Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 157 - 21. AUGUST 1999 Napoleon, keisari 2. desember 1804 K k Í h (1 Te | Gunnar Hoydal hevur nyliga vitjad oynna Korsika, sum i søguni man vera best kend sum oyggin, har Napoleon Bon- aparte varð føddur. Á stødd er hon sum danska oyggin Sæland, í fólkatali sum Ísland. Hon er franskur ríkispartur. men stríðist fyri at fáa stórri ábyrgd av egnum viðurskiftum Gunnar Hoydal Nevin og paradísið A kortinum er Korsika sum ein nevi, ið hevur fremstafingur upp í loft. Eystanfyri er beint allan vegin oman í suðurendan, vestanfyri eru víkirnar og innvikini inn í allar knúgvarnar. Oyggin tykist at peika upp í italsku vík- ina við Genova, og tað hoyrist beinanvegin á málinum, at hetta líkist meira italskum enn fronskum. Hon peikar kanska hagar, ið hon átti at verið, men hvørjum nevar hon eftir? Vit koma skinklandi við gomlu jarnbreytini, sum fer úr stóra bynum Bastia har norðuri á eysturstrond- ini og upp um fjøllini mitt á oynni. Oyggin er ikki breiðari enn F øroyar úr Míkineshólmi til Eystfelli í Fugloynni, men hon er í einum, og har er nakað væl meira at fara uppum. Hægstu fjøllini eru sum Slættaratindur tríggjar og fýra ferðir upp eftir enda, og bergsveggirnar standa gráir og hvassir at toga seg sum mest upp úr tí gulgrøna og brúnliga kjarrinum, ið liggur sum ein feldur um alla oynna uttan í láglendinum, har ið velt er. Le maqui kallast hetta kjarrið, og tað angar inn í allar tokvagnarnar sum av yvirvaksnum, sólbakaðum berjalyngi. Leygarurt er uppii og myrta, baraldur og rósmarin og ein floym- ur av fremmandum og ókendum urtum. Blundar tú, kemur til tín eitt veld- tíðindablaðið ugt landslag av anga, ein góður roykur av tí heita slagnum, sum sigst at vera í Paradísi, og tá ið tú letur eyguni sundur aftur sæst blåur sjógvur gjøgnum lundir við sitrónum og appilsinum, og har ganga ungar gentur millum frið- arlig kríatúr og henta fruktirnar úr trøunum niður í stórar, flættaðar tægur. Tær veittra til tok- stjóran, hann floytar fyri teimum og stoytir seg við ferð omaneftir í aðrar vakurleikar. Byrsur og brølapur Vakurleikans oyggj verður hon kallað. Uppi á borgini í Calvi sæst inn á vík, eina víða hålvklingru við hvit- um sandi. Pálmar og pinj- utrø standa grøn allan vegin um hana, aftanfyri síggjast tær stóru líðirnar við kjarrinum, og har taka tey bláu fjøllini seg høgt upp ígjógnum við hvítum rondum av kava á tindu- num. Fær nakað verið vakrari enn hetta, kann nakað vera eftir at ynskja sær í tílíkum landi? Í tí lítla býnum er friðar- ligt, fólk sita í skugganum undir teimum stóru platan- trøunum, tænarar ganga út og inn at fáa teimum upp í koppar og gløs. Húsini eru væl hildin, bilarnir trokast at finna pláss í gøtunum, nýggir og snøggir. Men her å torginum hevur onk- ur málari verið í nátt og strikad býarnavnið /e- Rousse og skrivað við stórum stavum tað korsi- kanska navnið: Ísula Rossa. Og á framsíðuni á Corse-Matin, sum er Dimman í oynni, er mynd av vápnaðum monnum, ið halda tíðindafund um náttina einastaðni í hesum angandi kjarrinum uppi í líðunum. Tað kann hetta kjarrið eisini nýtast til: at krógva seg burtur í, og blaðmenninir eru førdir hagar við bindi fyri eyg- unum og hava skift bilar fleiri ferðir á leiðini. Teir vápnaðu hava brølapur fyri andlitini, eyguni lýsa, sum er andlitið umvavt innanfyri, maskinbyrsur- nar liggja á borðinum, og aftanfyri sæst korsikanska tjóðarmerkið. Tað er mynd av træli, ið hevur flutt bindið frá eygunum og upp í pannuna, hvor skal siga: Nú sær hann umsíðir, nú veit hann, hvat er svart, og hvat er hvítt. A somu framsíðu er mynd av franska ráðharr- anum í undirvísingar- málum, Claude Allégre, sum er komin at vitja og hevur try lyfti vid sær. Franska stjórnin fer at lata pening til teldur í øllum korsikanska skúlaverki- num frá fyrsta flokki í barnaskúlanum, hon fer at menna kunningartøknina í samfelagnum, og hon fer í samstarvi við hægri há- skúlarnar í Genova og Pisa at seta á stovn eina vísindaliga granskingar- stød fyri korsikanskum máli og korsikanskari mentan. Ráðharrin hevur nógv um at vera, men fær kortini eisini stundir at leggja niður ein krans við grøvina hjá prefektinum Claude Erignac, ovasta franska embætismanni- num, sum varð skotin av ókendum monnum á ljós- um degi í februar 1998. Pascal Paoli Úti á torginum, undir fýra høgum pålmatrøum, er standmynd av tjóðarhetj- uni Pascal ella Pasquale Paoli, sum onkur hevur skrivað niðriundir at fáa navnið beint á korsikansk- um máli. Hann varð í 1755, á 30 ára aldri, vald- ur at standa á odda í fræls- isstríðnum móti Genova,