Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Jan Miller i Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro ——— Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein 00 Mohr ; Emil L. Jacobse amenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen ari, uppseting: Sosialurin Bústaður: | Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tørshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post &sosialurin fo Prent: Sosialurin Ein kveikjari fyllir 100 Samstarv kann bert virka mennandi Vidmerking til samrødu vid Elsu Birgittu Petersen i »Dagur og vika« høskvøldid 19.8. 1999 Oddagrein HASKULIN hevur havt stóran tydning fyri mangar føroyingar og fyri Føroya land. Hann hevur verið til at menna og stimbra og hann hevur hjálpt mongum landsmanni ávegis. Nógv hava fingið andaligan íblást- ur og hjá nógvum er sjónarringurin vidk- aður. Háskúlin hevur kveikt, og hann hev- ur gjørt mangan føroyingin tilvitandi um mál, tjóðskap og sjálvan seg. LEYGARDAGIN skipaðu Háskúlafelagið og Háskúlin fyri fólkafundi í Fogrulíð fyri at hátíðarhalda, at í ár eru hundrað ár síðani, at Símun á Skarði og Rasmus Rasmussen stovnaðu Føroya Fólkahá- skúla - fyrsta foroyska skúlan. At áhugi er fyri Háskúlanum. háskúlatankanum og at nógv vildu bera slóðarunum eina takk var tiltakið leygardagin eitt gott og livandi prógv um. Eini 400 fólk vóru á fólkafund- inum, og tað er ikki bara at siga tað, tí einir 240 metrar eru oman í Føgrulid av Hálsinum, hagar tað er koyrandi úr Klaks- VÍK. TAÐ kom óivað mongum dátt við, at há- skúlin í Fogrulíð hevur ligið so fjarskotin. men stovnararnir valdu staðið, tí teir hildu, at skúlin skuldi liggja úti í náttúruni, so næmingar og skúli kundi vera í friði í Guðs fríðu náttúru. Og vekur og stórsligin er náttúran - Kalsoyarfjørdur og Kalsoyggin við sínum høgu fjøllum og djúpu dølum er útsýni norður eftir og vestur eftir sæst inn á Leirvíksfjorð, yvir á Sigatind og suður á Gøtunestind. MEN neyvan hevur verið tespiligt at halda skúla á so fjarskotnum stað, tá ódnir hava leikað á, og tá skúlin heldur ikki fekk tað vælvild frá myndugleikum, sum danskir háskúlar annars fingu, og tí varð skúlin fluttur til Havnar eftir tiggju ár í Føgrulid. NOGV av teimum, sum vóru á fólkafund- inum leygardagin, hvødu verið á háskúl- anum, og ikki kann sigast annað enn, at fólk lata væl at háskúlatíðini. Onnur leitaðu eisini norð í Fogrulíð fyri at koma á staðið, sum vit hava hoyrt so nógv um, fyri at heiðra hesar undangongumenn á skúla- økinum og fyri teirra part í tjóðskapar- stríðnum. Tí tjóðskaparspurningurin setti eisini sín dám á hátíðarhaldið. HUNDRAÐ ár - og hevur skúlin so eina framtíð? Víst hevur Háskúlin eina framtíð og sjálvandi skal skúlin stimbrast, tí eisini í framtíðini skulu ungir føroyingar hava høvi at koma á háskúla at mennast og finna sjálvan seg. Háskúlin er og skal vera ein livandi skúli, sum skal virka í tíðarinnar anda. Men skúlin skal kunna geva næm- ingunum eina mentunnarliga kjølfestu, og gera teir meiri tilvitandi um lívsins av- bjóðingar. Sosialurin Føroyski fólkaskúlin hevur, eins og fólkaskúlarnir í londum vit sammeta okkum við, seinastu árini lagt stórri og stórri dent á, at tað ein- staka barnið skal standa í sentrum. Vit skulu, sum fólka skúlalærarar, taka stødi í hvørjum einstøkum næm ingi, tá undirvísingin verður til rættaløgd og tá undirvist verður. Og hetta er sjálvsagt. Um tú sum lærari sært tað sum tína uppgávu, at fáa næmingarnar = ígjøgnum skúlan sum heil menniskju ella tú vilt stuðla næming- unum í at síggja tilveruna t.v.s. fakligheit, persónliga- og sosiala menning o.s.fr. sum eina heild, so má stødi takast í hvørjum einstøkum teirra. Skúlin/lærarar Børnini eru 6-7 ára gomul tá tey koma inn í fólkaskúl- in t.v.s. í 1. flokk. I 1. flokki eru tað lærar ar, sum taka ímóti børnun um og tað eru lærarar, sum fylgja teimum allan vegin ígjógnum skúlan. Læra arnir hava eina útbúgving, sum tekur stødi í almennu menningini av børnum frå 7 ára aldri. Hetta ti at tað er tá, at lærararnir vanliga »yvirtaka« børnini. Men hesi somu børn, sum nú eru 7 ár og skulu í skúla, hava gingið í barnagarði, dagrøkt ella eru ansaði heima. Teirra lív byrjaði 7 ár frammanundan. Tann besta skúlabyrjanin, sum hesi børnini kundu fingið, hevði sjálvsagt verið, um teir ymisku persónarnir, sum hava havt við barnið at gera, kundu samstarva. Forskúli/lærarar og pedagogar I forskúlanum skulu lærarar og pedagogar í felag arbeiða fram ímóti at geva barnin- um eina góða og trygga skúlabyrjan, sum stuðlar og stimbrar huginum hjá barn- inum at undrast, kanna og at læra. Tað harmar meg al- mikið at hoyra formannin í Føroya Lærarafelag siga so greitt, at tað ikki kann mis- skiljast, at tað skal vera »vatntætt skodd ímillum skúlan og ansingarstovnarn ar<. T.v.s. arbeidsøki hjá lærarum og pedagogum m: ikki umskarast. Eg eri púra ósamd við henni á hesum øki og vænti at tað eru fleiri við mær sum hava hesa hugsan Hervið er ikki sagt, at vi skulu taka arbeiðið úr hond unum á hver ødrum, mer samstarv kann bara virka mennandi. Tað eru børn vit hava við at gera!!! Hoyvík 20.8.1999 Anna Sofía Dalsgaard fólkaskúlalærari Ísafjørður hátíðarheldur framsyning nummar 200 Galleri Slunkaríki í Ísafirði hevur bjóðað fýra listafólk úr Føroyum at hátíðarhalda framsýning nummar 200. Listafólkini eru Torbjørn Olsen, Olivur við Neyst, Astri Luihn og Aase Bømler Olsen. Tey fara at syna fram målningalist og grafikk i eini rød av einaframsyning- um frå 28. august til 25. okt- ober. nm. Hóast Ísafjørður er minni enn Klaksvík hevur býurin eitt av bestu galleríunum í Norðurlondum fyri nútíðar list. Kend evropeisk og a- merikonsk listafólk hava gjøgnum áríni sýnt fram har. Lokalu kreftirnar eru drívmegin aftan fyri galle- ríið. Øll fýra listafólkini eru hjåstødd leygardagin 28. august, tá Galleri Slum- karíki letur upp framsýning nummar 200 við grafikki av Astri Luihn. Onnur framsýningin í rødini letur upp leygardagin 11. september við grafikki av Aase Bømler Olsen. Verk eftir Torbjørn Olsen eru at siggja frå leygardegnum 25. september, og Olivur vid Neyst endar rødina við málningaframsýning frá 9. oktober. Ferðin er fingin í lag við stuðli frá Tórshavnar býráð, Gávugrunni Sparikassans, FITUR, Mentunnargrunn Føroya Løgtings, Fjølrit og Isafjardar Kommuna. Tey try listafølkini, Tør- bjørn Olsen, Astri Luhin, Olivur vid Neyst og Aase Bømler Olsen Tøkk Ein hjartans tøkk vil eg hervid senda øllum tykkum, ið stukku inná gólvið á arbeiðsplássi mínum hjá T. F. Thomsen á Tvøroyri og heilsaðu mær á 50 ára starvsdegi mínum. Eisini takki eg tykkum, ið góvu mær gávur, blómur og sendu mær fjarrit og ringdu og heilsaðu mær á degnum. Eina serliga hjartans tøkk vil eg geva arbeids- plássinum T. F. Thomsen fyri tað góðu viðferð eg havi fingið haðani. Hjartans tøkk Fríborg Danielsen Tvøroyri Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu sam- kenslu tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara ÓLI NIELSEN Froðba doyði og varð jarðaður. Takk til Bjarna Bæk fyri troystarrík orð í kapellinum í Havn og vitjan. Takk til starvsfólkið á B8. Takk til prestarnir Petur Martin Rasmussen og Andreas Andreasen fyri troystarrík orð í kapellinum á Suð- uroyar Sjúkrahúsi og í kirkjuni. Takk fyri blómur, kransar, peningagávur og upp- ringingar. Takk til tykkum øll, ið hjálptu til á ymisk- an hátt, til sangarar og berarar og tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Thorbjørg, Petur, Niels Pauli og Birita