fríggjadagur 20. august 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 156 - 20. AUGUST 1999
- Slogvid er
tidindabladid
eingin trupulleiki
Bingjurnar hjá Sigfríði Vórðhamar eru fløskutættar, og tí eiga als ongir trup-
ulleikar at vera av at flyta fiskaslógv norður um fjórð við Smyrli um rætt
verður farið fram. Hetta sigur Harld Eirikstoft, stjóri á fiskavirkinum Hamra-
nesi í Hvalba
JOHN JOHANNESSEN
Stjórin á fiskakvirkinum
Hamranesi í Hvalba er vísur
í, at ein loysn verður funnin,
so slógv aftur verður flutt
norður um Suðuroyarfjørð
við Smyrli. Grundgeving
hansara er, at fiskaslógvið
als ongar trupulleikar voldir
á biladekkinum umborð á
Smyrli, um farið verður
fram á rættan hátt.
— Vit hava flutt slógv
norður til Havsbrún í Kolla-
firði í hálvtannað ár, og vit
hava aldri havt stórvegis
trupulleikar av hesum.
Bingjurnar, Sigfríður Vorð-
hamar nýtir til flutningin
eru púra fløskutættar, og tí
rennur als einki fiskaslógv
úr teimum, sigur Harald Ei-
rikstoft.
Orsøkin til, at fiskaslógv-
ið bein nú er vorðin ein
trupulleiki er sambært Har-
aldi Eirikstoft tann, at bæði
ferðafólkaflutningurin og
farmaflutningurin við
Smyrli hevur verið so mikið
stórur í summar, at pláss
rætt og slætt ikki hevur ver-
ið umborð fyri bingjunum
við fiskaslógvi. Tí hava tær
staðið á bryggjuni í sólar-
hitanum í dagavís, meðan
bíðað hevur verið eftir ein-
um túri, har pláss er at taka
tær við. Men meðan bing-
urnar hava staðið á bryggj-
uni í nógva sólarhitanum, er
gerðing farin fram í slógv-
inum, og tískil eru bingj-
urnar brostnar, so tær eru
farnar at leka.
Bingjurnar eru tættar,
sigur stjórin á
flakavirkinum í Hvalba
Flytast hvønn dag
— Um slógvið verður ført
hvønn dag fekst, er lítil og
eingin luktur av tí, og heldur
ikki rennur evja úr bingj-
unum, tí tær eru jú fløsk-
utættar. Tá er eingin munur
á at føra slógv og at føra
feskan fisk. Lukturin er tann
sami, og um føroyingar ikki
tola fiskalukt, kunnu teir
bara flyta av landinum. Tað
er jú fiskurin, ið heldur okk-
um uppi.
Í løtuni landa tveir trol-
arar hjá Hamranesi í Hval-
ba, og tískil fær virkið eisini
væl av slógvi teir næstu
dagarnar. Men hetta heldur
stjórin ikki vera nakran
trupulleika.
— Vit fylla slógvið í bingj-
urnar, ið vit hava til enda-
málið, og tá bingjurnar eru
fullar, flyta vit tær norður
um fjørð, so tær koma til
Fuglafirðar. Eg eri nevniliga
vísur í, at ein loysn verður
funnin á málinum, og vænt-
andi verður hon funnin
longu í dag, sigur ein av-
gjørdur Harald Eirikstoft.
Hinvegin ivast stjórin á
Hamranesi i, um SL í veru-
leikanum hevur loyvi at
nokta at flyta slógv. Hann
sigur, at tá felagið hevur
einkarætt til sjóvegis flutn-
ingin millum oyggjarnar,
eigur tað eisini flyta tað, ið
flýtast skal. Harafturat held-
ur hann, at SL átti at havt
fund við fiskavirkini og
Heilsufrødiligu Starvsstov-
una áðrenn noktað varð at
flyta slógv. Tá kundi ein
loysn longu verið funnin.
Men hann leggur dent á, at
tað als ikki nyttar at keglast
um sokallaða slógvtrupul-
leikan, tí um fólk seta seg
niður við góðum sinni at
loysa hann, so kann hann
verða loystur beinan vegin.
Fíggjarlig hóttan
Slógvtrupulleikin rakar oll
fiskavirkini í Suðuroynni.
Og verður eingin loysn
funnin á málinum, kann
hetta gerast ein fíggjarlig
hóttan hjá virkunum. Men í
løtuni hava virkini ikki so
nógv at gera, og sostatt er
heldur ikki so nógv slógv.
Á Sancy Seafood í í Vá ági av-
skipaðu tey fisk í gjár, og í
dag er einki virksemi á virk-
inum. Tað sama er galdandi
fyri Delta Seafood á Tvor-
oyri. Men stjórin á Delta
Seafood, Magnus Jesper-
sen, sigur kortini, at verður
ein loysn ikki funnin, so
slógv aftur kann førast um
fjørdin sum skjótast, merkir
hetta, at virkið missir nógv-
an pening, og tað hevur tað
ikki ráð til. Tó væntar hann
trupulleikan at verða loyst-
an í næstum.
PRISDØMI:
-30%
NOA NOA
Silkiblusa, buksur
Fyrr: 848,- NU: 499,-
Viskosufrakkar
Fyrr: 599,- NÚ: 299,-
NORA SR
Cowboy kjólar
stuttir, langir
Fyrr 399,- NÚ: 199,-
SOS
Eee
Canvastaskur
Fyrr: 118,- og 99,-
NU: 88,-
BUKSUR ;
Fyrr: 599,- og 488,- NU: 299,-
ANORAKKAR, JAKKAR
Fyrr: 399,- NU 199,-
SELSKABSTASKA
Off-white, svart broderi
og perlur vanl. 188,-
NU 99, = (avm. nøgd)
29
| í Tréndargøtu - tlf. 318200 | tlf. | í Tréndargøtu - tlf. 318200 | 00