Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 9 - 14. januar 2005 Teir 24 bólkarnir, sum skulu kappast á Prix Føroyum, eru teir mest upplagdu til kappingina. Fimm fólk hava sitið og lurtað eftir demo- bondunum og enda- liga valt teir luttak- andi bólkarnar út PRIX FØROYAR Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Hetta er fyrsta ferðin, at allir teir bólkarnir, ið hava meldað seg til Prix Føroyar, ikki sleppa við. Undan- farnu árini eru allir bólk- arnir slopnir við, men í ár hava fyrireikararnir valt at hækka gáttina eitt vet, so talan kann gerast um eina meira javna og spennandi kapping. Fimm fólk hava síðani freistin var úti at melda seg til sitið og lurtað eftir demo-bondunum, ið send vóru við tilmeldingini. – Mett hevur verið um spæl, sang, um tilfarið er nýtt og spennandi, og um bólkurin hevur nakað potentiali, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Prix Føroyum. Mest upplagdir Sambært Fróða Vestergaard vóru nakrir av bólkunum rímiliga lættir at velja út, tí teir hava víst dygd ígjøgn- um eina tíð. Men tað hevur verið ógvuliga strævið at sita og lurta eftir so nógv- um tónleiki. Stig vóru givin til hvønn bólkin, og síðani sluppu 24 teir bestu bólkarnir við. – Sum sagt, so vóru nak- rir upplagdir at velja út, meðan tað kanska var rætti- liga javnt millum nummar 24 og 26. Tá gerst tað eitt sindur torførari at velja, greiðir Fróði Vestergaard frá. Burtursæð frá 24 bólka- markinum, so eru næstan ongar aðrar avmarkingar fyri luttøkuni á Prix Føroy- ar. Nøkur krøv verða tó sett, so sum at ongin kann verða forsangari í meira enn einum bólki, tíðarav- markingin á pallinum og 75% av tí, ið spælt verður skal vera nýtt tilfar. Gongur væl Annars gongur væl við fyrireikingunum undan Føroya størsta tónleikatil- taki. Føroya Sparikassi hevur tikið atgongumerkjasøluna á seg, sum fer í gongd sein- ast í januar mánaði. Talan verður í ár um armbond sum atgongumerki. Tey fara at vera til keyps á yms- um deildum hjá Sparikass- anum. Eitt atgongumerki til undanumførini kemur at kosta 150 krónur. Til undanumførini í Mentanarhúsinum í Fugla- firði verður eisini skipað fyri busskoyring aftur og fram millum bygdirnar, og eisini siglir Dúgvan til Klaksvíkar aftaná hvørt umfarið. Fyrsta innleiðandi umfar- ið av Prix Føroyum verður tann 5. februar í Fuglafirði. Fyrsti vinnarin í Prix Føroyum nakrantíð, Terji Rasmussen, er aftur í ár við í kapp- ingini, tó hesuferð uttan Moaire, men við øllum teimum upprunaligu Føstufressunum uttan Leivi Thomsen PRIX FØROYAR Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Í gjár skrivaðu vit um tvær garvaðar rottur, ið ætla sær at verða við aftur í Prix Føroyum í ár, Eyðun Nol- søe og Henning Nicodem- ussen. Men teir eru ikki teir einastu royndu tónleikar- arnir, ið ætla sær við á hes- um sinni, tí ein av fólka- kærastu sangarunum í Før- oyum nakrantíð, Terji Rasmussen, verður eisini aftur at síggja í kappiningi í ár. Fyrstu ferð Terji var við, ið var fyrstu ferð kappingin varð hildin í 1995, vunnu hann og Moirae kapping- ina. Í ár hevur Terji fingið enn ein sera spennandi bólk at spæla afturat sær, nevniliga Føstufressarnar, tó uttan Leiv Thomsen og við hjálp frá Hjalta Joen- sen, tí framúr góða guitar- spælaranum úr Moraie. – Tilfarið, ið vit fara at spæla, verður kanska eitt sindur meira rokkut, enn tað fólk kenna frá teimum upprunaligu Føstufressun- um. Alt tilfarið er nýtt og føroyskt, so tað verður spennandi at vita, um fólk fara at taka væl ímóti tí, sigur Terji. Festivalarnir bert næstbest Endamálið hjá Terja Rasmussen Band, ið Terji og hansara bólkur kalla seg hesuferð, er at fáa tað nýggja tilfarið út. – Eg spæli nógv til dans, men eg fái ikki loyvi til at spæla nýggjar sangir. Fyri- reikararnir vilja hava meg at spæla Eros og aðrar góð- ar gamlar hjá mær. Men eg vil gjarna spæla okkurt nýtt. Og um eg geri tað, so blíva fyrireikararnir eitt sindur súrir. Eg meldaði meg til Prix Føroyar, so- leiðis at eg sleppi at spæla mítt nýggja tilfar, so tað ikki bara liggur og rekst í eini skuffu. So høvuðsendamálið hjá Terja hesuferð er ikki at vinna, og tó tað hevði ikki verið so gali. – Tað allarbesta við at vinna Prix Føroyar, er at sleppa í eitt ótrúliga gott upptøkuhøli. At verða næst- og triðbest er sjálv- andi eisini gott, tí so slepp- ur ein jú at spæla á ymsum festivalum, men tað havi eg ongantíð tímað so væl. Harraguð, hvat hava vit føroyingar nakrantíð fingið burturúr, uttan eina góða feriu, at spælt á einum festivali? Tað komu 50 áskoðarar at lurta, so er tað yvirstaðið. Ætlaninar ikki tær somu Tá ið Terji vann Prixið við Moriae, høvdu teir stórar ætlanir. Teir vildu blíva kendir, teir vildu spæla fyri túsundvís av fólki, og alt tað sum hetta inniber. Nú eru tingini øðrvísi. – Eg eri vorðin eldri, eg eri leiðari á einum stovni, so tónleikurin hevur aðra raðfesting, enn hann hevði fyrr. Nú er tónleikurin meira sum eitt ítriv, sigur Terji. Og Terji var eisini eitt sindur bangin fyri áðrenn hann meldaði seg til Prix Føroyar, at ongin tímdi at lurta eftir honum meira. – Eg minnist, tá ið Taxi vann kappingina, og allir áskoðararnir gjørdust óðir, tí teimum ikki dámdi so væl bólkin, hóast teir í veruleikanum høvdu tað allarbestu tónlistarligu góðskuna. Hesum vil eg ikki koma út fyri. Eg meld- aði meg í veruleikanum bert til kappingina, tí Eyðun Nolsøe gjørdi tað. Annars hevði eg ikki torað. Vónandi er øll ikki vorðin troytt av mær. Mentanarhúsið besta umhvørvið Tá ið Prix nevndin valdi at halda øll undanumførini í Mentanarhúsinum, kom ikki sørt øsingur í fólkið. Men Terji heldur hetta er eitt fínt hugskot. – Eg minnist væl fyrr, tá ið ein noyddist at ferðast til Klaksvíkar, Vágarnar ella hvar tað nú var. Tá bleiv alt fyrireika sama kvøld, kapp- ingin skuldi fara fram. Og tað ljóðaði ofta so illa, tí tað var so lítið fantilsi á og so nógv rok. Nú er Prixið av- gjørt nógv meira professio- nelt, tí Mentanarhúsið hev- ur fantastiskar umstøður, og ljóðfólkini og onnur, ið taka sær av tónleikinum, eru veruliga professionell. Eisini heldur Terji, at tað er sera gott, at dómarar og ikki bert fólkið avgerð, hvør skal fara víðari ella vinna kappingina. – Fólk eru ofta full, tá ið tílíkar kappingar eru, og so atkvøða tey fyri vinum og kenningum. Tá er tónleik- urin jú ikki í hásæti, og tað er endamálið við hesi kapp- ing. Eyðun vinnur kanska Spurdur um, hvønn Terji hevur sum favoritt, heldur hann, at Eyðun Nolsøe kanska hevur góðar møgu- leikar. – Eyðun spælir jú saman við Showmonnum, og har eru jú so frægir menn sum James Olsen, Jens Marni Hansen og Kim Hansen við, so tað at lurta eftir Eyðun verður heilt vist eitt stórt tónlistarligt upplivilsi. So teir skuldu havt góðar møguleikar. Eisini boðar eitt navn sum DejaVu jú frá góðsku. Men tað kann væl verða, at onkur heilt annar ungur bólkur vinnur. Spennandi verður tað í hvussu so er. Terji Rasmussen band fara at spæla í Mentunar- húsinum í Fuglafirði í tí seinasta undanumfarinum, tann 5. mars, og fara teir tá at kappast ímóti eitt nú Kristleif Zachariasen. Kvinnurnar bjóða seg fram Í ár eru fleiri konufólk við í Prix Føroyar kappingini enn nakrantíð áður PRIX FØROYAR Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Ógvuliga fá konufólk hava torað at bjóða av til Prix Føroyar kap- pingarnar, sum hava verið higartil. Nakrar hava tó verið, sum ikki smæðast burtur á før- oyska tónleikapallin- um. Eitt nú Malan Eyðunsdóttir við Mark No Limits og ikki minst forsangarin í Clickhaze, Eivør Páls- dóttir, eru nøkur dømi um kvinnur, ið hava staðið á Prix pallinum. Men tað er ongin loyna, at kallkynið er yvirtalið, tá talan er um hesa kapping. Í ár er støðan tó batnað, tí ongantíð áður hava staðið so nógv konu- fólk á listanum. Í ár verða konufólk í øllum førum fimm av bólkunum. Talan er um bólkarnar: Dimmi, PH 5,5, Frostbit, Laila Hansen og MMM. Terji og Føstufressar... næstan Dygdarmettir bólkar sleppa framat Terji Rasmussen, ið saman við Moraie vann fyrstu Prix Føroyar kappingina í 1995, verður aftur við í Prix Føroyum í ár. Hesuferð fer hann at syngja saman við Terji Rasmussen band – Mett hevur verið um spæl, sang, um tilfarið er nýtt og spennandi, og um bólkurin hevur nakað potentiali, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Prix Føroyum. Savnsmynd