Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 158 - 24. AUGUST 1999 tíðindablaðið SOS" 3 Café kvold a Gamla Meiarinum Komandi h6skvøld 26. aug- ust og fimm fylgjandi hós- kvold, letur »Grima« hurð- arnar upp á Gamla Meiar- ínum og bjóðar fólk á Café, saman við tónleikarum, sjónleikarum og ødrum list- arfólkum. Endamálið við hesum Café kvøldum er at savna pening saman, so Gríma kann keypa útgerð til nýggja leikhúsið á Meiar- ínum. Hølini eru klár, men har manglar so at siga alt inventar, sum skal til í ein- um leikhúsi - stólar til áskoðararnar, podiir, proj- ektørar, teppir, ljóðanlegg O.s.fr. Tað serliga við hesum til- taki er, at øll sum skipa fyri og luttaka hesi kvøldini - listarfólkini, tey sum baka køkur og gera kaffi, heingja ljós upp og gera annað praktiskt arbeiði - gera hetta ókeypis og fyri at stuðla Grímu. Eisini grannarnir stuðla tiltakinum, Keyp- samtøkan i Dr. Jacobsens- gøtu letur kaffi til øll kvøld- ini, Bakaríið hjá Frants Restorff letur køkur og Sosialurin studlar vid lys- ingum. Skráin tey 5 h6skvøldini er fjølbroytt: 26.8. Yrkingar og sangir hjá Jóannes Niels- en og Róa Paturssyni. Café tónleikur. Í foyerinum verð- ur framsýning av myndum hjá listarkvinnuni Rannvá Mortensen. 2.9. „Upplestur í moll< við Petur Jensen og Boga á Lakjuni. Tónleikur við Lenu Andersen og Niclas Johannesen. Í foyerinum myndir hjá m.ø. unga listar- manninum Jens L. Thom- sen. 9.9. Jazzkvartettin við Eyvør Pállsdóttir. Eivør hava vit fyrr sæð i bólkinum »Klikkheys«. Tónleika- bólkurin »E moll<, mann- aður við Róki, Halli og Michael. >E moll«, er sprottin úr bólkinum >Lok- um“<, sum vit serliga minn- ast fyri sangin Charlie. 16.9. Fråsøgukvøld. Frå- søgukvøldid i mai í fjør var sera væleydnað, vid luttak- arum úr so at siga øllum landinum. Kvøldid 16.9. verður skipað nakað á sama hátt. 23.9. >Poul F. 101 ár<. Ein mynd av skaldinum - Birita Mohr hevur sett sam- an úr yrkingum og fråsøg- um. Eisini verður tónleikur á skránni. Øll kvøldini byrja kl. 20.00. Sunnudagin 26.9. kl. 16.00 Barna Café. Ymiskt undirhald fyri børn, spøl, andlitsmåling o.a. I foyer- inum verður framsýning av myndum sum børn hava gjørt. Atgongumerkið til Café kvøldini kostar 50 kr., men hava fólk hug at stuðla við at gjalda meira eru tey væl- komin. Eisini hevur Gríma stovn- að eina studulskonto í Fø. Sparikassa, konto nr. 4514590, har áhugað kunnu gjalda pening inn, ella tekna seg sum >Grímu stuðul< og gjalda eitt ávíst mánaðar- gjald. Gríma væntar góða undir- tóku, og bjóðar hjartaliga vælkomin. Danski heilsumálaráðharrin á stutta arbeiðsvitjan í Føroyum Í gjár kom danski heilsu- málaráðharrin Karsten Koch á stutta arbeiðsvitjan til Føroyar. Karsten Koch hevur ong- antid ådur verid i Føroyum og hevur hann tí gjørt av, at gera ein stuttan steðg í Før- oyum í sambandi við at ráð- harrafundur skal vera í Ís- landi seinni í vikuni. Endamálið við vitjanini er at geva Karsten Koch høvi til at kunna seg um før- oysk vidurskifti og føroyska heilsuverkið. Á vitjanini fara Helena Dam á Neystabø og Karsten Koch eisini at røda um neyðugar dagføringar í ver- andi og í framtíðar sam- starvi millum Føroyar og Danmark á heilsuøkinum. Fundurin millum heilsu- málaráðharrarnar verður í dag kl. 9.00 í Almanna- heilsumálastýrinum og eftir fundin, uml. kl. 11.00 fáa fjølmiðlarnir høvi at hitta Helenu Dam á Neystabø og Karsten Koch á máli. Karsten Koch fer víðrari til Íslands seinnapartin í dag. 115 mió i avlopið fyrra hålvår Nevndin í Føroya Banka hevur góðkent roknskap bankans fyri fyrra hálvár 1999. Bankin hevði fyrra hålvår 1999 eitt avlop fyri skatt á 115,0 mió.kr. móti 124,7 mió. kr. í sama tíðarskeiði seinasta ár. Lægri rentuinntøkur og lægri útreiðslur Bankin hevur eitt stórt gjaldføri, sum er plaserað á peninga- og virðisbræva- marknaðinum fyri eina sera lága rentu. Nettorentuinn- tøkur bankans eru falnar við 4,5 míó. kr. Harafturat verð- ur hálvársúrslit bankans 1999 ávirkað av, at tað hava verið 3,5 mió. kr. í kurstapi fyri virðisbróv í mun til ein kursvinning av somu stødd í fjør. Útreiðslur bankans eru lækkaðar. Ur 62,9 mió. kr. í fyrra hálvári 1998 til 60,5 mió. kr. í 1999. Framhaldandi afturføringar av burturleggingum Úrslitið er í stóran mun ávirkað av, at bankin aftur í fyrra hálvári hevur kunnað afturført burturleggingar. Avskrivingar og burturlegg- ingar fyri skuldarar hækka sostatt úrslitið vid 62,4 mió. kr. móti 63,0 mió. kr. í fjør. Størri inn- og útlán Innlán bankans vóru við endan av fyrra hálvári 1999 3,3 mia. kr. móti 3,2 mia. kr. somu tíð í fjør. Í sama tíðaskeiði eru bókaðu útlán bankans vaksin úr 2,3 mia. kr. til 2,5 mia. kr. Samlaði fíggjarjavni bankans var við endan av fyrra hálvári 1999 4,5 mia. kr. móti 4,4 mia. kr. somu tíð í fjør. Eginpeningur bankans er 961 mió. kr.; afturat hesum kemur eitt óskattað hálvárs- úrslit á 115 mió. kr. — o På oe 5 ” 3 ce a = F a uppsparingarkonto - ella bådar. kantolN Nýtslu-KontolN kanst tú nýta sum lønar- konto ella tað. tú hevur hug til. Tá ið tú stovnar hesa konto. fært tú eitt kontokort. sum tú kanst nýta til at taka pening úr sjålvtøkum bankans - eisini eftir vanliga arbeiðstíð! Tú kanst velja ímillum tvinni slog av kortum. og tey kunnu sjálvandi eisini nýtast sum samleikaprógv KantolN KontoIN gevur tær sóð kort í hondina... Í kortspølum hevur tú vanliga ikki ávirkan á, hvorji kort tú fært í hondina. men KontolN gevur tær møguleika at velja. Tú kanst velja ímillum at fáa eina nýtslukonto ella eina Ætlar tú at spara upp til t.d. koyrikort, teldu ella tín fyrsta bil. so er uppsparingar-KontolN tann rætta. Uppsparingar-KontolN hevur 12 mør. uppsagnartíð. men so fært tú eisini eina hægri rentu. Uppsparingar-KontoiN hevur kantolN hjá Føroya Banka og fá meira at vita... kæantolN okkara ungdémskonto ikki bankabók. men eitt snøgt kontonavnakort sum kontoprógv. Ert tå millum 13 og 25 år og vilt hava góð kort i hondini. so er KontolN tann rætta til tín. Kom inn í eina av deildunum