Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 154 - 18. AUGUST 1999 Eli Jensen, formaður í fyri- skipingarnevndini á Hellu- num, var til høvid farin i teinutan klædning. Hann bjóðaði eftir kåtu byrjanina, øllum at vera vælkomnum, og ein serlig tøkk var sjålv- andi til teir mongu gestirnar, ið høvdu 10 faldað fólka- talið í bygdini, eina lotu. Hallbjørg Hansen, borg- arstjóri í Fuglafirði, og har- við eisini politiskur odda- fiskur á Hellunum, var í før- oyskum klæðum, fødingar- dagin. Gjøgnum tráleysu mikrofonina ynskti hon hellufólki tillukku, og rósti teimum fyri tað stóra ar- beiði tey høvdu gjørt fyri at hava alt so snotuligt til hald- ið. Nú vit hava havt besta summar í mannaminni, helt hon tað liggja væl fyri at ímynda sær, hvussu romant- iskt tað hevði verið, tá ungu niðursetuhjúnini fyri 150 ár- um síðani, við nyfødingi undir arminum, fluttu í egin hús á Hellunum. — Havast skal kortini í huga, at Janus å Kinn og Rakul úr Vági byrjaðu á berum. Tey noyddust at velta uppúr nýggjum, og vildi Janus á flot, noyddist hann fyrst til gongu til Fugl- afjarðar: einsmallur bar ikki til at fara. Vit kunnu spyrja, hvussu unga konan, ið hev- ur verið nógv einsamøll í fjarskotnu bygdini, fekk tíð- ina at ganga. Orvað høvdu tey bæði næstan givið upp, tá tey høvdu verið einsamøll í bygdini í 10 ár, og annað húski umsíðir flutti til bygd- ar, segði borgarstjórin, ið gleddist um bókina um Hellurnar, ið ger nógv burt- urúr hesum bjartskygdu niðursetuhjúnum. Tey ungu eiga framtíðina I hesum utjadaradøgum, tekur politikari neyvan orð- ið, uttan at koma við onkr- um vónríkum og eggjandi orðum til bygdafólk: og Hallbjørg er ongin undan- støkkingur í hesum hopi. Hon vónaði, at virksemið á fjørðinum fór at økjast sum fráleið og geva enn fleiri hondum okkurt at tríva í. Við hesum sipadi hon óivað til alingina á Oyndarfirði. Ferðavinnan varð eisini nevnd í hesum sambandi. — Vaksandi ferðavinnan í oynni, fer vónandi eisini at vísa seg her um leiðir, so fólk kunnu fáa samsýning fyri sítt gestablídni, segði hon, og bjóða Kunningar- stovuna í Fuglafirði fram í hesi menningarætlan. Borgarstjórin á Hellu- num! var kanska hin mest ítókiligi rødarin undir øllum haldinum. Meðan ein slíkur 150 ára fødingardagur í av góðum grundum hevur lyndi at gerast afturlítandi, kom Hallbjørg Hansen við eini inniligari áheitan á unga ættarliðið. — Tað er upp til tykkum ungu at avgera, um bygdini skal vera lív lagað... Dúkurin fastur Tað vóru elsta og yngsta fólk á Hellunum, sum í fel- ag avdúkaðu listarverkið, ið Fuglafjarðar = Kommuna hevur latið Frits Johannesen gera bygdini. Anna Jensen er úr triðja ættarliði í bygd- ini, og verður níti fyrsta dagin. Yngsti maður eitur Eliesar Eið, og er í sætta ættarliði á Hellunum. Tey bæði royndu sum frægast at fáa listaverkið avdúkað, men tað vildi ikki rættiliga bera til, tí dúkurin var fastur. Tá avtornaði noyddist Elinbert Joensen úr Oyndarfirði upp á ským- liga bønhusloftid at smoykja dúkin av gjøgnum gluggan, og tå klappadi fjøldin; bæði fyri listaverki og smidliga oyndfirðingi- num. Kristnitrúgvin týdningarmikil Tað var Hallbjørg Hansen, borgarstjóri, ið vegna Fugl afjarðar Býráð, handaði bønhusnevndini listaverkið, ið er ein framskorin há- mynd úr betongi, sum í- myndar trý virkin fólk. Maður situr og rekjur línu, kvinna kemur niðanfrá lendingini, og annar maður kemur av heiði við leypi og skiftir orð við kvinnuna. Sum tað sømir seg for- manni í bønhusnevnd, spruttu hugleiðingar Sím- unar Hans Johannesen, úr Bíbliuni. Við kjølfestu í he- brearabrævinum, minti hann fólk á at hava Vegleið- aran, sum altíð er hin sami, í huga. Gamli útróðrarmað- urin gjørdi nógv burturúr, hvussu stóran tydning tíðindablaðið Stolti hóvundurin, Helena Samuelsen, legði fram bók um niðursetubygdina kristnitrúgvin hevði havt á Hellunum, sum miðskeiðis í øldini var útróðrarbygd burturav. Hann takkaði at enda Hallbjørg Hansen fyri rødu og listaverk, eins og listamaðurin, Frits Johann- esen varð róstur fyri stóra og vakra verkið >Trý eru nøkur« Listamaðurin sjálvur, segði, at íblásturin til minnisverkið um niðursetufólkini á Hell- unum var sprottin úr orðu- num >tey byggja land, ið liva<. Tey, ið settu búgv her á Hellunum í farnu old, livdu og bygdu land. Tey vóru fá, men at enda vóru tey kortini nøkur. Tað hevur verið strævið og eitt tógvið stríð at koma undan her á stað- num. Tey livdu av haga, boi og sjógvi, og tað eru hesi, ið eru avmyndaði á mynd- ini. Í listini er »eitt« bara eitt: tvey eru tvey; men trý eru nøkur, segði listamað- urin, og sipaði til tey trý á myndini, sum í óendaligum stríði royna at lívbjarga sær á Hellunum. Onkur kundi kanska hildið, at nú talan er um bønhus, átti myndevnið at veri bíbilskt. Jú, meira enn so. Men niðurseturfólkini á myndini hava havt kristin dómin við sær, í øllum leik um; og tískil er hetta eisini ein partir av kristnilívinum segði Frits Johannesen Hámyndin er stør, 3,8 metrar til longdar, góðar tveir breid og 17,5 senti- metrar djup. Kortini synist hon ikki ógvuslig, tí hon tykist at vera partur av stoypta bønhusvegginum Hon vigar 3 tons, og er stoypt á elementvirkinum Gjógv. í formi sum er gjørd ur á AWI í Runavík. Eftir røduna hjá Frits Jo- hannesen, spældi Fugla- fjarðar Hornorkestur >Einki er sum summarkveld...<, og hugnaløtan uttandurða endaði við, at tjóðsangurin varð sungin. Tvær bókaútgávur Tey umleið 500 fólkini fóru síðani eftir tørni í tjaldið at fáa sær ein kaffimunn. Und- ir kaffiborðhaldunum báð- Tað eru tit ungu, ið skulu gera av, um bygdini skal verða lív lagað, ljóðaði áheitan borgarstjórans um, sang Fuglafjarðar Manskór „Ur øllum ættum koma vinda< og >Dýrd á vík og vág<. Síðani fór ein stolt Helena Samuelsen, ið hevur skrivað bókin um niðurseturbygdina, Hellur nar, á pallin at leggja fram drúgva verkið, sum Fugla fjarðar Býráð gevur út. Eis ini varð eitt hefti við stað- arnøvnum í sóknini givið út Etlandi verður ein størri staðarnavnabók givin út sum frålidur Fuglafjarðar = Manskór endaði við sáminum til vårt sålargagn«, men hó ast sålmin, ið vanliga verður sungin undir jarðarferð, helt veitsluhaldið fram á Hellu num Jesus Kvøldseta og bál Tríggjar framsýningar lótu upp eftir kaffimunnin í tjaldinum. Justinus og Poula Eidesgaard lótu upp dyrnar í fyrstu húsunum á Hellunum, sum tey hava sett í stand og nú búgva í Millum nógv annað áhuga vert, stendur rokkurin hjá bygdarmóðurini Rakul, enn í roykstovuni Í pakkhúsinum vórðu ein ar 200 gamla myndir sýndar fram, og í húsunum undir Hæddini var eisini framsýn ing. Har vórðu 30 listaverk hjá 6 listamonnum við ætt arbondum í bygdini, fram Eftir náttverðan, sum eis ini var í tjaldinum, var skip að fyri drúgvari kvoldsetu við yrkjaranum og bohemi num, Peturin Jensen, og tónleikarunum Såmali Ravnsfjall og Karl Martini Samuelsen. Seinni kyndu hellufólk bál, og tá logar og neistar á miðnátt toygdu seg móti dimma summarhválv- inum, endaði stórbæri há- tíðardagurin á Hellunum. #4 7 Frits Johannesen við listarverkið, hann hevur gjørt hellufólki