Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 158 - 24. AUGUST 1999 tíðindablaðið 5052 Tætt og ferðmikið og ikki altid so sannførandi Fótbóltur: Målmøguleikarnir vóru ikki nógvir, og nógva ferðin hevði við sær, at tað ofta var torført at fáa på flótandi samanspæl í lag 1. deild menn: KI-GI 0-0 (0-0) Klaksvíkingar vóru vón- brotnir, tá teir fóru av heimavøllinum sunnudagin. Málið var at vinna, men sum so mangan áður tey seinnu árini á heimavelli móti GI, so var tað torført og trupult. Sjálvt um tað ikki kann brúkast til so nógv í FM kappingini, so vóru gøtumenn ikki illa nøgdir við eina stigið, sum teir høvdu við um fjørðin aftur, og tað er væl skiljandi, tí sum seinna umfarið leið, so legði GI mest í verjupartin og dúvaði uppá møguleikan fyri snarálopum. Klaksvíkingar tóktust vera eina lítla tonn betri fyri, og serliga í 2. hálvleiki megnaðu teir ofta at koma ígjógnum serliga í vinstra borði, har John Ryan, sum ikki tóktist vera heilt komin fyri seg eftir lærskaðan, var ein brandur og legði fleiri vandamiklar bóltar innfyri, og har Heðin á Lakjuni megnaði at renna mótstøðu- menninar av, men kanska heyði eitt sindur meiri ilt við at leggja bóltarnar nóg neyvar. Onkra ferðina snaraði vongspælarin í vinstru mót- stødumenninar av sær, og fram móti endanum hevði Heðin á Lakjuni eitt vanda- mikið langskot, sum Sun- vard Joensen, ið var stinnur í GÍ málinum, bjargaði væl, men fyri KI heyði tað verið uppaftur meiri vandamikið, um Heðin á Lakjuni við tak á bóltinum onkra ferðina hevði stevnt í brotsteigin og bjóða av mann móti manni og harvið økt um møguleik- arnar fyri at fåa brotsspark. Rúni Justinussen, vong- verjin hjá Gl í høgru, bjóð- aði so at siga ikki til at fara við í GI álopini í 2. hálv- leiki, og sum tað leið út fækkaðust ferðirnar, at gøtumenn vóru frammi. Tað var um reppið, at teir fingu mál, tá teir í 53. minutti løgdu fyrsta hornasparkið í seinna umfarinum innfyri, og fram móti dystarenda heilfluktaði Magni Jarnskor í vinstru eftir diagonalbólt langt upp um málið. — Liðformaðurin hjá GI, ið sum vanligt arbeiddi nógv saman við Sámali Joensen, hevdi stutt undan steðginum eftir uppspæl í høgru besta møguleikan hjá GI. men royndin fór fýra metrar við síðuna av málinum hjá Stephen Boyle, ið var trygg- ur í KÍ málinum. Ikki altíð neyvir Tolnum miðvallarspæli var lítið av. Serliga í 1. hálvleiki var ferðin øgilig, og hjá báðum liðum ráddi um sum skjótast at varpa bóltin fram til teir fremstu. Hetta varð ofta gjørt við longum send- ingum, og tað hevði við sær, at sambandið millum ketur- nar var ov lítið, og harvið hevdi bólthaldarin ofta ov fáar møguleikar at spæla víðari. Hetta hevdi við sær, at nógvir bóltar vórðu mistir í staðin fyri at álopini end- aðu við royndum móti mál- unum, og tað saman við høgu ferðini og síðuvindi- num, sum í létum var ikki so lítil, gjørdi, at spælið ikki altíð var so neyvt. GI venjarin lat vongverj- arnar, Rúna Justinussen og Súna Olsen, ansa åvikavist Heðini á Lakjuni og Arnold Joensen, og so var tað upp- gávan hjá Poul Ennigarð at taka sær av Rógva Jacob- sen. Hetta var sera skilagott. Í 1. hálvleiki vóru ikki nógvir møguleikar. KI hevði fyrstu løtuna stórri trýst, og fleiri ferðir var tað nær við og næstan, men tað eydnaðist ongatíð at fáa nakra vandamikla roynd burturúr tvørbóltunum, og so javnaði dystargongdin seg meiri. Dysturin var lættur at dóma, og démarin kom væl frá tí, men tíðliga í 1. hálvleiki gjørdi hann ein stóran brølara, sum tibetur fyri hann sjálvan ikki heyði nakrar avleiðingar. Bólturin var mitt á KI hålvuni, tá dómarin bríkslaði fyri frí- sparki, og armurin vísti, at tað var til klaksvíkingar, hóast tað var eyðsýnt í tí, sum var farið fram, at tað var GÍ, sum átti frísparkið. Hetta gjørdu gøtumenn dómaran varugan við, og tå onkrir Klarar vóru farnir longri fram á vøllin, broytti dómarin, sum rímuligt er, frísparksdómin. Men í sovornum fórum eigur dómarin sjálvandi at syrgja fyri, at tað verður bíðað við sparkinum, inntil hann er vísur í, at ongar avleiðingar kunnu standast av hansara mistaki. Kom, sá og sigraði ikki Í 2. hálvleiki legði heima- liðið fyri sum eitt ódnar- veður, og tá fímm minuttir vóru farnir, høvdu teir havt trý hornaspørk úr vinstru, sum vóru sera vandamikil. Bartal Eliasen hevði uppgåvuna hjá GI at taka sær av Jan Allani Miller, og tað megnaði hann væl. Ofta líktist KÍ uppspælið ov nógv tí, sum teir hava havt, tá Kurt Møkøre var fremst- Jan Allan Miller spældi fyri fyrstu ferð í KÍ-álopinum, men hann skoraði ikki í fyrstu royndini Mynd: Símun á Høvdanum www.sosialurin.fo ur, men serliga í 2. hálvleiki, tå Arnold Joensen eina lotu fór inn um og Jan Allan eitt sindur út í høgru, lá betri fyri, og nýkomni maðurin sendi við høvdinum uppá tvørs og bjóðaði seg til í eitt tvey samanspæli. Jan Allan hevði kortini onga roynd móti málinum, og hann varð skrásettur fyri eitt gult kort, tá hann royndi at sláa eitt ov høgt innlegg úr vinstru í málið, og harvið bar ikki til at brúka yvirskirftina um, at hann kom, sá og sigraði! Harley Bertholdsen fekk besta møguleikan hjá KI, tå uppspæl í høgru endaði við innleggi, síðuspælarin í høgru gjørdist leysur eitt sindur til høgru og tíggju metrar úr málinum, men Sunvard Joensen bjargaði, og sjálvt um Marek og Pazek, sum saman við Jan Andreasen hildu Sasha og Henningi Jarnskor í sera stuttum tjórði, vóru dúgligir at fara framvið, meðan nýggi liðformaðurin hjá KÍ. Jan Joensen, syrgdi fyri at tetta í verjupartinum, so eydnaðist tað ikki at spæla seg til upplagdar møguleik ar, og harvið fóru klaksvík ingar út í stóru verð við ein- ari nógv tódnari leiðslu í toppinum jh KÍ: Stephen Boyle — And- rzey Pacek, Jan Andreasen, Marek Wierzbicki — Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen, John Ryan Arnold Joensen, Jan Allan Miiller, Hedin å Lakjuni GI: Sunvard Joensen Rúni Justinussen, Jóan Petur Olsen, Bartal Eliasen, Súni Olsen — Sámal Joen- sen, Poul Ennigarð, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor — Alexander Radosavlovic, Henning Jarnskor 2. deild menn: LÍF-HB 5-3 (4-1) Hornasprøkini royndust væl, tá LÍF og HB dystaðust í Lorvík leyg- ardagin. Fleiri av málu- num komu eftir horna- sparksstødur, og saman- lagt var tað heimaliðið, sum fekk meira burtur úr. Serliga í fyrra hálvleiki var LÍF omaná, og teir vóru eisini til hálvleik við eini trýmáls leiðslu í skjáttuni, men tá HB skoraði tvær ferðir bein- anvegin eftir steðgin, kom eitt sindur av spenn- ingi í aftur, men LÍF klár- aði at vinna. Longu eftir tríggjar minuttir legði Kristian í Vági LÍF fram um, tá hann fekk skot á eftir horna. Bólturin kom út frá, og so smekkaði mið- vallarin til. Bárður Mortansson, sum hevur verið nógv við á 1. líði hjá HB í ár, javnaði eftir góðar 20 minuttir. Verjuspælari hjá LÍF fór skeivur av einum longum bólti, og so sló skjóti álopsspælarin til. Seinasta korterið av fyrra hálvleiki sat LÍF rættiliga á dystinum, og teir skoraðu tríggjar ferð- ir. Fyrst var tað topp- skjúttin hjá liðnum, Mir- ek Gil, sum eftir enn eitt horna sendi bóltin í mál- ið, og eftir at Erik Lervig hevði stútað ein horna- Fleiri mál eftir horna sparksbólt í kassan, var Mirek aftur upp á spæl. LÍF'ari tveitti innkast til hann, og hóast tríggir verjumenn vóru um hann, fekk hann vent sær og skotið, og bólturin streyk í málið. Tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki hevði HB minkað tvær ferðir um munin. Fyrst gjørdu LIF'arnir sjálv- mål, tá ein bóltur eftir hornaspark rakti ein LÍF'ara og endaði í måli- num. Og tá Anfinn Han- sen skoraði til 4-3, fingu havnamenninir blóð á tánnina. Teir stríddust fyri at javna, men tá álops- veteranurin Kristian á Reynatrød skoraði til 5-3 fall avgerðin í dystinum. Málið hjá Kristiani kom, eftir at Jonhard Høgnesen streyk avstað í síðuni og spældi upp á tvørs til Kristian, sum so avgreiddi seinasta part av uppgávuni. LÍF, sum hevði stýrt hendingunum í fyrra hálvleiki, kom sær í vanda í 2. hálvleiki, men teir kláraðu at halda fast um leiðsluna og so at av- gera við teirra fimta málið í dystinum. Lorvíkingar hava seks stig upp til FS Vágar á fremsta plåssinum, men teir spæla fyri at vinna deildina, og enn eru seks dystir eftir at spæla. ek