hósdagur 19. august 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eitt minni um
vinkonu mína
Beintu Ingibjørg
Johansen
Fedd:
Deyð:
13.06.1978
15.08.1998
Nú eitt ár liðið er
síðan tú fórt frá okkum her
Vit leingjast eftir tær
tú vart okkum so nær
Vit ugga okkum við
at vit aftur vera við tína lið
Tín fitti og blíði látur
bleiv fyri einum árið okkara grátur
At kreftin skuldi taka teg so hart
gjørdi ikki hjarta okkara minni sært
Harrin vísti tær sín veg
og okkum tað vón, at vit aftur skulu síggja
teg.
Lívið byrjar við einum smíli
og við einum baby ýli
Lívið er ein gáta
tey sum eftir standa gráta
Vit minnast bert tær góðu løtur
frá tí vit á fyrsta sinni fóru upp á fótur
Vit læra at elska tey nærmastu
tá deyðin okkum skilir eru tey, tey
harmastu
Tú fórt frá okkum alt ov ung
tå gjørdist byrða okkara tung
Vit vilja altíð minnast teg og koma einaferð
tín veg
Tann dagin vit síggjast aftur
verður hugaheimur okkara aftur lættur.
Vinkona tín Sólja
tíðindablaðið 50872 vn
Ein hoyrir næstan vanliga
frá einstaklingum, um
hvussu tey hava havt ”per-
sónligar upplivingar” av
Gudi. Fer ein á moti i sam-
komum, sum t.d. Filadelfia
(sum eg havi verið nóg býtt-
ur og góðtrúgvandi til at
gera í leitan mínari.og tað
oftari enn eg havi hug at
vidganga), kann ein síggja
tungutalu (ella í ollum fór
um fólk sum mosna av øllum
alvi um nakað, sum eingin
skilir), andar. ið verða riknir
úr fólki (ella í øllum forum
fólk sum liggja á gólvinum
og sprakla og skríggja dra
matiskt áhugavert er at
leggja sær til merkis, at
hetta bert hendir fyri tey, ið
ganga í tílíkum samkomum
og ikki á tann vanliga heid
ningin á gøruni), og grøding
(ella í ollum forum hoyra
eIna rugvu av søgum um
grøving).
Hesin tekstur er mest av
øllum til Filadelfia og aðrar
samkomur sum trúgva uppá
grøding og onnur undur, ið
koma frá einum góðum
Gudi:
l)Fyri tíð síðani så eg eina
gentu í vikublaðnum Se og
Hør, sum var fødd uttan
armar og bein. Hon var tá
blivin fimm ára gomul og
hevði meiri ella minni liva
liv sítt í einum sergjørdum
boyla ella stativi. Hon sat í
einum vindeyga sum ein
urtapottur og nýtti útsýni,
mest av øllum tí at hon ikki
kundi so nógv annað. Eg
fari at brúka hesa gentuna
sum eitt dømi, ikki tí at hon
hevur tað allarringast í
verðini, men av tí at henn-
ara neyð sæst, í mótsetning
til onkran, ið t.d. ikki hevur
so góð eygu, ella onkran,
sum hevur eitt sindur ilt í
høvdinum.
Fer henda genta, ella
nakar sum hon, nakrantíð at
verða "grødd”? — Nei.
Ti at hevði nakar tílíkur per-
sónur nakrantíð verðið
grøddur, so heyði tað verðið
í bløðum um allan heimin
sum ein verðinssensatión. Í
staðin hoyra vit nógv um
fólk sum vitna um, at Gud
hjálpti teirra høvudpinu.
ella teirru ringu sjón.
Eisini hoyra vit nógv um
fólk, sum trúgva, at tað er
Gudi at takka, at 3-åra gam-
la barn teirra fann heim aft-
ur einsamalt, aftaná at tað
var blivid burtur. Men druk-
nar eitt annad barn i einum
seppitanga; so er tad bara
óheppið. Tað er í øllum før-
um ikki Guds skyld.
Tað, ið eg meini er: um
henda gentan, sum manglar
so nógv, aldrin fer at verða
grødd, hví skuldi Gud so
tikið sær av okkara høvud-
pínum?
2) Haraftrat kann sigast
meira generelt, at fólk um
allan heimin missa armar og
bein í kríggi, og neyð hava
vit nokk av. Virkar grøding,
hví ganga hesi næstakerligu
NR. 155 - 19. AUGUST 1999
rking:
Miraklir
kristnu so ikki runt á sjúkra-
húsum um allan heimin og
grøda fólk? Ein av umber-
ingunum hjá hesum trúgv-
andi er, at tað er neyðugt at
tann, ið verður grøddur, eis-
ini trýr fult og fast uppá, at
undurið fer at henda, og at
henda trúgvin lættligast
sæst um tey, 10 vilja grødast,
sjálvi koma á moti (og eg
fari her hyggja burtur frá,
at hetta als ikki var galdandi
fyri tað gróðingina. ið fór
fram í bibliuni).
Hetta er bæði býtt og 6-
hugnaligt.
Bytt, tí at tann sjúki t.d.
kann liggja í koma, og tí
hvorki er førur fyri at fara á
moti ella fyri at játta sína
trúgv fyri nókrum.
Ohugnaligt, tí at tað vísir
hvørjir Hansara prioritetir
eru. — Grødir Gud ikki, har
tað er neyðugt, men bert um
vit biðja. so vísir tað jú, at
hann ikki leggur so nógv i,
um vit hava tað gott, sum
hann leggur í, um vit geva
okkum undir Hann ella ei.
Men hetta er jú sjálvsagt.
Ynskti hann, at vit vóru
frísk, ella at alt var gott. so
var tað jú so, líkamikið um
vit bóðu ella ei.
3) Verri enn so øll neyðin í
heminum stendst av manna
óndskapi. Eldgos og oman-
lop, millum annað, skapa
minst líka so nógva pínu
sum ein herur, ið loypir á,
og hesi hoyra jú til Guds
undurfulla skaparverk.
Heimsins lívscyklus er jú
eisini í veruleikanum ein
sonn deyðscyklus. Er ein al-
mektigur Gudur, ið hevur
skapt alt, so kann ikki long-
ur sigast um nakað sum
helst, at “tað er bara so!";
tað er so, tí at Gud vil tað!
Lívið í náttúruni er stutt og
hart, fult av pínu, angist og
sorg. Alt gongur út uppá, at
tann veiki verður etin av tí
sterka, og hetta er Guds
vilji. Charles Darwin varð
hildin at vera ein mótstøðu-
maður av øllum morali, tá
ið hann skrivaði í bók síni
The Origin of the Species
at "tann sterkasti yvirlivir”.
Tað týdningarmikla er at
leggja til merkis, at hesin
setningur ikki er eitt herróp
("magt er ret!!"), men held-
ur ein staðfesting av einum
veruleika, sum finst í nátt-
úruni og sum tey trúgvandi
siga, at Gud hevur skapað.
Er tað Darwin, sum er tann
óndi?
Tá ið Gud so skal geva
menniskjum okkurt at eta
(eisini nakað, ið tey bert
nýtast at gera, tí at Hann
vil tað), so ger Hann av, at
maturin skal vera ein skap-
ningur, ið bæði kennir pínu,
angist og sorg, heldur enn
ikki. Eg kann halda á, men
eg haldi tað vera nóg mikið
fyri hesa ferð.
John Johannesen
Spennandi kræklinga-
royndir í Danmark
Í mong ár hava danir fing-
ist við at ala krækling í Lim-
fjørðinum. Sjålv alingin er
farin fram á botninum í
fjørdinum, og kræklingurin
er síðani dreggjaður upp.
Júst hetta seinasta hevur víst
seg at vera óheppið, tí kann-
ingar av botninum hava
víst, at dreggingin fer illa
við botninum og umhvørv-
inum har.
Í einari roynd at verja
botnin og samstundis halda
fram við alingini hava
privatir og tað almenna sett
nógvan pening í eina verk-
ætlan, har kræklingurin
verður aldur á netið, sum
liggur í sjónum. Tað al-
menna hevur latið umleið
10 mill. krónur í verkætlan-
ina, harav helmingurin
kemur frá ES. Danska stjór-
nin hevur nevliga víst verk-
æltanini stóran áhuga, tí tað
verður mett at hava stóran
týdning, um til ber at finna
ein alihátt, har tað slepst
undan at oyðileggja um-
hvørvid á botninum.
Eisini betri prís
Maðurin, sum stendur fyri
verkætlanini, fiskifrøding-
urin Jens Anton Christen-
sen, er væl nøgdur vid
gongdina higartil. Eitt er, at
tað á hendan hátt slepst und-
an at skaða ella at oyði-
leggja havbotnin, men sam-
bært jens Anton Christen-
sen er tað eisini ein sera
stórur fyrimunur, at eingin
sandur er í kræklinginum,
sum er aldur á neti. Hetta
hevur eisini víst seg at hava
sera stóran týdning fyri tað
fíggjarliga úrslitið, tí kræk-
lingurin frá nýggju alistød-
ini hevur víst seg at fáa
munandi betri prís enn ann-
ar kræklingur.
At meiri matur er í aldum
kræklingi er ikki nakað nytt,
men júst kræklingurin hjá
nýggju stødini í Limfjørði-
num hevur eisini víst seg at
hava víst seg at hava fyri-
munir í so máta fram um
annan aldan krækling. Og
tað hevur so aftur havt við
sær, at hann fær enn betri
prís.
Saman við kræklinga-
verkætlanini er onnur verk-
ætlan, har tað snýr seg um
at æla ødu. Eisini tann
royndin fer fram í Limfjørd-
inum.
Nógv skip koyra olju
DANMARK
Hóast donsku umhvørvis-
mynduleikarnir seinastu
mánaðarnar hava gjørt
meiri burtur úr at kunna um
oljudálking á havinum, er
einki, sum bendir á nakran
bata. Tey seinastu tølini frá
sjóverjuni siga, at teir fyrstu
seks mánaðarnar í ár fekk
sjóverjan 253 fráboðanir
um oljudálking á sjónum.
Í 63 fórum kannaði sjó-
verjan olju, sum rak á
havinum, og í 16 fórum
vóru menn frá sjóverjuni
umborð á skipum, sum lógu
í havn, fyri at kanna, um tey
høvdu koyrt olju á sjógvin.
Sambært frágreiðingi hjá
sjóverjuni eru 49 oljudál-
kingarmál latin umhvørvis-
mynduleikunum at taka
stødu til.
Samanumtikið = verður
sagt, at talið á dálkingarfrá-
boðanum er á leið tað sama
í havið
sum fyrra hálvár í 1998,
men sjóverjan heldur ikki,
at talan er um stórvegis
dålking, tí oljunøgdirnar eru
smáar, verður sagt.