Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. august 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 155 - 19. AUGUST 1999 tíðindablaðið CHSAÐEIN syge Ny on | #170 . + 6 Få se SK Få > 2) orðurameft sl * Hs, 5, ; … N Pa r t 7] Yiuoy TF %, þ % % ; ; BG. ep á tr, ' ; % (OD NOR, 7) FG ; 3 WEST" 4" 4, 4 Lg, (2 0, P % 5 » Ver ., 79, pr i % 73 4. Í Á af LS + / Ve? á R 0 + GA 53 LM K me BE 4 #02 a 898 2on ATA 7 $ ] NR > ; sø, 9 f í (20 ; 3 * Em, k, (57 ad Á - fe % í to, ; SAR . A AR = Car g We i x ve, 3 ; Í . Mary på ; Ta LE. Hø Þ, < h...- UNS ne. 8: + Ør fang 7 => "ng OM VR 6 ; en 4 5 REG. ; pe | MON TA VA í í ON 1044, EN ' - pt Á a å- B o Bismarcr to? Fog HF "se a SOUT 4 8. HA A pt WYO1, AKA Min gus? "here, bt ie 594 — Pierre 2. 18, 4 8 =" P .- ig gsløon 6. 29 Gre aka y" "Bhepa EBRASKA“N, De eð 1 a "Ho Ør ; enn — OKÅ 7 Í á je San prlang 6 CO s:4 Omaty Moines „ — > Detroit ar i. New York endt son 957, UTu ána ADD. Í 4 me Cticaun 37 se er st FN. Nógv bendir á, at tað, ið fyrr var »long distance« i føroyskum tónkleikaradreym- um, er vorðið munin styttri. At Lena Anderssen við ferð er á veg framá í Norður- amerika er undir óllum umstóðum veruleiki. Í heyst flyta hon og maðurin, Niclas Johannesen, til Kanada við einum fyri eyga: At vinna viðurkenning... HOGNI MOHR Lena Anderssen, føroyska songkvinnan við tí mjúku, kenslusomu og kanadisku røddini, er á veg fram. Við stórum, men vælumhugs- aðum fetum... Hon og maðurin, Niclas Johannesen, sangskrivari, ið eisini er partur av tón- leikanavninum, Lenu, fóru yvir til Kanada í apríl. Orsøkin til tess var, at fløgan >long distance« ið Lena gav út í fjør, gav endurljóð har yviri. Bróður Lenu, Leif And- erssen, var í Kanada, og sjálvandi fekk hann nøkur eintak av fløguni send- andi. Hann hevur spælt løgini fyri fólki, og åhugin var har beinanvegin. Ut- varpsstødir fingu eisini hendur á fløguni, og eitt minni plátufelag bjóðaði Lenu sáttmála beinan- vegin, men hon og Niclas valdu at siga nei takk. Konur komin uppí leikin Niclas Johannesen sigur í samrødu við Sosialin, at ætlar tú at marknadarføra tónleik uttanlands, er sera umráðandi at fáa sær góð sambond; ikki minst løg- frødilig. Tiskil hava tey bædi fingid samband vid ein løgfrøding, id hevur hollar royndir í tónleika- umhvørvinum á kanadisku vesturstrondini. Maðurin, ið er serkønur á undir- haldsøkinum, hevur hoyrt fløguna hjá Lenu, og hon- um dámdi væl løgini. Hann ráddi teimum báðum frá at gera sáttmála við lítla plátufelagið: hóast tað vildi binda seg til at gera sjonbandsløg og geva stakfløgur út. Lena »live« Seinni hava nøkur nógv stórri plåtufeløg víst Lenu áhuga. T.d. vórðu Warner Brothers og Sony Music í Toronto, og Columbia í Los Angeles áhugað í songkvinnuni. Tey vildu sleppa at hoyra Lenu, »live«. Lena og Niclas fóru sidani år Føroyum til Van- couver, og funnu sær nakrar knasandi góðar yrkistónleikarar at spæla saman við haryviri. Við á ferðini var eisini kendi føroyski snillingurin, Oli Poulsen, sum skipaði framførsluna, tey høvdu í býnum. Talan var um eina tón- leikastevnu fyri innbodn- um umboðum fyri plátu- feløg og bransjuna annars. Lena og tey spældu ein hálvan tíma; og eftir øllum at dóma fall framførslan áhoyrarunum væl fyri oyra, tí beint eftir vórðu tey boðin til fleiri fundir. Warner vil hava »hitt« Stødan hjå Lenu og Niclas í løtuni, er, at samstarvs- møguleikar vid ymisk plåtufeløg verða kannaðir; serliga við Warner í Kan- ada. Júst hetta felag er áhugað í at gera eina fløgu til Kanadiska marknaðin. Treytin fyri samstarvi tykist at vera, at Lena og Niclas skulu prógva, at tey eru før fyri at gera eitt nýtt, ella velja eitt lag av »long distance<, sum kann gerast ein landaplága. Lena í CBS Meðan tey vóru í Kanada, gjørdu tey ein hóp av nýggjum løgum, og nøkur royndarlog eru longu framleidd. Til ber at hoyra okkurt av hesum nýggja á heimasíðuni hjá Lenu. Adressan er, www.lenamusic.com. Tað er føroyska útflutn- ingsfyritøkan Farex, 10 hevur stuðlað sera snotu- ligu og spennandi heima- síðuni. Nógv er farið fram, síðani føroyska song- kvinnan var at hoyra í størsta kanadiska útvarpi- num, Z 95.5. Aðrar út- varpsråsir hava fingið frænir av vøkru føroysku røddini, og í september verdur Lena spæld eina heila viku á stóru tónleika- råsini, Q 100.3. Einar trígggjar milliónir kanada- menn hoyra hetta útvarp- ið. Tað var júst á heima- síðuni, tey á Q bóru oyra við Lenu. Stóra sjónvarps- rásin, CBS, hevur somu- leiðis fingið hendur á ungu songkvinnuni, og til heystar skal hon framføra í einum av sendingunum. Noyðast at flyta Lena og Niclas eru vorðin greið yvir, at tað ikki ber Heimsatlas - myndagrafikkur: Alvur Haraldsen og Martin Joensen til at vera í Kanada nakrar mánaðar, og síðani vænta at viðurkenningin kemur av sær sjálvari. Neyðugt er at flyta úr Føroyum og brúka nøkur ár til ætlan- ina. Hjånini eru tískil komin til Føroya at rigga av og fyrireika seg, áðrenn tey flyta til Kanada í okto- ber. Hóast mest hevur verið gjørt burturúr í Kanada, hava eisini amerikumenn víst áhuga. Plátufelagið Columbia vil fegið sleppa at hoyra Lenu í Los Ang- eles, og tann ætlanin er við at fáa skap í løtuni. Heldur Ola, enn John Webster Niclas gitar, at meginpart- urin av »long distance« verður endurútgivin i Kan- ada, vid einum ella tveim- um løgum skoyttum uppí Plåtufeløgini í Kanada hava verið bergtikin av góðu góðskuni á floguni. sum jú er upptikin í For oyum. Hetta er eitt stórt herðaklapp til Niclas, sum framleiddi ta fløguna. Oli Poulsen miksaði >long distance«, og hann fer at standa fyri framleiðsluni av nýggja tónleikinum hjá Lenu: hóast ein annar mætur maður, framleiðarin John Webster, ið hevur arbeitt saman við m. 9. Aerosmith og Bon Jovi, longu hevur bjóðað seg fram at gera fløguna. Niclas Johannesen ger vart við, at Óli Poulsen er valdur tí hann er so dugn- aligur, og ikki bara ti hann er føroyingur… Sponsorarnir týdningarmiklir Umframt Vinnumálastýrið. sum gjøgnum Jakzac stud- io lat figgjarligan studul til ferdina, eru fyra høvuds- sponsorar. Teir eru Atl- antsflog, Føroya Banki, Shell, Føroya Livstrygg- ing og Tryggingafelagið Føroyar. Tad skilst å Lenu og Niclas, at figgjarligi studulin, tey hava fingið frá hesum fyritøkum, hev- ur havt sera stóran týdning fyri tað avgerandi stigið, tey eru komin víðari á ferðini í Kanada