Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. august 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið NR. 155 - 19. AUGUST 1999 Glyvra skúli latast í nýggjan ham Næmingarnir í Glyvra skúla fingu eina viku longri summarfrí enn hini av teirri orsók, at skúlin, sum er undir umvæl- ing, er ikki klárur enn. Men mánadagin verður aftur farið í skúlan, sum í ávís- um fórum er gjórdur heilt av nýggjum SVEINUR TRÓNDARSON OG JONHARD HAMMER Í hesum døgum eru hand- verkarar í holt við at leggja seinastu hond á fyrsta part av umvælingini av Glyvra skúla. Skúlin, sum er gamal og nidurslitin verður um- vældur frá grundini, og tað er av sonnum stórverk, sum farið er undir á Glyvrum. Tad er torført at fáa slik arbeiði frá hondini uttan at tað darvar frálæruni, og fyri at órógva sum minst er gjørt av, at arbeiðið skal gerast í summarfrítíðini Kortini er arbeiðið so mikið drúgvfort, at tað bar ikki til at vera liðugur til ta tíð tá farið var aftur í skúla, og tí fingu næmingarnir sum ganga í Glyvra skúla eina viku longri summarfri enn flestu aðrir næmingar- nir í landinum Það hava teir neyvan nak- að ímóti. Umframt tað eyka vikuna fáa teir nærum ein spildurnýggjan skúla at ganga í - hóast hann er gam- al ev Stora iði it er talan um rætt iliga stórt umvælingarar- Møblarnir sum eru í VNafrðisstovum og 6 eru hondgjørdir. og høvdu kostað almikið, um vit skuldu keypt teir í dag. So vit valdu at renovera teir ístaðin. Samstundis geva ft eisini næmingunum møugleikan at síggja hvussu slíkir møblar eiga at vera gjørdir, sigur tekniski leiðarin í Runavíkar kommunu, Eyðun Petersen beiði. Fimleikahøllin verður so at siga gjørd av nýggjum og tað verða alis- og evna- frøisråmini eisini. Harum- framt verður drenað rundan um skúlan soleiðis at slepp- ast kann undan fuktinum, sum treingir ígjøgnum veggirnar. Seinni er eisini ætlanin at gera hinar stovurnar og at gera arbeiði liðugt uttan eis- ini soleiðis at skúlin tå hann er liðugt umvældur so at siga er ein nýggjur skúli. Vindeyguni skulu skiftast og sum vit skilja, so er ætl- anin at >tapetisera< og mála skúlan uttan, fyri á tann hátt at forða vatninum at treingja igjøgnum veggirnar. Renoveradir møblar og nyggj fimleikahøll Tá skúlin nú skuldi umvæl- ast, skuldi stóða takast til, hvort innbúgvi skuldi skift- ast út alt sum tað var, ella um okkurt skuldi umvælast ístaðin Valið fall á tað seinna, og orsøkin til hetta var, at møblarnir eru so vakrir, at mett var rættast at seta teir í stand heldur enn at skifta teir út Fimleikahøllin = verður heldur ikki til at kenna aftur Nógv er broytt, síðani fimleikahøllin var gjørd av fyrstan tid og ti var gjørt av at taka alt úr høllini og gera hana heilt av nýggjum. Gólvið er tikið upp, og veggir og loft eru tikin nið- ur. Rúmið til fimleikaam- boðini er gjørt av nýggjum og eisini brúsurúmini hava fingið eina »andlitslyfting« Umstødurnar at hava smíð í skúlanum á Glyvrum vóru sambært Asmundi Lamhauge, skúlastjóra ikki góðar. — Rúmið var ov lítið og útluftingin var vánalig. Hetta verður broytt nú. Nýggj útluftingarskipan er gjørd og samstundis er eitt annað rúm tikið við í smíð- rúmið, soleiðis at tað á tann hátt gerst stórri. Hevur gingið væl Skúlastjórin í Runavík letur væl at arbeiði hevur gingið væl. Handverkararnir hava arbeitt bæði skjótt og væl, og tað hevur gingið so skjótt. sum tað yvirhøvur kann ganga, sigur hann. Nær fóru teir til verka? — Teir byrjaðu stutt áðr- enn vit fóru í summarfrí, og teir verða so at siga lidnir í hesi vikuni. Ella teir vera >so lidnir«, at vit kunnu byrja aftur. Hvussu verður so við undirvisingini? - Tað fyrstu tíðina verður ikki undirvíst í fimleiki og alis- og evnafrøi her. Men av ti at vit eru væl fyri vid skúlum her í kommununi, so ber til í eina tíð at hava undirvisingina aðrastaðni. Men av ti at tad krevur flutning millum skularnar, so ber tað ikki til i longdini. Hetta kemur tó eisini bara at vera í eina stutta tíð, sigur Asmundur Lamhauge, skúlastjóri at enda. Neyðugt við umvælingum Eyðun Petersen, tekniskur leiðari í Runavíkar komm- unu, sigur, at tað var alneyð- ugt at fara undir umvæling- arnar av skúlanum. — Skúlin er meiri enn 40 ára gamal, og krøvini til slíkar bygningar vóru ødr- vísi tá. Harafturat skal so havast í huga, at skúlin ikki hevur fingið stórvegis ábót síðani hann varð tikin í nýtslu, so tað var alneyðugt. Eyðun Petersen vísir eitt nú á brunakrøvini og sigur, at hóast tað er sjálvsagt, at tey verða herd, so er tað ikki bara sum at siga tað, at fáa gjørt broytingarnar tá talan er sum so gamlan skúla. Hvussu nógv væntar tú arbeiðið kemur at kosta? — Nú er talan ikki bara um umvæling, tí ein partur er eisini nygerd, men saman- lagt kann væntast, at arbeið- ið kemur at kosta onku- staðni ímillum 10 og 15 mió. krónur, sigur Eyðun Petersen, sum leggur aftur- at, at alt arbeiðið verður ikki gjørt í einum, men verður gjørt yvir try skúlaár. — Umstødurnar loyva ikki, at alt verdur gjørt i — Skúlin á Glyvrum er 40 åra gamal og ongar stórvegis umvælingar eru gjórdar á skúlan síðani hann varð bygdur. Tí var tað alneyðugt at gera umvælingarnar nú, sigur Eyðun Petersen einum. Í hesum umfarinum verður bert tann eina skúla- stovan umvæld, og so er ætlanin, at hon skal vera sum ein prototypa fyri rest- ina av arbeiðinum, sigur Eyðun Petersen at enda. Fimleikahøllin var í sera ringum standi, og neyðugt hevur næstan verið at gera hana av nýggjum, sigur Ásmundur Lam- hauge, skúlastjóri í Runavík