Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 8 - 13. januar 2005 Barnaheimið søkir eftir 2 pedagogum Barnaheimið søkir við hesum eftir avloysarum fyri starvsfólk sum fara í farloyvi. Bæði størvini eru á Barna- og ungdómsdeildini. Størvini eru ávíkavist frá 01.02.2005 - 30.11.2005 og frá 15.04.2005 - 15.07.2005. Tey, ið sett verða í av- loysarastørvini, skulu starvast í skiftandi vaktum á Barna- og ungdómsdeildini, har tað er pláss fyri 6 børnum í aldrinum 12 - 18 ár. Harumframt er eitt bráðfeingispláss. Tey,ið sett verða,skulu hava viðkomandi útbúgving og helst arbeiðsroyndir. Somuleiðis skulu tey kunna arbeiða sjálvsstøðugt. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 27.01.2005. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Djóna N. Joensen, deildarleiðara ella Beintu Johannesen, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda við Steinsgøta 10 100 Tórshavn Regluligu bygdarráðs- fundirnir 2005 Sagt verður frá, at bygdarráðsfundirnir fyri árið verða hildnir á kommunuskrivstovuni kl. 19.00 hesar dagar: Mánadagin 14. februar Mánadagin 15. august Mánadagin 7. mars Mánadagin 5. september Mánadagin 4. apríl Mánadagin 3. oktober Mánadagin 9. mai Mánadagin 24.oktober Mánadagin 13. juni Mánadagin 14. november Fríggjadagin 2. desember (kl. 16.00) Mál, sum ynskjast viðgjørd á bygdarráðsfundi, mega verða bygdarráðnum í hendi 14 dagar áðrenn fundin. Kvívíkar bygdarráð Læknaskrivari Á Skurðdeplinum er fulltíðarstarv sum læknaskriv- ari leyst at søkja til setan 1. mars 2005 ella eftir avtalu. Førleikakrøv: • útbúgving sum læknaskrivari • tænastusinni • dugir at raðfesta arbeiðið,sum til tíðir er krevjandi • góð samstarvsevni • góður røkjuskapur • teldukunnleiki Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Metu Askildsen, leiðandi læknaskrivara, telefon 304500, lokal 5121. Umsóknarfreistin er 1. februar 2005 kl. 12.00. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við- mælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk« Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Sjúkrarøktar- frøðingar Á D2 eru tvey fulltíðar avloysarastørv fyri sjúkrarøktarfrøðingar í barnsburðarfarloyvi leys at søkja: • Sjúkrarøktarfrøðingur frá 1. mars til og við 31. august 2005. • Sjúkrarøktarfrøðingur frá 16. mars til og við 30.september 2005. Deildin er ein akut viðgerðardeild. Á deildini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, pleygarar og heilsu-røktarar.Deildin er ein áhugaverd deild við nógvum avbjóðingum.Vit raðfesta samarbeiði og trivna høgt, og at starvsfólkið er í støðugari menning og arbeiða áhaldandi at betra um tera- peutiska umhvørvið á deildini. Arbeitt verður eftir kontaktpersónaskipanini og miljøterapeutiskum meginreglum. Deildin hevur tætt samstarv við aðrar fakbókar, bæði innan- og uttanhýsis. Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Fe- lagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar- málaráðið. Upplýsingar um starvið: Meira um starvið fæst at vita við at venda sær til Birgit Andersen, deildarleiðara á D2 tlf. 304500, lokal 4002 ella til Bergit Weihe, leiðandi sjúkra- røktarfrøðing, lokal 4102, ella e-post bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 27. januar 2005 kl. 12.00. Skrivlig umsókn, merkt "umsókn til starv" við avriti av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk" Starvsfólk til Miðstøðina fyri minnisveik Søkt verður eftir starvsfólki, til demensdagtil- haldið við Dalavegin, at seta sum skjótast. Dagtilhaldið er opið í dagtímunum allar yrkadagar. Vit bjóða Eitt áhugavert og avbjóðandi starv innan demensøki, har arbeitt verður eftir nýggjum umsorgsteoriunum, sum stimbra tann sjúka psykososialt. Eitt starv har tú ert við til at røkka settu málum og at seta tín dám á stovnin. Førleikakrøv - hug og hegni at vera um persónar við demens - ávísa vitan og/ella royndir innan demens - vera fleksibil, positivur og hava góð samstarvsevni - hava tol og empati Til starvið krevst útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, ergoterapeutur, heilsuhjálpari/-røktari, pedagogur ella onnur líknandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur at hava eftirútbúgving sum demenssamskipari. Miðstøðin fyri minnisveik er ein 2 ára long royndarverkætlan. Starvið er tí tíðaravmarkað til 30. juni 2006. Møguleiki er fyri niðursettari tíð. Løn sambært Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ernu Háberg, leiðara á tlf. 318102 ella 228004. Frágreiðing um verkætlanina stendur at lesa á www.alzheimer.fo Umsóknarfreistin er hósdagin 27.januar 2005. Umsókn saman við viðmælum, upplýsing um útbúgving og royndir skal sendast til: Miðstøðin fyri minnisveik Dalavegur 4 FO 100 Tórshavn Kunngerð Almennu býráðsfundirnir hjá Vágs býráð í 2005, verða hesar dagar: Týsdagin 25. januar Týsdagin 8. februar Týsdagin 8. mars Týsdagin 26. apríl Týsdagin 24. mai Týsdagin 21. juni Týsdagin 20. september Týsdagin 18. oktober Týsdagin 8. november Týsdagin 6. desember Fundirnir eru settir at verða kl. 17.30 um ikki annað verður fráboðað. Vágur, tann 11. januar 2005 Vágs býráð