Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2005 3 Váðasteinur fekk løgna kalvaspraggu Á Fiskirannsóknar- stovuni, har kalvin er avmyndaður og kann- aður, sigur eingin seg hava sæð ein slíkan kalva áður LØGNIR FISKAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mong undarlig fyribrigdi finnast í náttúruni – fyri- brigdi, sum eru sjáldsom og forvitnislig. Men sum oft- ast er ein ella onnur frá- greiðing um, hví frávik eru frá tí vanliga. Fyri nøkrum árum síðan prentaði FF-blaðið, sum Føroya Fiskimannafelag gevur út, myndir av einum "spegilsvendum" svart- kalva, sum var ávikavist ljósur og myrkur – á øvut- um síðum. Vit kunnu siga, at hesin kalvin vendi øvut! Tað er eisini kent í náttúr- uni uppi á landi, at fuglar kunnu hava aðrar litir enn vanligt, og soleiðis er eitt nú onkur kritahvítur hav- hestur fingin við fleyga- stongini ella á báti. Hvítur kalvi Línuskipið, Váðasteinur, fekk á vári 2004 eina sjáld- sama kalvaspraggu á Før- oyabanka. Hans Eli Sivert- sen av Argjum, sum var við Váðasteini, sendi Fiski- rannsóknarstovuni kalva- spragguna. Á Fiskirannsóknarstov- uni hava tey síðan avmynd- að og kannað sjáldsama fiskin. – Kalvin er hvítur á vinstru lið eins og aðrir kalvar. Men á høgru lið, har aðrir kalvar eru dimmir, grásvartir ella brúnligir, er kalvin, sum Váðasteinur fekk, mest sum bara hvítur. Høvdið, stertarendin og onkur blettur her og har hava tó vanligan kalvalit. Albino-fyribrigdið Á Fiskirannsóknarstovuni halda køn fólk, at hesin kalvin er soleiðis vorðin, tí sonevnda albino-fyribrigd- ið hevur gjørt um seg. – Kalvin er lutvíst albino, sum er eitt viðføtt genetiskt brek. Hetta førir við sær vantandi melanin-pigment (litpigment) í eygum, húð og hári. Á Fiskirannsóknarstov- uni sigur eingin seg kenna til nakað fordømi av hesum slagi hjá kalva. Á høgru lið, har aðrir kalvar eru dimmir, grásvartir ella brúnligir, er hesin kalvin mest sum bara hvítur. Høvdið, stertarendin og onkur blettur her og har hava tó vanligan kalvalit Mynd: Rógvi Mouritsen Á vinstru lið er kalvaspraggan, sum Váðasteinur fekk á Føroyabanka í fjør vár, hvít eins og hjá øðrum kalvum Mynd: Rógvi Mouritsen – At stórir útlendskir fiskakeyparar í fram- tíðini fara at seta sum treyt fyri keypi, at vør- urnar eru MSC- merktar, síggi eg sum ein stóran trupulleika. Eg eri ógvuliga be- tonkiligur við, at eitt nú Unilever vil hava ICES at siga gott fyri fiskavørunum, sum fyritøkan selir, sigur Olaf Olsen sum var við á stóra fundinum um upsamarknaðin UPSAFUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týsdagin skipaði Føroya Ráfiskakeyparafelag fyri stórum fundi um útlitini fyri upsamarknaðinum í nærm- astu framtíð. Fundurin, sum var á Hotel Hafnia, byrjaði klokkan 10 og endaði við pallborðsorðaskifti langt út á seinnapartin. At siga sína hugsan um upsamarknaðin, hevði felagið fingið umboð fyri størstu keypararnar av upsa í eitt nú Týsklandi og Fraklandi, og somuleiðis vóru norðmenn við og søgdu frá sínum royndum á marknaðinum. Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiski- rannsóknarstovuni, tosaði á fundinum um veiðitrýst og veiðiskipan og Olaf Olsen, sum hevur verið reiðari og útgerðarmaður í mong ár, legði fram søgulig tøl um upsaveiðina. Upsin ikki "out" Olaf Olsen heldur, at hetta var ein áhugaverdur fundur. – Eitt av tí positiva, sum kom fram á fundinum, var, at upsin ikki er "out" á marknaðinum. Hetta skilt- ist bæði á umboðnum fyri Unilever í Týskandi og á umboðnum fyri fronsku fyritøkuna Davigel, sum Nestle eigur. Olaf sigur, at hann var farin at stúra fyri, at upsin er vorðin minni áhugaverd- ur á marknaðinum, enn hann hevur verið. – Men soleiðis er tað eftir øllum at døma ikki, sigur hann eftir at hava hoyrt um- boðini fyri stóru týsku og fronsku keypararnar, sum siga seg fegin vilja hava upsa. Hann heldur eisini, at tað, sum norðmenn høvdu at bera fram á fundinum, var áhugavert. – Norðmenn eru nevni- liga farnir at selja rættiliga stórar nøgdir av upsa til eitt nú Ruslands og Ukraina, og marknaður eystanfyri veks- ur sum heild skjótt – eisini hvat viðvíkur upsa. Ræðandi merking Olaf Olsen sigur, at eitt, sum kom fram á fundinum, og sum ræðir hann rætti- liga, eru úttalilsini hjá eitt nú umboðnum fyri Unilev- er um, at fyritøkan í fram- tíðini bara ætlar sær at keypa MSC-merktar fiska- vørur og harvið eisini upsa. – Henda merking merkir, at fiskurin, sum fyritøkan keypir, ikki er hóttur lív- frøðiliga, og her vil Unilev- er, at tað skal vera altjóða felagsskapurin, ICES, sum metir um, hvørt stovnurin er hóttur ella ikki. Hetta sær Olaf Olsen sum ein velduga stóran trupulleika í framtíðini. – Eg haldi tað ikki vera rætt at geva ICES eitt slíkt "status", tí hetta kemur at geva felagsskapinum eina ómetaliga stóra styrki, sum eg ikki haldi, at hesin ráðgevingarfelagsskapur eigur at hava. Olaf sigur, at heldur ikki norðmenn eru fegnir um hesar ætlanir hjá útlendsk- um keyparum og ætla ikki í fyrsti syfti at seta slíka merking í gildi. Dýr ráð… – Høvdu vit sum fiski- vinnutjóð havt fylgt tilmæl- unum hjá ICES út í æsir gjøgnum árini, hevði hetta havt kostað okkara samfelag ógvuliga dýrt, bæði á sjógvi og landi. Hetta hava vit so mong dømir um. Tí er tað ræðandi, um stórir útlendsk- ir keyparar í framtíðini fara at seta okkum, sum at kalla liva av fiskivinnuni burtur av, slíkar treytir. Olaf Olsen vísir á, at tað kemst ongantíð burtur úr náttúrligum sveiggjum í fiskiskapi. – Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað al- tíð at verða, leggur hann dent á. Hann sigur, at slíkar "bylgjur" sum hesar, har alt skal fylgjast upp út í æsir, eru væntandi í framtíðni. – Og soleiðis verður tað, til fólk síggja, at soleiðis hingu tingini nú ikki saman kortini – og so verður vent við aftur til okkurt annað, sum tá er uppi í tíðini, sigur Olaf Olsen at enda. Upsin er ikki "out" á marknaðinum Tað dámar Olafi Olsen lítið, at eitt nú Unilever vil hava ICES at meta um, hvørt ein fiskastovnur kann fáa eitt MSC-merkið ella ikki. – Hetta er ein ræðandi tanki, sigur hann Mynd: Vilmund Jacobsen