Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 157 - 21. AUGUST 1999 tíðindablaðið 15 ur av fornari ætt framman- undan vissað sær rætt at senda son á hernaðarligan kostskúla í Bienne á meg- inlandinum, og hagar fór tann lítli Napoleon í 1779, tíggju ára gamal. Fram- ligur mundi hann vera, og tær stóru byltingarnar í franska samfelagnum hjálpti honum so væl á leið, at hann í 1794, 24 ára gamal, varð tilnevndur herovasti, yngsti franski generalur nakrantíð. Hann leiddi fronsku herferðirnar í Italia árið eftir og nøkur ár seinni tiltiknu innrásina í Egyptaland. Í 1799 gjørdi hann statskvett og varð 1. konsul í nýggja franska lýðveldinum, ný- liga fyltur 30 ára. Fimm ár seinni tók hann við upp- skotinum hjá franska sen- atinum at gerast keisari. - Eg seti meg ikki ímóti, skuldi hann siga so lítil- látin. Halda tit tað vera okkara stóru tjóð til gagns og æru, taki eg við hesi tign. Tað er ein skúlalærari, sum greiðir frá. Kundi Bonaparte ikke gerast fremstur í einum frælsum Korsika, so mátti hann gerast fremstur í øllum tí franska ríkinum. Skúla- lærarin man vera errin av sínum landsmanni, tíðin er komin at siga honum, at heima á klettunum, á fjar- skotnum oyggjum langt burturi í Atlantshavi, minnast tey hann enn og doypa sínar dreingir Nap- oleon. - Tað kundi ikki komið okkum til hugs at gjørt her á Korsika, sigur hann speiskliga. Tann maðurin var landssvíkjari. Korsarurin Nólsoyar Páll Tað ræður um at vera í innara borði á vegnum og koyra tann leigaða Twin- go-bilin við sólini norður um fingurin ella fram við knúgvunum vestanfyri. Har norðuri ber til so dánt, bilar fáa møtst í innvikum inn í bergsveggin, men vestanfyri er vegurin einki mætari enn ein rók í Bein- isvør0i, ein smøl rás við ongum stabbasteinum, og har frammi undan einum kneysa kemur bussur i- móti. Tann lítli bilurin må bakka, tað er bara at blunda og vóna tað besta. Vegir eru, sum ganga inn í dalar og upp í fjøllini, tryggari kanska at koyra, men har skal vera so oyð- ið, at fólk kunnu hvørva og ikki koma afturíaftur. Tiknir av nútíðar kor- sarum, ið franskir mynd- ugleikar hava rikið upp á land? Korsarar vóru teir til- tiknu sjórænarar, sum gjørdu seg inn á handils- skip í ófriðartíðum. Onkur skal hava hoyrt um tey løttu og skjótu skipini eisini í nordurhøvum, og vit vita, at turkarnir, sum komu upp á land í Føroy- um, vóru ikki allir úr Turkalandi. Kanska er onkur dropi av korsik- anskum sjórænarablóði eftir í føroyingum, og hvussu langt mundi í grundini vera ímillum hendan Korsika Pola og okkara Nólsoyar Páll? Á myndunum eru teir ikki ólíkir, hvorki í stødd ella dæmi. Teir eru javnaldrar, Páll eini trý ár eldri enn Poli, og at franski keisarin varð virdur sum hetja og reystmenni í Føroyum, tað vita vit. Søgan sigur, at Nólsoyar Páll bygdi "Royndina fríðu" til at vinna føroyingum nýggjar ræsur undan haftinum hjá einahandlinum, og at hann gjørdi sína seinastu ferð við henni til at útvega landinum neyðsynjarvørur í hungursárunum, meðan Napoleonskríggini leikaðu á. Søgan sigur ivaleyst satt, men ikki einki kann vera um tad, sum John Davidsen vildi vera vid. Just hesi årini eftir at eing- ilskmenn høvdu bumbad Keypmannahavn og tikið allan tann danska flotan, vórðu kaparabrøv í hópa- tali latin donskum skipar- um, og fleiri teirri gjørdust múgvandi menn av at taka eingilsk handilsskip, ein teirra Júrgen Jiirgensen, tann seinni so gitni Jør- undur Hundadagakongur í Íslandi, hann, sum varð orsøkin til, at Effersøe- ættin kom til Føroya. Hes- ir skiparar vóru korsarar vid vælsignilsi frå mynd- ugleikunum. Men vågiligt var, og nógvir teirra end- aðu saman við manning- um sínum í eingilskum varðhaldi, stúgvaðir sam- an í áravís um borð á tí danska flotanum, sum eingilskmenn høvdu tikið. Hiðani sæst niður í djúpa vík. Har liggur eitt gamalt træskip undir segli, stutt er tað, men sterkt bygt. Eingin kanón sæst, men skipið kundi líkst tí slagnum, sum tey kalladu korsarar. "Royndin fríða"? Kann tað hugsast, at Napoleon og alt hansara krígsveldi gjørdu Nólsoyar Páll til føroyskan korsar? Samband og sjálvstýri Tíðindi í útvarpinum siga, at 13 ymiskar sjálvstýris- bólkar og flokkar hava havt ráðstevnu og samtykt at standa saman í stríðnum fyri stórri sjálvræði. Teir eita nøvn sum Korsik- anska tjóðarfylkingin, Savningin fyri fullveldi, Loysingarflokkurin, Livi Korsika, Endurreisn tjóð- arinnar, Fólkaræði og frælsi, Nýggja heimlandið. Skúlalærarin hevur ilt við at greiða frá, hvat tað er, ið skilir hesi fólk og hesar flokkar, eingin veit tað rættiliga uttan bara, at teir hava klandrast og klórast sínamillum í mong Harrans ár. Men hann heldur tað vera skilligt, at tá ið sterkar kenslur í fólk- inum ikki sleppa framat og verða settar uttan fyri politiska ávirkan í so langa tíð, so kemur innan- hýsis klandur í av sær sjálvum, og tey, sum áttu at samstarva, fara at høgga hvør í annan. Eitt eru hesar 13 fylkingar kortini samdar um: At tað vápn- aða stríðið má fáa ein Vesturstrond á Korsika enda. Ivaleyst er tað tí, at FLNC, tann loyniliga frælsisrørslan, ikki er við. Nú standa politistar aftur fyri bankadyrnar og peiggja við sínum svørtu byrsum. Ein stórur, bláur vørubilur vid løgreglu- skelti og blunkandi lyktum er settur å skåk mitt å vegnum, og menn renna ímillum vid antennutólum fyri oyrunum. Dagliga eru tílikir tilburðir, og eingin veit longur, um tað eru vanligir brotsmenn ella víðgongd sjálvstýrisfólk, ið her verða jagstrað. Korsika er fangað í einari fellu og sleppur ongan veg, heldur lærarin fyri. Eitt stýri, sum ikki vil viðurkenna annan tjóðskap enn sín egna, kann ikki ynskja sær nakað betri enn eina vápnaða mótstøðu. Um tað so bara er ein lítil bólkur av heilavillum ella av politiskum sveimarum, so geva tey fyrstu skotini hesum stýri møguleika at senda trygdarfólk og poli- tistalid út í hvønn krók. Tá hevur stýrið treytaleyst vald og eingin samrøda fær verið. - Hvussu tá við sam- bandsfólkinum? - Sambandsfólkini eru allastaðni, men tey siga sum minst. Tey vita, at tekur franska stjórnin ríkisveitingarnar burtur, so er einki samfelag eftir. Franskur politikkur hevur verið í tveimum øll árini. Hvørja ferð ónggdin er farin at kóka, so verða fleiri pengar sendir og meira politi: gávur og harðræði í senn. Pengarnir verða latnir umsitingini í ráðum og stýrum og kommunum, ein nót liggur um alla oynna, og í hvørj- um knúti sita landsmenn okkara og býta út pening, sum teir fáa einastaðni úr erva. Tað eru sambands- menn, ið ráða fyri gerand- isdegnum hjá fólkinum her. Øll vita tað, og tann óhugsandi fólkaatkvøðan um eitt møguligt sjálvs- Napoleon á veg til oynna Sankta Helena, har hann doyr 5. mai 1821 stýri heyði prógvað tað: Tá ið ongin vón er, vil tann vanligi maðurin hugsa um breyðið fyrst av øllum. Tann sjúka oyggin Robert Colonna d'Istria er koriskanskur rithøvundur, og hevur givið út fleiri bøkur um Korsika. Hann er samríkismaður og sigur, at fólkið í oynni átti at verið væl fyri, tí tey hava tveir samleikar, ein korsik- anskan og ein franskan. Men so leingi franski staturin ikki vil viður- kenna, at Korsika hevur sítt egna mál, sína mentan og sína søgu, so doyr alt burtur, oyggin verður sjúk og sjúkan breiðir seg. Soleiðis er Korsika vorðin ein sjúka í sjálvum Fraklandi. Er nøkur vón? Robert Colonna er ikki bjart- skygdur. Hann sær eitt Frakland og eitt Europa, sum ikki longur hava aðr- ar hugsjónir enn at vaksa í valdi og í ríkidómi. Einki er eftir uttan tær fríu marknaðarkreftirnar og tann jarnharða umsitingin av stórum og smáum. Politikkur er at eiga vónir og finna leiðina í felag at gera tær til veruleika, men í dag er tað, sum kallast politikkur, einki uttan persónskappingar, lýsing- arherferðir og undirhald. - Og hvørjum skuldi henda oyggin kunnad liva av? spyr skúlalærarin. Ferðavinnan er ræðulig, hana skal eingin ynskja sær. Í tveir mánaðar, juli og august, verður fólka- talið fimmfaldað, hjá okk- um, ið búgva her, er alt ein marra. Her er so nógv um at vera, at fólk í hópa- tali kemur av meginlandi- num at stíla fyri og veita tænastur. So fara hesar ongspretturnar av stað aftur og hava bitið alt niður á svadasvørdi, og av inntókunum skulu tey, ið eftir sita, liva allar hinar tíggju mánaðarnar í ári- num. Hvussu skal hetta verða. Tá er ólíka lættari at fáa fasta franska løn, sum eg sjálvur. Síggi, at húðin spennist um kjálkabeinini, hann hevur hug at siga okkurt harðliga, og nú kemur nevin fram, ein fingur peikar upp í loft: Tað er sum ein mynd av oynni sjálvari. Lýsing á korsikonskum, andlát At eiga vón, at síggja gongda leið. Har uppi á tindunum, sum fingurin peikar á, glitrar kavin í sólini. Kanska áttu vit at skotið upp. at tey sendu nakrar korsarar úr frælsis- rørsluni til Íslands at vita, hvat har verður gjørt. Ella hví ikki til Føroya? Korsikanska tjóðarmerkið