fríggjadagur 20. august 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
|
|
|
í
þ
}
j
i
4 tidindabladid 507
fr —WIK—ÞSSEE—
Rovndarborinearnar í sambandi við Vågatunnilin er um at vera lidnar, og tað sær út til, at tilfarið er í lagi
g 8
Góð útlit fyri —
Vagatunlinum
Væl er komið áleiðis við royndarboringunum til unmdirsjóvartunnilin um
Vestmannasund, og higartil bendir alt á, at tilfarið er nóg sterkt til at bora
tunnil gjógnum
JOHN JOHANNESSEN
royndarboringarnar til und-
irsjóvartunnilin um Vest-
mannasund lidnar. Tó er úr-
slitið av boringunum enn kannast gjølla áðrenn end-
ikki heilt klárt, ti kjarnurnar, = aliga úrslitið kann leggjast
ið tiknar eru upp, skulu fram. Men alt bendir á, at
Komandi sunnudag eru
Kjarnurnar síggja út til at vera góðar, men enn er eftir at senda tær til gjóllari kanningar
úrslitið av kanningunum
verður gott. Kjarnurnar sýn-
ast at vera sterkar, eins og
væntað, og vísa neyvari
kanningar ikki tað øvugta,
er einki í vegin fyri at bora
tunnil undir Vestmanna-
sundi.
Framkomin tekni
Tað er eitt norskt felag, ið
hevur staðið fyri kjarnubor-
ingunum, ið gjørdar eru í
Kvívík og har um leiðir. Av
ti, at framkomin tøkni og
drúgvur og neyvur kunn-
leiki skal til, fyri at gera
slíkar boringar, valdi felagið
Vágatunnilin at biðja um
tilboð frá einum íslendskum
og tveimum norskum fel-
øgum, ið oll hava drúgvar
royndir innan slíkar kjarnu-
boringar. Svar kom frá báð-
um norsku feløgunum, og
tikið varð av tí lægra til-
boðnum.
Við framkomnu bortút-
gerðini er møguligt at bora
vatnrætt fleiri hundrað met-
rar niðri. Og tað er júst
hetta, ið er gjørt. Borað er
niður har loftið á tunnilinum
kemur at vera, og síðani er
borað vatnrætt fleiri hund-
rað metrar undir loftinum á
komandi tunnilinum.
Fyri at bera skal til at bora
vatnrætt verður fyrst borað
á skák við einum vinkuli á
54 stig, og síðani verður
borin stigvíst bendur á, til
hann liggur vatnrættur tá
komið er einar 200 metrar
niður.
Dávur Reinert Hansen,
stjóri í felagnum Vágatunn-
ilin, sigur, at saman við seis-
misku kanningunum, ið fyrr
eru gjørdar í sambandi við
ætlanina um undirsjóvar-
tunnil um Vestmannasund,
fara kjarnuboringarnar at
geva eina neyva mynd av
tilfarinum undir sundinum.
«+
Hann sigur, at allar kjarnur-
nar, tiknar eru upp, eru
merktar, so tad sæst hvørj-
um dýpi og hvaðani tær eru
frá. Hetta ger tað lætt at
samanbera tær nágreiniliga
við seismisku úrslitunum
frá teimum ávísu støðunum.
Burturúr hesum fæst at vita,
hvat slag av tilfari er í
hvørjum dýpi. Tískil ber
eisini til at meta um tilfarið
longri úti í tunnilinum, har
kjarnuboringar ikki eru
framdar. Tá er lætt at lesa
seismikkin av, tá ber
nevniliga til at halda seg til,
hvussu seismisku kanning-
arnar og kjarnuboringarnar
longri inni hóskaðu saman.
Eisini í Vagum
Kjarnurboringarnar, gjørdar
eru á hesum sinni, eru allar
framdar úr Eysturoynni, og
fevna tær um einar 400 met-
rar. Hetta merkir, at boring-
arnar hava fylgt sjálvum
tunnilinum fleiri hundrað
metrar, um ikki allar 400
metrarnar.
Fyrr eru kjarnuboringar
eisini gjørdar Vágamegin.
Hesar vórðu gjørdar seinast
í åttatiårunum, tá arbeitt
varð við ætlanini um tunnil
undir sundinum. Har vórðu
fýra kjarnuboringar gjørdar,
ið allar stóðu á skák.
Dávur Reinert Hansen
sigur, at boringarnar, nú eru
framdar, eru gjørdar fyri at
stuðla teimum fyrru boring-
unum, og tá hesar eru lidnar,
skuldi borið til at gjørt eina
nágreiniliga meting um til-
farið, ið ein komandi tunnil
undir Vestmannsundi skal
spreingjast fgjøgnum. Sum
nú er, síggja kjarnurnar út
til at vera góðar, men end-
aliga svarið fæst ikki fyrr
enn í september, tá allar
kanningar av kjarnunum eru
lidnar.
Framkomna tóknin ger, at tað ber til at bora vatnrætt undir, har tunnilin skal vera