Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 13. januar 2005 27 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góði fitti Markus Hjartaliga tillukku á 1 ára føðingardegn- um. Jesus pápi signi framtíð tína. Vit elska teg. Bestu heilsanir omma og abbi Góða fitta Sólja Vit ynskja tær hjartaliga til- lukku við 8 ára degnum ídag. Jesus pápi signi framtíð tína. Minnist tú henda deiliga túrin? Jóhanna, Elmar, Kristin, Filip, mamma og babba Góði tit bæði Hjartaliga tillukku við silvurbrúðleypsdegnum 12. jan. Alt gott í framtíðini ynskja vit tykkum. Heilsan døtur, svigarsynir og lítla Rebekka Eg og for- eldur míni takka hjarta- liga øllum tykkum, sum mintust til mín á fer- mingardegn- um 10. okt. 2004. Gott nýggjár. Heilsan Gurið Kallsberg Kristiansen, Vágur Góði Hanus Hjartaliga tillukku við føðingar- degnum. Vónandi fáa vit onkran góðan túr í summar. Bátsfelagin Í mars mánað kemur nakað so forkunnugt sum eitt nýtt føroyskt mentanartíðarrit á gøtuna. Tað er við- merkjarin og høv- undurin, Kim Simon- sen, sum verður blaðstjóri á nýggja blaðnum Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo – Føroyska bókmenta- og listaumhvørvið vantar bók- menta- og listakritikk, tí í løtuni er einki tíðarrit, ið tekur sær av list og bók- mentum. Hetta ger, at mangt, sum er vert at lesa og lurta eftir, ikki verður viðgjørt, sigur Kim Simon- sen, blaðstjóri á nýggja tíðarritinum Outsider Mag- azin, í tíðindaskrivi. Ikki ein provokatión Herfyri skipaði Rithøv- undafelagið í Føroyum fyri fundi í Norðurlanda- húsinum um hetta evnið, har tey kjakaðust um støð- una hjá føroyskum ummæl- um. Seinni varð evnið tikið upp aftur í Fimmarinum. Ein av niðurstøðunum hjá panelinum og teimum spurdu í sendingini var, at ein triðingur ella ein helvt av bókunum, ið koma út í Føroyum, ikki vóru borð- barar. Fleiri ferðir varð tí eftirlýst eitt modernað tíð- arrit fyri list og bókmentir, ið kundi taka sær av at menna eitt kjak um bók- mentir og list í mun til føroyska samfelagið í dag. Kim Simonsen heldur tað tí vera í tøkum tíma, at farið verður undir at geva út eitt nýtt føroyskt tíðarrit, ið skal eita OUTSIDER Magazin. – Hetta er ikki meint sum eitt provokerandi blað. Navnið ber bert í sær ta vitan, at tað er uttanfyri, at alt hendir í dag, og skal man hava nakran týdning, er tað ikki verri at hava eitt altjóða áhugavert navn, sigur Kim. Outsidarin á pallin – Ummæli eru neyðug, men tey eiga ikki at standa einasmøll, tí veruligur krit- ikkur og kjak er annað og nógv meiri enn ummæli í bløðum. Neyðugt er, at vit hava bløð, ið tora at gera eina heildarmeting av bók- mentum og list. Teir bestu filmarnir koma út uttanfyri tey stóru feløgini, kendur tónleikur er komin frá outsidarum, og tey smáu londini í heiminum hava ofta teir bestu høvundarnar o.s.fr. Vit kunnu siga at í 20. øld varð outsidarin in, sigur Kim Simonsen. Ritstjórnin á Outsider vil fegin hava fólk at skriva søgur, yrkingar og greinar til blaðið, sum eisini miðar ímóti at skapa nakað heilt nýtt og serliga stimbra tey ungu til at skapa og skriva. Hesi skula kunna skriva nýggjar yrkingar, stuttsøg- ur og annað, sum blað- stjórnin prentar, um hon heldur tilfarið vera nóg gott. – Eitt av okkara enda- málum er eisini at skriva norðurlenskar og enskar tekstir um føroyska list og bókmentir, ið vit serliga leggja á heimasíðuna. Hetta gera vit fyri at økja um kunnleikan um før- oyska mentan í Norður- londum og kring heimin. – Vit hava kanska ongar føroyskar nútíðarbókment- ir, tí ongin torir at skriva tær! Vónandi kunnu vit við hesum blað gera mun, sigur nýggi blaðstjórin, Kim Simonsen. Haldarar kunnu tekna seg á kimsimon- sen@hotmail.com ella við at skriva til Bispebjerg Bakke 1.5.501 2400 Kbh. NV. Ella via tlf. +45 35820202 Longu nú ber til at fáa meir at vita um Outsider á heimasíðuni w w w. 1 2 3 h j e m m e - side.dk/outsider, sum eftir bert trimum døgum hevur havt 1300 vitjandi. Nýtt tíðarrit: Outsidarin er in