Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið SOS!'Z UT Loran C á Eiði var duld hernaðarstoð Frágreiðing, sum útvarpið hevur fingið fatur á, vísir, at Loran C stødin upprunaliga var ein amerikonsk hernað- arstóð. Atli Dam, fyrrverandi lógmaður meginpartin av sjey- og dttatiårunum, vísir aftur, at Loran C virkaði sum amerikansk hernaðarstóð, tá hann tók vid sum løgmadur í 1970 NICLAS JOHANNESEN Hvussu nógv vistu føroy ngar, fingu føroyingar alt i donskum mynd- ugletkum, tá Loran C støðin i Eiði varð bygd i 1959? Hesir spurningur standa ósvaraðir, nú tað er komið fram, at USA upprunaliga etlaði at Loran C stødin skuldi vera ein hernadarstød Útvarp Føroya hevur fingið á frágreiðingini Færøerne under den kolde krig“, sum Sámal Tróndu Finnsson Johansen (STFJ) hevur skrivað. Her vísa skjól, at Loran C støðin á ga varð bygt sum ein amerikonsk hernadarstød. Hetta var gjørt, hóast samtyktina hjá Føroya Løgtingi i 1941 um, Eiði upprur Utd at Føroyar skuldu vera uttanveltaðar í øllum hern- aðarligum samstarvi Sambært UF - sum vísir til frágreiðingina hjá STFJ so var amerikanska ætl- anin at byggja eina Loran C stød i Føroyum klår tid liga i I958. 15 menn skuldu sendast til Føroya at leita eftir byggilendi. Haraftrat skuldu teir kanna, hvørjir møguleikar vóru at arbeiða saman vid føroyskum em- bætisfólkum. Etlanin var eisini, at 19 mans frá amerikanska Coast Guard skuldu manna stød- ina í Føroyum, og tað lá eisini í luftini, at danir vóru vælkomnir at vera við í hes- um arbeiði I februar 1958 fekk am- erikanska sendistovan i Keypmannahavn at vita um Loran C ætlanina i Føroy- um. Men amerikanski send- iharrin, Peterson, helt lands- menn sinar i Washington vera dekan ov framligar. Hann vísti á stundum spentu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Høvudsstød I 1959 hevdi ætlanin so fingið endaligt skap. Mann- talið var kókað niður til sjey mans, ið komu til Føroya - ein dani og seks amerikan- arar. Danska Uttanríkisráð- ið heyði áðrenn ferðina til Føroya gjørt USA greitt, at mótstøða kundi fara at vera í Føroyum móti ætlanini. Tískil var tíðindaskriv fyri- reikað, har onki stóð um, at støðin var ein hernadarstød - bert at Loran C skuldi av- loysa Loran A støðina. O- beinleiðis varð eisini sagt, at støðin var donsk. I frá- greiðingini hjá STFJ - sum UF vísir til - skilst, at amer- ikumenn vildu siga sum minst um ætlanina, meðan hon gjørdist upp aftur loyn- iligari eftir donskum ynski. Amerikansku — skjølini visa eisini, at Loran C stød- in var ein ein masterstød, meðan hinar stødirnar i ket- uni í landnyrðingspartinum av Atlantshavi vóru slavi- stødir. Støðin í Føroyum vai sostatt tann tydningarmikl- asta stødin i verjuketuni hjå USA her um leiðir. Í teimum skjølum, sum eru funnin i amerikanskum skjalasøvnum, ber ikki til at síggja, um danska stjórnin visti, hvørjum hernaðarlig- um endamáli Loran C tænti. Men stjórnin visti, at talan var fyrst og fremst um eina herstøð. Og tað duldi hon sum mansmorð. Skjølini vísa heldur ikki, hvussu nógv føroyingar møguliga vistu. Atli Dam er sannførdur um, at tå hann gjørdist løgmadur i 1970 var Loran C stødin ikki ein hernadarstød NR. NB810A: AQGEISE 1999 Loran C stødin á Eiði var upprunaliga ætlað sum ein hernadarstød Men hetta svarið er kanska í donskum og føroyskum skjalasøvnum. Jákup Thor- steinston hevur leitað í hes- um skjølum og kemur við frágreiðing um månadar- skiftið. Vildu varðveita Loran C Ali Dam gjørdist løgmaður í 1970, og hann var landsins leiðari meginpartin av 70'u- num og 80'unum. Hesa tíð- ina var kalda kríggið eitt ser- stakliga heitt mál - eisini í føroyskum flokspolitikki. Atli Dam kennir kortini onki til, at Loran C støðin á Eiði um hetta mundið skuldi eitast at vera ein loynilig a- merikansk hernadarstød. - Eg veit ikki, hvønn kar- akter Loran C stødin hevur havt, tå hon varð sett upp i 1959. Men var hon ein hern- adarstød at byrja ið, so hevdi støðin ið hvussu er fingið ein heilt annan karakter i sjeytiårunum. Tað er mín hugsan, at skiftið hendi stutt eftir hon varð uppsett. Atli Dam vísir í hesum sambandi á, at føroyingar eisini byrjaðu at arbeiða á stødini beinanvegin. Táverandi løgmaður vis- ir eisini á, at føroyingar gjørdu ein rættiliga stóran innsats fyri at varðveita Loran C stødina á Eiði, tå USA ætlaði at leggja stød- ina niður miðskeiðis í løg- manstíð hansara. - Loran C stødin hevði fyrst og fremst alstjóran tydning fyri alla sivila sjó- ferðslu í okkara sjógki. Sæði í søgunar ljósi, so metir Atli Dam, at støðin á Eiði mest av gllum hevur havt ein friðarvarðveitandi leiklut. Hann vísir á, at øll sjóferðsla - sostatt ikki bara amerikanskir men eis- ini sovjettiskir kavbátar - brúktu Loran C at navigera eftir hesi árini. Og hetta var av týdningi fyri bæði USA og Sovjett, tí kjarnork- uriknu kavbátarnir kundu móttaka signalið, uttan at koma upp úr sjónum. - Tað er onki at ivast í, at Loran C var av alstórum týdningi bæði fyri USA og Sovjett. Tískil kundi støðin á Eiði ikki vera eitt bumbu- mál hjá hvørgum av pørtu- num, sigur Atli Dam. Atli Dam vísir eisini aftur møguligum gitingum um, at føroyskir myndugleikar aft- an fyri leiktjøldini hava spælt saman við USA og Danmark, og harvið hava mótarbeitt føroysku løg- tingssamtyktini frå 1941 um, at Føroyar skuldu vera uttanveltaðar i einhvørjum hernadarhøpi.