Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 154 - 18. AUGUST 1999 tíðindablaðið = Gerandisdagar vid Ipkiss Bólkurin Ipkiss úr Eysturoynni hevur givið út flógu við 10 løttum og vælljómandi poppløgum. Ipkiss og sangar- innan Siri Hansen hava leikt í 3 ár og m.a verið við til Prix Føroyar og eru á savnsfløguni Rock í Fóroyum 2, men nú er ein fløga við bólkinum sjálvum komin og hon nevnist Every Day DAGFINN OLSEN Friggjadagin var litil kon- sert í hølunum hjá Tutl í Gongini í Havn. Ipkiss við Siri Hansen á odda leikti løg av nýggju fløguni Every Day, ið kom út henda dag. Ipkiss er ikki ókendur bólkur. Bólkurin hevur leikt í 3 ár og kom í finaluna í Prix Føroyar kappingini í 1997 og var við á savns- fløguni Rock i Føroyum 2. Ténleikurin å nyggju fløguni er poppur og løgini minna um høvudsråkid i poppinum, sum er frammi í løtuni. Bólkurin metur sjálvur, at stílurin hjá Siri kann sammetast við Madonnu og Kylie Minougue. Tey, ið manna Ipkiss eru Siri Hansen, sang, Eyðun Larsen, keyboard, Andras Toftegaard, guitar, Hugo Leo, bass og Johnny Djur- huus, trummur. Eyðun Larsen hevur skrivað øll lógini á fløguni, uttan eitt, ið Hugo Leo hevur skrivað. Bólkurin hevur í felag lagt til rættis og Siri hevur skrivað tekst- irnar, ið eru á enskum, sum allar frágreiðingar á húsa- num annars. Heitini á løg- unum eru stutt og greið og lógini snúgva seg um ger- andislív, góðar dagar, súr- ligar dagar, kærleika og kærleiksorg. Every Day er upptikin í West River Recording í Havn og Regin Toftegaard hevur tíkið upp og ljóð- blandað. Tutl gevur út fløg- una Every Day hjá Ipkiss. Tey, ið manna bólkin Ipkiss, halda, at stílurin hjá Siri kann sammetast við Madonnu og Kylie Minougue nýggjum føroyskum ar- beiðsmarknaðarpolitikki: 1. Fyri tað fyrsta er út- gangsstødid ein afturvising av liberalistisku filosofiini, at tær fríu marknaðarkreft- irnar, loystar år øllum teym- um, loysa allar trupulleikar. Ongastadni sum å arbeids- marknaðinum elvir hetta til sostalt barbari. 2. Í øðrum lagi halda vit fast við, at eisini slíkur ar- beiðsskapandi politikkur er neyðugur, har felags- skapurin, sum t.d. arbeiðar- afeløg, fakfeløg, bygdin ella kommunan, skal kunna fara undir vinnulig tiltøk, serliga har tað krevst av menning- arligum og landspartaligum grundum. 3. Í triða lagi er tað sam- haldsfesti í arbeiðsloysis- politikkinum, har vit halda fast við ta samhaldsføstu inn- og útgjaldsskipanina, mótvegis teim røddum, sum aftur nú eru frammi um at broyta hetta til at útgjaldið skal verða sett í mun til inn- gjaldið. - Vit halda eisini at tað er skilagott at taka undir við uppskotinum frá fakfeløgu- num um at hækka útgjald- ið til 90%, kanska sam- stundis sum tíðin inni í skip- anini verður stytt um so er at útbúgvingar- ella arbeiðs- tilboð kunnu ávísast. Mót- vegis afturhaldsfordómu- num um dovinskap og á- byrgdarloysi, so vísa kann- ingar, at ein høgur dagpen- gasatsur júst fremur trygg- leika, mobilitet og fleksibi- litet á arbeiðsmarknaðinum: fólk fara ikki at kenna seg so stavnsbundin, tey fara at tora betur at royna nakað nýtt - júst hetta verður mett sum ein ógviliga positivur kappingarparametur. Í hesum sambandi vendir Javnaðarflokkurin sær ímóti ætlanunum hjá lands- stýrinum at klóra eftir ognunum hjá ALS til onnur útreiðslukreyjandi enda- mál, sum nú fólkatrygging- argrunn og barnsburðar- grunn, hóast landsstýrisins egnu kassar eru rokaðir. ALS hevur enn tørv á at styrkja seg uppaftur meir fyri at klára bakkøst, sum kunnu koma. Og haraftrat hevur ALS tørv á at styrkja sína uppgávu sum arbeiðs- åvisingarstovnur, sum ein lyklastovnur á arbeiðs- marknaðinum, bæði til at fáa bilbukt við tí enn alt ov høga arbeiðsloysinum, og til at skapa og formidla tann neyðuga og støðugt veks- andi tørvin á fleksibiliteti á arbeiðsmarknaðinum. Henda uppgávan krevur nógv meiri ressursir enn í dag eru tøkar. Ikki minst tí at arbeiðsmarknaðurin i hesum tydningi skal upp- fatast víðari, har tann inn- lendski føroyski arbeiðs- marknaðurin verður ein int- egreraður partur av einum víðum norðuratlantiskum arbeiðsmarknaði. 4. Í fjórða lagi er tað aktivering av teimum sum gerast sosialur útjað- ari ella vera hótt við at verða útblakað, kasserað: Samstundis sum arbeiðs- loysið er nógv minkað, er tað blivið meir og meir dominerað av traditionell- um bólkum, t. d. millum kvinnur, ung, ófaklærd og tey við óregliligum tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Og tann parturin, sum fær stuð- ul frá Forsorgarskipanini, gerst ein alt stórri partur. Vit kunnu fáa óheppið langtíð- ararbeiðsloysi burturúr. 5. Í fimta lagi skulu vit seta nøkur familju- og javnstødupolitisk arbeids- marknaðarmál: - Sum eitt andstøduupp- skot fingu vit í vár samtykt Barnsburðarfarloyvisskip- anina - nú vantar at fáa grunnin settan á stovn. Hetta er fráboðað í løg- mansrøduni, men fer tað at ganga ov trekt, koyra vit undir málið. - Atroðkandi er at økja barnaansingarskipanir, so atgongdin til arbeiðsmarkn- aðin ikki verður darvað av tí. - Vit mugu fáa í lag aðrar farloyvisskipanir at gagna smábarnafamiljunum, m.a. so at menn eins og kvinnur kunnu fáa farloyvi við lut- vísum dagpengaendur- gjaldi, fyri t.d. í ávísum tíð- arskeiði at kunna fara niður í arbeiðstíð. - Í hesum sambandi mugu eisini skapast betri møgu- leikar fyri hálvdags- og parttíðararbeiði, eins og fyri “jobrotatións"-skipanum. - Vit mugu beina mismunin burtur, so at timalønt for- eldur fåa sama rætt sum fastlønt at verða heima hjá sjúkum børnum åvist daga- tal um árið. - Vit skulu broyta sjúka- dagpeningalógina, so at timalønt verða javnstillað við fastlønt, nú hesi við sátt- málasemjuni fingu lyfti um avtøku av karensdøgunum. - Vit mugu skapa møguleik- ar fyri "fjar-arbeidi” við kunningartøknini, so at fólk sum hava serligan tørv á ti, kunna arbeiða heima við hús. - Sum heild er neyðugt at endurskoða treytirnar hjá smábarnafamiljunum á ar- beiðsmarknaðinum. 6. Í sætta lagi koma Ar- beiðsmarknaðarútbúgv- ingar: Nógv tann týdning- armesti tátturin nú og kom- andi er útbúgving av ar- beiðsmegini. T.v.s. arbeiðs- marknaðarútbúgvingar sum vaksnamannaútbúgving- ar av styttri og longri slag, fyri tey sum longu eru á ar- beiðsmarknaðinum, men sum onga ella lítla førleik- agevandi útbúgving hava fingið. Hetta er ikki skeið, sum vanliga eru ógviliga avmarkaði bæði í evni og tíð - men útbúgvingar, sum geva fólki ein førleika, íð kann brúkast út um ta ávísa virkið og heimstaðin. Øll onnur lond rundan um okkum hava fyri nógvum harrans árum síðani tikið til eftirtektar, at ein víðgang- andi satsing uppá arbeiðs- marknaðarútbúgvingar er so nógv ta týdningarmesta arbeiðsmarknaðarpolitiska tiltakið. Men so er ikki í Føroyum. Her finst yvir- høvur ongin arbeiðsmarkn- aðarútbúgving. Bert nøkur skeið her og der, sum onki hava við útbúgvingar at gera. Mótvegis flestu granna- londum okkara hava vit eitt stórt tal av fólki, sum yvir- høvur onga førleikagevandi útbúgving hava. Tað mest skriggjandi høpisleysa er stødan í okkara grundleggj- andi og altavgerandi høv- uðsvinnu, t.d. at fyri alt ta ófaklærda fólki í fiskaídn- aðinum og í havbúnaðar- vinnuni, finnast ongi út- búgvingartilboð, nóg illa okkurt hissini skeið. 7. Í sjeynda lagi er tað Eftirútbúgvingarskipanir: Líka so týdningarmikið er at fáa vidurkent í gøllum vinnum, á øllum fakøkjum, at støðug skipan við reglu- ligum eftirútbúgvingartil- boðum er ein neyðug fyri- treyt fyri at arbeiðsmegin skal ikki bert varðveita, men eisini menna sín fak- liga førleika. Hetta er ein tåttur, sum næstan ikki finn- ast avtalur um nakrastaðni á arbeiðsmarknaði okkara. Hvussu stórir eftirbátar vit eru viðvíkjandi útbúgv- ingar og eftinitbugvingartil- boðum til arbeiðsfólk, kann lýsast við at nevna at tað eru heili 90% av øllum donskum fyritøkum, sum gjógum eina almenna út- búgvingarskipan fyri tað vaksnu = arbeiðsstyrkina bjóða arbeiðsfólki teirra eft- irútbúgving. Í 1996 luttók- u soleiðis umleið 1,3 mió. fólk í vaksnamanna- og eft- irútbúgvingum.. Tað hevði svarað til eini 11.000 fólk í Fóroyum!!! 8. Í áttandi lagi snýr tað seg um at eggja arbeiðs- gevarar at satsa uppá út- búgving av arbeiðsfólki- num: Fyri at skunda undir vilja arbeiðsgevaranna at brúka pening uppá útbúgv- ing av arbeiðsfólkinum eig- ur man seta tiltøk í verk, íð geva slíkum arbeiðsgevar- um ymiskar fyrimunir, tað kundi verið skattligar fyr- imunir ella aðrar. 9. Í níggjunda lagi snýr tað seg um at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum koma undir nútímans fyr- iskipanir, sum langt síðani eru kravdar av tøkniligu og fyriskipanarligu menning- ini, og langt síðani eru sett- ar í verk í øllum granna- løndunum. Hetta er fyrst og fremst arbeiðsumhvervislógin. sum landsstýrið nú lovar at fara í holt við. Her fara vit eisini at koyra undir, hendir onki í bræði. Og tað er onnur nýgg lóggáva, sum skal styrkja stødu arbeiðsfólksins á ar- beiðsmarknaðinum. M.a. lógaruppskot, sum áður eru sett fram av Verkamanna- fylkingini, t.d. - um støðu løntakaranna í smb. við avhending av virkjum — um skyldu arbeiðsgev- ara at boða løntakararum frå um setanartreytir teirra - um skyldu arbeidsgev- ara at boða frá í samband við hópuppsagnir Vit eiga at stuðla tiltøk- um, íð styrkja tann aktiva leiklutin hjá løntakarunum á arbeiðsmarknaðinum. M. a. tí stuðla vit fakrørsluni í andstøðu hennara móti at lata seg tvangsbinda við høvudsavtalum og ar- beiðsrætti. Sum heild eiga vit í øll- um arbeiðsmarknaðarpolit- iskum málum at stremba eftir at økja tann aktiva leik- lutin hjå pørtunum å ar- beidsmarknadinum. Ti er tað so upplagt, at Løgtingið rættar sítt misbrot móti fel- øgunum og móti sínum egna lóggávumyndugleika. við skjótast gjørligt at seta lógina um Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin i gildi. Endi: Tað mesta av ti, sum her er nevnt, áttu allir flokkar at kunna gingið inn fyri. Tískil áttu allir hesir tættir at verið tiknir upp í eini semju millum andstøðu og samgongu um ein víð- fevnandi arbeiðsmarknað- arpolitiskan reform. Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður