leygardagur 21. august 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 157 - 21. AUGUST 1999
tíðindablaðið
9
Gunnar Mohr nýggjur stjóri
Tórshavnar Skipasmiðja hevur nú tveir stjórar. Feðgarnir
Poul og Gunnar stýra báðir sterku fyritókuni inn í tað
nýggja ártúsundið
NICLAS JOHANNESEN
Sum faðir so sonur.
A Térshavnar Skipa-
smiðju gera væl kendu orð-
ini seg galdandi, nú tað er
almannakunngjørt
(gjøgnum partafelagsskrå-
setingina), at Gunnar Mohr
hevur tikið við sum stjóri á
einum av landsins størstu
fyritøkum.
Aftan å at 39 åra gamli
skipsverkfrødingurin takk-
aði fyri seg á Skála í mars
mánaði, hevur tað líkasum
ligið í luftini, at stjórastarv-
ið bíðaði eftir honum í
Havnini, har pápi hansara
Poul Mohr hevur verið odd-
amaður í óminniligar tíðir.
Hóast eigarin er tann sami,
so vera Tórshavnar Skipa-
smiðja og Skipasmiðjan
Føroyar kortini rikin sum
tvey feløg - rakstarliga óheft
av hvørjum ødrum.
Sum skilst, so tekur
Gunnar ikki við eftir Poul,
men skalsaman við Poul
stýra Tórshavnar Skipa-
smiðjuni inn í komandi øld.
Í góðum standi
Gunnar Mohr váttar, at hann
sum nýggjur stjóri nú stend-
ur á odda fyri í eini fyritøku,
„sum longu er í góðum
standi“, sum Gunnar tekur
til. Men hann leggur dent á,
at kappingin innan skipa-
smíð herðist allatíðina, at
skip hava skrúvu og kunnu
fara har prísirnir eru best.
Haraftrat er føroyski heim-
aflotin ov lítil at dúva upp
á.
Men kortini ber tað til at
reka skipasmidu í Føroyum
á einum sunnum fíggjarlig-
um grundarlagi.
Vit hava lagt okkum eft-
ir at umvæla skip, og meg-
inparturin av okkara virk-
semi er grundað á tað. Hóast
Føroyar á mangar hættir eru
avbyrgdar, so er kappingar-
dygdin kortini til staðar, sig-
ur Gunnar og vísir eitt nú
til dagliga, dygga flogsam-
bandið við útheimin, ið ger
tað møguligt í snarari vend
at fáa eykalutir til landið.
Aðrir faktorar, ið avgera
lagnuna hjá eini skipa-
smiðju eru kostnadarstødi
og effektivitetur.
Roynt seg aðra staðni
Gunnar Mohr gjórdist
skipsverkfrødingur í 1986 í
Danmark, arbeiddi síðan trý
ár í Noregi sum skipskon-
sulentur hjá Skipsteknisk
AS. I 90 gjørdist hann so
„bedriftsókonom“ aftan á at
hava lisið við Bedrifts Øko-
nomisk Institut í Alesund í
Noregi. Sama ár gekk leiðin
so til Føroya. Hetta var
beint áðrenn kreppan rakti
land og fólk. Men hóast tor-
førar tíðir so taldist Tórs-
havnar Skipasmiðja millum
heilt fáu undantøkini, ið
prógvaðu regulin um, at her
gekk av skriðuni til megin-
partin av nitiårunum.
Eitt nú fekk skipasmiðjan
triggjar útlendskar ordar
miðskeiðis i 90'unum. Um-
hvørvisskip var bygt til
Thailands, ferðfólkaskip
bygt til Svendborg og Grøn-
lendingar fingu triggjar pol-
itibåtar bygdar á Tórshavnar
a Torshavnar Skipasmiðju
Ko
39 ára gamli skipsverkfrødingurin Gunnar Mohr er nú stjóri á Tórshavnar Skipa-
smiðju. Sostatt verður traditiónin hildin við líka. Fyrsta var tað Kjartan, síðan sonurin
Poul og nú sonur hansara Gunnar...
Skipasmiðju.
I dag arbeiða 160 fólk á
Tórshavnar Skipasmiðju,
meðan Skipasmiðjan á
Skála hevur 75 fólk í starvi.
Hjá teimum 10 fólkunum á
teknistovuni liggur nú
Sandoyarferjan og fær sítt
skap. Og hjá teimum 10
starvsfólkúnum í umsiting-
ini skulu tær 60 milliónir
krónurnar, sum hesin ordrin
Mynd: Alvur haraldsen
er verdur, plaserast soleiðis,
at nýggi stjórin í komandi
øld helst framvegis kann
staðfesta, at Tórshavnar
Skipasmiðja er „í
standi“
góðum
Faroe Seafood fitt yvirskot fyrra hálvárið
Ongi tól, men greiðar ábendingar um, at Faroe Seafood annað árið á rað er á veg móti dyggum yvirskot
BG
NICLAS JOHANNESEN
Stjórin Hans Johannes á
Brúgv vil slettis ikki koma
við tólum, nú tað kann stað-
festast, at hálvársrokn-
skapurin hjá Faroe Seafood
vísir fitt yvirskot. Og slepp-
ur hann sjálvur at velja, so
vil hann heldur undirspæla
enn yvirspæla nú hálvárs-
roknskapurin fyriliggur.
Men kortini dylir hann ikki
fyri, at optimisma aftur er í
luftini.
— Tað gongur javnt og sta-
bilt. Men eg vil ikki koma
við tólum. Vit verða máld
upp á oyra hvgnn dag og
kappingin er sera hørð. So
um vit bara fara út við tølu-
num, so kann tað skaða
okkara kappingarføri, sigur
Hans Johannes á Brúgv.
Mist og fingið
1995, 96 og 97 vóru øll und-
irskotsár hjá Faroe Seafood,
men í fjør broyttist mynstr-
ið, tå Fiskasølan kom við
einum roknskapi, ið vísti
eitt yvirskot upp á 19 milli-
ónir krónur áðrenn skatt.
Veruliga yvirskotið frá sólu
av fiski var kortini væl
minni - nevniliga 8 milliónir
krónur. Bygningurin yviri
við Strond varð seldur og
hetta fylti nógv í roknskap-
inum og eisini heilt fitt í
fjølmidlunum.
Hans Johannes sigur, at
målid er at halda fast vid
sama umsetning sum í fjór
- hann lá um 800 milliónir
krónur.
- Vit hava mist onkrar
kundar, men hava fingið inn
aftur aðrar vegir, sigur stjór-
in á Faroe Seafood.
Hóast Fiskavirking fekk
sína egnu søludeild í fjør,
so er Fiskavirking framveg-
is dyggur leverandørur hjá
Faroe Seafood. Men í dag
Hans Johannes á Brúgv,
stjóri á Faroe Seafood
er alt samstarvið grundað á
handilsligar fyritreytir, sigur
Hans Johannes.
Vit hava mist frá Fiska-
virking, men tað hava vit
vunnið inn aftur frá øðrum.
Men vit hava framvegis gott
samstarv við Fiskavirking,
sigur Hans Johannes å
Brúgv.
Meira laksur
— Søla av botnfiski er mink-
að nakað hjá okkum. Hin-
vegin so er sølan av laksi
og pilkaðum rækjum vaks-
in.
Vit hava sett okkum fyri
at økja um vøksturin í søl-
uni. Og tað er serliga innan
laks og pilkaðar rækjur at
vit satsa, sigur Hans Jo-
hannes
Størsti parturin av søluni
hjå Faroe Seafood gongur
framvegis fyri seg gjøgnum
dotturfeløgini í Fraklandi,
Danmark og Bretlandi. Ax
teimum umleið 800 milli-
ónum krónunum sum Faroe
Seafood umsetti fyri í fjør
komu 550 milliónir krónur
inn gjøgnum útlendsku
dåtturfeløgini
Fráferð:
Oljumessu í Skotlandi
OFFSHORE EUROPE 1999
OIL 8 GAS EXHIBITION & CONFERENCE
7 - 10. Sep. Aberdeen Skotland
06. set. Vágar - Aberdeen
10. sep. Aberdeen - Vágar
Innivist:
NY FLOGFELAG FØROYA
Tel. + 298 311 025 - Fax +298 318 670
E-mail: travel&tf.fo - www.ff.fo
Flogvøllurin: Tel. +298 332 755 - Fax +298 332 280
E-mail: airportQff.fo - www.fffo
Gist verður á Aberdeen Universit
Bussur koyrir hvonn dag til og frá - kr. 8.100,-