Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 9 - 14. januar 2005 Mánadagurin 17. januar kann gerast søguligur. Í hvussu er tá tað snýr seg um eina komandi føroyska oljuvinnu. Henda dagin verða helst loyvini til at leita eftir olju og gassi í 2. útbjóðing latin feløgunum. Tað er so byrjanin uppá eitt nýtt kapittul í oljuleitingini og kann eisini koma at vera tað, ið skal til fyri at loysa upp í hesum stóra máli, ja sum veruliga setir hol á. Stórtíðindini um eitt gigant oljufund beint hinumegin markið hava av álvara sett alt Atlantsmótið aftur á landakortið. Tað kann so ikki sigast annað enn, at timingin av nýggju útbjóðingini og økjun- um, sum eru við har, er perfekt. Somu feløg, sum hava funnið oljuna hinumegin markið, hava eftir øllum at døma søkt um teigarnar okkara megin markið, og sum liggja uppat loyvinum á bretsku síðuni. Og fáa teir helst eisini. Hesi feløgini, ChevronTexaco, Statoil, Dong og OMV, ætla at bora avmarkingarbrunnar á bretska fundinum í summar. Ímynda vit okkum, at hesar boringar eru væl- eydnaðar og kanska entá loyva okkum at gita, at tann oljukeldan gongur móti føroyska markinum og hvør veit, entá inn á føroyskt øki, tá verður hetta ein týðandi katalysator fyri útviklinginum á okkara øki. Tað kann t.d. hava við sær, at somu feløg fara at skunda undir sínar ætlanir í Føroyum og hugsast kann, at tey kunnu bora brunn í 2. rundu longu í 2006 ella 07. Hetta skal sjálvsagt takast við fyrivarni. Men órealistiskt er tað ikki. Aftrat hesum l iggja so eisini teir fýra brunn- arnir frá 1. útbjóðing og bíða. So vil væl til og oljuprísirnir halda sær kann verulig gongd koma á føroysku oljuleit- ingina longu í 2006. Hetta eru positiv signal fyri føroyska samfelagið og hvør veit, kanska ein partur av loysnini á stóru trupulleikunum í Suðuroynni m.a. kann vera ein komandi meira virkin oljutilgongd. Tað skal bara eitt stórt fund á føroyska landgrunninum til, at vit av álvara kunnu stinga út í kortið ein útvikling á landi eisini. So kanska er tað ikki ov tíðliga, at politikarar og vinnulívsfólk setaseg saman og so spakuliga fara undir at leggja ætlanir fyri framtíðina. Ein spurningurin vil tá m.a. vera, um olju- útviklingurin her á landi skal stýrast, soleiðis at tað verða ávís øki í landinum, sum eru við at vera niðurundirkomin, ið skulu raðfestast fyrst, tá tað um oljutilgongdina ræður – ella um tað sum higartil skulu vera fríu vinnukreftirnar sjálvar, sum gera av, hvat og hvussu útviklingurin á landi skal vera. Hvussu og ikki so eiga vit at fegnast um, at enn eitt stórt oljufelag hevur átikið sær leiklut in at vera fyristøðufelag í leitingini her hjá okkum. Um ChevronTexaco hevði valt sekundera leiklutin "bara" at vera partur av samtaki við øðrum operatøri, sum longu er á økinum, so hevði hetta bara verið næstbest fyri leitingina. Nú felagið hevur avgjørt at taka evstu ábyrgdina og fara inn í leitingina við fullum og størsta álvara, kann tað koma at skunda undir útviklingin. Tí verða tað eftir øllum at døma Statoil og ChevronTexaco, sum koma at verður høvuðslokomotini, nú farið verður undir nýggja leiting. Tað fáa vit so at vita mánadagin. Og fyri føroyingar hevur tað eisini áhuga, hvussu fer at gangast føroysku oljufeløgunum í nýggju runduni. Eitt er so tað hvussu feløgini hava megnað at finna saman við øðrum stórum feløgum undan útbjóð- ingini. Annað er so, um feløgini einsamøll ella saman við øðrum feløgum, hava klárað at fáa onkrar góðar bitar av tí samlaðu køkuni. Og loksins um umsøkjararnir allir verða nøgdir. Time will show. DAGSINS MEINING Sosialurin Meðan bíðað verður VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bjarki Mohr formaður í Kappingar- nevndini Nú neyðugu fyrireikingar- nar eru gjørdar til at fara undir eitt nýtt kappingarár í føroyskum fótbólti - í broyttum líki - hava ein- stakir fótbóltsáhugaðir gjørt viðmerkingar til ætl- aðu broytingarnarnar í landskappingini. Í fyrstu vikuni av nýggja árinum gevur Petur Simon- sen í bløðunum sítt íkast til kjaki um eina broytta landskapping undir heitin- um "Tvey fram og eitt aftur Ð- ella ??", og seinni í vikuni gevur eisini Finnur Helmsdal, í Oyggjatíðindi, sína áskoðan til kennar. Tað er kærkomið, at fólk við stórum áhuga fyri fót- bóltinum, geva sítt íkast til kjaki, tí á henda hátt er betur møguleiki fyri at fáa víðka um sjónarringin, samstundis sum vit í varða av, betur koma at kenna fleiri áskoðanirnar. Soleiðis sum eg lesi blaðgreinarnar, er stórur munur á hvørja áskoðan Petur Simonsen og Finnur Helmsdal hava til málið. Finnur Helmsdal hevur ongantíð fjalt, at hann er talsmaður fyri at skerja talið av liðum í fremstu deildini. Hóast hann ikki tykist heilt nøgdur við tær ætlanir FSF hevur fyri 2005 á økinum, er hansara niður- støða Ð- í stórum Ð- at broytingarnar eru til tað betra, og at tær koma at viðføra, at talið á liðum í fremstu deildini til seinast enda við at vera millum 6 og 8 lið, og so gerst ikki við, um veðurin hagar verður heldur longur. Eg fari ikki á hesum sinni, at leggja meg út í kjaki, hvørs tað skulu vera 6, 8 ella 10 lið í fremstu deildini. Hesin spurningur er mangan umrøddur, men hevur higartil ikki fingið undirtøku millum feløgini, hóast hann framvegis er áhugaverdur. Petur Simonsen, ið eisini hevur áralangar royndir í fótbólti, sigur millum ann- að í grein sínari, at hann kennir seg ótryggan við at skunda eitt tílíkt mál ígjøg- num, honum vitandi, uttan nakra "breiða" viðgerð í føroyska fótbóltsheimin- um. Hann mælir eisini til, at ein arbeiðsbólkur verur settur at evna til eitt álit, ið inniheldur mest týðandi økini, og sum síðani støða kann takast til komandi árini. Gamaní kundu vit sett ein arbeiðsbólk at arbeitt víðari við málinum, og sum síðani kundi latið eitt álit av hondum til støðutakan, tað hevði neyvan gjørt til- gongdina verri. Men, eg verið tó noyddur at siga, at talan er ikki um nakað nýtt mál. Fremstu venjarar og leikarar okkara hava tosa um júst hesar broytingar í fleiri ár. Limirnir í Kappingar- nevndini hjá Fótbóltsam- bandinum hava nýtt nógva tíð at viðgera júst ætlaðu broytingarnar, sjálvsagt við tí endamálið at hækka støð- ið á føroyskum fótbólti. Allir teir yvaspurningar - ið Petur Simonsen nevnir, og sum eru sera viðkom- andi - hava verið umrøddir. Eftir drúgva viðgerð er nevndin samd um at fara lagaliga til verka, soleiðis at feløg og leikarar hava góðan møguleika at tillaga seg broytingarnar. At feløgini eru tilreiðar at taka ímóti hesum broyting- um, kom týðiliga til sjóndar á árliga fundinum beint eftir kappingarlok. Tað varð, og er, mín greiða fatan, at flest allir í góðu sína áskoðan til kennar, vóru samdir um, at tað er neyðugt at fremja broyt- ingar, skulu vit menna okk- um leikliga framyvir. Tankin um at byrja kapp- ingina í august og leika út í oktober er eisini áhuga- verdur, og eri eg samdur við Petur Simonsen í, at hesin leistur hóskar seg bet- ur til evropeisku luttøkuna og dagsformin hjá liðunum. Vit hava tó Ð- tilvita - valt, ikki at fremja eina so víð- gongda broyting í fyrstu atløgu, men heldur fara undir eina meira lagaliga tilgongd. Limirnir í Kappingar- nevndini, saman við umsit- ingini hjá Fótbóltsamband- inum, eru í ferð við at leggja kappingarskránna fyri komandi ár tilrættis. Tá henda er liðug, vónandi innan komandi tvær vikur- nar, verður hon send feløg- unum til ummælis. Tað at vit nú leingja kappingina viðførir sjálv- sagt at vit mugu endur- skoða skipanina við leik- banni. Kappingarnevndin hevur tilevna uppskot um at leingja talið av kortum tilsvarandi longdu kapping- ini. Eg havi seinastu tíðina, afturvendandi, hoyrt út- sagnir um, at ætlaðu broyt- ingarnar, av landskapping- ini, skulu góðkennast av aðalfundinum hjá Fótbólt- sambandi Føroya í februar 2005. Her havi eg hug at knýta nakrar viðmerkingar til útsagnirnar. Aðalfundurin velur limir- nar í nevndina fyri Fótbólt- samband Føroya. Gera valdu limirnir ikki sítt ar- beiðið til lýtar, kunnu teir skiftast út annað hvørt ár. Herumframt skal ein aðal- fundur góðkenna lógar- broytingar, ið knýta seg at virkseminum hjá Fótbólt- sambandinum. Men at taka sær av, at til- rættisleggja kappingarskip- anina, umframt umsitingar- liga partin annars, hava valdu nevndarlimirnir fulla ábyrgd av, og tilsvarandi heimild til, at fremja í verki. Og sjálvsagt skal nevndin arbeiða við, og fremja broytingar, ið vit trúgva uppá kann menna føroyskan fótbólt sum heild. Talan er ikki um nakra lógarbroyting á økin- um. Tá talan hinvegin er um at gera broytingar í skip- anini við leikbanni, skulu hesar leggjast fyri aðal- fundin til støðutakan, og tað vera tær sjálvsagt eisini, sambært galdandi manna- gongdum. Eg eri sannførdur um, at tíðin er búgvin til ætlaðu broytingarnar. Gamaní kunnu vit halda áfram við at tosa um, at gera broyt- ingar Ð- og tað skulu vit eisini Ð- men bert at tosa, og skriva álit, flytir okkum ikki framá. Skulu vit menna føroyskan fótbólt, mugu vit seta gerð aftan orðini. Tástani kunnu vit staðfesta, hvørs vit eru á rættari leið, ella vit eru noyddir at saðla um. Við vón um eitt ítróttar- ligt gott 2005. Á gáttini til kappingarárið 2005