Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið NR. NB810A: AOGUSI 1999 Fagur folkafundur í Fogrulið Veðrið var av tí besta, tá hundrað ára skeið Føroya Fólkaháskúla varð hátíðarhildið í Føgrulid seinasta leygardag JOHN JOHANNESSEN Nógv vóru tey, sum í fagr- asta veðri leitaðu sær í Fog- rulíð á fólkafund seinasta leygardag. Fólkafundurin varð hildin í sambandi við, at tað í ár eru hundrað ár síðani, at Føroya Fólka- háskúli varð settur á stovn. Orsøkin til, at júst Fagralíð var kosin til hetta tiltak var, at skúlin frá ár 1900 ul 1909 búleikaðist júst her, á hesum annars so manntóma stað. Meira enn væntað Fyrireikararnir av fólka- fundinum høvdu væntað, at eini 200 fólk, fóru at koma til fólkafundin. Men veru- leikin var ein annar. Riðilin, ið kom gangandi oman av Hálsi og oman i Føgrulid tóktist ikki hava nakran enda. Og eisini vóru tað fleiri, ið leitaðu sær til hesa mentanarløtu sjóvegis. Tá av tornaði var talið av fólki í Føgrulid hendan fagra leygardag omanfyri tey fýr- ahundrað. Helst hava aldi áður verið so mong fólk á hesum fagra og nú søguliga stað. Orøkin til tey mongu vitj- andi var helst tað góða veðri, men eisini var væl skipað fyri, so lætt var at koma til fundin, hóast tú ikki var staddur í Norð- oyggjum. Bussar koyrdu frá Dúgvuni niðan á Háls, haðani lætt var at ganga om- an í líðina. Tey, ið kortini ikki hættaðu sær undir gongutúrin í brattlendinum, høvdu tó møguleika fyri at koma sjóvegis til fólkafund- in, og vóru tey nøkur, ið nýttu hendan møguleikan. Men tey, ið leitaðu sær sjó- vegis í Føgrulid vóru kortini ikki bert fólk, ið ikki hætt- aðu sær undir gongutúrin. Mentafólk sum Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Bárður Jákupsson og onnur valdu at sigla heilt úr Havn við bátunum Dvørgamoy og Greipi. Greipur og Dvórgamoy uttan fyri Føgrulid á Borðoynni leygardagin Mynd: Olga Biskopstø A sjálvstýrisleið Tá Føroya Fólkaháskúli varð settur á stovn í 1899 var eitt ávíst sjálvstýrisrák í Føroyum, og tey, ið stóðu aftanfyri stovnanini av há- skúlanum vóru eisini sjálvs- týrisfólk. Hetta merktist eisini á rødunum, hildnar vórðu á fundinum leygar- dagin. Víst varð fleiri ferðir á sjálvstýrisrákið, ið aftur hevur tikið seg upp føroy- inga millum. Onkur fór so langt sum at siga, at vísa á, at blokkstuðulin er ein púta, og at hetta orð eisini merkir hora. Róðararnir á fólkafundi- num vóru Símun av Skarði, langabbasonur stovnaðaran av háskúlanum, Guðrun Gaard og Rani Nolsge. Vit fara at prenta allar rødurnar og leggja fyri í dag við rød- uni hjá Símuni av Skarði. Umframt rødurnar, vóru sangir eftir Símuni av Skarði sungnir, Bjørgfinnur Nielsen las upp yrkingina >Til Føgrulidar« og Hanus Johansen undirhelt við songi, meðan fólk fingu høvi at eta sær matpakkar- nar, tey høvdu við sær, utdir ti fagra himmalhvålvinum yvir Føgrulid. Leiðin heim aftur eftir hugnaliga fólikafundin var kanska heldur tung hjá nøkrum. Bratt nevniliga at koma niðan aftur á Háls.