Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið NR. 158 - 24. AUGUST 1999 2. deild menn: EB/Str.-Royn 1-2 (1-2) Tað var nógv at spæla fyri, tá EB/Streymur og Royn spældu á Mølini leygardagin. Og tað vóru hvalbingar, sum vóru nøgdir eftir dystin. — Hetta var ein sera tydningarmikil dystur at vinna, tí vit eru í bein- leiðis kapping við EB/ Streym um at sleppa und- an niðurflyting. Nú er stødan hjá okkum nógv betur, men vit kenna okk- um ikki tryggar enn, tí nógv er eftir at spæla um, segði spælandi venjarin hjá Royn, Zoran Mancic, eftir dystin. Hann sá sítt lið gera tvey mál í fyrra hálvleiki, og tey vóru nokk at vinna dystin. Stóran part av fyrra hálvleiki var útiliðið omaná. Heimaliðið fekk ongantíð sítt spæl at koyra móti ágangandi hvalbing- unum, og fyrsta hálva tíman vóru tað gestirnir, sum stýrdu dystinum Rógvi Thorsteinsson skoraði eftir átta minuttir, men heimaliðið javnaði beint fyri hálvleik, tá teir vóru komnir meira við í dystin. EB/Streymur fekk fatur á bóltinum, spældu skjótt fram eftir vellinum, 2. deild menn: FS Vágar-GI 6-1 (3-0) Vágamenn vóru rættiliga omaná í tólum, tá gøtu- menn vóru á vitjan leyg- ardagin. Men spælið og gongdin í dystinum var ikki so einvegis. sum úrs- litið kundi bent á, tí GParnir royndu allan dystin at spæla við, og teir vóru ongantíð trýstir í botn. Hinvegin kláraðu teir illa at bróta igjøgnum verj- una hjá vágamonnum, sum var væl stýrd av Eyð- finni Davidsen á aftasta Í manni, og bert einaferð eydnaðist at fáa mál. Tað var tá veteranurin Símun Petur Justinussen gjørdi tað til 5-1 sjey minuttir fyri tíð. Betur gekk hjá vága- monnum, sum í John Jo- hansen eiga ein ídnan álopsmann, sum rennur og tuskar allan dystin. Ferð eftir ferð gjørdi tað, at hann kom til kjansir, og hann kláraði hesaferð at avgreiða teir sera væl. Longu tá ein góður hálvur tími var farin, hevði John skorað hattrick, og móti endanum av dystinum gjørdi hann tað il endaliga úrslitið 6-1. Royn spældi seg úr vanda Javnur dystur - Ojavnt úrslit har Jákup Martin Joensen slapp leysur, rundaði mál- verjan og skoraði til 1-1. Men bólturin var valla givin uppaftur, so heyði útiliðið lagt seg fram um aftur. Hesaferð var tað Njálur Niclassen, sum skoraði. Hann varð spældur leysur og útnytt- aði møguleikan til fulnar. I seinna hålvleiki var heimaliðið meira við í dystinum, men teir stóri týdningurin av dystinum tóktist verða ein haft um beinið á teimum. Teir fingu íkki spæla at hanga saman, og botndysturin — sum eisini líktist einum slíkum — endaði við, at gestirnir fóru avstað við ollum. — Eg eri væl nøgdur við mínar spælarar, teir stríddust ógvuliga hart fyri sigrinum, og teir sóu álvarsomu støduna, sum vit véru undan dystinum. Nú hava vi fingið eitt sindur av luft til botnin, men tað er tætt og vit hava brúk fyri fleiri stigum, segði Zoran Mancic eftir dystin. EB/Streymur liggur næstaftast í deildini, tvey stig frammanfyri GÍ, men åjavnt við KÍ. sum eisini tapti hetta vikuskiftid. ek Afturat sær at gera mál hevði John bróður sín Sonna Johansen og væl- spælandi álopsmannin Birgir Joensen. Seinnu trý korterini, tá lítil spenningur var eftir í dystinum, hevði Gl yvir- vág í spæli, men teir gjørdust sjáldan vanda- miklir, og tå vågamenn so settu ferð á i mótálopu- num tóktust teir altíð verða førir fyri at gera mál. Og tað vísa tølini frá seinastu fýra dystunum eisini, tí hesar dystir hevur FS Vágar í miðal skorað sjey mál hverja ferð, og tað er nakað, sum vága- menn kenna lítið til. Støduna í deildini, nú seks dystir eru eftir at spæla, er so góð hjá vága- monnum, at sjálvt teir vamu nú síggja góða møguleikan, sum våga- liðið hevur fyri at flyta upp í bestu deildina. Men tey seks stigini, sum liðið er á odda, kunnu skjótt rúka, og tá vágamenn hava ein dyst eftir móti LÍF, er framvegis eitt sindur av spenningi eftir í oddinum. ek ÍF tapti botndystin móti VB, og nú er bara eitt stig niður á aftasta pláss, har Sumba liggur í løtuni Mynd: Jonhard Hammer Skerdir fuglfirðingar sótu við ongum Fótbóltur: Venjarin hjá vågbinugum var ikki nøgdur við, at teir í 2. hálvleiki ikki megnaðu at spæla fótbólt 1. deild menn: IF-VB 1-2 (1-1) Fuglfirðingar fóru boygdir av heimavøllinum, meðan vågbingar fegnaðust á longu heimferðini. IF heyði ikki megnað at endurtikið heimasigurin móti Sumba (einasti sigurin higartil í ár hjá fuglfirðingum), og vág- bingar høvdu fyri fyrstu ferð á árinum vunnið á úti- vølli. ; Fyritreytirnar hjá IF vóru ikki tær bestu, og tað tóktist órógva, at teir undan dysti- num sunnudagin tvær ferðir vóru noyddir at broyta manning. Fyrst gav Ken Bærendsen, sum skuldi vera í álopinum, avboð, og undir upphitingini gjørdist tað greitt, at liðformaðurin, Torstein Joensen, ikki var førur fyri at spæla. VB, sum í 1. hálvleiki royndi at spæla, uttan at tað kendist serliga sannførandi, kom á odda beinanvegin, men longu tá eitt korter var farið, hevði heimaliðið, sum tóktist sera tamt, svarað aft- ur. Spælandi venjarin hjá VB, Poozynski, skoraði sjálvur fyrsta málið. Upp- spælið var í høgru, og inn- leggið kom flatt uttarlaga í brotsteiginum. Skotið var flatt og kraftarmikið, vág- bingar fegnaðust, men bara í nakrar fáar minuttir, so var javnt aftur. Eyðálvur R. Pet- ersen legði innfyri úr høgru, teir báðir álopsmenninir hjá IF vóru ikki serliga væl ans- aðir í hesum førinum, og Eyðun Samuelsen skoraði umvegis armin á VB mál- verjanum. Broytti uppstilling Piotr ætlaði at leggja bragd- liga fyri. IF heyði tríggjar menn í álopinum, og tað tóktist sum um teir ætlaðu at kroysta mótstøðumenn- inar langt aftur á vøllin. Hetta eydnaðist einki ser- ligt, tí álopsspælararnir lógu aftarliga, og framrættaða uppstillingin hjá IF hevði við sær, at tað var lætt hjá VB at koma igjøgnum i høgra borði, har Palli Aug- ustinussen hevði nóg pláss, tá hann fór framvið. Fuglfirðingar broyttu lið- ið, soleiðis at Eyðálvur R. Petersen fór úr álopinum í høgru og aftur á vinstra vongverjan. Tað hevdi við sær, at tað gjørdist eitt sind- ur tættari í verjupartinum, men tyngdin í álopspart- inum gjørdist minni, og í síðsta enda vann VB ein dyst, sum var merktur av, at hvorki liðið megnaði at spæla skipa fótbóltsspæl uttan at gera persónligu mistøkini, sum altíð hava við sær, at tað gerst Oruddu- ligt. — Vit royndu at spæla fót- bólt í 1. hálvleiki, og við- hvort haldi eg, at tað eydn- aðist toluliga væl, men í 2. hálvleiki fullu vit í somu grøv sum mótstøðumenn- inir. Tað var alt ov nógv spark og ov lítið spæl, og tað eru vit ikki góðir til, men tíbetur fingu vit sigurs- málið, tá 70 minuttir vóru farnir, greiðir VB venjarin frá. Hann vónar, at sigurin fer at bera við sær, at teir kunnu spæla meiri frigjørt komandi dystirnar. Garðurin skrædnaði Milan Culjic, sum Sigfríður Abrahamsen annars hevði til uppgávu at fylgja um all- an vøllin, skoraði sigurs- málið við beinleiðis frí- sparki uttanfyri brotsteigin. Dan Djurhuus, sum hesa ferð hevdi Jón Paula Olsen afturat sær í álopinum, með- an Popzynski var vongverji í vinstru, var upphavi til frí- sparkið dygst uttanfyri brotsteigin. Fuglfirðingar gjørdu manngarð, men ein maður leyp upp, tá flata skotið kom í verjugarðin, og so var Rúni Joensen í málinum prísgivin. Fuglfirðingar høvdu onkrar møguleikar at koma afturíaftur. Régvi Róin hevdi góða roynd úr brots- teiginum, og eftir uppspæl í høgru og út frå smekkaði Sigfríður Abrahamsen lang- skot í handara stólpan. Síðstu løtuna fluttu teir á heimaliðnum fólkið alt longri fram á vøllin, men tað eydnaðist teimum ikki at seta óvanliga lágu leik- ferðina upp. Tað gav VB fleiri møguleikar fyri snar- álopum, og fleiri ferðir vóru teir vandamiklir, t.d. tá teir høvdu hornaspørk. jh IF: Rúni Joensen — Roy Róin, Tomek Przybylski, Aslakur R. Petersen, Viggo Johannesen — Rógvi Róin, Sigfridur Abrahamsen, Simun Eliasen — Aslakur R. Petersen, Robert Ciesle- wicz, Eydun Samuelsen VB: Bjarni Johansen — Palli Augustinussen, Michael í Lågabø, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Krzysztof Popczynski — Janus Kjær- bo, Térdur Holm, Milan Culjic — Dan Djurhuus, Jón Pauli Olsen