fríggjadagur 14. januar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 9 - 14. januar 2005
Stór fótbóltskapping
var í høllini á Hálsi
mikudagin, ið sam-
skiparin skemtandi
kallaði eina heims-
meistarakapping í
Tórshavn. Tó var ikki
ein ferðil av nøkrum
landsliðsleikara. Nei,
mikudagin vóru tað
børnini úr øllum
frítíðarskúlunum í
Havn, sum royndu
seg
FRÍTÍðARÍTRIV
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Um tú gekk framvið høllini
á Hálsi í øllum storminum
mikudagin, so hevur tú
óivað hoyrt nógv ýl og brøl.
Tí tey larmaðu eitt sindur,
øll hesi mongu børnini, ið
vóru
komin
at
spæla
fótbólt. Serliga kom róp í,
tá ið teir ymsu dystirnir
gingu ímóti endanum, og
klokkan byrjaði at telja
niður. 10, 9, 8, 7...róptu øll
børnini so hart tey kundu.
Men tað var ikki bert rópt
av lívsins megi; tað gekk
eisini hart fyri seg á vøll-
inum. Børnini stríddust
sum leyvur. Og tó, tað vóru
ikki øll, ið hugsaðu so nógv
um fótbóltin.
– Hygg, har er Angela,
læt úr eini 6 ára gamlari
gentu. Og jú, tað var víða-
gitna Angela úr Fres, sum
eisini hevði strítt seg niðan,
og børnini tey, ja, fresaðu
yvir til hana, og so var
fótbólturin gloymdur eina
løtu.
Heppikórið megnar alt
Tað vóru alskyns børn at
finna í høllini á Hálsi. Ein 8
ára gomul genta sat spent
og fylgdi við fótbóltinum, tí
hon hevði júst vunnið sín
bólk.
– Vit hava spælt fýra
dystir, og vit hava vunnið
fýra dystir, men eg tími ikki
so væl at spæla allíkavæl.
Eg spæli bara saman við
dreingjunum, segði hon, og
hon ætlaði sær slettis ikki at
sparka, tá ið hon bleiv stór.
Hon bleiv heilt burturvið,
tá ið ein frítíðarskúlalærari
greiddi henni frá, at hon
ikki var liðug at sparka, hon
skuldi eisini spæla í final-
uni.
Aðrar gentur høvdu ann-
að at gera enn at sparka fót-
bólt. Seks ára gamla Ruth
hevði verið við í heppi-
kórinum.
– Okkara lið vann, tí eg
rópti harðast, segði hon,
men spurd, hvat tað var hon
rópti, visti hon ikki veru-
liga.
– Tað havi eg gloymt. Eg
má líka fara at spyrja Elin.
Michael Owen ella
Rambo?
Fyrsti drongurin prátað
varð við, var heldur keddur.
– Eg tími ikki at sita her
meira, tað er so leingi inntil
vit sleppa at spæla, segði
hann heldur móður og
troyttur
Løtu seinni skuldi drong-
urin tó spæla, og tá var lív
í. Ikki einans varð talt av
lívsins hugi niður við
klokkuni, men nú var
drongurin farin í eitt strórt
pannuband.
– Hetta skal verða júst
líka sum Rambo, sigur
hann glaður og rennur inn á
vøllin.
Vinmaðurin, ið eisini
spældi á sama liði sum
Rambo, hevði umframt
pannubandið klætt seg í
eina Liverpool blusu, har
Michael Owen stóð á
rygginum.
– Men eg haldi IKKI við
Liverpool, eg havi bara
fingið blusuna frá einum
drongi eg kenni, tí hann
passaði hana ikki meira,
vissar drongurin mær í.
Steyp og bangnar
mammir
Bogi Andreasen, samskip-
ari, var sera væl nøgdur við
tiltakað.
– Jú, her gongur alt sum
tað skal. Tó var meiningin,
at henda kappingin skuldi
verða hildin í novembur í
fjør, tá við høvdu ymsar
kappingar sum hjólbøru-
kapping fyri somu børnum,
men tá gjørdist so ringt
veður. Men vit hugna okk-
um stórvegis í dag, nú vit
halda heimsmeistarakapp-
ing í Tórshavn, segði Bogi
Andreasen skemtandi.
Á veg út úr høllini kemur
undirritaða á prát við nakr-
ar mammur, ið eisini hava
leitað sær niðan í høllina.
Tær hugna sær óført, men
eru bangnar fyri, hvat fer at
henda, tá ið steypini og
heiðursmerkini verða hand-
að.
– Oy Jesus, eg vóni at tað
fer at gangast væl, annars
veit eg, at onkur hjá mær
fer grátandi heim.
Og jú eftir tiltakið var
lokið, so vóru steypini og
heiðursmerkini
handaði,
júst sum á eini veruligari
heimsmeistarakapping,
men mammurnar skuldi
ikki havt stúrt. Øll børnini
fóru glað heim, eisini tey,
sum onki høvdu vunnið.
Heimsmeistarakapping í Tórshavn
Dúgliga bleiv sparkað bólt í høllini á Hálsi, tá ið allir frítíðarskúlarnir í Havn hittust
Mynd: Jens Kristian Vang