týsdagur 24. august 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 158 - 24. AUGUST 1999
tíðindablaðið
| Ein alheimsligur
folkahåskuli
Rói Paturson, háskúlastjóri, heldur, at størsti munurin á
Føroya Fólkaháskúla í 1999 og á Føroya Fólkaháskúla i
1899 er, at skúlin er vorðin ein meira alheimsligur skúli
merktur av kunningarsamfelagnum.
JOHN JOHANNESSEN
Fólkafundurin í Føgrulid
leygardagin var ein marker-
ing av hundrað ára degi Før-
oya Fólkaháskúla. Ein
skúli, ið hevur havt stóran
tydning fyri føroyska ment-
an, og kanska serliga før-
oyskt skriftmál. Men hevur
skúlin enn sama týdning
fyri samfelagið, sum hann
hevði, tå mentafólk tóku
stig til at seta hann á stovn
fyri hundrað árum síðan?
Rói Patursson, ið nú er
stjóri á Føroya Fólkahá-
skúla, heldur skúlan vera
broyttan nógv síðani hann
varð settur á stovn, men tó
byggir hann enn á somu
grundreglur. Nevniliga at
menna einstakligin. Aðal-
mál skúlans er nevniliga at
vekja hug einstaklingsins til
mentaða samfelagið við
menniskjanum sum mið-
depli.
— Leikluturin hjá háskúl-
unum í norðanlondum er
broyttur fullkomiliga gjøg-
num ymsiku samfeløgini.
Føroyski = Fólkaháskúlin
varð settur á stovn í enda-
num av bóndasamfelagn-
um. Síðani er leikluturin
broyttur gjøgnum fiskivinn-
usamfelagið og vælferðar-
samfelagið, nú eru vit á veg
inn í kunningarsamfelagið,
og við hesum broytist skúlin
eisini eftir samfelagnum
uttanum hann.
Ikki sama týdning
Fyri hundarð árum síðani
vóru ikki tey stóru skúlatil-
boðini til føroyingar við
hugi fyri lestri. Tí hevði hå-
skúlin rættuliga nógv at
siga. Í dag eru skúlatilboðini
mong og fjølbroytt, og tí
kann hugsast, at skúlin ikki
longur hevur sama týdning
fyri dagsins ungdóm, sum
hann hevdi fyri tann ung-
dóm, ið vaks upp fyri øld
síðani. Men Rói Patursson,
sigur tó, at áhugin fyri skúl-
anum er stórur. Á vanligu
vetrarskeiðum skúlans lut-
taka umleið 25 til 30 næm-
ingar við einum miðalaldri,
ið liggur um tey 20 til 22
árini.
Heilt vanligt er, at um
fimm av næmingunum, ið
luttaka á vetrarskeiðum
skúlans eru úr øðrum lond-
um. Hetta er ein stór broyt-
ing í mun til pionertíðina,
tá allir næmingarnir vóru
IS EG ET
føroyskir, og flest allir vóru
við í sjálvstýrisrákinum, ið
tá eins og nú bylgdist í bar-
mi hjá stórum parti av før-
oyska ungdóminum.
— Hóast skúlin ikki er
tann sami longur, haldi eg
tó, at hann hevur eins stóran
týdning fyri tey, ið velja at
luttaka á skeiðum skúlans,
sum hann hevði fyri tey, ið
fyrr numu sær kunnleika
innan gátt skúlans. Munurin
er bert tann, at tilboðini eru
so mong í dag, og velja
mong ung tískil aðrar skúlar
enn júst háskúlan, heldur
Rói Patursson.
Nógv tilboð
Føroya Fólkaháskúli hevur
nógv í boði fyri flest allar
aldursbólkar í samfelagn-
um. Talan er ikki bert um
tey longru vetrarskeiðini,
har millum 25 og 30 næm-
ingar luttaka. Skúlin heldur
nevniliga eisini fleiri onnur
styttri skeið, og verða flestu
av hesum hildin um heystið.
Eitt av skeiðunum um
heystið, ið verður sera væl
vitjað, er pensjónistakeiðið,
ið varir í eina viku. Eisini
eru onnur skeið, ið ikki
beinleiðis eru fyri nakran
ávísan aldursbólk. Hesi eru
somuleiðis væl vitjaði. Tað
næsta skeiðið av slíkum
slag er eitt skriviskeið, og
Cå
væntar skúlin, at skeiðið fer
at vera væl vitjað. Tað sama
er galdandi fyri pensjónist-
askeiðið.
Skúlastórin á Føroya
Fólkaháskúla ivast ikki í, at
lív er háskúlanum lagað.
Játtan skúlans er kanska
heldur tunn, men Rói Pat-
ursson heldur, at skúlin fer
at varveita sín týdning í
samfelagnum hóast hann
ikki er tann sami sum fyrr.
Skúlin er vorðin meira al-
heimsligur, og hevur hetta
eisini stóran týdning í tí al-
heimsliga kunningarsamfel-
agi, vit í løtuni liva í.
Lesið meira
á síðu 21
Hugnaligt var at eta
matpakka meðan Hanus
Johanse undirhelt við
VISUSANgI SINUM
Mynd: Olga Biskopste