hósdagur 19. august 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 155 - 19. AUGUST 1999
tíðindablaðið =
e-mail: eydunØsosialurin fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Lesið eisini ítróttin
á internetinum
www.sosialurin.fo
UEFA hevur framvegis
eyguni við Torsvølli
Fótbóltur: Høvdu ætlanir ikki verið um at gera bygningin við vøllin, hevði Torsvøllur ikki verið
góðkendur til altjóða dystir, sigur René Eberle, leiðari av stadiondeildini hjá UEFA. Formaðurin í
Grunninum Térsvøllur hevur eina heilt aðra uppfatan av málinum
EYÐUN KLAKKSTEIN
— Térsvøllur er nóg góður
fyribils, men vit kenna
ætlaninar og vita, at meira
skal gerast við vøllin. Ti
sleppa føroyingar at nýta
hann til altjóða dystir.
Tað sigur René Eberle,
sum er leiðari av stadion-
deildini hjá europeisku fót-
bóltssamgonguni, UEFA.
Hann hevur sjálvur verið
í Føroyum og hugt eftir um-
støðunum á Térsvølli, og
tað var hesin maðurin, sum
gav loyvi til, at altjóða dyst-
ir sleppa at verða á Tórs-
velli. Tað fyriliggur ikki
nøkur skrivlig góðkenning,
men hetta er heilt vanligt.
Góðkenningin liggur í, at
UEFA gevur loyvi til, at tað
verður spælt á vellinum.
„Í síðstu viku vidgjørdi
Ítróttar-Sosialurin tydning-
in, sum bygningurin við
Tórsvoll hevur fyri altjóða
góðkenningina av vellinum,
og tað var formaðurin í
Grunninum Tórsvøllur,
Poul Michelsen, rættiliga
fortørnadur inn á.
Hann kom við eini við-
merking í blaðnum, har
hann segði, at Tórsvellur
hevur fingið endaliga góð-
kenning frá UEFA., og hann
legði Sosialin undir at at
undirgrava Tórsvell við týð-
andi ósannindum.
Vænta bygningin
kláran næsta ár
Men á høvudssætinum hjá
UEFA heldur René Eberle
fast um tað, sum hann hevur
sagt við Ítróttar-Sosialin.
— Térsvøllur er ikki lid-
ugur enn, og sjålvt um eg
ikki skal gera tad, so havi
eg latid eyguni aftur fyri
ymsum, sum eg ikki hevdi
gjørt í stórri londum. Tí
sleppur Térsvøllur at hýsa
altjóða dystum, men vit
vænta, at bygningurin, har
skiftirúmini og onnur rúm
skulu verða, verður liðugur
næsta ár, sigur hann.
— Høvdu ætlanir ikki ver-
ið um at gera bygningin við
vøllin, hevði Torsvøllur ikki
verið góðkendur til altjóða
dystir, slær hann fast.
Hetta er væl í tráð við tað,
sum UEFA kravdi, tá gras-
vøllurin á Svangaskarði
varð gjørdur fyri sjey árum
síðani. Í upprunaligu ætlan-
ini hjá toftamonnum var
ætlanin at brúka gamla B68
húsið, men tað gekk UEFA
ikki við til. Teir kravdu, at
eitt hús varð bygt tætt við
vøllin, og hetta gjørdi, at
verkætlanin gjørdist nógv
dýrari, enn tað hevði verið
roknað við.
René Eberle heldur tað
verða undrunarvert, at før-
oyingar skulu klára at
byggja eitt stadion afturat,
og tað er hendan virðingin
fyri føroyingum, sum cr or-
søkin til, at hann hevur giv-
ið Térsvølli longri snór, enn
hann skuldi.
Formaðurin í Grunninum
Tørsvøllur sigur seg hava
fingið heilt aðrar upplýsing-
ar frá UEFA.
— Eg havi fleiri ferðir tos-
að við Ernie Walker, sum
er formaður í Teknisku
nevndini hjá UEFA, og
sambært honum kann einki
forða okkum í at spæla al-
tjóða dystir á Térsvølli i
framtíðini, heldur ikki um
— Tórsvellur er nóg
góður fyribils, men vit
kenna ætlaninar og vita,
at meira skal gerast við
vøllin. Tí sleppa
førovingar at nýta hann
til altjóða dystir, sigur
René Eberle, leiðari av
stadiondeildini hjá
UEFA. Formaðurin í
Grunninum Tórsvellur
hevur eina heilt aðra
uppfatan av málinum
bygningurin hjå FSF ikki
verdur bygdur, sigur Poul
Michelsen við Itrottar-Sosi-
alin.
Feløgini skulu geva loyvi
Bygningurin við Tørsvøll,
sum málið snýr seg um, skal
hýsa skiftirúmum, vátrúm-
um, dopingrúmi, læknarúmi
og rúmum til fjølmidlarnar,
og sambært okkara upplýs-
ingum hevur hesin bygning-
ur avgerandi týdning fyri,
um føroyingar í framtíðini
eisini skulu sleppa at spæla
altjóða dystir á Torsvølli.
Veggirnir til bygningin
eru settir upp, men arbeiðið
liggur stilt í løtuni, og ikki
er greitt, nær bygningurin
verður liðugur. Sambært
ætlanini fyri Tórsvoll skal
Fótbóltssambandið byggja
bygningin, men har er enda-
liga avgerð ikki tíkin um,
hvussu FSF skal verða við.
Formaðurin í FSF, Torleif
Sigurðsson segði í síðstu
viku við Ítróttar-Sosialin, at
tað verður føroyskur fót-
bóltur, sum kemur at gjalda
fyri Torsvøll, hvussu tað so
enn víkir og vendir, og tí
heldur hann at besta loysnin
hevði verið, um FSF yvirtók
alla verkætlanina.
Um Fótbóltssambandið
skal brúka fleiri pengar í
Tørsvølli, so skal ein aðal-
fundur ella eykaaðalfundur,
har føroysku feløgini at-
kvøda, geva loyvi til tad. I
løtuni hevur nevndini i FSF
loyvi at brúka upp til 2,5
mió. kr. i Torsvølli, og teir
pengarnir eru nyttir.
Vit hava fylgt
øllum krevum
Poul Michelsen tviheldur
um, at Tórsvellur hevur
fylgt øllum krøvunum frå
UEFA, og hann hevur eisini
eina heilt adra søgu um
Térsvøll, enn leidarin av
stadiondeildini hjå UEFA
hevur.
— UEFA hevur sett okk
Framhald å
næstu síðu