Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 157 - 21. AUGUST 1999 Finnbogi Arg e, landsstyrismadur í samferðslumálum tíðindablaðið - Vestmanna fær pen- ing fyri ferjuleguna Landsstýrismaðurin í samferðslumálum sigur seg hava gjórt sítt til, at Vestmanna Kommuna ikiki skal hava ov stórar útreiðslur av ferjuleguni. Millum annað er nýggj kunngerð lýst, ið hækkar skipa- og vórugjaldið fyri strandfaraskipini úr 372.000 til 600.000 krónur árliga JOHN JOHANNESSEN — Tá sagt verður, at einki hendir í málinum um ferju- leguna í Vestmanna, er hetta skeivt. Tað er nevniliga hent nakað. Vit hava lýst eina kunngerð, har skipa og vør- ugjøldini fyri Strandfara- skip Landsins í innanoyggja sigling hækka munandi fyri ferjuleguna í Vestmanna. Talan er um eina hækking úr 372.000 til 600.000 krón- ur. Hetta er hægsta hækk- ingin, nókur kommuna hev- ur fingið, so tá sagt verður, at einki hendir og at komm- unan ikki fær meira pening fyri nýtsluna av ferjuleguni, er hetta skeivt. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum sigur seg hava gjørt sítt til at loysa málið um ferjuleguna. Men hann er kunnugur um, at kommunan er 6nøgd við, at skipa- og vørugjøldini ikki hækka við afturvirkandi megi. Kommunan ynskti nevniliga eina ajourføring aftur til fyrsta januar. Men sambært kunngerðini hækka gjøldini frá 1. juli í ár. Landsstýrismaðurin sig- ur, at tað rætt og slætt ikki bar til at seta kunngerðina í gildi við afturvirkandi megi. Landsstýrið vildi nevniliga ikki, at lóggevast skuldi við afturvirkandi megi. Fyri at tað skal bera til at gjalda Vestmanna Komm- unu hækkaða skipa- og vør- ugjaldid, hevur Finnbogi Arge bidid um eydkajåttan, og fer hendan i tingid i næstum saman vid umsókn- ini um eyðkajáttan til skála- fjarðasiglingina. Gjalda fyri bilarødina Frammi hevur verið, at SL nýtir økid við ferjuleguna, sum Vestmanna Kommuna eigur, til bilarødirnar til ferjurnar um Vestmanna- sund. Men sambært lands- stýrismanninum, rindar landið leigu fyri alt økid. Goldnar verða 30 krónur fyri hvønn fermetur um árið. Gjørt er greitt, hvussu stórt øki verður nytt, og síð- ani eru prísirnir ásettir eftir einum ávísum krónutali fyri hvønn fermetur. Hetta gjald er hækkað úr 22 krónum fyri fermeturin til 30 krónur fyri fermeturin. Finnbogi Arge sigur seg ynskja at leggja dent á, at landsstýrið rindaði 75 pro- sent av fløguni, tå ferjulegan varð bygd á sinni. — Tað kemur ov sjáldan fram, at landsstýrið hevur goldið 75 prosent av allari íløguni til ferjuleguna. Tá peningurin skuldi gjaldast kommununi var ein åvis 6- semja, ið gjørdi, at ein av- markað upphædd ikki varð rindað kommununi nóg skjótt. Tað er helst tí, Vest- manna Kommuna hevur víst á, at hon hevur mist pening av ferjuleguni. Men hetta er ikki nakað, eg sum landsstýrismaður í sam- ferðslumálum kann játta at gjalda kommununi fyri, vis- ir landsstýrismaðurin á. Finnbogi Arge sigur, at um kommunan vil fáa eitt ávíst endurgjald fyri pen- ingin, hon misti av hesum, skal hon í gongd við eina viðgerð, har øll gongdin verður lýst út í æsir, og so mugu báðir partar finna eina loysn. Men hann leggur dent á, at hetta tekur tíð, og tískil kann kommunan ikki vera ótolin. — Eg skilji tó væl, at kommunan ótolnast, men tey mugu skilja, at vit hava nakrar givar rammur, ið vit eru noydd at arbeiða eftir. Tað er løgtingid, ið avger, hvussu langt kann farast peningaliga. Breitt mál Eftir øllum at dóma er málið um ferjuleguna í Vestmanna ógvuliga víttfevnandi. Tí- skil fellur tað ikki bert undir samferðslumál, men eisini undir kommunumál. Sum skilst hevur skuldin hjá kommununi sín stóra leiklut í málinum. — Trupulleikin hjá Vest- manna Kommunu er, at hon er ónøgd við, at hon ikki kom við undir tann bólkin av kommunum, ið kundi sleppa at avskriva ein part av skuldini. Vestmanna Kommuna lá jú beint niðan- fyri markið á 23 prosent. Hetta er nakað, ið tann, ið hevur við kommunumál at gera, eigur at taka sær av. Her røkkur mítt vald sum landsstýrismaður í samferð- slumálum ikki. Tískil verður tosað um fleiri mál í einum, men landsstýrismaðurin ásannar, at gjøldini skipa- og havna- gjøldini hava verið ov lág, men sigur hann, at orsøkin til, at tey ikki eru hækkað fyrr enn nú er trupla fíggj- arliga stødan, sum alt landið var í fyri fáðum árum síðan. Nær málið um ferjuleg- una í Vestmanna verður endaliga avgreitt ber ikki til at siga, men bygdaráðsfor- maðurin í Vestmanna, Gunn Joensen, vónar, at hetta verður skjótt. Nú hava tey bíðað so leingi, uttan nakað er hent, og er vón teirra tí- skil, at komandi fundir við landsins myndugleikar fara at geva úrslit. Atlantic Airways flýgur tykkum beinleiðis til Keypmannahavn... Keypmannahavn, býurin við teimum mongu møguleikunum. Vit halda okkum kenna hann so væl Í veruleikanum rúmar hann nogv fleiri møguleikar enn vit vanliga geva okkum far um Gist verður á Top Hotel Hebron. ið er eitt 3* hotel sum liggur á s1dugøtu til Vesterbrogade. nær Tivoli Scala og Planetarium Í dupultkamari á Top Hotel Hebron FRÍGGJADAG TIL MÁNADAG Fyri hvonn...........Kr. 3710,- Íroknað eitt atgongumerki til Tivoli hoknad prisin e er 'Rogferð við ) ferdaavgjøldum og innivist i tivid morgunmsti. > Skotland - Vikuskiftisferð 1 til Aberdeen Aberdeen er kendur fyri sínar góðu handilsmøguleikar, men eisini er býurin kendur sínar vøkru parkir og urtagarðar, søguligu bygningar og søvn… Gist verður á Skene House, id liggur nær midbynum, nærhendis Union Street og St Nicolas Street vid teimum mongu handlunum pubbunum og matstovunum Prisdømi: 6 fólk í íbúð HÓSDAG TIL MÁNADAG Fyri hvonn...Kr. 2835.- „ froknað prísin er flogferð við ferðaavgjaldum og innivist á á Skene House í heim við Atlantic ere ee Sí annars øll okkara góðu tilboð í blaðnum "Út í heim" Ferðirnar kunnu bíleggjast á øllum ferdaskrivstovum kring landið. G Atlantic Airways Tel 333 900 - Fax 333 380 TEL 355 355 GS SANSIR soslalinum