Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2005 7 Nýggjur handil í Skálavík Skálvíkingar hava fingið nýggjan mat- vøruhandil í bygdina, eftir at hálvtannað- hundrað ára gamli handilin á Mølini lat aftur herfyri. Leygar- dagin lat nýggja Dalabúðin upp BYGDARHANDIL Edvard Joensen Skálavík: Dalabúðin lat upp í Skála- vík seinasta leygardag. So nú sleppa skálvíkingar frá at fara heilt heim á Sand at keypa supputerningar og medistarapylsu. Í tí fyrsta húsinum, ið komið verður til, tá koyrt verður til Skálavíkar, hevur Gudmai Midjord latið upp nýggjan matvøruhandil. Hon nevnir handilin Dala- búðin, sum vísir til, at vit eru stødd í Innara Dali í Skálavík. Her eru allar vanligar gerandisvørur at fáa, og tað dámar skálvíkingum væl. Serliga teimum, sum ikki hava dagliga atgongd til bil, kemur tað væl við, siga fólk í Skálavík, sum vóru í handlinum, hendan dagin, Sosialurin vitjaði. Sjálvstøðug Hetta er sjálvstøðugur handil. Soleiðis at skilja, at hann er ikki við í nakrari handilsketu, sum mangir aðrir bygdarhandlar eru, greiðir Gudmai Midjord frá. Hetta er hennara verk og ábyrgd, sigur hon. Hon væntar at fáa undir- tøku frá bygdarfólkinum, eins og hon higartil hevur fingið hesa lítlu vikuna, handilin hevur verið opin. – Serliga eldri fólk hava ikki so góðar møguleikar at fara av bygdini til handils, sigur hon. Og hjá teimum kemur tað tí sera væl við, at handil nú aftur er í bygdini. Eisini hjá teimum, sum arbeiða aðrastaðni, væntar hon, at tað verður ein fyri- munur at handla í Skálavík heldur enn eitt nú á Sandi, tí hon hevur longri opið seinnapart enn bæði handl- arnir á Sandi hava, og gamli handilin í Skálavík hevði. Opið er hvønn dag frá klokkan níggju á morgni til klokkan seks á kvøldi. Fríggjakvøld tó til klokkan sjey og leygardag til klokk- an tvey seinnapart. Allar Eysturbygdirnar Kundagrundarlagið er í løt- uni úr øllum Eysturbygd- unum, sigur Gudmai Mid- jord. Ein handil hevur verið í Húsavík, sum hevur havt opið nakrar fáar tímar um dagin. Men hann er stongd- ur í løtuni. So fólk haðani koma til Skálavíkar at keypa. Tað er styttri enn at fara til Sands. Hóast eingin rættiligur handil hevur verið í Skála- vík, síðan handilin á Mølini lat aftur, hevur tó verið møguligt hjá skálvíksfólki at fingið neyðsynjarvørur sum breyð og mjólk og okkurt soleiðis smávegis í pylsuvogninum í bygdini. Men har er ikki opið allan dagin, og úrvalið er heldur ikki rættiliga tað sama sum í einum vanligum matvøru- handli, sigur Gudmai Mid- jord. – Jú, hetta er hent at hava fingið aftur í bygdina, held- ur Dánjal Jacob Lydersen, sum støkkur inn á gólvið at keypa okkurt smávegis, sum skal brúkast her og nú. Ein handil eigur at vera í bygdini, heldur hann. Tað er uttanhanda ongan at hava, og keðiligt at noyðast at koyra til Sands, hvørja ferð okkurt manglar. Hann vísir á, at ofta er tað so, at menninir eru til arbeiðis við bilinum, og konan er eftir í Skálavík. Tá gerst ikki nógv soleiðis í eini knappheit. Annahvørt er so at fáa mannin í Eldhús á veg heim frá arbeiði, ella at bíða, til hann er aftur- komin, og so sjálv strúka avstað. Men í Eldhúsi kann eisini vera trongligt eftir arbeiðstíð, tí har letur aftur klokkan hálvgum seks, og har skulu øll avgreiðast á veg heim av flakavirkinum. Nei, so er líka frægt at koyra beina leið til Skála- víkar og fara í Dalabúðina, sum letur aftur kokkan seks, halda fegnir skálvík- ingar. Forkanningarnar í samband við tunnil- gerð til Dals eru komnar væl áleiðis. Funnið er fram til eina ætlaða linju, har tunnilin skal liggja. Meðan bíðað verðurr, loypur undan vegn- um í Dalsbergi SAMFERÐSLA Edvard Joensen í Dalsbergi: So er aftur lopið undan vegnum millum Húsavík og Dal. Hetta er fjórðu ferð í eitt ár, at lopið er á ella undan vegnum, siga dal- bingar. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur tó, at hetta er annað álvarsliga lopið hesa tíðina. Ikki tí. Tað er nóg ringt. Men hini bæði, sipað verður til, eru vist slík, har grót er komið á vegin, sum tó eisini kann vera nóg vandamikið. Í vikuni leyp ein á í Dalsbergi við tí úrslitið, at hon tók part av vegkantin- um í niðaru síðu við sær. Gjørt varð av at stongja vegin, meðan ruddað varð, so til ber at fara undir fyri- reikingarnar til umvæling. Menn frá Landsverki hava borað fyri spreinging, har ein betongplattur verð- ur stoyptur á, sum so laðað verður omaná, til tess at halda vegnum innanfyri. Hetta er púra trygt, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki. Hann sigur, at ein millión er sett av til forkannignar í samband við tunnilsgerð til Dals. Sjálvar royndarboringar- nar eru komnar væl ávegis, men einki endaligt er av- gjørt enn um, hvar ein møguligur tunnil skal vera. Tað, sum eftir verður af pengum, tá forkanningarnar eru lidnar, verður brúkt til projektering og forarbeiði, sigur Oyvindur Brimnes. Ein tunnils til Dals fer at liggja um eina tveir kilo- metrar í longd, sigur Oy- vindur Brimnes. Samlaði kostnaðurin verður alt eftir, hvussu tunnilin skal gerast. Verður tað ein tvísporaður tunnil, kann roknast við, at hann fer at kosta einastaðni millum 80 og 90 milliónir krónur. Kostnaðurin fyri ein slíkan liggur um 40 milli- ónir fyri hvønn kilometur, sigur Oyvindur Brimnes. Verður hinvegin farið undir at gera ein tunnil av sama slagi sum tann til Gásadals, sum er hálvaðru vegbreidd, verður kostnað- urin væl lægri, sigur hann. Tunnilskanningar eru í gongd Áarlop tók fleiri metrar av vegkantinum í niðara borði á Dalsvegnum týsdagin. Strekkið er ruddað, og borað er fyri spreinging, sum skal gera eina hill at laða nýggjan vegjaðara á Mynd: Edvard Joensen Gudmai Midjord lat leygardagin upp nýggjan handil í Skálavík Mynd: Edvard Joensen Tað er so óført at kunna støkka inn á gólvið at fáa sær okkurt smáting, sum manglar her og nú, heldur Dánjal Jacob Lydersen, sum fegnast um at hava fingið handil aftur í Skálavík Mynd: Edvard Joensen