hósdagur 19. august 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 155 - 19. AUGUST 1999
Broytin garnar Í rentustuðulsskipanini :
Rætta bakara
fyri smid
tíðindablaðið
Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur at farast má var-
isliga fram, tá tað um broytingar í rentustuðulsskipanini
ræður. — Talan er um eina so stóra broyting, at neyðugt
er at kanna hvórjar avleiðingarnar eru áðrenn nakað
verður gjórt
SVEINUR TRÓNDARSON
Í blaðnum í gjár legði Karst-
en Hansen, landsstýrismað-
ur við fíggjarmálum, upp til,
at broytingar vera gjørdar í
rentustuðulsskipanini. Hann
setti millum annað spurn-
artekin við hvussu rætt tað
var, at landskassin veitir
stuðul í sambandi við keyp
og sølu av sethúsum, sam-
stundis sum hann setti
spurnartekin við hvor tað er,
sum fær gagn av rentustudl-
inum.
Vit hava spurt formann
Javnaðarfloksins, Jóannes
Eidesgaard um hvat hann
heldur um ætlaninar hjá
landsstýrismanninum við
fíggjarmálum.
— Fyrst av ollum vil eg
siga, at vit als ikki hava við-
gjørt málið í flokkinum, og
tí ikki hava tikið stóðu til
tað, men tað skal undir øll-
um umstødum farast sera
varisliga fram, um broyt-
ingar skulu gerast, sigur
hann.
Men fyrst mugu vit
hava at vita, hvat endamálið
við eini broyting er, leggur
hann afturat.
Jóannes Eidesgaard vísir
á, at Javnaðarflokkurin var
við tá broytingar seinast
vórðu gjørdar í rentustuð-
ulsskipanini, og tá var end-
amálið at hjálpa sethúsaeig-
arunum, sum vóru sera illa
fyri av kreppuni.
— Við góðari hjálp frå
peningastovnunum eydnað-
ist tað rímiliga væl. Nøkur
kláraðu tað ikki, men tað
vóru fleiri sum kláraðu tað.
Broytingin, sum var gjørd
í 1993 hevði við sær, at rent-
ustuðulin, sum annars var
lækkaður niður á 40 prosent
varð hækkaður upp aftur á
48 prosent. Síðani skal hann
so líðandi lækka niður aftur
á 40.
Kanska skeivt mál
Formaður Javnaðarfloksins
setur sum sagt spurnartekin
við endamálið við broyting-
arhugi fíggjarmálaráðharr-
ans. Jóannes Eidesgaard
hevur ilt við at fáa eyga á
nakra orsøk til at broyta
rentustuðulsskipanina, men
hann ætlar sær tó ikki at vísa
uppskotinum frá sær av
teirri orsøk.
Sum sagt, so hevði
broytingin í 1993 eitt ávíst
endamál, sum partvís varð
rokkið, men eg dugi ikki at
fáa eygað á endamálið við
eini broyting nú. Um ætlan
fíggjarmálaráðharrans er at
bremsa buskaparvøkstrin-
um, so eri eg bangin fyri at
hann siktar skeivt, tí tað er
ikki har trupulleikin er, sig-
ur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir á innflutnings-
tølini, sum siga, at størsti
vøksturin er í innflutningi
av bilum og av útgerð til
vinnuna.
Stuðulsskipanir
ikki bara av tí ónda
Annars heldur Jóannes Eid-
— Um tað er fyri at bremsa búskapinum, so er tað sum at rætta bakara fyri smið, at taka
rentustuðulsskipanina av. Her er í veruleikanum talan um eina skattahækking, sigur
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum
esgaard, at tað í åvisum før-
um verður hugsað ov nógv
um vandarnar við stuðuls-
skipanum. Fyrimunir eru
eisini við stuðulsskipanum,
sigur Jóannes Eidesgaard
og vísir á Sandoyarætlan-
ina, sum eitt gott dómi.
— I tí førinum veitti lands-
kassin ein beinleiðis stuðul,
sum gjørdi tað møguligt at
seta eina verkætlan í gongd.
Og síðani hon varð sett í
gongd hevur hon givið
studningin mangar ferðir
aftur. So tað er ikki bara av
tí ónda, sigur Jóannes.
Hann er tó samdur við
øðrum um, at áhaldandi
studningur kann avlaða eitt
sunt virksemi, men sigur at
neyðugt er at hyggja eitt
sindur fjølbroyttari uppá
stuðulsskipanir.
Kann gerast dýrt
Sum sagt, so vil formaður
Javnaðarfloksins hvorki
taka undir við uppskotinum
ella vísa tað frå sær við teirri
grundgeving, at tað ikki er
vidgjørt innanfloks enn.
Hann er tó fullgreidur yv-
ir, at tað, um tað verður sett
í verk kemur at hava eina
sera stóra ávirkan á pen-
ingamongdina hjá føroysku
húsarhaldinum, og tað er
ein av høvudsorsøkunum
til, at hann biður fíggjar-
málaráðharran
varnan.
- Talan er um nógvar tús-
und krónur, og tað fer at
merkjast ótrúliga væl hjá
hvørjum einstøkum húsar-
haldið, og kann uttan iva
vera við til at koppa fíggj-
arætlanunum hjá nógvum
teirra, sigur Jóannes Eides-
gaard og leggur afturat:
Her er sostatt talan um
eina skattahækking fyri set-
húsaeigarar og tá mugu vit
eisini seta spurningin um
teir megna tað, ella um tað
yvirhøvur eru teir, sum
skapa tað stóru nýtsluna
vera sera
Neyðugt við búskaparligum varsemi
Formaðurin í Javnaðarflokkinum frøist saman við óðrum um, at Ráðgevandi neyndin er so positiv í sínum útlegg-
ingum av fóroyska búskapinum. - Men positiva gongdin krevur, at vit vísa stórt varsemi, av tí, at tað skal so lítið til
áðrenn tað kann fara hinvegin aftur, sigur hann
SVEINUR TRÓNDARSON
Eins og aðrir politikarar
hevur Jóannes Eidesgaard
við spenningi bíðað eftir,
at formaðurin í Ráðgev-
andi nevndini fór at koma
við ngkrum ábendingum
um »heilsustøduna« hjá
føroyska búskapinum.
Í vikuni komu so boðini
frá Arne Larsen, formanni
í Ráðgevandi nevndini,
og tað vóru góð boð.
— Føroyski búskapurin
er á rættari leið. Hann sær
út til at hava tað rímiliga
gott, samstundis sum før-
oyskir politikarar hava
víst vilja til at halda aftur
við útreiðslunum.
Góð orð, og sjáldan er,
at tey eru so góð má sig-
ast.
Og hóast formaður
Javnaðarfloksins fegnast
um boðini frá Ráðgev-
andi nevndini, so hevur
hann kortini peikifingurin
á lofti, tí hann heldur at
tað er neyðugt at minna á,
at viðrákið, sum vit síggja í
Føroyum í løtuni, tað er ikki
bara nakað, sum er komið
av førdum politikki.
— Vit vera noydd at hava
i hugad, at høvudsorsøkir-
nar til positivu gongdina
koma uttanifrå, og er sostatt
nakad, sum vit ikki hava
åvirkan å. Tiskil er eisini
talan um vidurskifti, sum
knappliga kunnu fara hin-
vegin og eru vit tå ikki var-
in, so er vandi fyri at vit fåa
enn eitt búskaparligt aftur-
stig, sigur Jóannes Eides-
gaard.
— So í grundini er tað ikki
av politiskum ávum, at før-
oyski búskapurin fær góðan
karakter.
Ikki fyrstu ferð
Annars er Jóannes Eides-
gaard ikki heilt samdur við
Karsteni Hansen um, at tað
er fyrstu ferð, at føroyskir
politikarar hava vist vilja til
at halda aftur.
— Í byrjanini av 90-unum
vórðu vit so sanniliga
noyddir at halda aftur, sigur
Jóannes Eidesgaard.
— Men tað er nokk lættari
at vera fíggjarmálaráðharri
tá tað gongur við, enn tá tað
gongur ímóti. Hetta skal
skiljast soleiðis, at tá er
nokk til øll, um enn tað ikki
er ov mikið til øll. Nú
streymar peningurin inn í
landskassan, og tá er ólíka
lættari at stýra, sigur Jóann-
es Eidesgaard.
Ílsgur eru neydugar
Sitandi samgonga hevur sett
sær fyri, at gera nakrar fløg-
ur, sum síggjast rættiliga
væl aftur, eftir føroyskum
mátistokki.
Sjúkrahúsverkið er undir
útbygging, nýtt Sandoyar-
skip og nýtt vaktarskip
skulu gerast og harafturat
verður eftir øllum at dóma
farið undir Vágatunnilin
rættiliga skjótt. Hóast tað,
so hevur Ráðgevandi
nevndin ikki so nógv at siga
um íløgurnar.
Arne Larsen segði við
SvF, at best var at gera ílog-
ur, sum ikki økja um akt-
ivitetin, tvs. fløgur, sum
verða gjørdar uttanlands,
men kortini standa fleiri
innanlands iløgur á skránni.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at sjálvandi skulu fløgur
gerast, tí fløgukvotan í hes-
um landinum hevur verið
sera lág seinastu nógvu ár-
ini.
— So er bara spurningur
um hvat tað er fyri iløgur.
Skulu vit gera fløgur í ein
tunnil millum Leirvík og
Klaksvík, ella skulu vit gera
ein tunnil millum Øravik og
Hov, tað er nakað, sum før-
oyskir politikarar skulu av-
gera og ikki Ráðgevandi
nevndin, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Tónin er broyttur
Annars staðfestur Jóannes
Eidesgaard, at tónalagið hjá
Ráðgevandi nevndini er
broyttur. Møguliga er ein
samanhangur millum
broytta tónan og avtaluna,
sum landsstyrid gjørdi vid
stjórnina í juni í fjør, heldur
hann og vísir á, at tann av-
talan staðfestir, at tað eru
føroyingar, sum hava á-
byrgdina av føroyska bú-
skapinum.
— Teir vita, at teirra ávirk-
an á føroyska búskapin er
ikki tann, sum hon var, og
tað kann vera ein orsøk.
Men gevur tað ikki full-
veldisætlan samgongunar
vindin í ryggin?
— Tað arbeiðir í hvussu er
ikki ímóti henni, staðfestir
Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir tó á orðini hjá
formanninum í Ráðgevandi
nevndini um fallandi livifót
um føroyingar fáa fullveld-
ið.
— Ein tann seinasta við-
merkingin Arne Larsen
hevði var um blokkin og um
fullveldisætlanina. Hann
segði, at skulu føroyingar
taka fullveldi, so er løtan
uttan íva tann rætta. Men
hann segði eisini, at so
mugu føroyingar taka við
einum falli í livifótinum,
tí tå ein milliard hvørvur
år búskapinum, so merk-
ist tað, sigur Jóannes Eid-
esgaard, sum annars festi
seg við at Arne Larsen
tosaði um at føroyski livi-
fóturin var høgur í heims-
hópi, og ikki í Norður-
lendskum høpi.
— I mínum oyrum boðar
tað ikki frá góðum, tí í
heimshøpi er livifóturin
ikki bara høgur, sigur Jó-
annes Eidesgaard og vísir
á eitt nú Afrika, sum ræð-
andi dómi. Hinvegin er
liviféturin í Norðurlond-
um javnt høgur.