Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2005 5 Setursráðið kemur saman seinast í januar mánaði fyri at finna evnini til nýggja formann í Búskapar- ráðnum. Umframt Hermann Oskarsson, hava Marner Jacobsen og Miriam Haraldsen eisini boðað frá, at tey ynskja ikki at halda fram í Búskapar- ráðnum BÚSKAPARRÁÐIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Síðan ársskiftið hevur um- strídda Búskaparráðið ver- ið uttan nakran formann. Í fjørheyst boðaði Hermann Oskarsson frá, at hann ikki ynskti at halda fram í for- mansessinum, og tí skal nýggjur formaður finnast. Tað er Setursráðið á Fróðskaparsetri Føroya, sum útnevnir evnini til for- manssessin í Búskapar- ráðnum. Limirnir í Seturs- ráðnum eru Jóan Pauli Joensen, setursrektari, Hans Pauli Joensen fyri Náttúruvísindadeildin, Turid Sigurðardóttir fyri Føroyamálsdeildina og Elin Súsanna Jacobsen fyri Søgu- og samfelagsdeildin. Ætlanin er, at Setursráðið skal hittast seinast í januar mánaði, har endaliga út- nevningin verður gjørd. Landsstýrismaðurin í fíggj- armálum, Bárður Nielsen, hyggur síðani eftir tilmæl- inum frá Setursráðnum, og ger endaliga av, hvør skal veljast til nýggjan formann í Búskaparráðnum. Tað er ikki bert Hermann Oskarsson, sum gevst í Búskaparráðnum. Stjórin á Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, og Miriam Har- aldsen hava eisini valt at taka seg aftur, og tí skal Setursráðið eisini finna evnir í teirra stað. Føroyska Anja Skaale var stødd í Indonesia, tá flóðaldan herjaði. Hon var ongantíð í veruligum vanda, men visti als ikki, at tað sótu fólk í Føroyum, sum vóru bangin um hana og familjuna SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Millum jóla og nýggjárs sat Óluva Anthoniussen hjartkipt heima við hús og væntaði tað ringasta. Dóttir hennara, Anja Skaale, var stødd í Indonesia á oynni Sumatra, tá ræðuliga flóð- aldan herjaði. Mamman hevði onki frætt frá dóttrini og visti tí ikki, um hon hevði tað gott. Beint fyri nýggjár komu so boðini, at bæði Anja, maðurin og dóttirin høvdu tað fínt, og tey høvdu ikki verið í vanda. – Í Indonesaia var alt ikki so uppblást sum her í Evropa, so vit vistu ikki beinanvegin, hvussu ógvus- ligt tað var. Millum annað vistu vit ikki, at tað vóru evropearar við, tí tað var ikki gjørt so nógv burturúr í sjónvarpinum, greiðir Anja Skaale frá. Hon, maðurin og dóttirin vóru farin yvir til Indonesia fyrst í desember fyri at halda jól saman við familj- uni hjá manninum, sum er ættaður haðani. Onki samskifti – Eg hugsaði ikki um, at tað var onkur í Føroyum, sum sat og var bangin um meg, greiðir Anja frá. Fam- iljan er nú aftur í Tåstrup uttanfyri Keypmannahavn, har tey búgva. Sjónvarpið gjørdi ikki so nógv burturúr í fyrstuni, og alt gekk fyri seg á indones- iskum, sum Anja ikki skilir. Fartelefonin hjá Anju varð stjolin aftaná nakrar dagar í Indonesia, og tí fekk hon ikki givið nøkur boð frá sær. Harafturat búði familjan mitt inni í landin- um, har tað var vónleyst at fáa samband við umheimin. Tann dagin, flóðaldan kom, var Anja heima hjá verfamiljuni. Hon hevði ligið sjúk í nakrar dagar, og var inni í baðirúminum, tá alt byrjaði at ristast. Vegg- urin flutti seg aftur og fram. – Eg helt bara, at eg var vorðin sjúk aftur, men so hoyrdi eg ýl og skríggj utt- anfyri, og tey togaðu í dóttrina fyri at fáa hana út. Vit fóru so øll útum, og settu okkum á grasvøllin uttanfyri húsini at bíða. Anja greiðir frá, at jarð- skjálvtin kendist sum, tá tað rullar umborð á einum skipi. Tey sótu eina góða løtu á grasvøllinum uttan- fyri og bíðaðu til alt varð yvirstaðið. Viðhvørt steðg- aði tað at ristast, men so vendi tað aftur eina løtu aftaná. – Eg hugsaði klárt alla- tíðina. Tað var ikki so ógv- usligt har. Onkrar rivur komu í onkur hús, men hevði tað hent nakað, so hevði eg helst farið í panik. Og kensluna av at sigla hevði eg leingi aftaná jarð- skjálvtin var yvirstaðin, greiðir hon frá. Vard Sjálvt um Indonesia var eitt av londunum, ið var harðast rakt av flóðalduni, so sigur Anja, at tey kendu seg ongantíð hótt, og hon var ikki bangin. – Tað var sum vóru vit vard alla tíðina, sjálvt um alt var so tætt uppá. Hon leggur afturat, at ætlanin hjá teimum var at ferðast runt í Indonesia fyri at síggja landið, men eftir- sum hon gjørdist sjúk, so var ikki nakað gjørt burtur- úr tí. Um tey vóru farin at ferðast, so kundi vandi av álvara verið á ferð. – Sjálvandi var tað ræð- uligt at vera mitt í øllum hasum, men tá ein situr soleiðis mitt í meldrinum, so roynir ein at gera alt fyri at hava tað gott. Eg rokni við, at tað hevur verið nógv verri fyri mammu til dømis, sum hevur sitið so langt vekk og onki vitað, heldur Anja Skaale, sum er glað fyri, at tey eru komin aftur til Danmarkar í øllum góðum. Anja Skaale í Indonesia: Vit kendu okkum vard Avloysarin hjá Hermanni finnast Anja Skaale var í Indonesia, tá flóðaldan herjaði. Hon visti ikki, at mamman sat heima og var bangin um hana og familjuna No Limitz spennir seg út Tíðindaskriv Fríggjakvøldið verður skipað fyri diskoteki í No Limitz Night Club í Havn. Tá fara James og Mark at spæla »Best of Rock & Pop« úr fløgusavninum. Harafturat verður eis- ini karaoke, so ein og hvør, ið hevur dirvi, kann trína á pall og royna seg. Ætlanin er, at hetta kvøldið skal gerast til ein fastan tátt hvørt fríggjakvøld. Leygarkvøldið fær dansistaðið í høvuðs- staðnum vitjan úr Klaksvík. Tað verður DJ Allan P, sum kemur at leggja løg á. Hann er væl kendur har norðuri fyri at spæla tónleik, ið fólkið vil hoyra. Leygarkvøldið skal hann so royna seg á No Limitz. Seinast í januar mánaði kemur Setursráðið saman at finna evnir til formansessin í Búskaparráðnum, sum hevur verið tómur síðan ársskiftið, tá Hermann Oskarsson valdi at taka seg aftur. Mynd: Savnsmynd