Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2005 9 Fólkatingval verður útskrivað týsdagin – Tað eru ikki bara vit tíðindafólk sum vænta fólkatingsval tann 8. februar. Eg havi tosað við eina rúgvu embætismonn- um, framsøgumonn- um, vanligu fólka- tingslimum og ráð- harrum, sum sita for- sætisráðharranum nær, og tey vænta eisini, at forsætisráð- harrin skrivar út ný- val týsdagin, fortelur Henning Olsson, sum er royndur tíðinda- maður hjá DR á Christiansborg FÓLKATINGSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Vit tíðindafólk á Christi- ansborg eru á einum máli um, at Fogh skrivar út nýval komandi týsdag. Útsagnir- nar hjá forsætisráðharran- um seinastu dagarnar hava verið eitt greitt tekin um, at valdysturin er farin í gongd. Vit vænta øll eitt Fólkatingsval týsdagin tann 8. februar, sigur Henning Olsson, sum er tíðinda- maður hjá Danmark Radio á Christiansborg. Í alt heyst hevur dúgliga verið gitt, nær danski for- sætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, fer at skriva út nýval til Fólka- tingið. Flest øll væntaðu, at danski forsætisráðharrin fór at boða frá nývali fyrst í januar mánaði, men síðan herjaði herviliga flóðaldan í Suðureystasia, og tað varð av fleiri mett at vera høv- uðsorsøkin til, at Anders Fogh Rasmussen útsetti frá- boðanina. Nú er kortini aftur komið ferð á leysatíðindini í donsku fjølmiðlunum um nýval. – Tað eru ikki bara vit tíðindafólk, sum vænta fólkatingsval tann 8. februar. Eg havi tosað við eina rúgvu av embætis- monnum, framsøgumonn- um, vanligu fólkatingslim- um og ráðharrum, sum sita forsætisráðharranum nær, og tey vænta eisini, at for- sætisráðharrin skrivar út nýval týsdagin, fortelur Henning Olsson. Opið valsstríð Tað er serliga eftir lands- fundin hjá teimum Radi- kalu um vikuskiftið, har Anders Fogh Rasmussen var gestarøðari, ið aftur hevur sett ferð á leysasøg- urnar um Fólkatingsval Á landsfundinum gav forsæt- isráðharrin til kennar, at stjórnarflokkarnir ynsktu at fáa danska Javnaðarflokkin við í endurskipanini av danska vælferðarstatinum. – Handa útsøgnin var heilt greitt eitt taktiskt spæl frá Anders Fogh Rasmus- sen til valstríðið. Handan útsøgnin ger, at tað verður torført hjá Javnaðarflokkin- um at leypa á stjórnarflokk- arnar fyri ikki at gera nakað við vælferðarstatin, tí nú kann forsætisráðharrin vísa svart upp á hvít, at stjórnar- flokkarnir sanniliga ynskja at fremja broytingar, og helst saman við Javnaðar- flokkinum. Útsøgnin kann avgjørt skaða møguleikar- nar hjá Javnaðarflokkinum í valstríðnum, tí sum flestum kunnugt er væl- ferðarstaturin eitt hjartamál hjá Javnaðarflokkinum, greiðir Henning Olsson frá. Hann leggur afturat, at tíðindafundirnir hjá for- sætisráðharranum á Christiansborg bæði týs- dagin og mikudagin ber týðuliga boð um, at eitt Fólkatingsval stendur fyri durum. – Mikudagin var tíðinda- fundur um innsavningina í samband við vanlukkuna í Suðureystasia. Hóast flest øll væntaðu, at forsætisráð- harrin fór at halda seg til at tosa um vanlukkuna, fýrdi Fogh ikki fyri at tosa um fleiri evnir, sum verða høv- uðsevni í valdystinum, og hetta gjørdi hann uttan, at vit spurdu um nakað. Eisini á tíðindafundinum týsdagin hevði Fogh eisini eina rúgvu av útsagnum, sum greitt boða frá, at valdyst- urin er byrjaður og fólkatingsval er í nánd. Alt hetta ger, at vit eru sann- førd um, at val verður út- skrivað týsdagin, fortelur Henning Olsson. Kommunurnar í buktini Seinastu mánaðirnar hava fleiri veljarakanningar víst, at stórur partur dønum halda, at stjórnin við Vinstra og teimum Konser- vativu og Dansk Folkeparti sum stuðulsflokki stendur seg væl, meðan undirtøkan fyri Javnaðarflokkinum og teimum Radikalu minkar. Góðu úrslitini í veljara- kanningunum hava eisini skumpa undir leysasøgur- nar um nýval, tí Anders Fogh Rasmussen og stjórn- arflokkarnir standa, í løtuni til at vinna ein greiðan sig- ur á andstøðuflokkunum. Forsætisráðharrin hevur kortini leingi ynskt, at stjórnin klára at samtykkja umfatandi kommunure- formin í Fólkatinginum, áðrenn hann skrivar út- skrivar val. Tað er kortini nógv, sum bendir á, at stjórnarflokkarnir ikki fara at megna at samtykkja kommunureformin, áðrenn summarfrítíðina, og tí velur forsætisráðharrin at skriva út nýval longu nú. – Fyri at kommunalre- formurin skal gjøgnumfør- ast er neyðugt, at ein hópur av lógarbroytingum skulu ígjøgnum í Fólkatinginum, og tað virkar rættiliga ósannlíkt, at stjórnarflokk- arnir megna at gjøgnum- føra kommununalreformin, áðrenn summarfrítíðina, tí lógararbeiðið er so umfat- andi. Tískil skrivar hann helst út nýval, áðrenn kommunalreformurin fer í gjøgnum Fólkatingið, og okkara boð er so komandi týsdag sigur Henning Ols- son skemtandi. –Vit tíðindafólk á Christiansborg eru á einum máli um, at Fogh skrivar út nýval komandi týsdag. Útsagnirnar hjá forsætisráðharranum seinastu dagarnar hava verið eitt greitt tekin um, at valdysturin er farin í gongd. Vit vænta øll eitt Fólkatingsval týsdagin tann 8. februar, sigur Henning Olsson, sum er tíðindamaður hjá Danmark Radio á Christiansborg. Aðrastaðni í blaðnum siga serfrøðingar á Christi- ansborg, at nýval eftir øllum at døma verður útskrivað týsdagin í kom- andi viku. Formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, sigur seg vera væl fyrireikaðan og til reiðar til valdystin, sum teir hava fyrireikað seinastu mánaðirnar. Eingi nøvn Men sambandsformaður- in vil ikki siga tað stóra um valevni Sambands- floksins til harða dystin. – Listin verður al- mannakunngjørdur á tíð- indafundi eftir at nýval er útskrivað, men eg kann siga so mikið sum, at list- in er justeraður uttan tær heilt kollveltandi broyt- ingarnar, sigur Kaj Leo Johannesen. Fyri føroysku flokkar- nar er talan um triðja valið innanfyri eitt ár, og spurd- ur, um fíggjarliga orkan til kostnaðarmiklu valdystir- nar ikki fer at ganga und- an, er Kaj Leo greiður. – Fíggjarliga eru vit væl fyri at fara í gongd við val- dystin. Vit spardu nakað undir valdystinum til bý- og bygdaráðsvalið, kanska spardu vit ov nógv, men Sambandsflokkurin er á allan hátt til reiðar, sigur formaðurin at enda. HíS Kaj Leo sigur einki um valevnini Formaður Fólkafloksins heldur láan profil, hóast søgurnar vilja vera við, at danski forsætis- málaráðharrin útskrivar nýval týsdagin. – So leingi einki nýval er útskrivað, taka vit tað heilt róligt. Eingin enda- liga støða er tikin um list- ar og valevni, sigur An- finn Kallsberg Spurdur, hvussu fíggj- arliga støðan er til ein triðja valdyst innanfyri eitt ár, sigur Anfinn, at valdystir nú á døgum ger- ast alsamt dýrari, men flokkur hansara er til reiðar. – Í valdysti til fólka- tingsval eru vanliga færri frontkandidatar, sam- stundis sum tíðarskeiðið frá útskrivan til valdag eisini er styttri, so hesin valdysturin er ikki eins kostnaðarmikil, sigur An- finn, sum leggur afturat, at fíggjarligi parturin ikki er nakar trupulleiki. HíS Javnaðarlimirnir Helena Dam á Neystabø og Heðin Mortensen siga seg einki hava hhoyrt um uppstillingarfundir, val- evni og listar hjá Javnað- arflokkinum í samband við fólkatingsvalið. "Nýggju" limirnir í flokk- inum eru í bíðistøðu, men bæði siga seg vilja um- hugsa støðuna, um heitt verður á tey at stilla upp. – Eg havi einki hoyrt, og eg velji ikki sjálv, um eg stilli upp, men um heitt verður á meg, umhugsi eg avgjørt møguleikan, sigur Helena Dam á Neystabø. Borgarstjórin Heðin Mortensen kann ikki ger- ast fólkatingslimur, uttan at hann sigur frá sær nú- verandi sess, so um hann stillar upp, verður tað fyrst og fremst fyri at stuðla listanum. – Eg havi nóg mikið um at vera, men um boð vera eftir mær, skal eg um- hugsa møguleikan, sigur Heðin Mortensen. HíS Kallsberg tekur tað róligt Helena og Heðin umhugsa støðuna Við seinasta fólkatingsval fekk sambandsmaðurin og løgtingsformaðurin Edmund Joensen heili 1000 atkvøður, men var tað ikki nóg mikið at koppa Lisbeth L. Peter- sen. Men nú fer royndi politikarin aftur at royna. – Heitt hevur verið á meg av Eysturoyar Sam- bandsfelag at stilla upp til komandi fólkatingsval, og hesum havi eg játtað. Eg fari at royna mítt besta, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað ber, sigur ein stuttorðaður Edmund Joensen við Sosialin. HíS Edmund fer eftir fólkatingssessinum