fríggjadagur 14. januar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 9 - 14. januar 2005
Í mong ár hevur hon
verið røddin í Tilveru.
Tann bleyta og róliga
røddin, sum spyr
spurningar, sum
mangan ganga nær.
Armgarð Arge hevur
við sendingini Tilvera
sett ljós á mangar
etiskar spurningar í
samfelagnum og
nógvar menniskja-
lagnur, sum hava rørt
lurtararnar. Sjálv
sigur Armgarð, at tað
er nakað lívsjáttandi
við at hoyra fólk
greiða frá teirra lívs-
royndum
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Eitt tað fyrsta Armgarð
Arge sigur, tá vit sessast í
hennara skrivstovu er, at
hon ikki finnur allar søg-
urnar til sendingina sjálv.
Áheitanir koma eisini frá
fólki, sum hon so kannar.
Síðani setur hon seg í
samband við fólk fyri at
vita, um tey hava hug at
siga teirra søgu.
– Fólk mugu ikki halda,
at eg kenni øll hesi fólkini,
sum eg havi tosað við. Nei,
tað er mangan, at fólk
venda sær til mín og gera
vart við, at tann og tann
hevur eina áhugaverda søgu
at siga frá, greiðir hon frá.
Ein sending, sum gav
serliga nógv respons, var
sendingin, har Martin Joen-
sen var í studio og greiddi
frá.
Armgarð sigur, at tað var
ótrúligt, sum hon fekk nógv
aftursvar alla møguliga
staðni frá. Og alt var posi-
tivt. Um hvussu gott tað var
at hoyra eina slíka søgu.
Hetta heldur hon kann ikki
vera annað enn tekin um, at
fólk onkursvegna kenna
seg aftur í sendingunum.
Eisini sendingdin herfyri,
har Armgarð tosaði við
eina unga gentu í Eystur-
oynni, sum hevði liðið
undir etingarólagi gav nógv
respons.
Summi hava hug at finn-
ast at sendingini fyri at vera
ov trist. Hesar atfinningar
kveistrar Armgarð til viks
og spyr, hvussu tað kann
vera trist at hoyra søguna
um, hvussu menniskju,
sum hava verið fyri skak-
andi hendingum, hava lært
seg at liva víðari.
– Tað er bæði lívsjáttandi
og læruríkt, sigur Armgarð
Arge.
Danskt hugskot
Sendingin Tilvera hevur nú
mong ár á baki. Tað byrjaði
í nítiárunum. Tá gjørdi
Armgarð sendingar sum
Víða Um, Bókmentatátt-
urin og aðrar. Hon fekk
hugskotið til Tilveru úr
Danmarks Radio. Ein send-
ing gekk, sum æt Eksistens,
har ein persónur sat í einum
stóli og greiddi frá sínari
søgu.
Hetta fangaði Armgarð,
og hon helt hetta virka van-
vittiga spennandi, sum hon
sjálv tekur til.
Hon legði hugskotið fram
í Útvarpinum og ikki so
langa tíð aftaná, var tann
fyrsta sendingin í luftini.
Síðani tað er tað vorðið
til nógvar sendingar við
nógvum
hjartanemandi
søgum um viðkvom evni
líka frá etingarólagi til siða-
misbrot frá kristnum etisk-
um spurningum til spurn-
ingin um meira er millum
himmal og jørð.
Armgarð sigur, at tá tú
fært fólk at koma í eitt
studio at siga sína lívssøgu,
er tað av ovurstórum týdn-
ingi, at tú hevur virðing fyri
hesum menniskjanum.
Positiv fólk
Armgarð sigur, at tað sera
spennandi at hitta fólk og
hoyra tey greiða frá teirra
søgum, men hon leggur
dent á, at tað skal vera
onkur, sum veruliga hevur
upplivað nakað, er komin
yvir tað og vil tosa um tað.
– Eg havi altíð hildið, at
fólk, sum eru fødd á lívsins
sólsíðu, sum hava livað væl
og lukkuligt alt teirra lív og
ikki hava merkt nakað stór-
vegis til lívsins skuggasíðu,
eru óáhugaverd. Tað skal
vera onkur, sum veruliga
hevur fingið roynt seg og er
komin burtur úr tí aftur,
sigur Armgarð.
Hon hevur ongantíð havt
trupulleikar við at fingið
fólk at traðka fram við
teirra søgum. Ongin hevur
nakrantíð sagt nei. Tey
flestu siga heldur, at um tey
við at siga frá teirra søgu,
kunnu vera við til at hjálpa
øðrum, so vilja tey fegin
gera tað.
Hesum hevur Armgarð
stóra virðing fyri.
- Tað er givið, at tú fært
heilt aðrar kenslur fyri
menniskjum, sum lata full-
komuliga upp fyri tær og
siga tær sína søgu, stað-
festir hon.
Sum oftast, tá fólk hava
verið í Tilveru og tosað um
serliga viðkvom evni. Til
dømis incest ella misbrúk
av ymsum slagi, vilja fólk-
ini vera dulnevnd. Hetta
sær Armgarð als ikki sum
ein trupulleika, tí tað týdn-
ingarmesta er, at søgan
verður søgd – ikki hvør
persónurin er.
Armgarð dylir ikki fyri,
at tað mangan er torført at
vita, hvat ein kann loyva
sær at spyrja um. Hvussu
langt hon kann fara. Men
tað kemur næstan altíð fyri,
at tey, hon tosar við, siga, at
hon bara skal spyrja.
Tað er ofta, at tey somu
evnini ganga aftur.
– Tað er onki nýtt undir
sólini. Trupulleikarnir eru
teir somu, men tað eru
søgurnar um, hvussu teir
verða loystir, sum eru so
áhugaverdar, tí ongin er
líka, sigur Armgarð Arge,
sum best minnist tær send-
ingarnar, hon hevur gjørt
um incest, nær deyðanum
upplivingar og tá fólk siga
frá, tá tað himmalska hevur
nomið við tað jarðiska.
Tungt til tíðir
Hóast Tilvera nú hevur eini
tíggju ár á baki, so hevur
Armgarð ikki torført við at
finna menniskju ella evni
til sína sending.
– Sjálvandi er tað tungt
onkuntíð. So er bara onki
evni til eina sending, men
so má eg út at finna eitt. Tá
kann tað vera tungt, men
sum heild er tað altíð
spennandi at gera sending-
ina, tí tú tosar jú við menn-
iskju um teirra lív og lívs-
søgu, sigur Armgarð, sum
tó upplivir eitt ávíst trýst, tá
onki tilfar er niðurfyri.
Sendingin skal jú í luft-
ina eina ferð um vikuna.
Hvør hóskvøld klokkan
sjey, so hon má og skal
hava tilfar klárt.
– Beint nú geri eg send-
ingina frá viku til viku,
men viðhvørt havi eg eisini
nógv tilfar niðurfyri. Tað er
munur á, hvat er meira
streingjandi, sigur hon.
Onki alternativ
Øll hesi árini sendingin
hevur verið, hevur Armgarð
onkuntíð hugsað, at nú er
nokk. At hon tekur hesa
vetrarskránna afturat, og so
gevst hon. Men tað er ikki
so lætt, sigur hon. Tí hvat er
alternativið, spyr Armgarð
og eftirlýsir samstundis
kjak um etiskar spurningar
sum ísáðing, gøgnflyting
og aktiva deyðshjálp. Slík
kjak heldur hon hava ein
tendens til bara at fara
framvið í Føroyum.
Tilvera er ein sending,
har søgur verða sagdar.
Lagnusøgur, sólskinssøgur,
sorgarleikir og hvat tað skal
vera. Um hon brádliga ikki
var meira, høvdu fólk óivað
saknað hana øgiliga nógv.
Hvussu framtíðin hjá
Armgarð sjálvari sær út,
veit hon heldur ikki, men
hon leggur dent á, at ÚF er
eitt avbera gott arbeiðs-
pláss við sera góðum
starvsfeløgum. Hon hevur
arbeitt í har, síðan í 1989,
eitt ár eftir at hon var liðug
at lesa til gudfrøðing.
Hon var undir útbúgving
saman við fleiri av okkara
prestum í dag. Til dømis
Jógvan Fríðriksson, Uni
Næss, Ólavur Rasmussen,
Inga Poulsen Dam og Heri
Joensen.
– Sum støðan í landinum
er í dag, so hevði ongin
kvinna verið sett í starv
sum prestur í nakrari før-
oyskar fólkakirkju, svarar
Armgarð Arge við einum
skeivum smíli, tá hon
verður spurd, um hon kundi
hugsað sær at farið í starv
sum prestur, nú hon hevur
verið meira enn 15 ár í
fjølmiðlaheiminum.
– Jú, kanska sjúkrahús-
prestur ella okkurt líkn-
andi…. Livst so spyrst,
leggur hon so afturat.
Armgarð um Tilveru:
Tað er lívsjáttandi
Atfinningar um at Tilvera til tíðir er ov trist kveistrar Armgarð til viks og spyr, hvussu tað kann vera trist at hoyra søguna um, hvussu menniskju, sum hava verið
fyri skakandi hendingum, hava lært seg at liva víðari
Mynd: Jens K. Vang