fríggjadagur 14. januar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 9 - 14. januar 2005
– Trupulleikarnir hjá
Suðuroynni eru í
tveimum. Í fyrstu
atløgu er talan um tað
bráðkomna arbeiðs-
loysið. Men í øðrum
lagi verður eisini
neyðugt at gera eina
ætlan fyri, hvussu tað
ber til at skapa ein
fjøltáttaðan arbeiðs-
marknað í Suðuroy, tí
í framtíðini verður
tað ikki tað vanliga
fiskaarbeiðið, sum
verður tann berandi
vinnan
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú er støðan í Suður-
oynni so vánalig, at tað
verður neyðugt við eini
politiskari bjargingarætlan.
Tað heldur Gestur Ho-
vgaard, samfelagsfrøðing-
ur.
Gestur er sjálvur suður-
oyingur og í sínum gransk-
ingararbeiði hevur hann
fingist ikki sørt við økis-
menning.
Men hann heldur ikki, at
ein politisk bjargingarætlan
einsamøll, er nóg mikið.
– Tað verður eisini neyð-
ugt at suðuroyingar vísa
sama vilja til at fáa oynna á
føtur aftur, sum teir vístu
fyri 8-10 árum síðani, táið
kreppan var seinast og tá ið
teir settu fleiri virki á stovn
– Men tað er sum at eg
hesuferð sakni tann øgiliga
vilja til at reisa seg aftur,
sum suðuroyingar vístu í
seinastu kreppuni, tá ið
fleiri virki vórðu sett á
stovn.
Trupulleikin býtast í
tvey
Gestur Hovgaard heldur, at
trupulleikin hjá Suðuroynni
eiga at verða býttur sundur
í tvey.
– Eitt eru teir trupulleik-
arnir, sum nú hesi seinastu
árini hava stungið seg upp
við einum stórum arbeiðs-
loysi.
– Ein annar trupulleiki
eru teir langtíðartrupulleik-
arnar, sum Suðuroyggin
hevur.
Hann sigur, at hetta eru
ikki trupulleikar, sum hava
stungið seg upp hesi sein-
astu árini.
– Hetta eru trupulleikar,
sum byrjaðu longu í fimti-
árunum. Síðani í fimtiárun-
um er fólkatalið í Suðuroy
alsamt minkað, samstundis
sum tað er alsamt vaksið í
flest øllum øðrum økjum í
landinum.
– Samstundis er aldurs-
býtið í Suðuroy blivið
alsamt skeivari og skeivari
við tað at tey ungu flyta av
oynni, tí tey fáa ikki ar-
beiðið í Suðuroynni, serliga
ikki tey, sum hava eina út-
búgving.
Samfelagsfrøðingurin
sigur, at sostatt kann av-
bjóðingin, bæði hjá lands-
ins myndugleikum, og hjá
suðuroyingum, býtast í
tvey.
– Í fyrstu atløgu verður
neyðugt at loysa teir bráð-
komnu trupulleikarnar við
arbeiðsloysinum.
– Men framtíðin hjá Suð-
uroynni er als ikki tryggjað
fyri tað, tí tað verður eisini
neyðugt at loysa langtíðar-
trupulleikarnar við fráflyt-
ingini, tí annars heldur
fólkatalið á at minka og so
er ongin framtíð.
Spurningurin
er
so,
hvussu tað ber til at skapa
arbeiðið í Suðuroynni her
og nú.
– Sjalvsagt er tað neyð-
ugt at lata tey arbeiðspláss-
ini uppaftur, sum nú eru
afturlatin.
Ì hesum sambandi heldur
hann, at tað eisini er neyð-
ugt at viðgera møguleik-
arnar fyri at fáa í lag
beinleiðis
flutningssam-
band ímillum Suðuroynna
og Skotlands og betri sam-
band innanlands.
– Suðuroyingar høvdu
sera góðar royndir av tí
beinleiðis
sambandinum
sum var ímillum Suður-
oynna og Skotland, til Teist-
in varð seldur fyri nøkrum
árum síðani. Tí er tað av-
gjørt vert at taka spurningin
uppaftur, hvørja ávirkan
eitt slíkt samband kundi
fingið á menningina av
Suðuroynni.
Men hann heldur eisini,
at tað er neyðugt at bera so
í bandi, at tað ikki skal
kosta meiri at hava vinnu í
Suðuroy enn tað ger aðra-
staðni í landinum.
– Tað er ongin ivi um, at
flutningsmøguleikarnir
bæði innanlands og til út-
heimin eru ein trupulleiki
fyri vinnuna í Suðuroyna.
Samansjóða oynna
Men Gestur Hovgaard hel-
dur eisini, at skal Suður-
oyggin mennast aftur, verð-
ur neyðugt at viðgerða
trupulleikarnar djúpari enn
so.
Hann heldur, at tað eru
grundleggjandi viðurskifti í
Suðuroy, sum eru ein forð-
ing fyri menning.
– Trupulleikarnir hjá
Suðuroynni hava eisini
samband við, hvussu oygg-
in er skipað.
Hann nevnir kommunu-
viðurskiftini,
sum
eitt
dømi.
Í hansara hugaheimi er
ongin ivi um, at tað verður
neyðugt at leggja alla
oynna í eina kommunu fyri
at øll oyggin kann standa
saman og draga somu línu.
Somuleiðis
er
hann
samdur við nýggja spari-
kassastjóranum í Suðuroy,
um, at tað er neyðugt at
hava eitt vinnuráð fyri alla
Suðuroynna og ikki sum
nú, har eitt vinnuráð er fyri
Suðuroyar syðru helvt, sum
bara hugsar um syðru helvt,
ímeðan tey longri norðuri á
oyggj hugsa mest um tað,
sum tænir norðaru helvt
best.
– Eg haldi, at tað er ein
sera stórur vansi hjá suður-
oyingum, at teir ikki standa
saman og draga somu línu
mótvegis myndugleikunum
í Havn, tí so óluksáliga stór
er oyggin altso ikki, at
frástøðan kann brúkast sum
argument fyri nøkrum sum
helst.
Hann vísur eisini á tann
týdningin, sum Suðuroyar
Sparikassi
hevur
fyri
vinnuligu menningina í
oynni.
– Eftir kreppuna í níti-
árunum hevði Suðuroyar
Sparikassi sjálvandi stóran
týdning í royndunum at
menna oynna aftur.
Men Gestur Hovgaard
heldur kortini, at enn er
Suðuroyar
Sparikassi
kanska nakað lítil.
Og hann heldur eisini, at
tað er ein bági fyri Suður-
oynna, at teir ikki standa
saman
um
Suðuroyar
Sparikassa í sama mun,
sum norðoyingar standa
saman um Norðoya Spari-
kassa.
Hann hevur varhugan av,
at hóast talan er um ein
sparikassa fyri alla Suðuroy
og sum hevur stóran týdn-
ing fyri menningina av
lokala vinnulívinum, hevur
hann ikki heilt tað somu
sterku støðuna ímillum
fólkið í allari oynni, sum
Norðoya Sparikassi hevur í
øllum Norðoyggjum.
– Ein lokalur peninga-
stovnur tryggjar, at teir
lokalu pengarnir í Norð-
oyggjum eisini verða brúkt-
ir til lokalar íløgur.
Gestur Hovgaard heldur,
at hevði suðuroyingar stað-
ið líka sterkt saman um
teirra sparikassa, sum norð-
oyingar standa saman um
sín sparikassa, hevði Suð-
uroyggin staðið munandi
sterkari.
– Tí er tað neyðugt, at
suðuroyingar í enn størri
mun uppfata Suðuroyar
Sparikassa sum ein spari-
kassa fyri allar suðuroying-
ar og ikki bara ein spari-
kassi hjá vágbingum, sigur
Gestur Hovgaard.
– Sjálvsagt hava hinir
peningastovnarnir
eisini
týdning. Men ein lokalur
pengatangi tekur heilt onn-
ur atlit til lokala vinnulívið
og tí hevði ein sterkari
sparikassi í Suðuroy gjørt
oynna munandi sterkara.
Samfelagsfrøðingurin
ivast ikki í, at ein stór orsøk
til at norðuroyingar megn-
aðu at endurreisa vinnulív-
ið so skjótt eftir kreppuna í
nítiárunum, var júst tann, at
teir høvdu ein so sterkan,
lokalan peningastovn, sum
gav vinnulívinum heilt aðr-
ar møguleikar.
Tað skal meiri til
Hóast Gestur Hovgaard
heldur, at tað er neyðugt at
fáa arbeiði aftur á flaka-
virkjunum fyri at loysa tann
bráðkomna trupulleikan, er
hann kortini sannførdur
um, at tað verður ikki tað
vanliga fiskaarbeiðið, sum
verður tann berandi vinnan
í framtíðini og tí skal eisini
annað og meiri til.
– Tað verða aðrar vinnur,
sum koma at troka flaka-
vinnuna av. Samstundis er
tað prógvað við sjeytumma
seymi, at ungdómurin hev-
ur ikki hug at arbeiða á
flakavirkið.
– Kortini skerst ikki burt-
ur, at vit koma altíð at hava
eina fiskivinnu og nøkur
flakavirki og tað var ikki
annað enn rímiligt, at
suðuroyingar fingu sín part
av tí.
– Men ungdómurin fær
sær nógvar ymsar útbúgv-
ingar
og
nógv
ymisk
arbeiði. Tí verður tað eisini
neyðugt, at arbeiðstilboðini
í Suðuroy eru passaliga
fjøltáttað, so at ungdómurin
hevur nakað at koma aftur
til oynna til.
– Og tað verður tann
stóra avbjóðingin í framtíð-
ini at finna útav, hvussu
arbeiðsmarknaðurin í Suð-
uroy kann gerast so fjøltátt-
aður at tað eru líkindi hjá
teimum ungu at koma aftur.
Hann heldur, at hetta er
ein uppgáva, sum tað al-
menna eigur at vera við til
at loysa.
– Ein máti heldur hann er
at leggja almennar stovnar
kring landið. Tað hava vit
royndir av aðrastaðni. Eitt
nú er fiskivinnudirektoratið
í Noregi ikki í Oslo, men í
Bergen.
Hann heldur ikki, at slík
spjaðing ger umsitingina
dýrari.
– Tað er ikki rætt at alt er
so bíligt, bara tað verður
lagt saman í stórar eindir.
hann sigur, at Norðanfyri
er hetta ikki tann stóri
trupulleikin tí um eitt ár er
85% av Føroya Fólki sam-
anbundið á meginlandin-
um, har tað sum onki ber til
at búgva í Klaksvík og
arbeiða í Havn.
– Men tann møguleikan
hava suðuroyingar fram-
vegis ikki og tí eiga politik-
arar at tora at flyta almenn
arbeiðspláss til Suðuroyar.
– Men skal tað eydnast,
verður eisini neyðugt at
samansjóða oynna í eina
eind og at leggja eina fram-
tíðarætlan fyri alla oynna
og tí vit mugu eisini koma
burturfrá hugburðinum um,
at Suðuroy er býttsundur í
eina syðru- og eina norðaru
helvt.
Í hesum sambandi hevur
verið ætlanin at leggja mið-
námsskúlan og heilsuskúl-
an í Hovi og at byggja røkt-
arheim í Vági.
– Fyri so vítt dugi eg ikki
at síggja nakran mun á,
hvar í Suðuroynni ein mið-
námsskúli verður bygdur.
– Bara hann verður
bygdur!
– Men at lagt ein skúla-
depil, kanska ein ítróttar-
depil við og kanska eisini
ein oyggjarumsiting á ein-
um staði mitt í oynni, kundi
eisini í longdini verið við til
samansjóða oynna í eina
eind.
Onkur hevur ført fram, at
tað er skeivt at leggja slíkt á
einum oydnum staði.
– Tað kann væl vera, men
høvdu suðuroyingar blivið
samdir um prinsippið í hes-
um, er hitt ein spurningur
um teknikk. Annars vísir
tað seg nógvastaðni, at
verða slíkir stovnar og aðrir
hentleikar bygdir á einum
stað, fer eisini búseting at
taka seg upp har rundanum,
sigur Gestur Hovgaard.
At lata flakavirkini uppaftur loysir ikki
trupulleikarnar hjá Suðuroynni
Tað eru grundleggjandi viðurskifti í Suðuroy, sum eru ein forðing fyri menning. Trupulleikin hjá
Suðuroynni hevur eisini samband við, hvussu oyggin er skipað og tað er ongin ivi um, at tað
verður neyðugt at leggja oynna í eina kommunu fyri at øll oyggin kann standa saman og draga
somu línu, heldur Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur