hósdagur 19. august 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vit sita við
alternativinum
tíðindablaðið SOS UN
. Ynski okkara um eina Sjálvstýrislóg, sum ruddar slóð fyri ein-
ari skilagóðari og tryggari menning av føroyska sjálvstýrinum,
stendur framvegis við, og er uppaftur meira styrkt við teimum
úttalilsum, sum Frederik Harhoff kom við í útvarpinum henda
dagin, segði Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins m.
a. undir orðaskiftinum um lógmansróðuna
Sambært grein 12 í lógini
um okkara stýriskipan skal
løgmaður á ólavseku greiða
okkum frá støðu landsins og
ti, ið landsstýrið hevur í ætl-
an at fremja. Vit skulu so-
statt hava eina lýsing av
støduni beint nú í okkara
samfelag — ein status, og
síðan skulu vit hava eina
frágreiðing um tað, sum
landsstýrið ætlar at fremja í
komandi tingsetu ella van-
liga í longsta lagi fyri rest-
ina av hesum valskeiðnum.
Í danska fólkatinginum
verður hetta gjørt á annan
hátt. Har heldur forsætis-
málaráðharrin eina setunar-
rødu, tá tingið verður sett
fyrst í oktobur mánaði og
síðan eina endarødu, tå ting-
10 fer til hús i juni mánaða.
Hetta ger, at tvey høvuds-
orðaskifti eru. I fysta lagi
eitt orðaskifti um tað, sum
ætlanin er at fremja og síðan
eitt orðaskifti um tað. sum
framt er. Ein frameftirlít-
andi part og ein afturlítandi
part
Løgmansrødan leggur
sambært stýriskipanarlóg-
ina upp til, at vit hava hesi
bæði orðaskifti undir ein-
um, og verður tað tí torfør-
ari at halda seg til nakað
ávíst, tí orðaskiftið verður
rættiliga svermandi. Og av
royndum vita vit, at orða-
skiftið mangan mest snýr
seg um ætlanirnar og minni
um tað, sum framt er
Og henda løgmansrødan
er einki undantak, tí hon
leggur í rættiliga stóran mun
upp til eitt orðaskifti um
allar ætlanirnar hjá sam-
gonguni og lítið upp til eitt
orðaskifti um tað, sum hent
er ella um tað, sum átti at
verið hent. Og sjálvandi er
tað lættari at tosa um ein
langan politiskan ynskilista
uttan raðfesting, sum ikki
forpliktar so nógv, heldur
enn um trupulleikarnir í før-
oyska gerandisdegnum.
Støda landsins er objekt-
ivi veruleikin, sum er stað-
festur í tí tilfari, sum Hag-
stovan regluliga gevur út.
Hetta er tilfar ella facts, sum
uttan politiskar ella aðrar
holdningar lýsa støðuna í
naknum tølum. Hetta saman
við frágreiðingunum frá m.a
Búskaparráðnum, Lands-
bankanum, fiskifrødingum,
Fíggingargrunninum og
Ráðgevandi nevndini er alt
tilfar, sum vit mugu fyri-
halda okkum til, og sum síð-
an eigur at verða grunda-
lagið fyri politisku tiltøku-
num, sum fremjast skulu.
Støda landsins kann so
vidføra, at politisku ætlanir-
nar verða merktar av, at
neyðug stig mugu takast til
tess at broyta eina óhepna
gongd ella til tess at stuðla
einari hepnari gongd.
Men politisku ætlanirnar
mugu umframt at hava atlit
til sjålva samfelagsstøduna
sjálvandi verða merktar av
tí realistiska. Av tí sum ber
til og ikki bert einari upp-
remsing av øllum hugsandi
uppskotum, sum tá meira
minnir um poltitiskt undir-
hald.
Taka vit fyrst støðuna, so-
leiðis sum hon verður lýst,
so fyllir hesin ikki so nógv.
Løgmaður endurtekur tað,
sum sagt varð í fjør og árini
frammanundan, um at bú-
skaparhjólini aftur eru farin
at mala, at tað gongur betur
vinnuliga bæði á sjógvi og
landi, og at arbeiðsloysið er
minkað. Saman við log-
manni fegnast og frøast vit
oll yvir, at tað gongur betur,
og at tøkini, ið tikin vóru
heilt aftur frá 1992 og 1993
og síðan frameftir, hava
hepnast.
Men hvat verður so sagt
um støðuna nú?
Fleiri og fleiri peika á, at
búskapurin er ov heitur.
Landsbankastjórin mælir til
tvungna uppsparing, fíggj-
arnevndarformaðurin tað
sama, meðan Búskaparráð-
ið ikki heldur tiltøk vera
neyðug. Løgmaður endur-
tekur bert tað, sum aðrir
hava sagt um búskapar-
vøksturin, tó uttan at siga
sína egnu meining annað
enn, at fylgt verður væl við,
og verður búskapurin ov
heitur, so verða tiltøk sett í
verk. Tað sama sigur fíggj-
armálaráðharrin. Hesin av-
vísir ikki einari tvungnari
uppsparing, meðan løgmad-
ur sigur, at um tað gerst
neyðugt, so er at halda aftur
á útreiðslu- og iløgusiduni
hjá tí almenna.
Tað kann tí vera eitt sind-
ur torført hjá okkum øðrum
at gera viðmerkingar, tá út-
meldingarnar eru so ym-
iskar, men hóast løgmaður
heldur mælir til varnan út-
reiðslu- og íløgupolitikk, so
leggur løgmansrødan so av-
gjørt ikki upp til nakran
varnan íløgupolitikk. Hetta
vil eg venda aftur til.
Annað er, at løgmaður er
munandi meira opinskárað-
ur í Berlingaranum sunnu-
dagin, har hann sigur, "at
udviklingen er meget u-
heldig”. Men sama boðskap
fáa so ikki Føroya fólk frå
løgmanni. Men hví er
gongdin óheppin 1. august,
tå hon ikki er tað 6lavsøku-
dag? Hví er gongdin óhepp-
in, tá løgmaður úttalar seg
fyri danskari pressu, men
ikki tå hann talar fyri Før-
oya fólki?
Hvat meinar løgmaður
við, tá hann sigur, "at ud-
viklingen er meget uhel-
dig”.
Eitt annad, sum undrar
mangan mann er, at løg-
maður ger so ótrúliga lítið
burturúr, at fiskinøgdin, ið
kemur upp á land, er í stór-
ari minking. Hetta fær ein
hálvan setning, og síðan set-
ur man seg væl uppafturá,
ti ein útlendskur serfrøding-
ur hevur sagt, at fiskidaga-
skipanin er góð. Men vit
vita jú oll, at serfrødingar
langt frá eru samdir í hesum
sjónarmiði. Hetta minnir
ikki so lítið um, tá Ivan Jo-
hannesen, táverandi fiski-
málaráðharri fann ein kana-
diskan serfrøding, sum
mælti til at hækka fiskidag-
arnar. Hesin — gjørdist
dagsins madur. Samvitskan
lættad og hendurnar tvåad-
ar, og man slapp undan at
taka eina ópopulera avgerð.
Buskaparstøda okkara er
góð, eingin ivi um tað.
Hetta fegnast vit øll yvir.
Við skilagóðari politiskari
ætlan, so stendur væl til,
men við samgongunnar
ynski um eina fíggjarlóg
uttan heildarveiting, sam-
stundis sum almennu út-
reiðslurnar veksa ótarnað-
ar, og samstundis sum sam-
gongan hevur eina milliar-
daíløguætlan, ja, so stendur
rættiliga á at fáa logikkin at
hanga saman.
Og tað sum leypur krit-
iska lurtaran og lesaran
mest í oyru og eygu er tann
velduga andsøgn, sum er í
hesi løgmansrøduni. Lat
okkum taka nøkur brot:
* "Tí er alneyðugt, at vit
brúka búskaparframgongd-
ina til at konsolidera før-
oyska búskapin til at gerast
sjålvbjargin”.
* Sjålvbjargni fyri føroyska
búskapin verður ikki tryggj-
að, fyrrenn vit vísa, at vit
megna at reka eitt trygt væl-
ferðarsamfelag uttan ríkis-
veitingar".
* "Heldur. eigur at
vera hildið aftur á útreiðslu-
og iløgusiduni”.
”Figgjar- og búskapar-
ligar raðfestingar skulu ger-
ast fyri at hava ein so javnan
búskap sum gjørligt”.
+ ”Utreidslur landskass-
ans eiga at tålmast”.
* "Langttíðarraðfestingar
eiga at verða gjørdar á máls-
økjunum”.
Men samstundis sigur
sami løgmaður enntá í somu
rødu soleiðis um íløgur o.a.:
* Fast samband um Vest-
mannasund
* Fast samband um Lor-
víksfjørð.
* Finnbogi Arge tosar nú
eisini um fast samband mill-
um Skålafjørdin og Havn-
ina.
* Nýtt vaktar- og bjarg-
ingarskip.
* Nýggj Sandoyarferja.
* Nýggj Suðuroyarferja.
* Nýtt skip til Norðoyggj-
ar.
* Nýtt Landssjúkrahús.
+ Nýtt Røktarheim.
Spurningur min ella vid-
merking min er, hvussu
man kannn tosa um at tålma
almennu útreiðslunum, og
hvussu man kann tosa um
íløguraðfestingar, sam-
stundis sum løgmaður kann
sleingja um seg við fløgum?
Og hvussu kann man tosa
um eina sjålvbjargnan bú-
skap uttan ríkisveiting sam-
stundis við eini íløguætlan
fyri milliardir?
Hetta hongur snøgt sagt
ikki saman, harra løgmaður.
NR. 155 - 19. AUGUST 1999
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins
Føroya løgmaður veit betur
enn nakar annar, at fólk ikki
lata seg villeiða av slíkari
tokutalu. Tað er snøgt sagt
einki samanhang í rødu løg-
mans. Hann roynir bert av
øllum alvi at tosa øllum
samgongumonnum eftur
tunguni. Frálíkt diplomati,
men tað hevur als einki við
politkk at gera.
Hann vil nakað, sam-
stundis sum hann vil beint
tað øvugta, sum ger, at tað
fyrsta, hann vildi, ikki kann
lata seg gera.
Og tá hava vit ikki tikið
við alt tað, sum almenna
umsitingin er okt undir hes-
um loysingarsamguni við
nýggjum aðalstýri og
nýggjum stjórum, deildar-
stjórum og leiðarum av ym-
iskum slagi.
Skulu vit tosa um lang-
tíðarraðfestingar, og tað
kann gerast trupult, so er
neyðugt við einari breiðari
politskari semju millum all-
ar flokkar, sum kann borga
fyri, at raðfestingin heldur.
Tað í sær sjálvum hevði ver-
ið skilagott. Men tá verður
neyðugt við ødrim kriteri-
um enn "cost/benfit".
Sermerkt fyri hesa rødu
løgmans eru allar intentión-
irnar. Vit seta eina nevnd at
kanna og lýsa hetta og hatta.
Vit ætla okkum hetta og
hatta. Men tað, sum leikar
á í degnum í dag, tað verður
ikki nevnt við einum orði.
Trupulleikarnir sum eru, teir
verða skúgvaðir til viks fyri
stórslignar ætlanir.
”Mens græsset gror, dør
horsemor” siga danir i ein-
um orðafelli.
Man tosar um at byggja
Landssjúkrahúsið út, alt
gott at siga um tað, men
samstundis hevur man ikki
ráð at hava verandi sjúkra-
hús opið.
Man tosar um nýggja
pensjónsskipan, men at fáa
nakað upp á pensjónina tað
verður ikki gjørt, og tá vit
aðrir royna tað, so fellur
samgongan málið.
Man tosar um reformar á
utbugvingarøkinum, men
man fær ikki fólkaskúlan at
virka sum hann skal.
Man tosar um barnaans-
ingina við at tváa hendurnar
av í einari ætlan um útlegg-
ing til kommunarnar, sum
ikki loysir sjálvt málið.
Man tosar um útjaðaran,
meðan sentraliserigin ong-
antíð hevur verið sterkari
enn júst nú.
Alt gott um positivar int-
entiónir, alt gott um stórar
ætlanir, men vit mugu
kunna krevja av okkara
landsstýri, at gerandisdag-
urin ikki verður gloymdur
burtur í øllum hesum
dreymunum. Alit aftaná å-
lit, frágreiðing aftaná frá-
greiðign, hvitbøkur og vakr-
ir arbeiðssetningar metta
onga tjóð. Vit mugu eisini
liva dagin í dag.
Og tað kann vera torført
at fáa eyga á, hvørji avrik
henda samgongan hevur
framt? Rætt skal vera rætt,
avtalan við danir í fjør,
markið við Stórabretland í
ár eiga alla rós uppiborna,
men annars hevur soðið ver-
ið rættiliga tunt, tí ajourfør-
ingan av samfelagnum
hendir ikki. Men tit eru í
einari ringari stóðu, tí áhug-
amálini um fullveldið og
ynskini um føroyska væl-
ferð ganga ikki rættiliga
hond í hond, soleiðis sum
tit hava sett tingini upp.
Høvudsverkini í samfel-
agnum vórðu pind niður,
meðan kreppan herjaði, ti tå
var tað tvingandi neyðugt,
greinin endar á síðu 22