannsko›ari: : P/F Grannsko›aravirki› Inpact, R. C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2000 - 31.12.2000 Endamál: Endamál felagsins er at reka fiskivinnu og a›ra vinnu í samband vi› hetta. Felagi› er stovna› vi› umskipan av virki eftir umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 1. august 2000 Kristin Balle ______________________ Til sølu Ein gillin á Norðtriðingi (Vørufelli) um hósk- andi boð fæst. Tlf. 332137 LÓGARSAVNIÐ HJÁ TOLL- OG SKATTSTOVUNI 2000 Bókin Lógarsavnið hjá Toll- og Skattstovuni 2000, sum Toll- og Skattstova Føroya gevur út, er komin. Bókin er 331 bls. til støddar (fikkubók) og kostar 95 kr. Fæst á Toll- og Skattstovuni og í bókabúðunum. Toll- og Skattstova Føroya Vágs skúli Søkt verður eftir lærara skúlaárið 2000/2001. Starvið er tíðaravmarkað og verður lønt sam- bært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Umsóknir skulu vera skúlanevndini í hendi 14. august. Vágs Skúlanevnd v/ Marionnu Eystberg RÚNAR REISTRUP Hvar er bussurin? Farstøðin er vát, tí tað sirm- ar. Blaðmaðurin er kaldur, tí tað er vindur. Og bussurin er ov seinur, tí klokkan er tjúgu minuttir í fimm. Norðlýsið kemur inn á Gomlurætt hendan dagin, tí tað hevur ikki brúk fyri nak- rari fínari ferjulegu, sum má umbyggjast nú nýtt skip skal setast í Sandoyarsigl- ing. Tískil byrjar túrurin við Norðlýsinum á konsert í Klæmintsgjógv á Farstøð- ini, har bussur skal koma eftir ferðafólkunum. Men eingin á Farstøðini veit nakað um bussin. Sum er ov seinur. Spurt verður til høgru og vinstru, men eingin veit nakað. Knappliga kemur bussurin. Koyrir framvið ferðafólkunum á Farstøðini, og steðgar har, ið Norðlýsið vanliga plagar at liggja. Hatta má vera hann. Gott eg ikki eri franskur ferðamaður í Føroyum, hugsi eg. Hvar er fólkið Bussurin er fínur – veruliga flottur. Nærum eins góður og tann, ið koyrdi meg úr Danmark heilt til Italiu á sinni. Og vit sita bara átta fólk í honum, so har er gott beinpláss. J ú, nú byrjar at hjálpa. »Her skuldu vera sekstan fólk - hava tit sæð øll hini?« spyr bussførarin. Nei, tað hava vit ikki. Hann er í tí, sum líkist nógv dýrastu neyð, tí hann kann ikki bara fara frá helvt- ini av ferðafólkunum. Hann ringir her og har, meðan vit átta sita í góða bussinum og bíða. Ein donsk ferðakvinna, ið skal sláa tíðina íhel, meðan vit bíða, fer undir at greiða hinum donsku ferðafólkun- um frá um ferðafólkakunn- ingina í Føroyum. Hon peikar yvir á bláa bygningin hjá Ferðaráðnum og sigur. »Den der turistinformation er den bedste. Der er også en anden længere oppe i byen, men den er ikke så god. I skal hellere bruge den der derovre.« ljóða vís- dómsorðini, og hini takka fyri ráðini. Litir í landslagnum Bussurin koyrir til Gomlu- rætt, og stutt eftir at hann hevur sett ferðafólkini av, kemur stásiliga Norðlýsið siglandi inn um havnalagið. Her er grýtut og óruddiligt, tí umbyggingararbeiði fer fram. Men bláa skipið lýsir upp sum ein litblettur í gráa lendinum. Eitt annað sum lýsir upp er reyði jakkin hjá einum ferðamanni, sum eg sá standa á Farstøðini, men ikki var við í bussinum. Og kortini – hann stendur her á Gomlurætt. Hann man hava uppgivið bussin. Fólk fara av skipinum og inn í bussin, og næsta lið av fólki fer umborð, og bein- anvegin verða trossarnir loystir og Norðlýsið stevnir í fagrasta veðri ímóti Hest- oynni. Býr umborð Birgir Enni stendur við róðri eins og hann hevur gjørt mangar mangar ferðir. Um summarið býr hann heilt einfalt umborð á skip- inum. Hann hevur ikki tal á øll- um teimum túrum, hann hevur gjørt við skipinum, men hvørt summar hesi seinastu nógvu árini er farið við sigling mestsum hvønn dag – onkuntíð so mikið sum tríggjar túrar um dagin. – Seinast eg hevði viku- skifti var einaferð í apríl mánaði, sigur skiparin. Manningin á skipinum telur skiparan og tveir dekk- arar. Annar teirra er sonur Birgir Enni, sum ikki dylir sínar vónir fyri honum. – Hvør veit, kanska hann fer at taka yvir eftir mær. Hann er mestum uppvaksin umborð, og hann hevur hug at sjónum. Vit sigla uttan segl, tí vindurin er mestsum eingin. Niðri í lugarinum sita tveir av tónleikarunum, ið seinni skulu spæla konsertina inni í Klæmintsgjógv. Heðin Davidsen og Andras Olsen á ávikavist gittara og trombone, hava ofta staðið fyri tónlistarliga innslagnum á túrinum og ferðast heimavandir um- borð. Tann triðji tónleikarin, sum skal spæla í Klæmints- gjógv hendan dagin er Kris- tian Blak. Men hann er longu staddur í gjónni. Hann fór út higar við fyrra túrinum hjá Norðlýsinum hendan dagin, og hevur lig- ið undir fuglabjørgunum og tikið upp fuglaljóð, meðan Norðlýsið var á Gomlurætt eftir nýggjum ferðafólkum. Leggja gólv í gjónna Nú fer seglskipið vesturum Nólsoynna, og skiparin byrjar at greiða frá um spennandi hugskot síni við at gera holurnar og røkurnar á Hestoynni til eitt ferða- mannaparadís. Eitt av teimum ikki so óhugsandi hugskotunum er at leggja »gólv« í eina av holunum. Soleiðis fer at bera til at seta fólk upp á land í nærum øllum veðri, og tað letur møguleikarnar upp fyri øllum møguligum tiltøkum úti í holunum. Eitt annað av hugskotun- um er at gera tað møguligt hjá ferðafólki at ganga á rókunum í Hestbjørgunum. Har er longu gongt - um tú ert royndur bjargamaður - men fyri at eitt tilkomið týskt ferðamannapar skal hætta sær undir túrin, má gøtan gerast høggligari og tryggari. Jú, hugskotunum feilar einki, og tað letur seg væl gera at fremja tey. Men sum skiparin á Norðlýsinum er skjótur at nevna, so er tað fyrst og fremst ein spurn- ingur um at fáa pening til íløguna. Holið Eitt svart hol í berginum kemur undan kavi. »So eru vit har« rópar skiparin og dekkararnir byrja at býta bjargingarvest- ar út til fólkið. So verða teir báðir gummibátarnir dringir upp á síðuna av seglskipinum, og fólk fara í teir. Tónleika- rarnir fara inn við einum øðrum gummibáti, ið verð- ur fyltur við útgerð av yms- um slag. So sigla vit. Tónleikurin byrjar í tí løtu bátarnir koma inn um opið til Klæmintsgjógv. Ljóðið frá 145 hesta motorinum á størra gummibátinum gerst til djúpar tónar, ið fylla hell- ið. Inni í holuni sita Kristian Bergtakandi Tað ber ikki til at keypa seg eydnusam- an – verður sagt. Men ein túrur við Norðlýsinum á grottukonsert í Klæ- mintsgjógv er ein serlig uppliving – sum er til sølu Blak og ein teknikkari klár- ir. Hinir báðir tónleikararnir verða settir upp á land, og útgerðin verður gjørd til reiðar. So tekur Heðin Davidsen tær fyrstu spakuligu akk- ordirnar á elgittaranum, og Kristian tekur við á ljóm- borðinum. Andras Olsen er farin til stroks inn í hellið við trom- bonini. Tá fyrsta lagið er komið í helvt ella so, sæst hann trýna fram á einum kletti, og blása. Stutt eftir koma tónarnir bóltandi út ímóti áskoðarunum, ið sita í skvatlandi gummibátunum í bølamyrkri. Teir tríggir tónleikararnir leggja út við etniskum jazzi, og flyta seg so yvir í før- oysku klassikararnar og spæla millum annað lagið »Í búri«, ið hóskar óvanliga væl til høvið. Áhoyrararnir sita í djúpari tøgn í bátunum, meðan tón- leikararnir spæla upp ímóti ekkóinum frá teirra egnum tónum. Aukustikkurin í hellinum er soleiðis vorðin, at ein tóni „hongur“ í luftini í eini tíggju ella fimtan sekund. Tí er tað ikki lítið krevjandi hjá tónleikarun- um, ið allatíðina mugu fylgja við ekkóinum, ið er ymsikt, alt eftir hvønn veg trombone og hátalarar venda. Konsertin er sálarsmyrsl av størstu dygd. Hóast staddur inni í einum á nógvar mátar ræðandi helli í bølamyrkri, so kundi tú ynskt tær at verið verandi her allan dagin, bara so leingi, sum tónleikurin fylt- ið rúmið. Fyri hvørt lag, ið liðugt er, kemur ivin á teg, men so lætnar aftur, tá næsta lag kemur ekkóandi út úr veggunum. Men einaferð er liðugt, eftir ein góðan hálvan tíma, og fólk klappa. Konsertin er liðug, og gongd verður sett á motorarnar aftur. Teir halda ein djúpan basstóna, og meðan áhoyr- ararnir verða sigldir út, og tónleikaútgerðin verður pakkað saman, spælir trom- bonin eitt lag í sama duri, sum motorarnir liggja í. Uppliving til sølu Komin aftur á Norðlýsið verður siglt ein túr undir fuglabjørgini, og so gongur leiðin til Havnar. Men hvat – fleiri av ferða- fólkunum koma aftur til skiparan og greiða frá, at bilar teirra standa á Gomlu- rætt. Tað var annars nettup tað, ið var ætlanin við bussinum fyrr um dagin – at fólk ikki skuldu koma í klemmu av bilum. Men ferðafólkini eru heppin. Áðrenn tey hava nátt at klaga um vánaliga upplýsing ella hvat tey kunnu finna uppá, hevur Birgir Enni longu tikið bjargingarvestarnar fram aftur, og er farin at toga størra gummibátin fram. Stutt eftir eru átta fólk og ein skipari á veg inn á Gomlurætt at heinta bilarn- ar. Eftir umborð standa tey, ið lítlan tíma seinni stevna inn á Havnina við vælhildna bláa skipinum, ið hevur siglt sín seinasta túr hendan dagin. Í morgin eru aftur tveir túrar á skránni, og tónleik- ararnir fáa boð um at møta klokkan tíggju. Jú, Føroyar hava meira enn ein gamlan umskeldað- an múr og annað eygnakrás at bjóða fólki. Her verða óspiltar uppliv- ingar seldar. At føroyskt til- rættaleggingarhegni eisini er partur av upplivingini, ger hana ikki minni óspilta. Konsertin í Klæmintsgjógv verður hildin í bølamyrki. Einasta ljósið, er tað, ið kemur inn ígjøgnum lutfalsliga lítla opið út til umheimin. Mynd: Rúnar Reistrup