mikudagur 18. august 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 154 - 18. AUGUST 1999
tíðindablaðið
13
. …… På ef
e-mail: emil(dsosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Óli endaði
omanå i
landsliðs-
uppgerðini
Fótbóltur: Miðverjin, sum í kvold
spælir fyri 40. ferð á landsliðnum,
hevur fyri fyrstu ferð spælt ein dyst á
tamb fyri AGF
Eftir døgurda í gjár komu
teir báðir seinatsu og tveir
av týdningarmiklastu spæl-
arunum á landsliðnum i
landsliðshópin, sum er
staddur á Hotel Føroyum,
og í gjårkvøldid skuldu Oli
Johannesen og Todi Jóns-
son venja á Torsvølli saman
við lidfeløgunum.
I fyrrakvoldið hittust fel-
øgini hjá teimum báðum i
Aarhus, og frammanfyri
5.700 áskoðarum eitt
sindur færri enn tey í Aar-
hus høvdu vónað — vann
felagið hjá Ola Johannesen,
AGF, 1-0 móti FCK og
Toda Jónsson. Málið fekk
heimaliðið í síðsta álopi-
num undan hálvleikssteðg-
inum. Bo Nielsen skoraði,
og hetta var fyrsti sigurin
hjá AGF í hesum kappingar-
árinum. FCK eigur eftir fýra
umfør framvegis fyrsta sig-
urin á, og tað má bara stað-
festast, at hevuðsstaðar-
menninir standa seg illa
móti liðum úr Jyllandi, tí
FCK hevur tapt við einum
máli móti Viborg og AGF,
við tveimum málum móti
AaB, meðan teir fingu javn-
leik móti Silkeborg.
Dystaðust innanhýsis
Bæði Todi Jónsson og Óli
Johannesen spældu allan
dystin á tamb, og vidhvørt
stóðu nærdystirnir teirra
millum. Todi Jónsson hevði
onkran stútara og onkra
skotroynd móti málinum
hjá AGF, men hann hevði
ongan hundrað prosents
møguleika, sum tað verður
sagt. FCK royndi at trýsta í
2. hálvleiki, og í yvirtíðini
sendi Thomas Rytter í stólp-
an.
Oli Johannesen var annar
av midverjunum hjå AGF.
Har spældi hann saman við
Ken Martin, sum eisini er
nýggjur í felagnum. Andres
Bjerre hevur við miðverji,
men hann var á verjukenda
miðvallarplássinum.
— Vit eru sjálvandi væl
nøgdir við úrslitið, og nú
vóna vit at fáa glid á. Leyg-
ardagin eiga vit ein torføran
útidyst í Aalborg, sigur Oli
Johannesen, sum hevði
uppgávuna at vera tann, ið
hevdi ábyrgdina av at bakka
upp. meðan Ken Martin
hevði uppgåvuna at fara í
måtstødumannin.
Tað verður sagt úr Aar-
hus, at Oli Johannesen var
Lesið eisini ítróttin
á internetinum
www.sosialurin.fo
væl vid bæði á jørdini og i
uftspælinum, og tað verður
mett ikki so lítið sannlíkt,
at tvøråmadurin longu er
við at vinna sær fast pláss á
iðnum:
- Ferðin var góð, og tað
kendist sum í onkrum
andsdystum. Teir spældu í
Óli Johannesen spælir
í dag sín landsdyst
nummar 40
síðurnar og sendu so langar
og høgar bóltar innfyri, so
tað minti ikki so lítið um
dystin móti Skotlandi, held-
ur Oli Johannesen
Tvær ferðir burturfrá
I kveld verður óli Johanne-
sen fyri 40. ferð á lands-
liðnum. og hetta er fyrsti
landsdysturin, síðani hann
gjørdist fulltíðar yrkisspæl
ari. Oli var fyrstu ferð á
landsliðnum í venjingar-
dystinum á Svangaskarði
móti Ísrael 5. august 1992
Ta ferðina varð hann skiftur
inn, men síðani hevur hann
so at siga hverja ferð verið
við allar 90 minuttirnar
Undantøkini eru tvey. Fyrru
ferðina var í San Marino á
heysti í 1995. tá óli
Johannesen undir venjing í
San Marino fekk ein heila
skjálvta og tískil ikki kundi
vera við, og hin ferðin var í
Estlandi fyri einum ári síð-
ani, tå hann var uppukin av
provtøku
— Tað hevur verið spenn
andi og avbjóðandi at spæla
á landsliðnum, og hugurin
er framvegis góður at um
boða Føroyar. Tibetur tykist
tað ikki at vera nakar trup-
ulleiki at fáa frí til lands-
liðsuppgávur, so verður
heilsan og venjarin fram
vegis fer at vísa mær álit,
so voni eg at spæla á lands-
liðnum nakað afturat, sigur
Oli Johannesen, sum man
kenna okt sjálvsálit eftir at
venjarin Peter Rudbæk,
longu hevur víst honum álit
og aftaná sigurin móti FCK
gav til kennar, at hann var
nøgdur við avrikið hjá før-
oyska landsliðsmanninum
jh
Allan ætlar sær ikki at leypa framav
Fótbóltur: Føroyski landsliðs-
venjarin minnir á, at føroyingar fram-
vegis skulu minnast til, at tað eru
hinir, sum eru teir stóru, meðan før-
oyingarnir eru teir smáu
Allan Simonsen, landsliðs-
venjari, ætlar sær at vinna,
hvørja ferð hann savnar sin-
ar spælarar saman at fyri-
reika seg til eina nyggja
uppgåvu, og soleidis er tad
eisini hesa ferð.
— Málið við hesum dyst-
inum er at vinna fyrst í sep-
tember, tá Estland og Litava
koma at vitja. Tá verður tað,
at stig fara at standa uppá
spæl í EM undankapping-
ini, men hetta merkir sjálv-
andi ikki, at vit ikki vilja
vinna á íslendingum. Vit
hava tvær tær sístu ferðirnar
verið tætt við, og serliga fyri
tveimum árum síðani
mundu vit fingið javnleik.
Allan Simonsen plagar at
siga, at um føroyskur fót-
bóltur skal røkka góður úrs-
litum í altjóða hopi, so er
tað so sera týdningarmikið,
at man veit fyritreytirnar:
— Vit eru teir minnu hesa
ferð, og tað fara vit eisini at
verða, tá Estland og Litava
koma henda vegin. Fara vit
sjálvir at halda, at nú eru
tað vit, sum skulu út og
stýra dystinum og at spælið
skal ganga fyri seg eftir
okkara treytum, so er tað
lívshættisligt, sigur venjar-
in, sum undirstrikar týdn-
ingin av, at liðið er væl skip-
að alla staðni á vellinum og
alla tíðina.
— Urslitini visa, at íslend-
ingar hava tikið seg nógv
fram í europeiskum fótbólti.
Teir hava fingið góð úrslit
móti fronsku heimsmeist-
arunum og Russlandi, og
tað átti at verið nóg mikið
at sagt okkum, hverja mót-
støðu vit fáa í kvøld, men
teir flestu av okkara spæl-
arum hava drúgvar royndir
móti stórum fótbóltstjóðum,
so nú fáa vit at síggja, sigur
venjarin, sum fer at seta lið-
ið so tætt upp at útgangs-
støduni í EM undankapp-
ingardystunum, sum tað ber
til.
Landsliðsvenjarin er tann
einasti í føroyska hópinum,
sum áður hevur vunnið móti
Íslandi. Tað hevur hann
gjørt fleiri ferðir sum dansk-
ur landsliðsspælari, m.a. 3.
juli i 1972, tå Danmark í
Reykjavik vann 5-2 å Is-
landi. Hetta var fyrsta ferð-
in, at Allan Simonsen var á
landsliðnum, og hann skor-
aði tvey av málunur...
jh
Allan Simonsen,
landsliðsvenjari