mikudagur 18. august 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
NR. 154 - 18. AUGUST 1999
Politisk viðmerking:
Ein arbeiðsmarknaðurpolit-
iskur reformur er alneyðugur!
Landsstýrisins politikkur
fyri komandi ár varð lagdur
fram herfyri. Henda frá
OKLV
STEK ans til
rið var ikki sort ætl
og vidfevnandi. Tí
3
SK var tað so
søkuti
mikið meira
egis landsstýrinum
aðarflokkurin
r heildarfatandi
wpolttisk
i ein av okk
arbeiðið
ry : r 1 143!
komandi old
Hvat er endamálið við
e um arbeiðsmarknaðar-
inu lýsa hetta ut trá
tveimum sera ymiskum
sjónarhornum
in tað borgarliga
3, at endamálið
innulivinum
wbeiðsmegi í neyðugum
og í neyðugum standi
* hinvegin javnaðarsjónar
ið: at endamálið er at
skipa arbeiðslívið og ar
durskiftini so, at tað
ligu stóðu
rð løntak
Vi um arbeiðið sum eitt
tað mest grundleggjandi
samfelagsliga virksemið.
Eftir hesum er arbeiði ikki
bert er ein grundleggjandi
rættur til at forvinna til lívs-
ins uppihald, men eisini ein
tilverufyritreyt fyri tað sos-
tala menniskja
Fyrst nøkur styrkis- og
veikleikaeyðkenni við før-
oyska arbeiðsmarknaðinum
Aður heyði arbeiðsmarkn-
arpolitikkurin sum av-
gjørt høvudsmål at studla
royndunum at útvega fólki
arbeiðspláss allastaðni um
landið. Lítið annað bleiv tað
til. Og illa rukku eyguni út-
im eingjargarðar. Vit vildu
klára okkum við okkara
egna arbeiðsmarknað, innan
fyri okkara egna landamark.
Kreppan og húsagangurin
fyrst í 90-unum avdúkaði,
at hetta var ikki so skilagott.
Men í allari neyðuni lærdu
so føroyingar aftur at taka
upp gamlar siðir, at leita sær
arbeiði á útlendskum ar-
beiðsmarknaðum. Tað
hendi tó ofta undir kaotisk-
um og óskipaðum viður-
skiftum. Høvdu vit heldur
frammanundan lagt stórri
dent á, at tann innlendski
føroyski arbeiðsmarknaður-
in einsamallur er ov trongur
og ov lítil, og at vit hava
fyri neyðuni at hava góðar
møguleikar at koma inn á
stórri útlendskar arbeiðs
marknaðir, so heyði van
lukkan kanska íkki verið
fult so stór sum hon veru-
liga gjørdist. Øvugt vita vit
nu, at góð atgongd til út
"ndskar arbeiðsmarknaðir
er ein av term bestu mátu
nur at viðlíkahalda og
støðugt hækka førleikastig
ið í teirri føroysku arbeiðs-
styrkini.
Kreppan noyddi føroyska
arbeiðsmegi at leita sær
víða út um landoddarnar
eftir livibreyði. Og tað vísti
seg, at føroyska arbeiðs-
megin hevði nakrar egin-
leikar við sær heimanífrá,
sum gjørdi at hon kláraði
seg framúr væl. Hesir høv-
uðseginleikar vóru tann
stóri traditionelli mobilitet-
urin, lættleikin til at flyta
seg hagar sum møguleikar-
nir vóru bestir. Og tann fak-
ligi og arbeiðsligi fleksibil-
iteturin, lættleikin at fara
um fakmørk, evnini til Klåra
fjøltåttadar heildaruppgåv-
ur, sum krevja kunnleika ur
fleiri arbeidsøkjum. Við
hesum eginleikum visti før-
oysk arbeiðsmegi seg veru-
liga at hava kappingarfyri-
munir samanborið við
starvsfelagar úr ødrum
londum vid stivum skipa-
num og læstum fak-
mørkum.
Hesa serligu styrkina
vid føroysku arbeidsmegini,
mobiliteturin, tvs. tann lætt-
ligi flytleikin, og fleksibili-
teturin, at arbeidsevnini eru
so vidfevnandi og fjøltåttad,
mugu vit ikki forkoma vid
skipanum og reglum, sum
eintátta og binda arbeiðs-
megina innanfyri garðarnar,
men heldur økja um møgu-
leikarnar at víðka virkis-
økið hjá føroysku arbeiðs-
megini, við at økja og betri
um kunnleikan um og at-
gongdina til arbeiðsmarkn-
aðirnaðirnar í grannalond-
unum
Hinvegin er tann størsti
veikleikin, at tað er lítið og
onki samband millum ar-
beiðsmarknaðin og ta før-
oysku útbúgvingarskipan-
ina. Utbúgvingarskipanin
fokuserar fullkomiliga á
barna- og ungdómsútbúgv-
ingar. Eg dugi td. ikki at
síggja nakað skil í teirri
veldugi árligi útspræningini
av ungdómi við handils-
skúlaprógvi. Til tað vaksnu
arbeiðsmegini er onki til-
boð, hon má sigla sín egna
sjógv. Onkur hissini skeids-
tilboð eru. Og okkurt und-
antak sum t.d. royndirnar
hjá fakfeløgunum sjálvum
gjógnum Upplýsingafelags-
skap Verkamanna. Hetta ar-
beiði átti at verið stuðlað
nógv dyggiligari, men í hes-
um sambandi røkkur tað als
ikki til. Hendir onki álvar-
sligt, fer hetta at skapa trup-
ulleikar í framtíðini, tí onn-
ur lond leggja høvudså-
herðsluna á arbeiðsmarkn-
aðar- og eftirútbúgvingar
sum ein aðaltátt í teirra ar-
beiðsmarknaðarpolitikki, til
tess at styrkja altjóða kapp-
ingarfóri hjá vinnulívi
teirra.
Ti er á hesum oki neyð-
ugt við einum reformi,
einum skifti í okkara út-
búgvingarpolitikki, sum
kann snara ta einoygdu fok-
useringina uppá barna- og
ungdómsútbúgvingar til eis-
ini at fevna um útbúgving-
arskipanir fyri tað vaksna
fólki, sum longu er á ar-
beiðsmarknaðinum. Til tess
er neyðugt við ávísum til-
tókum:
* í fyrsta lagi at gera eina
skipan við arbeiðsmarknað-
arútbúgvingum
* í øðrum lagi at fáa í lag
Hans Pauli Strøm, lógtingsmaður leggur upp til semju
millum andstóðu og samgongu um ein vidfevnandi ar-
beidsmarknadarpolitiskan reform
farloyvisskipanir til útbúgv-
ing og avtalur um lønari-
skoyti til tess at eggja vaks-
num til útbúgving og eftir-
útbúgving
* í triðja lagi tiltøk við
skattligum ella øðrum fíggj-
arligum fyrimunum til fyri-
tókur fO brúka orku uppá
útbúgving og eftirútbúgving
av teirra arbeiðsmegi.
Hvussu fara nøkur viður-
skifti at verða grundleggj-
andi broytt í einum fram-
tíðar arbeiðsmarknaði
Mad snýr seg um at tann
kunningartøkniliga menn-
ingin umbroytir arbeiðsupp-
gávur, mannagongdir og
fyriskipan
— Vit fara at fáa meiri de-
sentraliseraða arbeiðsfyri-
skipan, har myndugleiki og
ábyrgd í stórri mun verða
útdelegerað til starvsfólkið
— Vit fara at fáa desentral-
iseradar arbeiðsuppgávur íð
krevja breiða heildarfatandi
kompetansu hjá starvsfólk-
unum og lægri mørk millum
tey ymisku fakini.
— Vit fara at fáa nógv okt
krøv til útbúgving, eisini
sum krøv til lívslanga út-
búgving og eina støðuga
eftirútbúgving
— Vit fara at fáa eina upp-
aftur stórri altjóðagering av
króvum og standardum
— Og tað fer at verða lagd-
ur uppaftur stórri dentur á
viljan og evnini til at flyta
millum faklig og geografisk
øki.
Vit hava enn bert sæd
byrjanina, men tad fer at
økjast enn meir, hvussu tann
tøkniliga menningin fremur
automatisering av hand-
aligum arbeidsprosessum,
eina støduga produktivitets-
øking, betri kappingarføri
og størri vøkstur å teim
kunningartøkniligu ar-
beidsøkjunum. Av øllum
hesum verður ein avleiðing-
in, at ein lutfalsliga mink-
andi partur av arbeiðsmeg-
ini fer at starvast í traditio-
nellum framleidsluvinnum,
stødugt fleiri koma at star
ast í tænastuvinnum og har
serliga á kunningartøkni-
ligum arbeidsøkjum.
— Av hesum stendst ein
alstórur vandi fyri margin-
alisering ella sosialari út-
blaking so at siga: í vanda
verða fólk uttan útbúgving
eila sum á annan hátt ikki
evna at uppfylla tey nógv
harðari førleikakrøvini ella
sum onkursvegna ikki klára
at fylgja við - nógv kunnu
tí enda sum útjaðarabólkar
uttan fyri tann aktiva ar-
beiðsmarknaðin.
- Ikki minst fyri hesar út-
jaðarbólkar eru tí aktiver-
ingsskipanir við útbúgv-
ingar- og arbeidstilbodum
av strategiskum tydningi.
Men Javnaðarflokkurin vil
ikki ganga vid til, at akti-
verings-, útbúgvingar og ar-
beidstilbod verda tvangstil-
bod, verda tvungin treyt so
sum landsstýrið hevur verið
inni á.
Sum eitt uppskot skal eg
nú peika á nakrar tættir,
sum eiga at verða í einum
Greinin endar
á næstu síðu