mikudagur 18. august 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
tidindabladid
Fíggjarmálaráðharrin fegnast:
Radgevandi nevndin
er nøgd vid gongdina |
— Tað man vera fyrstu ferð i søguni, at ráðgevandi nevndin sigur, at búskapurin
er å rættari leid, og at føroyskir politikarar hava vist vilja til at halda aftur, sig-
ur Karsten Hansen fíggjarmálaráðharri, til viðmerkingarnar hjá Arne Larsen,
formanni í Ráðgevandi nevdini hjá forsætismálaráðnum
SVEINUR TRÓNDARSON
Hjá fólkið, sum ikki dagliga
tekst við slík stórmál, sum
samfelagsbúskap kann tað
tykjast ikki sort ørkymlandi.
Onkur »frødingur« heldur,
at tåttast skal i, og annar
heldur, at enn er eingin ors-
ok til tað
Í fjør var formaðurin í
í ndi nevndini hjá
sætismálaráðnum í SvF
"geði, at tað var pláss fyr
ækkingum, ti búskap-
var í so stórari fram-
gongd, men bert gott og væl
t hålvt år seinni stendur
sami madur fram vid døpr-
um spádómum um føroyska
buskapin i ti liki hann er i i
Cc
aar
So I
men
ið er lætt at fata um
gi maðurin ikki veit
hvat tað er sum vendur upp
og hvat vendir niður
Neyðugt at tátta í
Fyri stuttum varð dúgliga
kjakast í fjølmiðlunum um
hvert tað var neyðugt at
átta í ella ikki. Eins og pol-
tísku flokkarnir eru ymiskir
máli um hetta, so eru bú-
rfrødingarnir tað eis
Men felags nidurstødan
politikararnir
skuldu vera sera ansnir ti
teirr
Var, at
alt samfelagið
koilvelta.
Seinastu vikuna hevur
Ráðgevandi nevndin verið
á vitjan í Føroyum fyri at
finna út av hvussu foroyski
búskapurin hevur tað, og nú
hon fer avstað aftur er nið-
urstødan, at búskapurin
hevur tað gott. Hann kundi
havt tað betri, men kortini
hevur hann tað gott.
Ei dáni i, at Karsten er
smílandi í hesum døgum,
tá sjálvt Ráðgevandi
neyndin gevur góðan
karakter
Og tað, sum kanska fær
føroyskar politikarar at spíla
oyruni eyka nógv er, at ráð-
gevandi nevndin rósar teim-
um fyri at vísa vilja at halda
tørn við útreiðslunum ...
- Eg haldi tað er fyrstu
ferð í søguni, at ráðgevandi
nevndin sigur sovorðið, sig-
ur ein fegin fíggjarmálaráð-
harri við Sostalin.
Studningsskipaninar
avtakast
Hóast Ráðgevandi nevndin
heldur at føroyski búskap-
urin eftir øllum at dóma er
á rættari leið, so slepst kort-
ini ikki undan viðmerking-
um.
Millum annað vísir
nevndin á, at best hevði ver-
ið um allar studningsskip-
anir vórðu tiknar av. Skip-
aninar avlaga búskapin, og
hesum er Karsten Hansen
samdur við teimum í. Men
tað verður ikki latin so
nógvur studningur longur.
— I tvey år hava staðið 40
mió. á fíggjarlógini, og tað
er ikki ein króna latin av
teimum, so tær milliónirnar
eru farnar aftur í landskass-
an. Í tí førinum kann spurn-
artekin setast vid, hvussu
nógvur studningur verður
latin.
Men hvussu við landbún-
aðinum. Har verður bæði
latin mjólkastudningur og
kjøtstudningur. Er eisini
rætt at taka tann studningin
2
a
— I tí førinum er best at
steðga eitt lítið sindur á, tí
tá raka vit útjaðaran so øgi-
liga hart. Og tá er spurning-
urin hvussu nógv er vunnið,
sigur Karsten Hansen.
Um vit taka New Zealand
sum dómi, so tóku teir av-
leiðingarnar av ov nógvum
studningsskipanum og strik-
aðu allan studning. Er tað
kanska ein gongd leið?
- Eg loyvi mær at ivast í
hvussu nógv er tikið av hjá
teimum. Eg meini vit kunnu
keypa teirra kjøt her fyri
umleið 25 krónur kilo, og
tá vit hugsa um flutnings-
kostnaðin, so dugi eg illa at
hugsa mær, at teir ongan
studning lata landbúnaðin-
um.
Mvg-skipanin
fær aftur toyggi
Fyri nakað nógvum árum
síðani var Mvg skipan sett í
gildi í Føroyum. Neyvan
vóru øll líka fegin um hana
og tað er synd at siga, at tað
er vorðið betri við tíðini.
Ein av orsøkunum til
hetta er, at skipanin er út-
hola við undantøkum, sum
gera at nógvar fyritøkur
heilt sleppa undan mvg.
Eisini hetta vísti Ráðgev-
andi nevndin á sum ein
trupulleika, og eisini her er
Karsten Hansen samdur við
teimum.
— Skipanin hevur ymsar
NR. 154 - 18. AUGUST 1999
Foroyski búskapurin er á rættari leið, men nakrar broyt-
PN
ingar eiga at vera gjørdar, halda Arne Larsen og hinir i
Ráðgevandi nevndini, sum annars rósa føroyskum polit-
ikarum fyri at visa vilja til at ansa eftir at útreiðslurnar
ikki gerast ov høgar
vansar, men teimum fara vit
at hyggja at. Nú hevur skip-
anin virka í nøkur ár og
seinni í hesum mánaðinum
fara vit at skipa fyri tema-
degi um júst mvg-skipan-
ina. Tá fara umsitingin og
vinnulívið í felag at viðgera
skipanina og tey lýti, sum
skipanin hevur við møgu-
ligum broytingum fyri
eyga, sigur Karsten Hansen.
Fylgja við gongdini
Tí er tað kanska rættiliga
sjálvsagt, at landsstýrismað-
urin við fíggjarmálum í hes-
um døgum gongur við ein-
um stórum smíli um and-
litið. Víst hevði Ráðgevandi
nevndin peikifingurin á
loftið, og víst er endaliga
frágreiðingin ikki komin
enn, men peikifingurin vísir
á oki, sum landsstýrið sjålvt
er farið eftir áðrenn nevndin
kom.
Og harafturat kemur so
herðaklappið sum sigur, at
føroysku politikararnir hava
vist ein vilja til at tåtta i,
soleiðis at útreiðslurnar ikki
eru farnar berserkagongd.
— Vit fylgja við gongdini
alla tíðina, og eru til reiðar
at seta tiltøk í verk um neyð-
ugt, hevur Karsten Hansen
sagt, og tað heldur hann fast
við, men samstundis setur
hann spurnartekin við um
tað gerst neyðugt.
— Nýggja pensjónsskipan-
in kemur áðrenn ov langt er
fráliðið, og hóast hon ikki
er ætlað sum eitt beinleiðis
»tiltak«, so kemur hon at
virka sum eitt, sigur Karsten
Hansen.
— Og saman við broyting-
unum í eitt nú mvg-skip-
anini og í rentufrádráttinum,
so kemur alt samalt at
steðga ferðini á búskapin-
um, sigur Karsten Hansen
at enda
Rentufrádrátturin á veg í søguna
Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, setur spurnartekin við hvussu rætt tað er at landskassin letur
stuðul í sambandi við keyp og sólu av sethúsum. Samstundis setur hann spurnartekin við hvor tað er, sum fær gagn
av peninginum
SVEINUR TRÓNDARSON
Nú Ráðgevandi nevndin
hevur verið í Føroyum og
kannað føroyska búskapin,
so hevur hon fest seg við
nøkur viðurskifti. Eitt oki,
sum nevndin peikar á er
rentustuðulsskipanin, ella
sum tað varð kallað fyrr -
rentufrádrátturin.
Ráðgevandi nevndin hev-
ur gjørt landsstyrismannin
varugan við, at tað er teirra
meting at henda skipanin
ikki er sunn fyri føroyska
samfelagið
Og sambært landsstýris-
manninum við fíggjarmál-
um, so eru broytingar á veg
við hesi skipan. So stórar
broytingar, at vit kunnu
vænta, at skipanin (er í søØg-
ina, øll sum hon er.
Eg haldi at vit eiga at
seta spurnartekin vid hvør
tað er sum fær gagn av skip-
anini, sigur Karsten Han-
sen, landsstýrismaður.
Sum skipanin virkar í løt-
uni, so rokna fólk við hesum
tá tey fara út at keypa hús,
og av tí sama gerast húsini
í nakað væl dýrari, vísir
Karsten Hansen á.
— Tí kunnu vit siga, at tað
er seljarin og ikki keyparin,
sum upprunaliga ætlað, sum
fær gang av rentustudning-
inum, sigur Karsten Hansen
Ovist hvussu broyt-
ingarnar vera framdar
— Vit hava eitt uppskot til
broytingar í rentustudnings-
skipanini liggjandi, men tað
er ikki politiskt vidgjørt, og
tí ber ikki til at siga nakað
um hvussu farið verður
fram, sigur Karsten Hansen.
Ovist er, hvussu tað verður við rentustudninginum í
framtíðini. Sambært Karsteni Hansen er væl hugsandi at
hann verður avtikin við tíðini. — Eg haldi ikki at tað eru
tey róttu, sum fáa gagn av honum, sigur hann
Men er endamálið at taka
skipanina av?
— Tað er eitt sindur torført
at siga í løtuni, men tað er
hugsandi. Tað verður ikki
gjørt í einum, tað sigur seg
sjálvt. Vit mugu gera tað
yvir eitt tíðarskeið. Rentu-
stuðulin er minkaður úr 48
niður í 40 prosent, tí er
hugsandi, at tað verður gjørt
á sama hátt, ella líknandi,
sigur Karsten Hansen,
landsstýrismaður við fíggj-
armálum.
Nógvir pengar
upp á spæl
Hóast vit enn einki vita um
hvussu møguligu broyting-
arnar koma at síggja út, so
er greitt, at broytingarnar
uttan iva koma at hava stóra
ávirkan á húsarhaldsbú-
skapin.
Um vit siga, at lánið er
upp á góða millión, so verð-
ur rentan av hesum lánum
um 70 túsund krónur. Í løt-
uni er rentustuðulin 28 tús-
und krónur og hann fellur
tá burtur.
Tað merkir í stuttum, at
fellur skatturin ikki sam-
svarandi, so er burturfallið
av rentufrádráttinum at
sammeta við eina skatta-
hækking, sum ikki er so lít-
il, hóast hon verður gjørd
yvir eitt tíðarskeið.
Og hevur Ráðgevandi
nevndin búskapin í hug-
anum, so er eingin ivi um,
at ein slík útreiðslugking hjá
húsarhaldunum eisini merk-
ist í samfelagsbúskapinum.