Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 158 - 24. AUGUST 1999 tíðindablaðið SOS e-mail: emila sosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 Talvið um FM i år 2000 gongur við fullari ferð ótbóltur: Landsliðsspælararnir og einstakir aðrir spælarar verða eygleiddir av fleiri feløgum Hóast ein lítil tridingur restar av síðsta kappingarárinum, áðrenn ár 2000 verður skrivað, so ganga fyrireikingarnar til komandi kapp- ingarár við fullari ferð. Spurningarnir, sum verða við- gjørdir í nevndunum kring landið, samstundis sum tað á vellinum verður kappast um meistaraskap, Europa Cup luttøku og fyri at sleppa undan niðurflyting, eru, hvussu tað verður við venjarunum og spælarunum komandi ár. Hetta eru spurningar, sum fyri heilt fáum árum síðani ikki vórðu tiknir upp í feløgunum, fyrrenn kappingar- árið var liðugt, men hetta er heilt nógv broytt tey síðstu árini. Venjararnir Fýra av teimum tiggju feløgunum, sum eru í bestu deildini í år, hava sáttmála við venjararnar, ið eisini eru galdandi í år 2000. Hesi feløg- ini eru B36, har Tomislav Sivic er sáttmálabundin komandi ár, HB, har lon Geolgau hevur sáttmála eitt ár afturat, VB, har Krzysztof Popczynski er sáttmálabundin eitt ár afturat. Men vit hava skilt á lagnum, at tað kann væl hugsast, at okkurt av hesum feløgunum fer at at skifta venjara, og at sáttmálaskeið- ið tískil verður avmarkað, men hetta er nakað, sum vit ikki hava fingið váttað í feløgunum. Í hinum seks feløgunum er stød- an eitt sindur óviss. Kortini tykist tað vera rættuliga sannlíkt, at Jo- ítróttur sosialurin Venjarar Fýra av teimum 10 1. deild- arfeløgunum hava sáttmála við sín venjara fyri næsta kappingarár eisini. Tað eru B36, HB, VB og GÍ, men tað er rættiliga sannlíkt, at okkurt av hes- um felogum fer at skifta venjara í sáttmálaskeið- num. Í hinum seks 1. deildar- feløgunum er eingin avgerð tikin um venjaraspurningin til næsta kappingarár. han Nielsen, sum er einasti før- oyingurin, ið er í fulltíðarstarvi sum venjari í 1. deild, eisini kom andi ár fer at hava ábyrgdina av liðnum hjá GI. Í Klaksvík hava KI og Tony Paris tosað um møgu leikan at venjarin, sum hevur eitt ára farloyvi frá starvi í USA, skal vera í Klaksvík eitt ár afturat, men enn er eingin avgerð tikin um hetta Trygvi Mortensen hevur sátt- mála við NSI fyri hetta kapping arárið, og har hava teir ikki við- gjørt framtíðina. Á Toftum er Bjørn Krog sáttmálabundin fyri hetta árið, og vit skilja á lagnum, at har er einki avgjørt, hvussu tað verður komandi ár. Í Sumba, á Sandi og í Fuglafirði eru venjararnir bundnir fram til endan av hesum kappingarárinum. Vit skilja á lagnum, at venjara- spurningurin fyri komandi ár verður ikki liðugt viðgjørdur, fyrr- enn tað verður greitt, hvørjari deild liðini fara at spæla í. Landsliðsmenninir Tosið um at spælarar skulu skifta felag var nógv undan kappingar- byrjan, og tað hevur tað eisini verið í summar. Formliga er tað ikki loyvt einum felag at seta seg í samband við ein spælara, meðan hann er sáttmálabundin av einum øðrum felag, men virðingin fyri hesum reglinum man vera so sum so. Landsliðið er ein góður sýnis- gluggi, bæði fyri útlendsk feløg og feløgini heima á landi. Í Klaks- vík ætla teir sær at gera nógv fyri at halda uppá John Ryan, Rógva Jacobsen og Heðin á Lakjuni, men tað eru onnur feløg, ið eru áhugað í teimum. Fróði Benjaminsen skrivaði síðsta vetur sáttmála við B36, men hetta var seinni gjørt til einkis, og í ár hevur Fróði Benja- minsen verið liðformaður í barn- dómsfelagnum á Toftum, og hann hevur vunnið sær sess í lands- liðshópinum. Vit skilja á lagnum, at onnur feløg hava sýnt áhuga fyri at knýta B68 mannin at sær komandi ár. Sámal Joensen í GI og John Petersen úr B36 hava verið áhug- aðir í at sleppa av landinum at royna fótbóltseynini, men í báðum fórum hevur felagið kravt meiri, enn útlendsku feløgini hava viljað latið fyri spælararnar. Í heyst verð- ur sáttmálaskeiðið liðugt, og so er spurningurin, hvar landsliðs- menninir fara at spæla komandi ár. Aðrir spælarar Christian Høgni Jacobsen skuldi í summar vera á veg til B36, men hann er alt hetta kappingarárið bundin av sáttmála við NSI. Nú gongur álopsmaðurin við brotnum beini, men tað er einki at ivast i, at hann verður ein av teimum, sum fleiri feløg fara at fiska eftir. HB tykist meiri brádliga, enn teir í felagnum frammanundan kanska hava roknað við, vera komið har til, at teir mugu keypa fleiri spælarar, um teir skulu vera við í kappingini, har teir altíð vilja vera. Fleiri av nevndarlimunum í Havnar Fótbóltur vóru í Fuglafirði og hugdu at IF og VB. Tað mann kennast strevið hjá havnarmonn- unum ikki at hava møguleika á veg til Runavíkar at fara út á bygd at hyggja at fótbólti, uttan at søg urnar fara at ganga um, at teir Magni á Lakjuni hevur roynst væl, síðani hann fór at spæla við HB, men stríðið um bestu spælararnar í landinum til næsta kappingarár er longu byrjað. Mynd: Jonhard Hammer skulu keypa spælarar! Og so er spurningurin, um tað aftur komandi ár fer at vera so- leiðis, at onkrir av spælarunum úr havnarfeløgunum fara á bygd at royna fótbóltseynini, sum teir bara partvís ella als ikki fáa nakað burt- urúr á tí stødinum, sum allir spæl- arar ynskja at vera á. Her verður t.d. hugsað um evnaríka Andrew av Fløtum, sum nú er vorðin fastur skiftisspælari hjá HB jh Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo Jarðskjálvtin órógvar B36 og sjónvarpið Europa Cup: Stóra vanlukkan í Turka- landi í síðstu viku hevur havt við sær, at áhugin fyri at senda sjónvarp úr Føroyum er minkaður Í hesi vikuni skulu KI og B36 spæla í Europa Cup. Báðir dyst irnir verða hósdagin. Klaksvík ingar skuldu fara beinleiðis nið ur til Grazer í Suðureysturríki klokkan 21.30 í gjårkvøldid Sjálvandi fer KÍ, sum ikki hevur loyvi at brúka Jan Allan Miller í hesum dystinum, at gera tað, teir megna fyri at røkka einum so heiðurligum úrsliti, sum tað ber til. Kortini er tað ikki at siga teir ringar fyri tað, um teir hugsa sum so, at hetta er nakað, sum skal fåast frá hondini, og so fara teir aftur at savna hugsanirnar um FM stríðið. Eysturríska liðið er frá fyrra dystinum á odda 6- 0. Venjarin hjá teimum, Klaus Augenthaler, segði eftir fyrra dystin, at teir fóru at geva onkrum ødrum spælarum møguleikan, og so er at vóna, at teir eru ikki ov grammir! Klaksvíkingar, sum hava nøkur ferðafólk við í fylginum millum teirra er Jógvan við Keldu, býráðsformaður, ið skal hitta býráðsformannin í Graz, fara hóskvoldið beinleiðis av stadion og aftur í flogfarið. Teir rokna við at vera í Føroyum tíð- liga friggjanåttina, og so fara ter at hvíla, áðrenn teir i vikuskift- inum skulu til Vágs at spæla Vanlagnan ávirkar Í kvold kemur turkiska mót- stóðuliðið hjá B36, Ankaragiici, til Føroya. Tey vera 47 fólk í ferdalagnum, og millum teirra eru fleiri fjølmiðlafólk. Ætlanin var, at ferðalagið skuldi koma í Vágar sunnukveldið, men í ein um telefaksi var boðað frá, at ferðin var útsett til tyskvøldid Einki varð sagt um, hví teir høvdu valt at útseta ferðina Turkaland hava vit hoyrt nógv um í miðlunum hesa síðstu vik una, tí teir vórðu tíðliga í síðstu viku raktir av einum jarð skjålvta, sum hevur kostað eins nógv mannalív, sum tað búgva í Føroyum. Jarskjålvtin hevur havt avleiðingar á øllum økjum, eisini í fótbóltinum. Eingin Framhald á næstu síðu