hósdagur 19. august 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8 tíðindablaðið >
Løgmadur eftir vitjan í Hetlandi:
Kalt alt ov leingi
millum Føroyar
og Hetlandi
-Tað hevur verið alt ov kalt alt ov leingi millum Føroyar
og Hetland, og síggi eg fegin, at fóroyingar og hetlend-
ingar knýta tættari bond bæði innan vinnu og mentan
sigur Anfinn Kallsberg, sum júst er afturkomin av al-
mennari vitjan í Hetlandi
Jan MULLER
-Hetta var ein frålikur og
einastandandi túrur, og eg
ivist onga løtu i, at vit
føroyingar og hetlendingar
eiga at menna samvinnuna,
nú farið verður inn í eina
nýggja old sigur Anfinn
Kallsberg, løgmaður, sum
júst er heimaftur komin av
eini vitjan í Hetlandi saman
við konu síni.
Tað var ovasti myndug-
leikin í Hetlandi „The
Ísland Council", og tess
leiðari, Tom Stove. ið beyð
løgmanni og frú á eina
almenna vitjan.
I Hetlandi varð høvi hjá
løgmanni og frú at síggja,
hvussu hetta oyggjalandið
hevur ment seg seinastu
mongu árini, meðan olju-
vinnan hevur verið hovuðs-
vinnan, og har fiskivinnan
hevur ment seg so spakuliga
og nú er við at koma á fótur
aftur, eftir at hava verið
afturúrsigld
Umframt at síggja.
hvussu hesar báðar vinnur-
nar virka og skipa seg, varð
eisini møguleiki hjá løg-
manshjúnum at síggja og
uppliva hetlendska mentan
av ymsum slag. Við í ferða-
lagnum var eisini skrivar
løgmans, John Rajani og
føroyski umbodsmadurin i
Aberdeen, Sofus Poulsen.
Tá vitjað varð í Sullom Voe
og á Foinaven feltinum var
eisini føroyski umbods-
maðurin hjá BP Amoco,
Hjarnar Djurhuus, við.
Fantastiskt
-Hetta var einki minni enn
fantastiskt. Tad er eitt minni
fyri lívið at hava vitjað
henda okkara næsta granna
sigur løgmadur, sum inni-
liga vónar, at vit kunnu fáa
stórri samstarv henda vegin.
Nú oljuvinnan hevur havt
so stóran týdning fyri Het-
land var hon eisini stórur
partur av vitjanini. Løg-
maður, sum herfyri vitjaði í
Noregi sigur seg bert kunna
staðfesta tað hann sá undir
tí = vitjanini, nevniliga
hvussu ógvuslig henda
vinnan er.
Eftir at hava vitjað risa-
stóra Sullom Voe oljutermi-
nalin og úti á Foinaven olju-
feltinum skamt frá føroyska
markinum kann løgmaður
bara endurtaka tað hann
segði eftir at hava vitjað
ymsar oljuinstallatiónir í
norska partinum av Norð-
sjónum: -Hetta er so ógvu-
liga stórt, at tú hevur ikki
orð fyri tí. Tað er um somu
tíð spennandi og ræðandi,
og tí eiga vit í Føroyum at
vísa størsta varsemi, tá vit
føroyingar leggja til brots í
hesi nýggju vinnuni.
Anfinn Kallsberg hevði
undir vitjanini eisini høvi at
síggja, hvussu hetlendingar
hava megnað at lyfta upp
fiskivinnuna á eitt nógv
hægri stødi, enn hon hevur
verið. Hóast oljuvinnan
hevur verið høvudsvinnan,
so hevur tað eydnast het-
lendingum at fáa fiskivinn-
una á fótur aftur, og hetta
er áhugavert at eygleiða hjá
føroyingum, sum eftir øll-
um at dóma eisini skulu
undir ein oljuútvikling vísir
løgmaður á og leggur aftrat:
Løgmadur vitjaði nógva
staðni í Hetlandi og held-
ur, at vit eiga at menna
eitt nú mentanarliga sam-
stavið við Hetland
NR. 155 - 19. AUGUST 1999
-Munurin millum Het-
land og Føroyar kann tó
verða tann, at meðan teir
hava megnað at byggja upp
fiskivinnuna um somu tíð,
sum oljuvinnan hevur verið
í landinum, so kann vandi
vera fyri tí øvugta her í
Føroyum: at tá vit fáa eina
oljuvinnu, so fer hon at
minka um fiskivinnuna.
Her kann ein munur mill-
um Føroyar og Hetland tó
vera tann, at meðan olju-
pengarnir har enda í kassa-
num í London, so koma
møguligir føroyskir olju-
pengar at enda i føroyska
landskassanum. Hetta var
nakað, sum hetlendingar
løgdu stóran dent á at greiða
løgmanni frá undir vitjanini.
Løgmaður sigur seg hava
lært nógv og fingið nógv at
hugsa um eftir Hetlands-
vitjanina, bæði hvat við-
víkur olju, fiskivinnu og
mentan.
-Tað var sera áhugavert
at vitja í Sullom Voe og
hoyra søguna um, hvussu
hesin oljurisin kom í verð-
ina. Her komu fólk hópatali
uttanifrå at byggja støðina,
sum kostaði fleiri milliardir.
Hvat kann ein læra av tí?
Bara tá hugsað verður um,
hvussu stórt lendi brúkt er
til oljuterminalin, so tvist eg
i, um vit í Føroyum eiga
nakað tilsvarandi bæði hvat
viðvíkur dýpi á sjónum og
tí upplandi, sum skal til.
Anfinn Kallsberg sigur, at
tað er bæði rætt og gott at
síggja, hvussu okkara
grannar hava handfarið nak-
að sovorðið sum oljuna,
ikki minst eitt oyggjasam-
felag sum Hetland. -Her eru
gjørdar so stórar íløgur, at
vit í Føroyum mugu ikki
leypa út í nakað, uttan at
hava umhugsað tað gjølla.
Eftir slíka vitjan kemur so
spurningur um framtíðar
samstarv og samhandil.
Løgmadur ivast onga løtu
í, at tað eigur at knýtast
stórri samband millum hesi
bæði oyggjasamfelggini.
Tað er heldur eingin loyna,
at hetlendingar, nú teir
hóma eina komandi før-
oyska oljuvinnu, vilja fegnir
hava føroyingar at gera brúk
Lógmaður vitjaði eisini í
Sullom Voe, ein av
heimsins stórstu oljutermi-
nalum. Hann ivast í, um
tað er henda vegin vit
førovingar skulu ganga,
verður olja funnin her
Lógmaður og frú her tað
nærmasta tey kunnu koma
eini komandi fóroyskari
oljuvinnu - umborða á
oljuskipinum Petrojarl á
Foinaven feltinum skamt
frá markinum. Á myndini
eru eisini Hjarnar
Djurhuus, umboðsmaður
hjá BP Amoco, Sofus
Poulsen, umboðsmaður og
umboð fyri BP
av teimum sera stóru í-
løgum, sum longu liggja í
Hetlandi, eitt nú Sullom
Voe. Hesin hevur kostað
meira enn 7 mia. kr. at
byggja og í dag er stórur
yvirskotskapasitetur, = so
fóroysk olja hevði verið
kærkomin.
-Tú lurtar og tú eygleiðir
uttan at taka nakra avgerð
ella binda teg til nakað. Men
eg haldi, at øll tey fólk, sum
skulu hava nakað við eitt nú
eina komandi føroyska
oljuvinnu at gera, eiga at
fara henda túrin til Sullom
Voe og síggja, hvat hetta
eisini snýr seg um.
Kalt ov leingi
Løgmaður heldur tað hevur
verið alt ov kalt í alt ov
langa tíð millum Føroyar og
Hetland, og tí eiga vit at
formalisera eitt stórri sam-
starv. Hóast teir eru nakað
niðurbundnir í at kunna taka
avgerðir um, hvat skal
henda, so eigur tað ikki at
forða okkum í at gera nakrar
avtalur við Hetland.
Løgmaður heldur tað
annars verða rætt av før-
oyingum at umhugsa stórri
samvinnu við lond í okkara
egna nærmhvørvi umframt
verandi tilknýti til hini
Norðurlondini. Og her
hugsar hann ma. um Het-
land, Orknoyggjar, Hebrid-
urnar partar av skotsku
strondini.
Í hesum sambandi vísir
løgmaður til eitt uppskot,
sum fer at seta fram í
Norðurlandaráðnum um
stórri samstarv millum
nettup oyggjabólkar í Norð-
uratlantshavi. Hetta heldur
løgmaður vera eitt frálíkt
hugskot og gevur hann tí sín
fulla stuðul. Hetta er so
eisini eitt mál, sum verður
viðgjórt á fundi, nú
íslendski ráðharrin fyri
norðurlandasamstarvi og
umhvørvi vitjar.