týsdagur 24. august 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið 505 >. 177
NR. 158 - 24. AUGUST 1999
Sandingar
missa stig
í evstu
lotu
Fótbóltur: B71
kennir alt til at
missa stig í evstu
løtu
Hevdi ein fótbóltsdystur vart
ikki 90, men 80 minuttir, átti
B71 kanska átta stig fleiri í
| deildartalvuni, enn felagið
hevur nú
Í fimm umførum í kappingin
í ár hava sandingar teir síðstu
minuttirnar latið mál fara inn,
sum hava kostað teimum sigur
ella javnleik
Fyri fyrstu ferð hendi tað
longu i lumfari í Gøtu, tå ið
Gl-arin Sámal Joensen skoraði
ímóti B71 triggar minuttir fyr
leiklok, og hesaferð megnaðu
sandingar ikki at halda leiðsluna
suðuri á Krossinum, har inn-
skifti sumbingurin Tryggvi
Nielsen javnaði fyri heimaliðið
í allasíðstu løtu
Soleiðis gekk tað í teimum
dystunum í landskappingini,
sum B71 spælarar hava serligar
orsøkir til at vera vónbrotnir av:
I. GÍ (ú) 1-2: 0-1 Bartal
Eliassen 54, 1-1 Kári Sørensen
58. 1-2 Sámal Joensen 88.
2 KI (h) 1-2: 0-1 Kurt Mørk-
øre 37, 1-1 Kristian Nielsen 69,
1-2 Olgar Danielsen 89.
9 HB (h) 2-2: 1-0 Eli Hentze
44, 2-0 Eli Hentze 55, 2-1 And-
rew av Fløtum 78, 2-2 Súni
Fríði Johannesen 90.
12 NSI (h) 2-3: 1-0 Eli
Hentze 2, 2-0 Peter Ritter 7, 2-
I lan Højgaard 57, 2-2 Sjúrður
Jacobsen (br.) 83, 2-3 Dånial
Hansen 86.
13 Sumba (8) 1-1: 1-0 Eli
Hentze (br.) 44, 1-1 Tryggvi
Nielsen 90.
e
J oa ” m
on Roi
#
yngst i 1.
d = od Fo
eild i ar
Stutt fyri leiklok i dystinum i
Runavik millum NSI og HB
kom U-16 landsliðsleikarin Jón
Rói Jacobsen inn á vøllin fyr
fyrstu ferð nakrantíð í 1.deild.
Sostatt gjørdist hesin sera
lovandi HB-arin tann yngsti
spælarin í teirri bestu deildini í
ár
Jón Rói er føddur 7. april í
1983, og er tann einasti í 1.deild
í 1999, ið ikki er eldri enn sekst-
an ár
Í fjør var Hallur Dam Joensen
úr Sumba yngsti leikarin í
I deild. Hann er føddur tann
7.mars 1982
I år er sumbingurin yngstur
millum málskjúttar, men tað er
óvist. um Hallur megnar at
halda sítt met/ tí tað er væl
møguligt, at Jón Rói Jacobsen,
) kanska er tann evnarikasti
ingi spælarin í landinum, fær
kjansir á I deildarliðnum
HB í teimum komandi um
2731
je
Fótbóltur: Tað er lagt upp til ein meiri
spennandi endaspurt í ár, enn hann hevur
verið undanfarnu árini
Stødan eftir trettanda umfarið í
fótbóltslandskappingini ger, at tað
er oll orsøk at rokna við, at tað
verður spenningur í bæði topp-
inum og botninum fram til síðsta
leikumíar, sum verður fyrsta leyg-
ardagin í oktober.
Í toppinum vann B36 tvey stig
inn á KI. NSÍ tapti, og javnleikurin
hjá GÍ í Klaksvík ger, at tað nú
ber heilt illa til at ímynda sær
annan FM møguleika enn KI og
B36. Stríðið teirra millum er so
tætt, at tey hava ikki ráð at missa
nakað í komandi dystunum, og tað
verður trupult, tí tað er felags fyri
bæði liðini, at tey í vikuni skulu
spæla í Europa Cup.
Allir dystir eru torførir, men tá
vit hyggja at tí, sum liðini eiga á,
so kann tað kanska tykjast sum
um uppgávurnar hjá B36 eru eitt
sindur torførari. Komandi sunnu-
dag verða bæði KÍ og B36 á úti-
velli, og hóast talan er um mót-
stødulid úr lægra endanum, so
verður tað mett torført at fara til
Vágs og til Sands.
Stríðast um Europa
Annað vikuskifti verður ikki spælt
í 1. deild, tí tá verður landsdystur.
12. september verður sera spenn-
andi. Tá skal B36 spæla í Gunda-
dali móti grannunum og á vølli-
num størstu figgindunum og tor-
førastu mótstøðumonnunum úr
HB, meðan klaksvíkingar skulu til
Runavíkar. NSÍ tapti stórt fet í
kapprenningini um altjóða lut-
tóku, tá teir snávaðu móti ikki
serliga sannførandi HB, og um
NSI komandi sunnudag tapir i
Gøtu, so verður teirra leiklutur í
oddastríðnum og harvið í kapp-
ingini um Europa Cup útspældur.
Gøtumenn berjast fyri í hvussu
so er at endurvinna plássið í
Intertoto Cup og kanska eisini í
UEFA Cup. Teirra lutur er ikki
minst treytaður av, hvussu tað fer
at hilnast á heimavelli móti B36 í
triðji síðsta umfarinum.
Fyri Kjartan Mohr, peninga-
røkilin hjá B36, man tað bæði so
og so vera ynskiligt, at alt verður
opið, tá KÍ í næstsíðsta umfarinum
skal í Gundadal at spæla móti
B36. sum teir bæði hava vunnið á
í landskappingini og í steypafin-
aluni. Um KI vinnur í Vági, í
Runavík og á heimavelli móti
Sumba, so skal B36 ikki tapa
nakran dystin, um teir við sigri á
KÍ skulu vinna FM.
Um tøkini hjá B36 kanska
síggja tyngri út, enn tey hjá KÍ,
so er B36 í aðrar mátar betri fyri.
Teir hava verið úti í Europa og
ferðast, meðan KÍ er á mødsamari
ferð í hesi vikuni, og so hevur B36
nógv fleiri spælarar at taka av enn
KÍ. Higartil eru klaksvikingar
slopnir undan leikbannum og
skaðum, men um teir koma illa
Tættari í báðum endum
fyri, so tykist tað vera stórri smeit-
ur, enn um onkrir B36 menn eru
burturfrá.
ÍF á botni
Fuglfirðingar vóru illa kroystir
bæði so og so, tá teir høvdu vitjan
av VB. Vágbingar fóru við øllum
stigunum, og harvið sær alt annað
enn gott út hjá ÍF, sum bara er eitt
stig undan sumbingum og harvið
beinleiðis niðurflyting.
Lagnan hjá IF verður ikki minst
treytað av úrslitunum tey bæði
næstu umførini. Fyrst skulu teir á
Svangaskarð, og so fáa teir vitjan
av B71. Fyri IF er tað stórri sann-
líki at fáa nakað burturúr hesar
báðu ferðirnar, enn í tí, sum kemur
aftaná, tí tá skal ÍF spæla móti
HB og KI á útivelli og á heima-
vølli móti GI.
Við javnleikinum í Sumba
tykjast sandoyingar vera slopnir
undan niðurflytingini, og eftir tap-
ið móti B36 í Gundadali mugu
toftamenn staðfesta, at teirra
leiklutur í ár verður ikki tann, sum
teir høvdu vónað. jh
Framhald
av síðu 11
dystur varð spældur í turkisku
landskappingini í vikuskiftinum.
Týska UFA umsitur sjónvarps-
rættindini fyri B36. Tá teir undan
fyrra dystinum kannaðu, hvussu
áhugin var at senda í Turkalandi
frá dystinum í Gundadali, tóktist
áhugin vera lítil, men tá dysturin
í Ankara var liðugur, var hetta
broytt, tí nú fór seinni dysturin av
hava stóran týdning, og harvið
varð mett, at áhugin fyri at síggja
hann í sjónvarpinum fór at verða
stórur.
Beinanvegin tá vit komu aftur
úr Turkalandi vóru samráðingar
um at sjónvarpa frá dystinum. Vit
dystartíðina
tsettu av vera
30. men eftir jarð-
klokkan I8
skjálvtar í Vit einki frætt aftur
og nú veit eg ikki, hvussu tað
verður við sjónvarpinum, sigur
Kristjan á Neystabø, formaður í
B36.
Vit skilja á lagnum, at teir í
Turkalandi brúka sjónvarpið nógv
í samskiftinum aftaná jarðskjálvt-
an, og tað kann hugsast, at hetta
er ein av orsøkunum til, at teir
hesar sidstu dagarnar ikki hava
verid so åhugadir f at senda frå
dystinum. jh
Djóni N. Joensen, sum
sunnudagin dystaðist við
Signar Johannesen og B68,
skal hóskveidið spæla einna
Europa-Cup dystin móti
Ankaragiicu. Mynd: Alvur
Haraldsen