leygardagur 21. august 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 157 - 21. AUGUST 1999
Felagið fyri yngri læknar:
tíðindablaðið
Lønirnar alt ov lágar
Sum lønar- og arbeiðsviðurskiftini eru í Fóroyum í løtuni, so ber yvirhøvur
ikki til at fáa læknar til Føroya at arbeiða. Og teir sum eru, teir fara uttan-
lands, ti har eru bæði løn og arbeiðsumstóður munandi betri. Tí krevur felag-
ið hjá yngru læknunum, at Fíggjarmálastýrið letur teir fáa munandi meir í
lónarposan
SVEINUR TRÓNDARSON
Í gjáramorgunin fóru fel-
agið fyri yngri læknar og
lønardeildin hjá Fíggjar-
málastýrinum aftur til sam-
ráðingarborðið.
Lønarsåttmålin millum
partarnar gekk út 31. maí
og partarnir samráddust
tvær ferðir fyrst í juni mån-
aði.
Seinnu ferðina var avgjørt
at útseta samráðingarnar til
20. august, og í gjár var so
aftur farið í gongd.
Sum skilst so er rættiliga
langt millum partarnar.
Felagið fyri yngru lækn-
arnar vil hava eina lønar-
hækking, sum ger, at aðrir
ungir læknar aftur fáa hug
at søkja størv í Føroyum,
men Figgjarmålastyrid hev-
ur læst seg fastan å tey 6,5
prosentini, sum hini fakfel-
øgini hava fingið.
Sosialurin skilir, at verður
tað úrslitið, so fara lækn-
arnir til hús.
Ikki bara løn
Men tad er ikki bara lønar-
vidurskiftini, sum yngru
læknarnir eru ónggdir við.
Tá ein lækni fær starv á
donskum sjúkrahúsi, verður
syrgt fyri at hann fær bústað
og at børn hansara fáa ans-
ing.
Soleiðis er ikki í Føroy-
um, og tað ger bara umstød-
urnar uppaftur verri, sigur
Jens Andreasen, formaður í
felagnum hjá yngru lækn-
unum.
Tað vil siga, at tit eisini
vilja hava hesi tingini upp
á pláss áðrenn ein nýggjur
sáttmáli verður gjórdur?
— Vit hava tosað um hetta
fleiri ferðir áður, men tað
kemur bara ongan veg. Nú
skal okkurt henda, sigur
hann.
Hann leggur afturat, at
trupulleikin hjá læknunum
er, at teirra vaktir ofta er í
eitt døgn í senn, og tí skal
barnaansing til.
— Vit hava ikki møguleika
at bíða. Hetta hava tey
funnið út av alla aðrastaðni
enn i Føroyum, sigur Jens
Andreasen
Lønirnar nógv lægri
Jens Andreasen hevur áður
greitt Sosialinum frá, at løn-
kemur Hvitabok
Um stutta tíð verður Hvítabók almannakunngjørd og tað
er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at samfelagið alt
sum tað er, bíðar í spenningi eftir mest umtalaðu føroysku
bókaútgávu nakrantíð. Bókini, sum skal vera grundarlag-
ið undir framhaldandi kjakinum um ríkisrættarligu stóðu
Føroya
SVEINUR TRÓNDARSON
Hvítabók, sum samgongan
hevur fingið nakrar arbeiðs-
bólkar at gera, er liðug.
Bókin verður í løtuni prent-
að og tann fyrsta september
verður bókin almannakunn-
gjørd.
Tað var í fjør, at lands-
stýrið setti nakrar arbeids-
bólkar við tí endamálið at
greina út øll viðurskifti
millum Føroyar og Dan-
mark.
Búskaparbólkurin, sátt-
málabólkurin og fyrisiting-
arbólkurin skuldu venda tí,
sum vendast kundi fyri at
full greiða kundi fáast á við-
urskiftunum landanna mill-
um.
Endamálið við arbeiðn-
um hjá teimum trimum ar-
beiðsbólkunum var, at teir
skuldu veita politikarum og
fólki annars eitt gott og trygt
grundarlag at byggja eitt
kjak á í sambandi við tær
broytingar, sum standa fyri
framman í ríkisrættarligu
støðu Føroya.
Tað er greitt, at tá so nógv
er at fara um, so kann eisini
væntast, at tað verður eitt
stórt verk, sum spyrst burt-
urúr, og í so máta er Hvíta-
bók einki undantak.
Bindini verða trý í tali, og
tey, sum ætla sær at lesa alt,
skulu seta av góða tíð, tí tað
verða eini 1000 síður at fara
um.
Nú verður tað kortini ikki
neyðugt, at venda hvørji
blaðsíðu um ein ætlar sær
at fáa eina mynd av tí sum
stendur í ritunum. Utgávan
er soleiðis løgd til rættis, at
allar niðurstøður vera savn-
aðar í fyrsta bindið sum,
sum skilst, verður upp á um-
leið 150 síður.
Uttanlandsnevndin
fyrstu frågreidingina
Sum sagt, so verdur Hvita-
bók almannakunngjørd 1.
september, men longu i
næstu viku fær Uttanlands-
nevndin hjå løgtinginum
eina frågreiding um tad,
sum i henni stendur.
Landsstýrismaðurin við
sjálvstýrismálum fer saman
við teimum, sum hava stað-
ið fyri arbeiðinum at greiða
Uttanlandsnevndini frá
teimum politisku málunum
og frá arbeiðinum við at
gera Hvítubók.
Skotbráið at viðgera tað
sum stendur í Hvítubók
verður ikki serliga langt.
Samgongan hevur sett
sær fyri at fara undir sam-
ráðingar við donsku stjórn-
ina í oktober mánað, men
áðrenn tað skal Hvítabók til
aðalorðaskiftið í tinginum.
Hóast tíðarbilið fram til
oktober mánað ikki er so
langt, so merkir tað ikki, at
umsitingin nústaðni fer
undir fyrireikingarnar til
samráðingar við donsku
stjórnina.
Ein partur av arbeiðssetn-
inginum hjá såttmålanevnd-
ini var, at gera eitt sáttmála-
uppskot og eisini at gera eitt
samráðingarupplegg til
samráðingar við danir.
Hetta er gjørt, men av ti
at samgongan heldur kortini
tætt inn at kroppinum, verð-
ur hetta upplegg ikki al-
mannakunngjørt saman við
Hvítubók.
Tað verður nakað, sum
samgongan eftir øllum at
dóma sleppur at hava fyri
seg sjálva.
Tó so, Uttanlandsnevndin
hjá løgtinginum fær nokk at
vita hvat stendur í upplegg-
inum, tí sambært nýggju
stýrisskipanarlógini skal
landsstýrið rådføra seg við
neyndina áðrenn hon fer
undir samrådingar, sam-
stundis sum nevndin eisini
skal gera tilmæli í uttan-
ríkismálum.
irnar hjá yngru læknunum í
Føroyum eru nógv lægri
enn tær eru í Danmark.
Í veruleikanum eru
nakrar túsund krónur á
muni í Føroyum og í Dan
mark, og tað sigur seg
sjålvt, at tú fært ikki nýggjar
ungar læknar henda vegin,
tá bæði lønin er væl lægri,
og tå familjuumstødurnar
eru so nógv verri, sigur
hann.
Jens Andreasen sigur eis-
ini, at tey í felagnum eru
bangin fyri, at fer lónin ikki
munandi upp nú, so verður
munurin til »danskar lønir«
kanska eini fimtan prosent
og tað kunnu tey als ikki
góðtaka, sigur Jens Andre-
asen, formaður hjá yngri
læknum i Føroyum
SLAG
Ford
Ford
Ford
Ford
Ford
Ford
Ford
Ford
Ford
Escort 1,8D
Escort 1,6i CLX
Escort 1,6i CLX |
Escort 1,6i CLX
Mazda 323 1,5i
Fiesta 1,8D
Ford — Fiesta 1,3 aut.
Í
GG Í
Ford
Fiesta 1,8D
5
(il sølu!
MODELL
Mondeo
Escort 1,6i CLX
Escort 1,6i Stw
KM
125.000
15.000
28.000
123.000
73.000
49.000
70.000
78.000
127.000
43.000
153.000
ALDUR PRISUR
94
96
95
95
96
96
95
97
97
92
á
91
Er ongin brúktur bilur í býti, verður
STÓRUR AVSLÁTTUR givin
OPIÐ ER: MÁNADAG-FRÍGGJADAG
KI. 08.00-17.00
OPIÐ VERÐUR LEYGARDAGIN 21/8
KL. 10.00-15.00
P/f Wenzel
105.000
115.000
109.000
109.000
105.000
105.000
99.000
95.000
89.000
70.000
69.000
59.000
Akranesgeta 5
FO 100 Tórshavn
Tlf. 313873 - Fax 311173