Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 158 - 24. AUGUST 1999 tíðindablaðið - analigt spæl og vøkur mál Fótbóltur: B36 togaði ein stórsigur í land móti B68, men hann kom ikki í hús fyrr enn seinastu tjúgu minuttirnar SVEINUR TRÓNDARSON Um so var, at alt fall út, sum B36 ynskti tað, so kundu teir liggja fremstir í lands- kappingini eftir hetta um- farið. GÍ skuldi vinna á KÍ, í fyrsta dystinum eftir at Kurt Mørkøre er farin av landinum, og samstundis skuldi B36 vinna á B68 i Havn. GÍ vann ikki á KÍ, sum tí framhaldandi liggur á fremstaplássinum. Men nú er munurin bara eittans stig, so meira spennandi fær tað valla verið. Hinvegin var tað um reppið, at B36 spældi síni egnu kort so illa, at teir ikki vunnu á toftamonnum. Tað er kanska torført at fáa eygað á, tá dysturin endaði 4-0, men trý tey seinastu málini komu ikki fyrr enn seinastu tjúgu minuttirnar. Stødan var 1-0 til B36 líka til 70 minuttir vóru farnir. Tað sigur ikki so lítið, um spæl toftamanna, at teir megnaðu, at halda vanda- miklasta álopi burtur frá sínum brotsteigi í so drúgva tíð. Tí veruleikin er tann, at B68 við nærgangandi spæli syndraði spælið hjá B36. Toftamenn lógu tætt í kroppinum á havnarmonn- um, og teir fingu ongantíð stundir at umráða næsta leikin áðrenn ein toftamað- ur var í hølunum á teimum. Sy nd vånaligt Hóast B36 hevur fleiri landsliðsleikarar í sínum hópi, so má sigast, at tað sást ótrúliga lítið til teirra í fyrra hálvleiki. Jens Krist- ian royndi eitt sindur, men hevði torført við at fáa sam- anspæl við hinar leikarar- nar, tí teir raktu heilt einfalt millum KÍ og HB. har nógv stóð uppá spæl — hvorki KÍ Aftur hesaferð vóru tað áskoð- arar í Klaksvík, ið eingi mál skuldu síggja í einum toppdysti, nógvar A RA kláraðu ella GÍ at gera mál. ikki hvønn annan tá teir av- leveraðu. Antin fór bólturin ov langt, ella fór hann ov stutt ella fóru bóltur og maður hvor sín veg. Tá er lítil vón at byggja skilagott spæl, og úrslitið var eisini hareftir. Næstan eingin líkinda møguleiki til hvørgan av partunum. Einasta sum líktist einum møguleika áttu toftamenn, tá ein av brasiliumonnum stakk frá verjuni, men Egin Høgnesen bjargaði meistar- liga tá B68 royndi seg við skoti. Og hóast tað, so var B36 kortini frammanfyri tá hvildin kom fyri. Otrúligt men satt. Fram móti hvíldini fingu teir eitt horna. Bólturin varð spældur høgt inn í teigin, har John Petersen royndi seg við onkrum sum minti um eitt saksaspark. Bólturin fór ikki í mál, men endaði fyri fótrunum á Jens Krist- iani, sum var farin fram við, og hann stóð púra blankru ein metur frá málinum, og so var 1-0. Rættvísi er sjáldan til í fótbólti og tað var tað heldur ikki í Gundadali í gjár. B68 vóru óhepnir Tá so er, at annað liðið trýst- ur og trýstur, so endar tað ofta við máli hinvegin. So- leiðis var eisini í Gundadali. Toftamenn royndu av øllum alvi at trýsta B36, sum nú var væl fyri. Teir vóru frammanfyri og høvdu tí ongan skund. Sigurin var á veg í hús, og tankarnir vóru longur frammi í vikuni, til europeiska dystin móti týrk- iska liðnum. Og einu løtuna trýstu toftamenn so nógy, at á- skoðararnir untu teimum Dystir uttan mál i umfar: NSÍ - ÍF 2. umfar: VB-B36 3. umfar: KÍ - HB 13. umfar: KÍ-GÍ hóast 2. umfar: B68 - NSÍ Í fjór endaðu eisini fimm dystir í 1.deild við 0-0, so vit loyva okk- um at vóna, at henda kvotan til málleysar javnleikir longu er upp- brúkt í 1999, sjálvt um fimm um- fór eru eftir at leika. Seinast málleysur dystur var í 1. deild, var í 3. umfar, tá KÍ og HB spældu í Klaksvík eitt mál. Tað var í hvussu er ikki rættvíst, at B36 vann við hasum spælinum. Tá var javnleikur óivað rættvisara úrslitið. Og so hendi tað. B36 fór í skjótt mótálop. John fekk bóltin árakað brotsteigin uttast í vinstra borðið. Hann royndi at bróta igjøgnum B68 verjuna, og teir tóku beinini undan honum. Frí- spark varð dømt til B36. Jákup á Borg tók sær av frísparkinum, sum hann smekkaði í kassan við ein- um ótrúliga hørðum og vøkrum skotið, sum brast í yvirliggjaran áðrenn bóltur- in fór í málið. Eitt eina- standandi vakurt frispark, sum ungi landslidsleikarin hjá B36 eigur stóran heiður av. B68 misti ein mann Málið til 2-0 kom fyri tofta- menn á tí mest órættvísu løtuni. B68 høvdu havt spælið og initiavtivi, og B36 hevdi framhaldandi trupulleikar at fáa spælið at hanga saman. Toftamenn royndu seg við eini út- skifting í ålopinum. Øssur Jacobsen, sum annars stríddist Oført varð tikin út og fyri hann kom vetera- nurin yvir llum Aksel Høj- gaard á vøllin. Men tað munti lítið. Hann hevði eina roynd á málið — við høvdinum, men tann bólturin fór við síðuna av. Meiri fekk hann ikki fatur á, tað fekk hann ikki loyvi til frá B68 verjuni. Ikki nógvar minuttir eftir 2-0 málið til B36 royndu teir seg við enn einum skjótálopið. Bólturin varð stungin inn um B68 verj- una, og tveir mans fóru av- stað. Tað var vandamikið, og tað så Finn Mørk eisini. Fótbóltur: Fyri fyrstu ferð síðan 3. umfar endaði dystur málleystur Tað hendir neyvan ofta í nakrari landskapping í Europa, at í heil- um átta umførum á rað er eingin málleysur javnleikur skrásettur. Soleiðis bleiv tað í 1.deild í ár. Fýra 0-0 dystir vórðu spældir í trimum teimum fyrstu umføru- num, og fyri seinastu ferð áðrenn hetta vikurskiftið komu eingi mál fyri meir enn trimum mánaðum síðani í týdninglamiklari uppgerð ie 15 Sigfríður Clementsen gjørdi um seg, tå hann kom á vøllin í seinna hálvleiki. Her verður hann feldur av B68'ara, sum var útvístur. Mynd: Álvur Haraldsen Hann toygdi seg eftir mann- inum við bóltinum og fekk hann, men ikki bóltin! Reytt kort til Finn og nú var liðugt hjá toftamonnum. Eftir hetta var tað meiri ein spurningur um hvussu nógv B36 fór at vinna, tí nú hekk alt brádliga saman. Sigfríður setti futt í B36 fekk tvey mál afturat. Ossur Hansen fekk hevnd fyri rópini frå B68 áskoð- arunum tá hann heilfluktaði ein bólt í kassan úr stuttari fjarstødu. John Petersen var enn einaferð maðurin sum tók túrin í vinstra borðið, millum eini fýra B68 leik- arar. Hann slapp framvið og Átta umfør uttan málleysan dyst legði bóltin inn fyri í einum høgum boga. Sigfríður royndi at taka bóltin við bringuni, men hann sprakk eitt sindur ov langt frá honum. Tað bilti bara einki tí har stóð Ossur, og áðrenn nakar vardi hevði hann svingað høgrabeinid og hamrað bóltin í málið, uttan at málmaðurin hevði ein livandi kjans. Øssur rakti bóltin so klokkureint, at hann kundi bara fara tað eina staðið John Petersen fekk so at enda eisini løn fyri sítt stríð. Klokkan stóð á 45 minutt- um tá Piddi spældi ein bólt langt fram í høgra borð. John elti og var í grundini eitt sindur heppin tá hann steig á bóltin! A tann hátt fekk hann fatur á honum og spældi inn um málmannin sum kom út í móti. Sjálvur smeyg hann sær inn um og trillaði bóltin í kassan úr sera spískum vinkli. Sigurin var í hús, 4-0 til B36, og tað var ov nógv, men sum venjarin segði aftaná dystin. — Eg visti at tað fór at koma. Teir hugs- aðu um dystin hósdagin, og soleiðis er tað altíð hjá okk- um. Aðrenn europadystin spæla vit altíð vánaligt í landskappingini. Vit vunnu, og tað er tað tydningarmikl- asta, segði Sivic, sum sjálv- ur ikki var við í dystinum orsakað av sjúku. Skulu vit hinvegin geva einum manni "skylduna" fyri at hava góða ávirkan á B36 spæli, so var tað Sig- fríður Clementsen. Hann kom inn um miðjan annan hálvleik og hann stríddist sum úlvur á skóg. og tað er ikki ov nógv sagt, at tað var hann, sum við sínum stríði fekk hinar B36 leikararnar at leita aftur á beint í einum annars ótrúliga vánaligum og ófantaligum dysti, har eisini dómararnir høvdu ein ringan dag. Tað er í hvussu er sjáldan at ein spælari, sum stendur aftanfyri miðjuna verður dømdur rangstaddur! Tað saman við øðrum hending- um í dystinum hevði við sær, at spælarar gjørdust ov heitir, og tað gjørdu takling- arnar eisini. Keðiligt, men veruligt.