Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 158 - 24. AUGUST 1999 SVEINUR TRÓNDARSON Tað er ikki alt, sum vit før- oyingar taka eftir dønum, sum fær rós, ella sum yvir- høvur virkar eftir ætlan í Føroyum. Men hóast tað, so himprast vit ikki við at taka skipanir upp her heima, sum danir hava havt. Nú skal tað kortini ikki skiljast soleiðis, at einki virkar, tí tað er heldur ikki satt. Eitt gott dómi um tað eru skattakærunevndirnar, sum tað kortini kanska er ov tíð- liga at siga nakað endaligt um, tí tær hava bert virka í gott og væl eitt ár. Tað var um ársskiftið 1997/98 at skattakærun- evndirnar formelt yvirtóku uppgåvurnar hjå likningar- nevndunum. Limirnir, sum høvdu sitid ED likningar- nevndunum og vóru pol- itiskt valdir vóru fluttir yvir í skattakærunevndirnar, og tí eru tað í grundini teir somu nevndarlimirnir, sum taka stóðu í kærumálunum, sum áðrenn, men tó eru um- støðurnar ødrvisi tí skatta- kærunevndin hevur einki við sjálva álíkningina at gera. Fríggjadagin skipaðu tær sjey skattakærunevndirnar fyri skeiði á Hotel Hafnia, har allir limirnir í teimum sjey nevndunum fingu eina frágreiðing um arbeiðs- gongdina hjá skattakæru- nevndunum í Danmark. Skeiðleiðarar vóru triggir danir við Bjarne Pedersen á odda. Teir tríggir skeið- leiðararnir arbeiða á hver sínum øki. Ein í umsitingini í Árhus Kommunu, ein í landsfelagnum hjá komm- unum í Danmark og so Bjarne Petersen, sum er for- maður fyri skattakæru- nevndini á Lollandi, og sum eisini er formaður í lands- felagnum fyri skattakæru- nevndir. Rætt at avtaka likningarnevndina Og tey eru øll samd um, at tað føroyingar hava gjørt, er bæði gott og rætt, mált eftir donskum viðurskiftum í øll- um fórum! - Royndirnar, sum vit hava í Danmark siga okk- um, at tað var rætt at fara yvir til skattakærunevndir- nar, sum tær virka í dag, sigur Bjarne Pedersen, og hann fær stuðul fyri tí hann sigur frá hinum báðum. Men er tað rætt, at tað ikki eru fakfólk, sum við- gera kærurnar frá skatta- borgarunum ? - Ja, tað er tað. Og tað er júst tí, at tað eru vanlig fólk, sum sita í kærunevndini, og tey hyggja tí at skattalógini við øðrum eygum enn tey, sum umsita tær dagliga. Men er tað rætt. Er tá ikki vandi fyri, at fólk vera við- gjørd á ymsan hátt? - Nei, tað haldi eg íkki tað er, sigur Bjarne Peder- tíðindablaðið 55) Betri skattaavgreiðsla Tá skattakærunevndirnar yvirtóku kæruarbeiðið frá likningarnevndunum í januar mánaði 1998 fóru fóroyingar til eina skipan, sum danir hava havt ED tiggju ár, og verið stak væl nøgdir við sen og vísir á, at tað á ein hátt er tryggjandi fyri skatt- askipanina, at fólk „uttaní- frá“ skulu taka støðu til ym- isk mál. - Hugsa tær eitt skattamål, har ein borgari er 6nøgdur við eina tulking av skatta- lógunum, sum ger, at skatt- avaldið hækkar skattskyld- ugu inntøkuna. Við hesi skipan, so verður kært, og tá eru tað vanlig fólk, sum sita og viðgera kæruna. Tað er ein fyrimunur á tann hátt, at tey sita ikki bara og hugsa um skattalógirnar. Tey sita eisini og hyggja eftir frá- greiðingini hjá skattaborg- aranum, sum hevur kært, og tað haldi eg virkar betri enn undir hinari skipanini, sigur Bjarne Pedersen. Tá eitt mál verður sent skattakærunevndini, so fær skrivstovan hjá skattakær- unevndini til uppgávu at lýsa málið. Skattaborgarin sigur sína sógu um hvussu hansara fatan er av máli- num, og tað verður sjálvsagt tikið við í málið. - Tað verður út frá øllum ti, at skattakærunevndin tekur sina avgerð, sigur Bjarne Pedersen. Líkningin hjá líkning- armyndugleikunum Samstundis sum skattakær- unevndirnar tóku yvir upp- gávuna sum kærustovnur í skattamálum var sjálv líkn- ingin flutt frá líkningar- nevndunum. Nú er tað Toll- og Skatt sum umsitur sjálva líkningina, og tað heldur Bjarne Pedersen eisini vera ta rættaru loysnina. - Tað eigur at vera teirra uppgåva at standa fyri E1- líkningini, sigur Bjarne Pedersen, sum samstundis vísir á, at tað gerst alsamt toførari at skilja skattlóg- gávuna. - Fleiri og fleiri velja at fara til ein grannskoðara fyri at fáa hann at gera sjálv- uppgávurnar fyri seg, heilt einfalt tí tey skilja ikki lóg- ina. Men tá ein grannskoð- ari fær pappírini ger hann, sum hann heldur vera skil- abest, og tað kann merkja, at kundin ferðast skeivu megin lógarinnar bókstav, og tað er óheppið, sigur Bjarne Pedersen, sum sigur at hesin trupulleiki nevni- liga stendst av, at borgarin ikki kennir lógina, og tí ikki veit hvat tað er, sum skatta- borgarin sigur. - Tá ein slík sak kemur fyri í skattakærunevnd, so er tað borgarin, sum skal hoyrast, og ikki grannskoð- arin, men tað er ikki altíð at tað er so, sigur Bjarne Ped- ersen. Hann leggur afturat, at tá hann skal gera sjálvupp- gávu, so fer hann til ein grannskoðara og fær hann at gera arbeiði fyri seg. - Hóast eg mann vera ein av teimum, sum kenni skatt- alógina væl, so vil eg heldur hava ein „serkónan“ at gera Bjarne Pedersen, er formaður ED skattakæruneyndini á Lollandi, samsstundis sum hann er formaður ED felagnum fyri skattakærunevndir. Hann er Føroyavinur burturav, og hevur ferðast her eina til tvær ferðir um árið síðani 1980 arbeiði fyri meg, sigur hann og leggur afturat, at orsøkin er tann, at hann hevur eitt privatrikið virki, og tí verð- ur alt eitt sindur meira tor- skilt. Greiða frá ikki geva boð Skeiðið, sum tey try hava skipað fyri í Føroyum er tí ikki ætla sum nøkur fráboð- an um hvussu føroyingar skulu bera seg at, men sum ein frágreiðing um hvussu donsku skattakærunevndir- nar hava valt at arbeiða Grundarlag teirra er sjálv- sagt væl stórri enn okkara, men í høvudsheitum eru ar- beiðsuppgávurnar tær somu. í løndunum báðum, og ti eiga føroyingar at kunna løra nakað av donsku starvsfelogum sínum. Skeiðið var bert fríggja- dagin, og donsku skeiðleið- ararnir fóru aftur til Dan- markar við flúgvara í gjár. Vikuskiftið nýttu teir at ferðast kring um í Føroyum, og á tí túrinum var tað Bjarne Pedersen, sum var ferðaleiðari. Og tað mundi ikki vera tann stóri trupul- leikin. Hann hevur ferðast í Før- oyum eina til tvær ferðir um árið síðani 1980. Millum 30 og 40 fólk vóru á skeiði á Hotei Hafnia fríggjadagin Mynd: Alvur Haraldsen